hósdagur 24. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ein góð kunningar-
ferð í Alaska
Oddagrein
TAÐ er einki nýtt i tí, at føroyingar leita burt í onnur lond
at útvega sær kunnleika og upplýsingar frá ødrum. Hetta
verður eisini gjørt, tá vit fara undir nakað nytt, og er ein
komandi oljuvinna neyvan heldur nakað undantak.
NU um dagarnar komu teir sekstan føroyingarnir, sum
vórðu bodnir at vitja í Alaska og har síggja, hvussu
oljuvinnan og íbúgvararnir hava klárað upp, heimaftur.
Ein strævin men samtíðis sera gevandi ferð skulu vit
ganga eftir uttalilsunum hjá nøkrum av luttakarunum,
sum hava úttalað seg í fjølmidlunum.
TAÐ var Texaco-samtakið, umboðandi amerikonsku
oljufeløgini, Texaco, Conoco, Arco og Murphy, sum beyð
føroyingunum til Alaska. Endamálið við hesi innbjóðing
var m.a. at vísa føroyingum eitt land, eitt fólk og eitt
umhvervið, sum í mangar mátar minnir um Feroyar og
føroyingar, tá talan er um eina ógvusliga vinnu og eitt
samfelag við fáum íbúgvum og eini viðbreknari náttúru.
Hinvegin er tað neyvan heldur nakað at dylja yvir, at
oljufeløg við slíkum innbjóðingum vilja geva eina positiva
mynd av sær sjálvum. Fyri teir politikarar og embætis-
menn, sum taka av slíkari innbjóðing, mugu tað vera
heilt objektiv og saklig sjónarmið, sum liggja til grund.
Flest oll oljufeløg, sum vilja vera við í oljuleiting við
Feroyar, vilja hava okkum at síggja tey í einum positivum
ljósi. Tá avtornar mugu hesi øll viðgerast javnbjóðis.
Og tað skilur ein væl. Men tað må vera dugnasemi,
orka, førleiki og vilji til at gera eitt fyri Føroyar gott
arbeiði, sum skal gera av, hvor fær lítið upp í hendurnar
uppgåvurmar at leita eftir olju.
HINVEGIN er tað gott, at føroyskir politikarar, embæt-
isfólk, vinnulívsfólk oo. fáa innlit í ta stóru verð, sum
oljavinnan er. Og var innbjóðingin til at vitja og síggja
Alaska eitt sera kærkomið hevi í so máta. Vónandi er
hetta bert byrjanin til at fáa bæði eygu og oyru latin upp
hjá teimum, sum skulu stýra og stinga út kósina á
oljugkinum. Tess betri innlit vit fáa í royndirnar og ikki
mist mistøkini hjá eðrum, tess størri møguleiki er fyri at
vit fóta okkum í hesi nýggju verð. Tí er tað vón okkara,
at báðir ráðharrarnir ikki minst, ikki lata alla hesa vitan
fara í gloymibókina og bert standa eftir sum minni um
eina góða ferð. Tvørturim6ti eiga teir at savna alla hesa
vitan og lata hana vera partur av tí tilfari, sum skal gera
okkum før fyri at seta út í kortið komandi útviklingin.
OG tað, sum eftir okkara tykki, var serliga gott við hesi
ferð, var tann mentanarligi parturin av ferðini. Vit hava
fyrr á hesum stað víst á tørvin eisini at hava umboð fyri
mentanarlívið í ti oljurådleggingarnevnd, sum varð sett
fyri nógvum árum síðani. Hetta er tíanverri ongantíð
gjørt. Men tað ber til at rætta hetta mistak, og tí skal tað
vera vón okkara, at komandi oljuútvíklingur eisini verður
ílatin ein mentanarligan búnað. Tvs. at tað vit fyritaka
okkum á oljugkinum í framtíðini alla tíðina verður sæð í
einum mentanarligum ljósi eisini. Vit eru tí ikki minst
spent at vita og frætta, hvat mentanarligu umboð okkara
fingu burtur úr Alaska-vitjanini. Eisini verður áhugavert
at síggja og frætta, hvat fakfólk á bæði umhvørvis-
fiskivinnu og vinnuøkinum annars hava fingið burtur úr
og hvussu hetta kann kanalyserast til at gagna tí gongd,
sum er á oljugkinum.
TAÐ kunnu gerast nógvar nidurstødur eftir slíka ferð.
