Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOS) Søgualfrødin - ein litrik fråsøgn Mikudagin skipaði Føroya Skúlabokagrunnur fyri tíðindafundi í sambandi við at grunnurin gevur út eina Søgualfrødi. Bókin er upprunaliga á enskum, men Magni Joensen, lærari í Fuglafirði hevur týtt hana til føroyskt SVEINUR TRÓNDARSON Fyri nøkrum árum síðani gav Føroya Skúlabóka- grunnur út Heimur okkara, ein alfrødi í tveimum bind- um, sum í lættlesiligum teksti greiðir frá bæði líkum og ólíkum. Tær bøkurnar vóru upp- runaliga enskar, men týddar og tilpassaðar føroyskum viðurskiftum soleiðis at før- oyingar - og serliga føroysk børn - kunnu brúka tær sum uppslagsbøkur. Hesar bøkur hava fingið sera góða undirtøku og standa, so at siga, í hvørjari hyll í Føroyum í dag. Og tað hevur óivað givið Skúlabókagrunninum mót upp á at royna við eini nýggjari útgávu av nøkun- lunda samanslag Hesaferð eitur bókin Søg- ualfrødin og hon er ein gjøgnumgongd av allari heimssøguni. Tá bókin »bert« er 400 blaðsíður, so sigur tað seg sjálvt, at tað ber ikki til at fara í dýpdina við øllum frå- greiðingunum, men haraft- urímóti eru nógvar myndir í bókini og tær gera sítt til, at frágreiðingarnar verða lættar at skilja. Sum fyrr nevnt, er tekst- urin í hesum slagi av bókum lættur at lesa og uppsetingin er eisini góð. Skiftandi við myndum og teksti, sum ger at bókin er spennandi. Forkunnug bók Bókin er bygd upp á í kap- itlum. 20 eru teir í tali og teir umfata hvør sítt tíðar- skeið. Allarfremst er ein frá- greiðing um hvussu tú nýtir bókina og tað ger hana bara uppaftur betri. Aftast í bókini, aftaná kapitlarnar er eitt søguyvir- lit, sum í sera stuttum orð- ingum tekur aftur í aftur heimssøguna. Eisini er eitt stutt yvirlit yvir Føroya søgu í teksti. Hóast stutt, so er tað greitt og gott. Minst verður gjørt við gomlu søguna, meðan meira verður gjørt burtur úr nútíðini og her er pláss fyri vánaliga búskapinum fyri nøkrum árum síðani og fyri løgtingsvalinum í 1994. Bókin er eisini býtt sund- ur í øki, sum eru skipa eftir heimspørtunum, við onkr- um samanleggingum. Sum nevnt, verður nógv gjørt við myndir í bókini, samstundis sum hon er greina sundur í tíðarskeið. Ikki er altíð so lætt at halda skil á í hvørjum tíðarskeiði ein ferðast í, men her hevur bókin eina tíðarás niðast á hvørji síðu og henda tíðarás byrjar umleið 40.000 ár fyri Kristi føding og endar í okkara tíð. Gløgt at gera slíkt, tí, sum nevnt er ikki altíð so lætt hjá øllum at halda skil á hvar ein er staddur í søguni. Lopini í árunum eru størst í byrjanini, men frá 16. øld GAN er hvørt lopið ein øld. Tað er einki at ivast í at hetta er ein bók, sum øll kunnu fáa gleði av. Bókin kostar 390 krónur, men so skal eisini takast uppaftur, at hon er 400 blaðsíður. Søgualfrødin er at fáatil keyps í øllum bókahandl- um. Nýggja søgualfrødin er ein sera vókur bók at síggja til, og tað er eingin ivi um, at brúkarin kemur at fáa gleði av henni HILLINI - Heimssøgan úr nýggjum, altjóða sjónarhorni Øll heimssøgan, frá byrjan til okkara dagar Lýsir avgerandi tilburðir í heimsseguni, heimspart fyri heimspart, ár um ár Í bókini eru 20 myndprýddar tíðartalvur, sum vísa, hvat var um somu tíð í ollum heimspørtunum 400 sidur i litum, fleiri enn 1500 litmyndir, sergjørdar myndir og kort gera søguna livandi Eitt lid av søgufrødingum år ymsum londum hevur studlad høvundan Gjørdi seg inn å bankan ze K ; Få Sjålvstødugt yvirlit yvir Føroya søgu Klokkan 16" hósdagin varð løgreglan boðsend at koma í bankan tí eitt av viðskiftafólkunum í illsinni var farin at gera um seg í bankaavgreiðsluni Sveinur Tróndarson Tað eru ikki so fáir banka- kundar, sum millum ár og dag, munnu hava gst seg eitt vet um eitt ella annað, men tað eru tíbeiur fáir, sum ger- ast so í ødini, at teir gera seg inn á bankan. Men hósdagin seinnapart- in var ein, sum ikki kundi halda sær. Um fýratíðina seinnapart- in hósdagin kom hesin mað- urin inn í hevuðsavgreiðsl- una hjá Føroya Banka í miðbýnum í Havn. Hvørji ørindini vóru er ikki gott at vita, men svarið hann hevur fingid, hevur neyvan verið eftir vild, ti brádliga byrjaði hann at gera rættuliga um seg í av- greiðsluni. Hann steyg inn um diskin og sparkaði eina rokni- maskinu, sum fekk nakað av skaða, og hann ripaði fótin igjøgnum ein råt, sum sjálvandi fór í smildur. Starvsfólkini í bankanum gjørdu skjótt av og ringdu til løgregluna, sum kom á staðið beinanvegin. Maðurin, sum er ein gamal kenningur hjá løg- regluni í høvudsstadnum varð tikin við á stødina har hann var avhoyrdur. Maðurin varð sleptur út aftur aftaná avhoyringina, men hann verður nú skuld- settur fyri herverk Bókadeild Foroya Lærarafelags