Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 ítróttar S > 7 riv ÝÐ >) Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 TB tveitti alt burtur ótbóltur: Tvøråmenn vóru á odda 3-2, men mistu alt á gólvið síðstu tiggju minuttirnar fund EMii L. JACOBSEN Tad var tætt og spennandi å Svangaskarði sunnudagin, tá TB var og vitjaði B68 Dysturin endaði 4-3 til toftamenn, eftir at TB hevdi verið á odda 3-2, tá tíggju minuttir vóru eftir av dyst- inum Men tvøråmenn duttu ov langt aftur í staðin fyri at halda trýstið á B68, og heimaliðið raknaði við og fekk tvey mál Fyrr: hálvleikur var rætti- liga javnur og liðini fingu tvey mál í part fyrstu 45 min ttirnar. Tverámenn byrjaðu betur, men Bó8 kom eisini við, og tá góðir tíggju minuttir vóru spældir, tóku vertirnir leiðsluna. Ein frisparkskombinati6n end- aði við, at bólturin varð sendur innfyri, og har kom Fróði Benjaminsen, sum er sterkur í luftspælinum, og stútaði í netið til 1-0 Eftir leiðslumálið fekk B68 betri tak á dystinum, men teir vóru í so ókon- sentreraðir í verjupartinum, og hesa løtuna hevði TB ofta lætt við at renna igjøgn- um tunnu B68-verjuna. Teir fingu eisini javnað bert seks minuttir aftan á málið hjá B68. Dan Mortensen, sum byrjaði á væl mannadu miðjuni hjá TB, skallaði eitt innlegg í málið, og so var aftur javnvág í roknskap- inum. Tað hevði tydning hjá TB at fáa okkurt burturúr dyst- inum, tí dagin fyri hevði Sumba fingið javnleik móti VB, og tað merkti so, at TB datt niður aftur á aftasta plássið. Men við einum javnleiki kundu tvøråmenn aftur taka seg upp um sumb- ingar, og vid einum sigri kundu teir eisini fara fram- vid IF upp å åttanda plåss. B68 liggur i midjuni av kappingini og er uttan fyri ávirkan bæði í toppinum og botninum. Urslitini hjá toftamonnum hava verið rættiliga misjøvn i år, men nidurflyting hevur so ong- antíð verið upp á tal á Svangaskarði. Tað var spældur ein hálv- ur tími, tå BÓ8 aftur tók seg framum. Hesaferð var tað ein bóltur, sum varð sendur inn í TB-brotsteigin, Rolf Christiansen kom á millum- hond, og bólturin fór útfrá aftur til Arnfinn Olsen, sum skeyt og skoraði sítt fyrsta mál í landskappingini í ár við nærmastu stong. Ein TB-leikari stóð við stong- ina, men hann kundi ikki forða bóltinum í at fara í málið. Men hjá TB spældi Sasha Radosavljevic ein av sínum bestu dystum, og fimm min- uttir eftir málið hjá Arnfinni tók hann sakina í egnar hendur. Hann fór sjálvur, snýtti fleiri toftamenn og skoraði til 2-2. Tað hevur verið nakað langt millum glottarnar hjá Sasha, sum eisini varð leikbannaður í fleiri dystir fyrr í ár. Men hesaferð vísti hann, at tað ikki er av ongum, at hann skeyt mál upp á strípu í 2. deild í fjør. Eitt korter inn í seinna hálvleiki gjørdi hann nevniliga tað sama í einum kontraálopi, og enn einaferð endaði einmansavrikið við máli, so stødan nú var 3-2 til TB. Toftamenn noyddust nú at satsa. 39 ára gamli veter- anurin Aksel Højgaard varð skiftur inn fyri Boga Peter- sen og fór í álopið, meðan Jákup Djurhuus fór út á vongverjaplássið hjá Boga. Hetta gav B68 eitt sindur meira av vongspæli, og hó- ast Aksel er komin væl upp í fótbóltsárini og ikki hevur somu orkuna longur, vísti hann, at máltevið hevur hann ikki mist, og gott eyga fyri spælinum hevur hann eisini. At Aksel, sum hevur spælt við 3. deild í ár, yvir- høvur var á bonkinum, kom eisini av, at B68 mátti vera uttan Olaf Højgaard, Oleif Joensen og Jákup Eli