Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998 — Tað er ongin vegur í Føroyum so hættisligur, sum høvudsveg- urin millum bygdirnar i Sud- uroynni AKI BERTHOLDSEN Tað hevur í mong ár verið tosað um at gera nýggjum landsveg eftir oyggj í Suð- uroynni. Men er tað ikki blivið til meiri enn tos. Og av tí, at øll eru greið- yvir, at tað er alneyðugt við nýggjum vegi, er lítið og onki av ábótum gjørt á veg- in, sum er, tí tað hevur verið mett sum pengaspill Ein høvudsspurningur hevur verið, um vegurin, sum er, skal breiðkast upp um fjallið, ella um tunnil skal gerast ímillum Hov og Øravik. Men enn hevur fleiri åra tos ikki ført til nakað Avleiðingin er, at tað er ongin vegur í Føroyum, við so nógvari ferðslu, ið er so vánaligur sum høvudsveg- urin ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroynni. Hava mist tolið Men nú hava suðuroyingar mist tolið. Starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru nú farin at savna inn undirskriftir til løgtingsmenninar í Suður- oynni og tl landsstýris- mannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, við kravi um at tunnil verður gjørdur imillum Hov og Øravik Listar eru lagdir f handlar í oynni, umframt á posthús- ið og peningastovnar í Vági og á Tvøroyri Enn eru ongir listar komnir til Sumbiar og til Hovs, men teir koma eisini fyrsta dagin Ongin ivi er um, at und- irtøkan verður stór, tí longu fyrsta dagin, listarnir lógu, skrivaði ein hóður av fólki undir. Starvsfólkið á sjúkrahús- inum sigur, at tað er alneyð- ugt at landsvegurin í Suð- tíðindablaðið Scsjalufn uroynni verður raðfestur ovast tá ið stungið verður út í kortið, hverjir vegir skulu gerast í næstum. — Tað hevur verið bíðað og bíðað og tosað og tosað í fleiri ár, men onki er kom- ið burturúr. — Avleiðingin er, at long strekki av vegnum liggja enn, sum tey lógu, tá ið tey vórðu gjørd í fimti og sekstiårunum. — Einasti munurin er, at nu er asfalt lagt å hann. Ein av stigtakarunum, Bodil Finnson er ein teirra, sum brúkar vegin dagliga. Hon sigur, at tað verður meiri og meiri ótrygt at brúka vegin. — Ferðslan veksur alsamt og ikki minst ger tað ferðsl- una trupla, at koyringin við trailara er nógv vaksin sein- astu árini. — Tað er eisini dagligur kostur, at grót leypur oman á vegin, og at stórri og minni steinar liggja á vegn- um. — Tað er ikki so frægt sum at bilaverja er sett upp alla- staðni, framvið vegnum, hóast tað er høgt niðurfyri. — Og stabbasteinarnir eru so vánaligir, at teir skulu bara hava eitt lítið skump, so fara teir útav. — I fjør var vegurin eisini stongdur í fleiri dagar, tí skalvur leyp oman á hann. Tí halda fyrireikararnir, at tað er neyðugt at gera tunn- ilin, tí tað eru nógv fólk, sum brúka vegin hvgnn dag, báði til og frá arbeiðið, við farmi, til og frá Smyrli, sjúkrahúsi o.s.fr. Tey halda, at tunnil er ein- asta loysn, tí slepst undan omanlopi á vegin, skalva- lopi, kavarudding - og ein- um einum sera vindharðum strekki. Sølustevnan Marko '98 byrjaði í gjár Seinnapartin í gjár lat sólustevnan Marko '98 upp í ítróttarhóllini á Hálsi í Havn. Stevnan letur aftur í annadkvøld klokkan 22, og tá hava ikki minni enn 200 hjálparfólk verði í gongd Sveinur Tróndarson Tað er sølustevna í Havn um vikuskiftid. Høllin á Hálsi, sum er ein tann mest brúkta iramsyningarhøllin í Føroyum, er karmur um sølustevnuna Marko '98, sum B36 og RB-Booking skipað fyri. Tað tekur sjálvandi drúgva tíð at fyrireika eina slíka stevnu. Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan einaferð í juni mánað og nú góðar fýra mánaðir seinni fer stevnan av bakkastokki Ikki kann sigast annað enn at Marko '98 hevur roynt at gingið aðrar og nýggjar leiðir, tá tað um framsýningar umræður Felagið hevur gjørt eina heimasíðu á Internótini og har hava øll havt møguleik an at fara inn og síggja hvat tað er, sum stevnan hevur at bjóða viðskiftafólkunum. Undirtøkan til stevnuna er av tf fræga. 19 handlar og fyritøkur úr øllum landi- num eru vid å framsyning- ini og hesir syna fram alt ímillum himmal og jørå. Meðan framsýningin er hetta vikuskiftid hava fyri- reikararnir lagt seg eftir at skipa fyri ymsum undir- haldstil tókum. M. a. verða fleiri móta- sýningar og eisini hevur tað eydnast fyrireikarunum at fáa fleiri av okkara fremstu sangarum og tónleikarum at framføra á pallinum. Seinastu fyrireikingarnar tl sølustevnuna fóru í gongd mikudagin. Tá var farið undir at seta básarnar upp og hósdagin var fín- pussingin gjørd Tá framsýningin letur aft- ur sunnukvøldid hava eini 200 hjálparfólk verði í gongd fyri at fáa tiltakið at hanga saman. Opið verður í dag og í morgin afturat - báðar dag- arnar til klokkan 22. =() * SESBSK 2 JORTN CO 1 TIL HA Allar T-SHIRTS vid stuttum 9% FLOYALS-BUKSUR eNANS 699,- FLOYALS-JAKKAR -20% NN TIL HANA DÝNU-JAKKAR % v/ skinnkraga EINAN má. fri.: ley.: ; 999- -hó.: 10.00-18.00 10.00-19.00 10.00-14.00 e SBBLKHK ÆG SORT. OD 0 CI] = Niels Finsensgeta 10 | Opið: