leygardagur 26. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Jonhard Hammer
| — Internet: www.sosialurin.fo SE Tréndarson Turi Kjelbro
Figgjarlégar-
uppskotið
Oddagrein
FIGGJARLOGARUPPSKOTID er um at verða klárt
at leggja fyri tingið vita bæði útvarp og sjónvarp at
siga frå. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri sigur í
samreðu við loftmiðlarnar, at ætlanin er at halda seg
til eitt yvirskot á fíggjarlógini sum er omanfyri 100
mill. kr. Landsstýrismaðurin er rættiliga avgjørdur og
leggur dent á, at hetta fyrsta fíggjarlógaruppskot
hansara skal líkasum rudda slóð fyri og stinga út í
kortið fullveidispolitikkin hjá samgonguni. Við hesum
sipar hann m.a. til, at foroyingar mugu til at laga
nytsluna eftir tí tilfeingi, sum er tøkt. Sum so er einki
nýtt i ti. Tá Ivan Johannesen úr sambandsflokkinum
umsat figgjarmål brúkti hann eina aðra vending, og
hon var, at samsvar mátti vera millum inntøkur og
útreiðslur
KARSTEN Hansen sigur eina orsøk til at arbeiða við
einum trýsifraðum milliónayvirskoti vera hana at
leggja upp fyri til verri tíðir. Tað kunnu vit bert taka
undir við er skilagóður figgjarpolitikkur, nettup tå ein
veit, hvussu svikalig okkara høvuåsvinna kann vera.
Landsstýrismaðurin sigur annars, at útreiðslurnar til
tær almennu uppgávurnar mugu endurskoðast so
ella so. Eingin ivi er um, at landsstýrismaðurin er
heppin at hava fingið landskassan at umsita í eini
tíð, har tað sum heild er gongd á í samfelagnum, har
fiskaprisurin er hagur, og har tað hevur verið nógvur
fiskur til. Haraftrat hava Føroyar fingið eina avtalu
við danir, sum ger tað lættari at vera foroyingur Tað
skal blíva áhugavert at kaga nærri í fíggjarlógar-
uppskotið, tá tað kemur á tingborð. Tað má vera ein
torfer uppgáva fyri tað fyrsta at skula leggja einar
100 mill. kr. til síðis, harnæst at skula spenna lív-
reimina inn, nú vit skulu til at fyrireika okkum til
fullveldi, sum í framtíðini skal vera blokk og annað
úr Danmark fyriuttan og fyri tað triðja at fremja
skerjingar og sparingar á almennum økjum, sum
innan almanna- og heilsuverkið og skúla- og menta-
nargkið, sum må vera náttúrliga fylgjan av ætlada
figgjar- og fullveldispolitikkinum
HVUSSU kann fíggjarmálaráðharrin, tå hann veit ,
at bæði almanna- og heilsuverkið í mangar mátar
eru ein skerdur fuglur og als ikki liva upp til krov
okkara til vælferðina hjá øllum borgarum, um somu
tíð tosa um at skula taka frá somu økjum. Tí tað er í
veruleikanum hetta hann sigur, tá sagt verður, at
útreiðslurnar til hesi måløki mugu skerjast. Tað fer
ikki dagur, at vit ikki hoyra starvsfólk innan tey ymsu
økini gera vart við ringu støðuna eitt nú innan bæði
innan primeru partin av heilsuverkinum og annars í
sjúkrahúsverkinum. Sama hoyra vit um støduna á
undirvisingarøkinum og á mentanarøkinum. Hetta
eru veruleikar, sum eisini fíggjarmálaráðharrin má
fyrihalda seg til. Målsetningurin um at gera tað al-
menna meira effektivt og at tað skal ikki vera so
kostnaðarmikið er nakað, sum vit all kunnu ganga
inn fyri. Men tað ræður í síðsta enda um at vera
realistiskur. Hvat hava vit ráð til og hverjar treytir
seta vit til okkara vælferðarsamfelag? Hverjar tæn-
astur heldur figgjarmålarådharrin at okkara heilsu-
og almannaverk skal kunnaveita. Ella: hverjar tæn-
astur skulu vit ikki veita
HVØRJA ferð javnaðarfólk ella fyri tað sambands-
fólk seta spurningin til loysingar- ella fullveldisfólk,
hvussu hesi ætla at figgja vælferðina, tvs. m.a eitt
vælvirkandi heilsu- og almannaverk og eitt tíðar-
hóskandi undirvísingarverk, eftir loysingina, so fáa
hesi skotið í skógvarnar, at tey eru afturhaldandi og
svartskygd. Er hetta nú sannleikin? Er ein stórur
partur av sannleikanum ikki líka so nógv tann, at tey
fólk, sum nú vilja hava fullveldi her og nú, lúgva fyri
sær sjálvum og íkki vilja síggja veruleikan í eyguni,
hvat kollveitandi stig á loysingaleið kosta. Vit eru
samd um, at neyðugt er við broytingum, og vit halda
tað eisini vera rætt, at Føroyar rógva fram móti at
standa á egnum beinum. Men hetta má ikki bara
byggja á kenslur og vissiónir. So tá fíggjarmála-
ráðharrin tosar um at rigga til fullveldi, må hann
eisini itøkiliga siga Føroya fólki, hvat tað er fyri eitt
samfelag hann ynskir. . .
