fríggjadagur 25. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
| Ábyrgdarblaðstjór: Marknaðarleiðari:
Jan Múller Jonhard Hammer
| Eiríkur Lindenskov Ár Bo Joensen,
Á Internet: www.sosialurin.fo ag Tróndarson
Mandela
studlar Clinton
Oddagrein
ANDSTYGGILIGT skrivadi ein av okkara lesar-
um í viðmerking til málið um Clinton forseta og
hansara privatlív í blaðnum mikudagin. Og júst
henda stoðutakan til málið tykist at vera nógv
útbreidd uttan fyri USA og her ikki minst í Eu-
ropa. Tað eru bert fáir dagar síðani, at vest-
urtýski kanslarin segði seg vilja spíggja av hes-
um málinum og varð hetta ein greið tala móti tí
øsing, sum serstakliga republikanskir politikarar
nú royna at fella forsetan uppá.
MEN eina ta størstu og kanska eisini bestu und-
irtøkuni fekk Clinton forseti frå sudurafrikanska
forsetanum Nelson Mandela, tá hesin seint
mikukveldið foroyska tíð varð til stóra móttoku
í Hvítu húsinum. „Tribute to Nelson Mandela“
at átakið, sum amerikanski forsetin hevði skipað
fyri, nú Nelson Mandela fyri seinastu ferð vitjar
í USA, áðrenn hann fer frá sum forseti í Suð-
urafrika.
TAÐ heldur margháttliga við hesum hátíðarhaldi,
sum varð sent beinleiðis í sjónvarpi, var, at Man-
dela fekk vent løtuni til at vera til frama fyri
vertinum, Clinton sjálvum. Tað mundi vekja
áhuga og ans í mongum heimi kring heimin, tá
hesin alfaðirligi og vælumtókti svarti maðurin,
ið gjørdist statsleiðari eftir at hava sitið í fongsli
í 27 år, bråddliga tók orðið og segði: -Ég ættli
mær ikki at leggja meg út í innanhýsis ameri-
konsk viðurskifti, men tað amerikanska fólkið
og heimurin allur eigur at vita, at Suðurafrika
og tvey svertu sum heild meta Clinton forseta
sum sín trúgva vin. Mandela brúkti stóran part
av reðu síni til at prisa og takka Clinton forseta
og hevåist óbeinleiðis at teimum atfinnginum
og tí viðferð, sum forsetin hevur fingið í sam-
bandi við sitt privatliv. -Í Suðurafrika loyvir mor-
alurin okkum ikki at stinga ein góðan vin í rygg-
in segði Mandela víðari
HANN hevði eisini eini boð við sær frá forsetan-
um í Zaire, sum lat heilsa og siga, at Clinton
var vinurin hjá øllum tí afríkanska heimsparti-
num. Mandela vísti annars á, at Clinton var
forsetin hjá teimum fátæku og sjúku og minni
mentu. Hann er eisini tann amerikanski forsetin,
sum umheimurin er mest fegin um, tí hann hevur
broytt amerikanskan uttanríkispolitikk til tað
betra. -USA er tað búskaparliga sterkasta landið
í heiminum, og vit ynskja ikki at síggja ein
veikan forseta segði Nelson Mandela víðari.
HVAT hevur hetta so við „avdúkingarnar“ av
privatlívi Clintons at gera kundi verið spurt. Nógv
er svarið. Tí Nelson Mandela sigur júst tað, sum
so mong onnur hugsa. Eingin ivi um at tað ber
til at finnast at Clinton fyri nógv, men samtíðis
er greitt, at hann sum forseti meira enn nógvir
aðrir hevur roynt at vart sosialt rættvísi og hevur
roynt at bøtt um vidurskiftini hjá teimum, sum
eru ringast fyri. Eingin ivi er um, at veruliga
ætlanin við „avdúkinginum“ í seinastuni er at
forða Clinton og demokratunum í at reka henda
politikkin víðari. Republikanararnir royna hvat
teir kunnu at vinna sær fyrimunir av hesum máli,
men tað kann henda, at hetta verður ein boome-
rang, sum rakar teir sjálvar. Spurningurin er
bara, hvat tann einstaki amerikanarin heldur.