Olsen, sum allir eru skaddir. TB var á odda 3-2, og tíðin arbeiddi nú fyri tvørå- menn. Men teir gjørdu tann brølaran at taka seg ov langt aftur á vøllin. B68 sá eisini ålvaran í støduni og fekk nú nógv meira spæl. Tað vóru eini tíggju minuttir eftir, tá Aksel Højgaard setti høvdid undir ein bólt, sum var komin útfrá aftur. Og tað eydnaðist eisini toftamonnum at fáa sigurs- málið bert fimm minuttir seinni. Fróði Benjaminsen var skjótari á einum bólti enn Rolf, og hann potaði framvið TB-málmanninum til endaligu støðuna 4-3 til Bó68. TB kundi iðra seg. Teir vóru á odda 3-2 og høvdu eisini tveir upplagdar møg- uleikar aftan á tað til at økja um leiðsluna. Tá teir duttu aftur á vøllin, bjóðaðu teir samstundis B68 fram, og seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum høvdu tofta- menn munin. Og tað vísti seg at vera nóg mikið, tá avtornaði. Leiftur tapti sunnudagin 2- í útivelli móti ÍBV, og harvið var talan um endur tøku av úrslitinum í steypa- finaluni. Samstundis tapti KR, sum higartil hevur ver ið oddalið 1-0 í Keflavík, er á odda við 35 stigum, meðan KR hevur 33 stig verður roknað við fimt- áskoðarum Reykjavík, tá hesi bæði lið- ini hittast í síðsta umfarin- um komandi vikuskifti. KR skal vinna fyri at gerast meistari. Um tað verður javnt ella um ÍBV vinnur, so verða teir meistarar, og so sleppur Leiftur í Europa Cup kappingina fyri steypa- vinnarar Teir í Leiftri vóru illa mannaðir, tá teir fóru út í oyggjarnar. Har vóru bara fýra eftir av liðnum, sum tapu steypafinaluna móti tusund IBV 2-0, og Jens Martin Knudsen letur illa at, at tað var buldraligt, tá teir leyg- ardagin fóru út við ferju — Tað var stak ófantaligt veður, ferðin tók hálvan triðja tíma, og tað vóru nógvir, sum hvítnaðu frammaní og høvdu verk. Men å vøllinum såst einki til hetta, ti allir stridd- ist, og vóru vit eitt sindur hepnari, so fingu vit mál, tí í 1. hálvleiki høvdu vit hann tvær ferðir á tvørtrænum og í 2. hálvleiki raktu vit eina ferð í stólpan, sigur málverj- in á Olafsfirði. Íslendska pressan letur væl at avrikinum hjá Jens Martini, sum ferð eftir ferð bjargaði, tå IBVarnir vóru einsamallir frammanfyri málinum — Hetta minti ikki sért um, tá vit fóru uppí altjóða fótbólt. Vit høvdu fýra ung- SJÓ- Jens Martin var í rætta essinum úti í oyggjunum Fótbóltur: Avtalan við Leiftur um komandi ár er komin uppá pláss og innanfyri næstu vikuna verður roknað við sáttmála, sum helst verður við eitt skotskt ella hálendskt felag lingar á liðnum, so tað varð ikki roknað við tí stóra, og tað lá líka sum í luftini, at vit skuldu stríðast fyri at avmarka tapið. Tá tað er so- leiðis, so kennir tú sum mál- verji, at tú ert við beinan- vegin, og tað er hugaligt. Í síðstu viku var greitt, at Jens Martin Knudsen eisini komandi ár fer at verja mál- ið hjá Leiftri. — Vit hava ikki skrivað undir enn, men eg havi fing- ið tað soleiðis, sum eg vildi hava tað at vera. Tað vil siga, at teir tryggja mær løn í tólv mánaðir, og tað er eitt loft lagt yvir séluvirðið. Nú veri eg her til kappingin er liðug komandi vikuskifti, og um ÍBV verður meistari, so skulu vit sum taparar í steypafinaluni móti teimum spæla ein dyst afturat móti meistarunum í sambandi Jákup helt búrið reint Fótbóltur: Og Herfølge er framvegis oddalið í superliguni, meðan tað gongur meiri striltið hjá FCK og Toda Jónsson Donsku fjølmiðlarnir hava smátt um smátt lært, at teir skulu taka Herfølge í álvara Aftur hesa