Sosialurin
Niclas Johannesen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Úigevari, uppseting og prent: | Telefon: 311820 |
SPÁ Sosialunn
Telefax. 314720
staður 26, Argj e-mail
Argj r 26, Argjum :
Postadr.| Postsmoga 76, post Gsosialurin.fo
110 Tórshavn
Fisk fyri olju
Trætan við bretar um sjó-
markið tykist nú ganga móti
eini loysn, har vit lata stóran
part av gráu leiðini til bretar,
ein stuttskygd neyðsemju-
loysn.
Bretar siga, at tað hevur
skund fyri okkum at fáa
eina loysn, annars rýma
oljufeløgini til onnur øki í
heiminum og kann tað tá
vera seinur dagur, áðrenn
tey aftur sýna áhuga fyri
norðaru norðsjóvarleiðini.
Um tað hevur skund fyri
okkum, má tað hava enn
stórri skund fyri Bretland.
Her eru enn ongar fløgur
gjørdar, meðan fløgur teirra
megin markið eru millión-
aupphæddir. Her er okkurt,
sum ikki ruggar rætt.
Stæddur umborð á jap-
onskum tunfiskaskipi á
leiðini, sum trætan er um,
síggi eg, hvussu livfrødiliga
ríkt gkið er. Tosi eisini javn-
an við fremmand fiskifør,
fransar, bretar og týskar,
sum veiða á leiðini. Økid
er uppvakstrargki, og er tí
ógvuliga produktivt. Hval-
ur, fuglur og fiskur í hópa-
tali. Tað er eisini her, at tun-
fiskabátarnir fáa tun. Tað er
her fransar fiska langasporl
og stinglaks og bretar háv.
Um olja er á føroyskum
øki, og tað eru menn iva-
leysir í, at so er, so fáa vit
bert gleði, um nakra gleði
als, av henni í stutt áramál.
Fiskaríkidómið verður hin-
vegin verandi her so langt
tankin røkkur í framtíðini.
Tí vildi tað verið tað lítið
skilagóð loysn at avhenda
gkið ella partar av tí fyri
løtuvinning.
Betur hevði kanska verið
at roynt at funnið eina aðra
loysn á marknatrætuni.
Kanska hevði ein gongd
leið verið at boðið bretum
lut í tí olju, sum her møgu-
liga verður funnin, móti at
teir viðurkenna miðlinjuna
sum mark. Fyri bretar tykist
oljan at hava alstóran týdn-
ing, meðan fiskurin helst
ikki hevur tann stóra áhug-
an. Fyri okkum føroyingar
átti hinvegin áhugin fyri
fiskinum at verið nógv
stórri enn fyri oljuni. Vón-
andi kann fiskiskapurin
gera tað liviligt í Føroyum
langt aftaná, at allar olju-
keldur eru tiðnaðar, og aft-
aná at samfelagið hevur lag-
að seg til vanligar umstødur
aftur.
Samráðingarnar áttu so-
statt at snúð seg um at
funnið ein býtislykil, sum
bæði bretar og føroyingar
kunnu góðtaka, og átti tað
ikki at verið so trupult.
Viðmerking:
}
|
A. Guttormur Djurhuus
Um olja er at finna í før-
oysku undirgrundini verður
álíkavæl nóg mikið til okk-
um gll. Og meira enn tað.
Tað vildi tí verið skeivt at
latið henda møguleika til
eina virðiliga loysn á
marknatrætuni farið órgrd-
an aftur við borðinum.
Komandi ættarlið fara at
hava stórri gleði av tí fiska-
tilfeingi, sum er á leiðini
enn av tómum oljukeldum.
A. Guttormur Djurhuus
Klæðsekksdrongir
fyri landsstýrið?