Fanatisma og sokallaður einasti rætti moralurin
eru so sterkir faktorar millum mangar ameri-
kanarar, at tað er eitt ivamål, um Clinton varð-
veitir sess sín. Men orð Mandela kunnu vónandi
fáa amerikanarar at hugsa seg betur um og
seta tey veruligu virðini í hásæti. Sosialurin
Útgeyari uppseting og prent:
Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argum, 6
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post sosialurin.fo
Sosialurin, amerikansk børn
og føroysk fosturtýning
— Tá tit nú eru farin at vísa amerikanskum børnum umsorgan, takið so
eisini tey føroysku við - tey, sum verða týnd á åvisari stovu á Lands-
sjúkrahúsinum, sigur Jenis av Rana, ið finst at Sosialinum, sum í odda-
grein hevur vidgjørt sex-málið hjá Bill Clinton - men sum eftir hansara
tykki ikki hevur víst sína greiðu stóðu í fosturtøkumålinum
Amerikumenn fáa av at vita
í oddagrein Sosialsins týs-
dagin - m.a. verður um
Ameriku og íbúgvar tess
skrivað:
eitt sjúkt samfelag
fullkomuliga farið av leið
vorðið sum samfelag
latið børn skjóta hvønn ann-
an i skulunum
latid meinaleys følk i tilaft-
urskomnum londum
doyggja av landminum
men friggjar Bill Clinton
uttanum, so må hann frå.
Hesi vóru nøkur brot úr
oddagreinini, har høvuds-
boðskapurin er, at amerik-
anska pressan og heims-
pressan áttu at gjgrt metra
burturúr at: amerikansk
børn skjóta og drepa hvønn
annan, smádreingir í Amer-
ika koma alvápnaði í skúla
- skjóta og drepa frá hond.
Púra rætt - flestu munnu
vera samd í hesum sjónar-
miðum og dómi Sosialsins
av hesum sum dupultmor-
alskt
Men hvussu var tað nú
við tí at blása við mjgli í
munninum ella blaka við
gróti, tá ein býr í glashúsi?
Er ikki eitthvert um, at man
skal ansa sær við at gera
slíkt?
Hvussu kann Sosialurin,
meðan hann/teir harmast at
børn í Amerika drepa børn,
gloyma tey børn, sum hvort
ár verða dripin her á landi,
ikki av børnum, men av:
væl útbúnum føroyingum
í besta aldri,
við loyvi frá fólkavaldum
føroyingum í besta aldri,
og eftir áheitan frá ødrum
vælútbúnum førovingum
í besta aldri?
Sum grundgeving fyri
miskunnarleyst at týna
barnið í fjálga og trygga bú-
staði tess, verður brúkt
neyðarróp frá illa støddum
foreldrum/mammum, sum
hava brúk fyri øllum øðrum
enn tí steini oman á byrðu,
sum fosturtøka altíð endar
við at verða.
Ístaðin fyri at veita fíggj-
arliga hjálp, sosiala hjálp,
heilsuliga o.a. hjálp, verður
barni teirra noktað sjálv-
sagda rætt tess til lívið, og
ta rættarvernd, sum allir
aðrir borgarar landsins eiga
Tey vóru 22 í fjør og áleið
700 seinastu 10 árini! (hver
einstakur kann ímynda sær
hendan hópin av børnum frá
0-10 ára aldur, sum í dag
kundu gleðst yvir livið).
Nær hevur Sosialurin við
gjørt vanlagnurnar hjá teim-
um kvinnum, sum ístaðin
fyri 9 mánaða barnsburð
fingu lívslangar fylgjur av
fosturtøku at stríðast við, ti
samfelag teirra vísti teimum
hesa »loysnina« í staðin fyri
kærleikafulla, menniskja
liga, mentaða, sosiala - og
vit kundu hildið áfram -
hjálp, sum sømir seg sokall-
aðum vælferdarsamfelag?
Nær hevur Sosialurin obj-
ektivt greitt frå úr Løgting-
inum, tå lagnan hjå hesum
kvinnum/hjånum/børnum
hevur verið til viðgerðar?
Neyvan nakrantíð.
Hví ikki?
Jú, eg haldi meg vita - ú
tað hevði verið ov pinligt.
Ov pínligt at sæð leiðandi
javnaðarfólk reisa seg,
pakka tasku sína, lata seg í
frakkan, geva boð í eyst og
vest til, ikki bert floksfel-
agar, men eisini aðrar løg-
tingslimir, um ikki at verða
við til at viðgerða slíkt mál.
