Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 Nr. 178 - 22. SEPTEMBER 1998 fføindabla 777 —— Edmund Joensen var so at siga eitt ómálað blað í politisku søgu Føroya, til hann var valdur løgmaður eftir longstu og drúgvastu samráðingar í Føroya søgu í sept. 1994. Varðugur við hansara løgnu eginleikar gjørdust nakrir av okkum rættuliga tidliga undir samrådingu- num vid fólkaflokkin um skipan av eini borgarligari samgongu. Skilligt var, og tað skein tyduliga igjøgn- um, at Edmund Joensen vildi ikki í samgongu við fólkaflokkin fyri ein hvønn prís. Men hetta segði hann ikki hart. Valdur var hin sniðfundugi vegur at undir- grava samráðingarnar so líðandi við tversinni, treiskni og mistonkiliggerð- ing av mótpartinum Andstygd móti Fólkaflokkinum Ongantíð var nakað positivt á lofti. Altíð vóru fólka- floksmenn illtonkur og skírdir bæði líkt og ólík! >Verið grótharðir - slakið ikki ein tumma«, vóru aftur- vendandi orðini. Gamaní, at man var ósamdur. Men at blanda sovorði persónligt agg og stikni uppí samráð- ingarnar, hetta var bein- leiðis destruktivt og ósómu- ligt fyri ein og hvønn polit- iskan leiðara. Ófatuligt í grundini at sita og samráðast um samstarv vid ein flokk, sum man heyði eina so djúpa andstygd fyri, hugsaði ein við sær sjálvum Tað eydnaðist so Edmund Joensen at forpesta samráð- ingarnar so mikið, at stødan gjørdist vónleys. Hóast samgonguskjal bleiv skriv- að, so slitnaðu hesar sam- ráðingar bert takka veri samráðingarleiðaranum, hvgrs ráðagerð móti eini borgarligari samgongu tl fulnar eydnaðist á hesum sinni. Javnaðarflokkurin dikteraði Tað sum síðan hendi var at kalla ein »farca«. Samráð- ingarnar við javnaðarflokk- in gingu sum eftir ánni — onki var ófgrt og ikki eitt ilt orð. Javnaðarflokkurin mest sum dikteraði, og Ed- mund játtaði og samtykti. Borgarligu fingramerkini á fyrra samgonguskialinum hvurvu sum døgg fyri sól, og Edmund smíltist. Ideologi kundi fyri hansara skuld vera "hann in slanp undan Jú, samgongan millum verkamannafylking, javn- aðarflokk og sjálvstýri kom undir land. Edmund gjørdist løgmadur, hóast tað vóru fleiri sum ávaraðu móti hes- um. Men hesir, sum høvdu lisið mannin av — teir vóru ov tíðliga úti. Tey flestu hildu standa væl til, bæði Marita, Jóannes, Sámal Pet- ur, Helena, Óli Jacobsen v.fl. Men ikki vardi leingi til tann kærleikin hvarv, sam- starvið tók at rilla og vidur- skiftini gjørdust at enda ótolandi. Eidesgard gjørdi bart á vári 1996 Jóannes Eidesgaard gjørdi so bart á vári 1996 og javn- aðarflokkurin sleit sam- gonguna, officielt orsaka av ósemjuni um bygnaðar- broytingarnar hjá F. N. Christensen, men hetta var bara tað, ið fekk bikarid at flóta yvir. Samstarvið var nú komið niður á eitt slíkt stødi, at ikki bar til longur at hava bara eitt nókulunda sømuligt samskifti vid løg- mann. Tå øll virding fyri leidsluni var rokin, tå er onki eftir. So veruleikin er tann, at javnadarflokkurin bara nýtti so bara fyrsta og besta høvi at sleppa sær burtur úr hesum uppslítandi og sálarliga undirgravandi samstarvi Tað sum síðan hendi verður seint gloymt í okkara politisku søgu, og man vera eindømi av sínum slag. Ein stórur meiriluti í sam- bandsflokkurin metti tað framvegis vera skilagott at fara undir eitt politiskt sam- starv við fólkaflokkin. Tiknar vóru upp samráð- ingar, og tað gekk strúkandi, helst tá formaðurin hevði sum minst ávirkan og allar best um hann ikki var til staðar. Men, sum ikki einaferð, so setti hann fótur í spenni, tá borgarligur politikkur skuldi setast út í