ferð staðfestu Jákup Mikkelsen og | agarnir, at teir eru eitt odda- lið. Teir vóru á útivelli móti Sepp Piontek og Silkeborg g He ann 1-0. Má ngu, tá seks n unir Og ironp Peter K h » % 3 Ýr þe Mc Herlølg sær sl a £ 3 1 ngu KK k Mikke It í búkinum Todi Jónsson spældi ein tíma í Parkini móti AGF, sum vann 2-0. So varð hann skiftur út við Thomas Thorninger. Tapið var ein rduligur lúsingur, eftir at jar dagar framm- anundan hevði staðið seg so væl i Europa Cup á út volli 1 Østergaard no ning sum høvudsmonn- nu FCK KK at tað var búk k ferð Madsen og Peter Nielsen. Í ummælunum frá dyst- inum fær Todi ikki nakað serligt skoðsmál, og tað verður staðfest, at tá hvørki hann ella miðvallararnir Peter Nielsen og Bjarne Goldbæk, eru væl fyri, so gongst ikki væl hjá FCK Superligan kemur nærri Tað hevur verið nógv tosað »g skrivað um rættindini at frå superliguni greitt, at tað verður TV3, sum komandi fýra ár- im fer at hava rættin at sjón g 2. deild í Danmark Sáttmálin verður galdandi 1. oktober í ár, og tað s1ga, al annað vikuskiftið tað at vera møguligt hjá í Féroyur sa Við 1, hvussu tað Í ast: hjá termum båd Klak king Teir danir, sum ikki hava kaðalsjónvarp ella satelitt- sjónvarp, fara komandi árini at síggja lítið av donskum fótbólti. TV3 ætlar kanska at selja smá klipp til Dan- marks Radio, meðan ítrótt- urin í TV2 fer at vera mest sum kliniskt reinsaður fyri danskan fótbólt komandi ár- ini. Hetta er avgjørt ikki sambært teimum ætlanum, sum stødin hevði, tá hon sá dagsins ljós, og fór at kapp- ast við Danmarks Radio, men síðani tá er sjónvarps- heimurin nógv broyttur jh við at ársins spælari og árs- ins lið verður valt. So er ætlanin at fara aðra staðni, og eg komi so aftur higar, tá tað verður farið undir kappingina síðst í apríl. Jens Martin Knudsen sig- ur, at tað er ikki heilt greitt enn, hvar hann fer at spæla í vetur. Í fótbóltsverðini er einki hundrað prosent fyrr- enn sáttmáli er skrivaður, men hann roknar við, at ein avtala fer at koma í lag. Verður tað soleiðis, so fer Jens Martin Knudsen at spæla í næstbestu deildini í Skotlandi ella Hollandi. Tað er eisini møguleiki fyri, at tað verður í Danmark, men enn er hetta ikki komið upp- á pláss. jh EB/Streymur tryggjaði seg Em. L. JACOBSEN Sundalagsmenn tryggj- aðu sær leygardagin við rættiliga stórari vissu sætið í 2. deild við at vinna 4-2 á HB í Gun- dadali. Sigurin var fult uppiborin og skuldi ver- ið størri heldur enn minni. Halldór Joensen hevur roynst væl sum mál- skjútti hjá EB/Streymi í ár, og hesaferð fekk hann tvey mål. Hini bæði skutu Tummas Jo- | ensen og Eyðfinnur Jo- ensen Hjá HB gjørdi Eyðun Samuelsen bæði málini, | tað fyrra vid brotssparki. | Við sigrinum kom EB/ Streymur upp á 20 stig, og tað eru trý fleiri enn NSÍ, sum nú liggur á næstniðasta plássi. Í | seinasta umfari av kapp- spælir EB/ nemi Streymur á heimavølli móti LÍF, meðan NSI fer til Gøtu at spæla móti GI. Og tað skal ganga illa hjá teimum í Sundalagn- um, um tað ikki skal eydnast teimum at varð- veita plássið í 2. deild. Níggjunda plássið gevur teimum tveir dyst- ir um upp- og niðurflyt- ing mót næstbesta liðn- um í 3. deild, og havandi í huga munin, sum er í stødinum millum deild- irnar, man 2. deildarliðið vera favorittur at varð- veita plássið. Men í løt- uni sær tað eisini út til, at sundalagsmenn eisini sleppa undan hesum báðum dystunum. Tað verður helst antin NSI ella B36, sum fær ta uppgávuna # úr