So gott sum uttan und-
antak jarðar føroyska
pressan trupulleikarnar
hjá hesum foreldrum/ein-
ligu mammum, saman við
aborteraðu børnum
teirra!
Ongin føroyingur ynskir
innast inni fosturtøku!!! Tað
er min djåpasta sannføring.
Og sæð burtur frå teimum
fáu — fosturtøkum, sum
skuldast tá lív mammunnar
er í vanda, er eingin fostur-
tøka neyðug!
Men ein av fortreytunum
fyri at steðga drápunum er,
at vit fáa eina viðgerð av
málinum eina djúpa,
grundleggjandi viðgerð,
bygda á virðing fyri livin-
um, rætti barnsins til rætt-
Jenis av Rana, løgtings-
madur
artrygd frå gitnadi, og
åbyrgd samfelagsins at veita
hjálp til allar neyðstaddar
borgarar, uttan mun til hvør
neydstødan enn er.
Men fólk óttast at við-
gerða hetta eyma evni, og
tá so bæði politikarar og
pressan ( fjórða statsmaktin)
eisini stinga høvdid í sand
in, so verður arbeiðið teirra
fáu, sum royna, bæði tungt
og mangan møtumikid
Tí at enda hendan áheitan
á tíðindablaðið Sosialin: tá
tit nú eru farin at vísa
amerikanskum børnum
umsorgan, takid so eisini
tey føroysku vid, tey, sum
hvørt år verda tynd å åvis-
ari stovu á Landssjúkra-
húsinum. Takið tey og for-
eldur/mammur teirra við
í umsorgan tykkara - tað
vildi tænt tykkum til
stórri heiður enn há-
floygdar, um enn rættar,
meiningar um Clinton og
amerikumenn annars.
Jenis av Rana
Fyrsti føroyski edv-grannskoðarin á altjóða stoði
Jóhan Martin Jacobsen,
grannskoðari í Tórshavn,
hevur í 1998 sum fyrsti før-
oyingur lokið progv sum
Certified Information Syst-
ems Auditor (CISA). Hetta
er ein roynd fyri edv-grann-
skoðarar, fyriskipað av al-
tjóða felagsskapinum
ISACA. CISA-grannskoð-
Navn í undir | lesarabrøvum
arar verda høgt mettir å al-
tjóða stødi, og hetta er ein
torfør roynd. Um allan
heimin eru í dag umleið
10.000 CISA-grannskoð-
arar, harav eru umleið 80 í
Danmark.
Jóhan Martin Jacobsen, ið
starvast hjá Grannskoðara-
as Rasmussen &
Herfyri gjørdu vit å Sosialinum av, at vit ikki longur taka
upp dulnevnd lesarabrøv. Øll lesarabrøv, sjónarmið, við-
merkingar o. Í. skulu hava fult navn undir, skulu tey
verða tikin við í blaðið. Umframt navn krevur blaðleiðslan
eisini at vita bústað og telefonnummar, fyri at tilfarið
skal verða tíkið við í blaðið.
Fólk, ið skriva til okkara, eru vælkomin at lata okkum
tilfarið á teldudiskli - og taka vit ímóti øllum vanligum
formatum. Eisini ber til at senda tilfar sum e-post, og er
adressa okkara: post Øsosialurin.fo.
blaðstjórin
Weihe, hevur seinastu árini
arbeitt mest við edv-grann-
skoðan og tikið sær av
spurningum við edv-trygd
og ráðgevinng viðvíkjandi
brúki og útskifting av edv-
útgerð o. t. Hann hevur í
útbúgvingartíðini verið á
fleiri skeiðum í Danmark.
ISACA felagsskapurin
(Information Systems Audit
and Control Association)
varð stovnaður í USA i
1969 av grannskoðarum, ið
hildu, at saman við teimum
stóru tøkniligu broyutingu-
num var tørvur á einum fel-
agsskapi, ið kundi virka fyri
altjóða standard reglum fyri
edv-grannskoðan og -trygd.
I dag er hetta ein altjóða
felasgskapur, iðhevur limir
í 100 londum um allan hei-
min.
Jóhan Martin Jacobsen,
grannskoðari í Havn, er
fyrsti fóroyingur, sum
hevur lokið prøgv sum
edv-grannskoðari