Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 180 — 24. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S08s2lu 13 ————W—B——————— Hugskotini koma frá blaðstjóranum sjálvum Ein stórur partur av arbeiðinum við at gera eitt slíkt ungdómsblað er at finna evnir at skriva um. Rúnar sig- ur, at hann, fyri tað mesta, sjálvur kemur við hugskotunum. Tó so, tað kemur eisini fyri, at onkur lesari tek- ur telefonhornið og ringir inn við einum ella eðrum hugskoti. Haraftrat kemur tað eisini fyri, at okkurt av blaðfólkunum á Dimma- lætting eisini hevur okkurt hugskot til eitt evni, sum er vert at skriva um. Tað kemur eisini fyri, at fólk ringja til Rúnar og spyrja hann, um hann ikki kann skriva um eitt ella annað, sum tey ætla at skipa fyri. Hetta kann til dømis verða okkurt dansi- tiltak, konsert ella framsýning, men, sum Rúnar sigur, so er Krydd ikki nakað ókeypis lýsingarblað. Lítið av "respons" Tað er altid gott hjá einum, sum skrivar, at fáa eitt sindur av "re- spons" upp á tað, sum man skrivar. Rúnar sigur, at hann fær ikki tað stóra av viðmerkingum til tað, sum hann skrivar. Tó er tað so, at tey, sum gera viðmerkingar, sum oftast eru tey, sum man meguligani hevur traðkað á tærnar. Tær ferdimar, ið man fær positivar viðmerkingar frá fólki, eru som oft- ast, tá ið man hevur skrivað okkurt, sum er heilt eðrvísi enn tað vanliga. Tey, sum koma við negativum við- merkingum, eru sum oftast eldri enn tey, ið eg havi sett mær sum mál- bólk, sigur Rúnar Reistrup. Málbólkurin hjá Krydd er, sambært blaðstjóranum, frá 15 til 25 ára gam- al, tó kunnu tey verða nakað eldri, um tey eru nóg ung í sinni, Ungdómurin fær fitt av plássi Spurdur, um ungdómurin fær nóg mikið av plássi í teimum feroysku fjølmidlunum, svarar blaðstjórin á Krydd, at hetta er batnað munandi seinastu tíðina. Rúnar Reistrup, blaðstjóri á Krydd hevur ikki hegar tankar um ungdémspolitikkin hjå SVF "Tá ið útvarpið fór undir vetrar- skránna seinasta ár, kom ein ungdómssending á skránna, og ungdómurin fekk heilt nógv pláss har. Haraftrat eru bæði blødini farin at geva ungdóminum pláss, so eisini har er tað farið at líkjast. Men sjón- varpið, sum er tann best egnaði miðilin til ungdóm, dumpar full- komiliga.", sigur blaðstjórin á Krydd. Rúnar ivast ikki í, at SVF er vitandi um hetta, men at teir bara velja at raðfesta aðrar málbólkar framman fyri ungdómin, tí at SVF ikki hevur nóg mikið av orku til at nøkta tørvin hjá ellum. Stórt ungdómsblað neyvan borið seg Vit spurdu Rúnar, um hann metti, at tað vóru umsteður til at gera eitt foroyskt ungdómsblað, sum kundi líkst eitt nú ti danska "Vi Unge”. Til hetta svaraði Rúnar, at umsteðurnar heilt avgjert vóru til staðar, ti tað hendi so nógv í Feroyum, serliga um Yngd nr. 23 - 24. sept 1998 O 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 09 0. 0 0 ”seinasta år, kom ein ungdómssending á | skrånna, og ung- dómurin fekk heilt nógv pláss har. Haraftrat eru bæði blødini farin at geva ungdóminum pláss, so eisini har er tað farið - at líkjast. Men sjón- varpið, sum er tann best egnaði miðilin til ungdóm, dumpar full- komiliga.", sigur blaðstjórin á Krydd. man hevði ítróttin í huga eisini Hann metir, at ítróttur eisini er ung- dómstilfar, og tí lættliga kundi verið ein partur av einum slíkum blað Men Rúnar legði aftrat, at hann metti ikki, at eitt slíkt blað hevði borið seg figgjarliga. Ungi blaðstjórin á Krydd sigur, at tað er ikki ómeguligt, at hansara lívsyrki verður innan fjelmiðla- heimin. Tó sigur hann, at hann ætlar sær ikki at lesa til journalist, men heldur okkurt innan fyri samfelags- freði. Gongur alt sum tað skal, so fer Rúnar nokk at seta kós móti flat- londum, tá ið farið verður undir komandi skúlaár Feroyski ungdómurin fyrikomandi Tey flestu vildu helst ímynda sær, at tað er trupult at fáa ungar føroyingar at traðka fram i fjølmidlunum, men blaðstjórin á Krydd sigur, at so er ikki Nærum hverja ferð, at eg havi sett meg í samband við onkran um eitt meguligt interview, so hava tey verið øgiliga positiv, sigur Rúnar Tað er bert hendinga ferð, at tey hava verið trek við at svara upp á spurningar, sigur Rúnar Reistrup, blaðstjóri á Krydd at enda Yngd ynskir Krydd góðan byrð fram yvir