korti saman við fólkaflokkinum. Undanførslan fyri at sleppa undan hesum polit- iska skrímsli var sum vera man enn einaferð tey ríkis- rættarligu viðurskiftini, sum ikki skuldu nertast og enn minni kannast. Tá uppskot var lagt fram um at orða samgonguskjal- ið, soleiðis at samgongan ikki skuldi men »kundi« kanna hesi viðurskifti rýmdi Edmund av fundi. Samráðingarnar millum partarnar komu undir land uppá hetta orðaljóð, men Edmund var farin fornerm- aður til hús tíðliga um nátt- ina. Vanvirðingin total... Næsta vit hoyrdu var til- tikna morgunsendingin, tå hann tók alt Føroya fólk á bóli og allar mest sínar egnu. Eftir, at samgongusam- ráðingarnar vóru komnar undir land og flokkarnir vóru samdir skrivar maðurin út val uttan so mikið sum at rådføra seg við flokkin. Vanvirðingin fyri øllum vanligum parlamentar- iskum spælineslum var > tøtal! Nú kom rættuligt rumbul í. Edmund bleiv innkallaður til kreppufundar. Treyðugt kom hann, men at enda tíðindablaðið Bjørn á Heygum: — so væl og virðiliga fyri loysingini, at tað nú bert er ein spurningur um tíð ti stakk hann høvdi inn um dyrnar í Trondargøtu har ein skelkað floksmanning tók ímóti honum. Ikki var hann til at víka í fyrstu atløgu. >Grótharður< sum altíð. Einaræðislyndi kom sum íkki einaferð týðuliga til sjóndar. Avgerð- in var tikin, og tað kom ikki uppá tal at broyta meining. Soleiðis var togast aftur og fram í tímavís til Edmund at enda fekk stólin settan fyri hurðina. Skrivaði hann út val, so fór hann til val einsamallur - uttan sam- bandsflokkin. Hetta vóru greiðu boðini. Tá sá hann, at alt var tapt. Hesuferð var nyttuleyst at trumfa sín vilja ígjógnum. Hann gav skarv- in yvir. Valið var slept á hesum sinni. John og Anfinn fingu sína sak fyri Tá hann so kom út í fjøl- miðlarnar dagin eftir, og á sin fólkaliga og sannførandi hátt greiddi frá, at tað ong- antíð hevði verið meiningin at skriva út val, og at hann onki heyði ímóti eini sam- gongu við fólkaflokkin, so gjørdust falslótirnar mest sum fullkomnar. Ikki eiti á sjónleikargávur, tá tað ráddi um at bjarga egnum skinni og endurreisa sítt sonevnda trúvirði millum sjálvt tey rættrúgvandi. Vel — vit fóru so undir mest turbulenta samgongu- skeið í nýggjari tíð. Eitt sjáldsamt fyribrigdi kann sigast, har samgonguleið- arin við sínum høvud- kambalótum altíð var fremstur í innanhýsis polit- isku orrustuni ístaðin fyri at slætta sjógv og søkja semju. Jú, m.a. John Petersen og Anfinn Kallsberg fingu sína sak fyri. Ein rættuligur hvøkkur var tað, tá teir tíð- liga í samgonguskeiðinum fingu hvør sína uppsøgn liggjandi á stólinum uppá onkran heilaspuna um, at settar vóru fram persónligar skuldsetingar um lógarbrot móti løgmanni í einum hiss- ini skrivi. Aftaná 4 ára SOF fæ) urn u »sambands styri« Tå teir so vistu å, at hald ikki var í slíkum påstandum um ein gjørdi sær ómak at lesa skrivið nóg væl, so mátti ásannast, at nú var nokk enn einaferð lopið framav. Soleiðis miseydn- aðist so henda royndin í rødini hjá Edmundi at íbirta ófrið og elva til samgongu- slit. Skilalyst at síga S. P. Í Grund úr starvi Men hesin góði løgmaður gavst ikki á hondum. Næsta ofrið var Sámal Petur. Og har var ikki givið nakað skoðbrá. Ongin møguleiki skuldi vera at draga í land og ongin mátti ána óráð. Tískil fingu sjálvt ikki næstu medarbeiðarar løg- mans nakað at vita fyrr enn leikur var lokin. Heldur ikki fekk sjálvstýrisflokkurin møguleika at greiða henda trupulleika innanhýsis, tá løgmaður, við beråddum huga ikki kunnaði flokkin um ætlaða kvettið. Vanlig