Høvudstidindini í Degi og
viku hóskvgldið vóru
nýggja fíggjarlógaruppskot-
ið, sum er farið til prenting-
ar og verður framlagt mik-
udagin t. 30. sept. Hetta er
týdningarmikið og tí er eis-
ini upplagt at gera nógv
burtur. Ikki minst tí hetta er
fyrsta fíggjarlógin hjá
nýggja landsstýrinum. Í tí
sambandinum var eisini
upplagt við samrøduni við
landsstýrismannin í fíggjar-
málum, ikki minst tí hann
er nýggjur í sessinum.
Samrødan við landsstyr-
ismannin var tó ein skand-
ala. Eg havi annars ikki vilja
tikið undir við nógvum sum
siga Dag og Viku vera bliv-
ið til eitt reklamusjónvarp
fyri landsstýrið. Men sam-
rødan við landsstyrismann-
in var onki annað enn mikr-
ofonhaldarí, eitt óverdugt
avrik fyri tíðindafólk -sum
vilja vera annað enn klæð-
sekksdrongir fyri landsstýr-
ið.
Eg havi enn ongantíð
hoyrt Kartin Hansen sagt
nakað við itøkiligum inni-
haldi, annað enn nakrar
frasur ella klisjeir sum hann
tekur upp í saman. So eg
var spentur at hoyra hvat tað
var eydnast sjónvarpinum at
fáa burtur úr honum av
nýggjheitum, ikki minst tí
sagt var at landsstýrismað-
urin fór at leggja eina fíggj-
arlóg fram sum var merkt
av at fullveldið stóð ovast á
skránni. Men eg gjørdist
púra paff. Maðurin slapp at
blása bløðrur út í leysa luft.
Frá sjónvarpsmanninum
hoyrdist ikki eitt kvekk, t.d.
við at spyrja landsstýris-
mannin, á hygnn hátt fíggj-
arlógin var merkt av einum
sjålvstødugum búskapi, tå
hon byggir å størri stats-
studning enn nakrantíð áð-
ur, vissaður try ár framm í
tíðina; góða veidu, fiska-
prísir í toppinum og yvir-
hevur viðrák av góðum
konjunkturum. Og lands-
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum å ymiskan hått vistu
samkenslu, tá ið kæra móðir, vermóðir, omma og
langomma okkara
MARIN MOURITSEN
doyði og varð jarðað.
Hjartaliga takk eisini til tykkum á Ellisheiminum.
Fyri tey avvarðandi,
Fanny og Poul
stýrismaðurin slapp at halda
áfram við at slongja pást-
andir úr sær, m.a. um tann
alt ov dýra almenna sektor-
in, har man fær alt ov lítið
fyri pengarnar. Sjálvandi
eigur landsstýrismaðurin
ikki at sleppa undan at
greiða frá, hvat hann meinar
við, sum er ov dýrt og sum
vit fáa ov lítið burturúr. Er
tað heimargktin?
Forsorgin? Sjúkrahús-
verkið? Ella fíggjarmála-
stýrið á Argjum? Ella øll
stýrini vid øllum stjórunum
og nógvum ødrum góðum
monnum, sum núverandi
lógmaðurin setti í starv í
sínum fyrra starvi sum
landsstýrismaður í fíggjar-
málum? Tað má jú hava
stóran almennan áhuga,
hvat tað er sum landsstýris-
maðurin ætlar at gera bílig-
ari og hvussu tað sæst á
fíggjarlógaruppskotinum.
Var hetta ein kiksari hjá
redaktiónini fyri Dag og
Viku, kann tað rættast upp-
aftur. At tey duga, hava vit
sæð, t.d. innslagið í Degi og
Viku tyskvøldid tann 8.
sept., sum fyrimyndarliga
Hans Pauli Stróm,
løgtingsmadur
sakliga og lættskiljandi
greiddi frå, hvør munurin er
å teimum bådum uppskotu-
num til føroyskt sjålvrædi,
tí hjá landsstýrinum og tí hjá
Javnaðarflokkinum.
Eg kann ikki fáa meg at
trúgva at innslagið hós-
kvøldid skal verða stilurin
hjá teimum sum sjálvi stolt
kalla seg „tann fjórða stats-
maktin“ í Føroyum.
Vestmanna, t. 24. 9. 1998
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmadur fyri
Javnadarflokkin
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum vid blémum,
kortum, telefonsamrødum, gåvum og vitjan
gleddu meg å 60 åra degnum tann 28. august.
Blidar heilsanir,
Poula Strøm, Vågur