Tær fara vit at hoyra meira til. Nakrar teirra hava longu
verið uppi at venda í blaðnum, og eru tær m.a.: al-
mennur grunnur til oljuinntøkur, størri mentanarligt en-
gagement i øllum oljumålinum, fyrimyndarligt samstarv
millum vinnu og myndugleikar osfr. Tað er stutt síðani,
at bæði løgmadur og oljumálaráðharrin saman við
nógum øårum føroyingum vóru á vitjan í Noregi. Vón-
andi verða eisini hevi hjá bæði føroyskum politikarum
og eðrum við at síggja, hvussu eitt nú danir og bretar
hava bygt upp sína oljuvinnu og hverjar tankar teir hava
gjørt sær í hesum sambandi. Hvorki og sjålvstyrisgongd
ella marknatræta mugu verða nøkur forðing fyri slíkum
samstarvi.
Sosialurin
Út uppseting og prent: + Telefon: 311820
ítróttarskrivari: Sp Sosialum Telefax. 314720
Blaðfólk: Emil L. Jacobsen Bústaður:
Dagny Joensen, menn: Argjavegur 26, Argjum e-mail:
Aki Bertholdsen, Jens Kristian Vang Postadr: Postsmoga 76, post G sosialurin.fo
110 Térshavn
Húsamekling i
Havn er farid und-
ir nyggjan sølu-
hått av fastari ogn
EIRIKUR LINDENSKOV
Ynskir tú eini hús í åvisari
stødd, í eini ávísari bygd
ella miðskeiðis í Havnini,
so ber til at fáa hjálp, um tú
ikki sjálvur finnir jústi
»tini« hús á sølulistunum.
Tað er meklaravirkið
Húsamekling á Vaglinum í
Havn, sum nú er farið undir
eina nýggja tænastu.
— Vit hava sæð tørv á slik-
ari tænastu, tí tað eru nógv
fólk, ið leita eftir ávísum
húsum - okkurt ávíst stað
og í ávísari stødd, sigur Jon-
hard Dahl-Jacobsen í Hús-
amekling.
Jonhard Dahl-Jacobsen saman við fyrstu lýsingunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Johnhard Dahl-Jacobsen
sigur, at tey longu hava
fingið fleiri fyrispurningar.
Annar politibáturin sjósettur
Annar av trimum
politibátum til
Grónlands fór av
bakkastokki á
Tórshavnar Skip-
asmiðju leygar-
dagin - og verður
sigldur til Grón-
lands fyrsta dag-
in
Í sýnisglugganum hjá
Húsamekling eru húsini -
ella ynskini at síggja, og
Nýggja tiltakið hjá Húsa-
mekling kallast >Bústaðar-
veiðan<.
Hann eitur Sisak III, annar
grønlendski politibáturin,
sum bygdur er á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Tað er eitt ár síðani, at
Tórshavnar Skipasmiðjan
fekk sáttmála um at byggja
tríggjar politibåtar til Grøn-
lands. Tann fyrsti er fór til
Grønlands i april.
Av Skipasmiðjuni frætt-
Sisak III eitur annar politibáturin til Grønlands, sum varð sjósettur leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang
sambært sáttmálanum
handast í danskari havn,
Báturin er bygdur at sigla
Kass, sum skal sigla bátin
11 mil, og er tað aftur Erns
til Grønlands.
ist, at alt gongur eftir ætlan,
og båturin, sum nú er sjó-
settur skal eisini siglast til
men semja er um, at tann
»danska havnin« eins væl
kann vera havnin f Nuuk.
beinleidis til Grønlands.
Annars skulu båtarnir
Politibåturin er 24 metrar
lanagur og 150 bruttotons.
Tøkk
Navn undir lesarabrøvum | | Øllum tykkum, sum gjørdu mær 80 åra fød-
| Herfyri gjørdu vit á Sosialinum av, at vit ikki longur taka ingardagin tann 13. august so hugnaligan,
| upp dulneynd lesarabrøv. Øll lesarabrøv, era við- akki eg hjartalisa.
| merkingar o. 1. skulu hava fult navn undir, skulu tey takki eg hjártaliga ;
| verða tíkin við í blaðið. Umframt navn krevur blaðleiðslan Takk fyri gávur, telegramm, blómur og
| eisini at vita bústað og telefonnummar, fyri at tilfarið telefonheilsanir, — og tøkk øll tit, ið komu í
veitsluna í Bygdarhúsinum.
| skal verða tíkið við í blaðið.
| m Fólk, ið skriva til okkara, eru vælkomin at lata okkum
| tilfarið á teldudiskli - og taka vit ímóti øllum vanligum
| formatum. Eisini ber til at senda tilfar sum e-post, og er
| aðressa okkara: post Øsosialurin.fo. }
| Fax okkara er annars 314720.
Vinarlig heilsan,
Anna Kathrina Heinesen
blaðstjórin |