demokratisk sidvenja er í hesum hópi uttan tydning. Hetta fullkomuliga skila- leysa tiltak har løgmaður sum tjóvur á nátt segði Sámal Petur upp vegna eitt hissini innanhýsis rundskriv um ferðasambandið til Vág- ar, tók allar samgongu- flokkar á bóli. Vit vóru mál- leysir. Vit vistu, at alt íkki ruggaði rætt millum Sámal Petur og Edmund Joensen, og at hann heyði hótt hann fyrr, men at tað kundi enda so galið høvdi vit forsvorið. Jú, einagongdin hjá løgmanni helt fram, men tað eydnaðist — heldur ikki at spreingja samgonguna á hesum sinni, sjálvt um hetta ivaleyst var — endamálið. Týðandi mål lógu fram- vegis fyri framman. Umráð- andi var at fáa bankamálið uppá pláss og kanska at greiða marknasamráðingar- við Edmund Joensen á í xdda h ; i |] øro nar vid bretar. Onnur 100 mål lógu í løgtinginum og bidadu at verda avgreidd Fólkaflokkurin vildi m.a. av somu grund ikki venda samgonguni baki, men helst fåa hesar spurningar greidd- ar, soleidis at henda sam- gongan kundi fåa æruna av einum heidurligum úrslit og harvið fara sterk út í eitt komandi val. Men hvat ger nú hes- in óútrokniligi polit- iski forherðingur. Jú, mín sann, hann blívur sum kunnugt lokalt fornermaður, og blak- ar okkum út í eitt val, beint sum vit fyrireika okkum til mest týð- andi samráðingar í nýggjari tíð Allir hesir uppløgdu møguleikar at fáa bankamálið undir land og kanska greiða marknatræt- una vóru harvið glopnir samgonguni av hondum. Her mátti enda galið fyri sambandsflokkin. Og so var. Flokkurin fekk eitt katastrofu-val og tað av ber- um ólíkindum og kleyvar- skapi hjá einstøkum per- sóni. Livur eina skuggatilverur At hetta ikki fekk fylgjur og ikki hevur fingið fylgjur er heilt einastandandi og ótrú- ligt. Man spyr seg sjálvan um hetta er stødid og tað sum flokkurin stendur og fer at standa fyri í framtíð- ini. Líkt er í gllum fórum til, at steinrunna liðið enn hórar undan og neyvan mynstrar av við tað fyrsta. At politiskt hóttafall, and- ligt tómrúm og aldurdóms- eyðkenni við Edmundi á odda er vorðið aðaleyð- kenni fyri flokkin sýnist so enn ikki at hava nerva stuði- arnar. Í misskiltum trúskapi mótvegis formanninum halda tey stuðla ríkisfelags- vur tað sostatt eydnast yar gerst en >suve 25 at rudda renur< statur skapinum, men ístaðin eru væl ávegis at forkoma hon um Aftaná 4 ára >sam- bandsstyri« við Ed- mund Joensen á odda hevur tað sostatt eydn- ast at rudda so væl og virðiliga fyri loysingini, at tað nú bert er ein spurningur um tíð til Føroyar gerst ein »suv- erenur< statur. Sambandsflokkurin er sam- stundis beindur út í polit- iska myrkri har hann í dag livir eina ditillåtna og onkisigandi skuggatilveru uttan politiska åvirkan yvir- høvur Hetta var avrikid hjá teimum ortodoksu, sum við Edmundi Joensen ikki so mikid sum »kundu« kanna heimastýrislógina A henda hátt høvdu vit fingið ein harmoniskan og avbalanceraðan útvikling á Ríkisrættarliga økinum, sum gll kundu veri tjent við. Hevði flokkurin hóast alt verið so mikið at sær komin, at hann hevdi tikið skilagóða uppskotið hjá javnað- arflokkinum um setan av eini stjórnmála- nevnd til eftirtektar, so var han neyvan sokkin Men formaðurin sýtti fyri at taka móti tilboðnum um at fáa upplýsingar, tá kunn- leiki og vitan í hansara hug- aheimi onkusvegna kundu hava skaðilig árin á óspiltu sálina. Jú, soleiðis roynast álitis- menn, sum skulu slóða fyri og try ggja ríkisfelagsskapin inn í næsta ártúsund! Synd og spell, at hesin flokkur sum hevði so nógv gott í sær, skuldi fara so illa. Bjørn á Heygum