týsdagur 29. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialdemo-
kratiskt Europa
Oddagrein
SO hendi tað, sum flestu eygleiðarar høvdu
roknað við, nevniliga at sosialdemokratarnir -
eftir 16 ára oyðimarkagongd - vunnið valdið í
Týskalandi. Valið sunnudagin gjørdist ein stór-
sigur fyri javnaðarflokkin við Gerhard Schrøder
á odda. Helmuth Kohl, sum hevur sitið við
styrisvøl seinastu 16 árini, mátti lúta saman við
kristiliga konservativa flokki sínum og sam-
starvsflokkinum, teimum fríu demokratunum.
Vinnarar gjørdust umframt sosialdemokratarnir,
eisini teir grønu. Haraftrat komu fyrrverandi
kommunistarnir eisini trygt inn í nýggja tingið.
VIÐ hesum sosialdemokratiska valsigrinum
hava flestu av londunum í Europa stjórnir undir
javnaðarleiðslu. | ES eru bert umleið tvey lond,
sum ikki hava javnaðarstjórn. Fyri bert at nevna
nøkur, sum nú verða stýrd av javnaðarstjórnum,
so eru hesi umframt Týskland, eisini Frakland,
Bretland, Irland, Portugal, Danmark, Svøriki og
Finland.
EINGIN ivi er um, at valið i Tyskalandi fer at
åvirka gongdina í Europa, nú farið verður inn í
eina nýggja old. Nýggi týski leiðarin hevur sagt
frá, at politikkurin flokkur hansara fer at reka fer
at hava eitt meira menniskjansligt andlit, og við
hesum sipar hann m.a. til, at størri dentur fer at
verða lagdur á sosialmál.
STORA kúvendingin í týskum politikki hendir
bert stutt eftir, at bæði Bretland og Frakland
hava fingið sosialdemokratiskar stjórnir. Eins
og í Týskalandi, so hava javnaðarmenninir í
Bretiandi eisini sítið uttan fyri alla ávirkan í
nærum 20 ár.
HOAST týska valúrslitið ikki her og nú fer at fáa
nakrar avleiðingar fyri eitt nú okkum í Føroyum,
so er greitt, at eisini vit sum frálíðir fara at merkja
til tað stjórnarskiftið, sum hendir og annars fer
fram um stóran part av Europa. Eftir okkara
tykki er tað spell, at ikki javnaðarflokkurin í
Feroyum eisini er við til at mynda okkara stýri,
ti við einum javnaðarflokki í landsstýrinum hevði
tað helst verið lættari at koma á tal við mongu
javnaðarstjórnirnar í Europa. Tað er nevniliga
einki dulsmål, at nettup sosialdemokrtiskir flokk-
ar bæði hugsjónarliga og eisini í praksis gera
meira burtur úr enn aðrir flokkar at samstarva
tvertur um landamark.
EFTIR okkara tykki er valsigurin hjá týska javn-
aðarflokkinum kærkomin. Heimurin hevur brúk
fyri flokkum, sum bera demokratisku sosialism-
una í sínum skjøldri. Eitt sterkt sosialdemo-
kratiskt Europa er eisini besta trygdin fyri heims-
friðinum, tí nettup ein týðandi fortreyt fyri at forða
fyri kriggi er størri samvinna, rættvísari býti á
samfelagságóðunum, ein betri skúlagongd fyri
øll uttan mun til stætt, rasu ella átrúnað og sum
heild sosialur hugsunarhåttur og virðing hver
fyri eðrum. Einaræðini kring heimin og eisini
sosiala slagsíðan í einum av heimsins ríkastu
londum, USA, eru júst nakað, sum eitt sosial-
demokratiskt Europa kann bróta niður. Tey fá-
tæku og óupplýstu í USA og í triðja heiminum
annars hava brúk fyri einum sosialdemokrat-
iskum Europa. Hetta er best fort fyri at fáa
stjórnir at rakna við og gera nakað við teir sosialu
skeivleikarnar, ið ráða. Eisini kann hetta geva
ST størri undritøku og stuðul. Latið okkum fegn-
ast um valurslitiå í Týskalandi. Sosialurin
At rópa veruleikan burtur
Atfinningar og kritisk eygu
eru alneyðug í samfelag-
num og í politikki. Ikki
minst tá vit viðgera ætlan-
irnar hjá landsstýrissam-
gonguni um at skipa Før-
oyar sum land við fullveldi.
Tí fegnist eg, tá orðaskifti
er í fjølmidlunum um málið.
Men fyrsta treytin fyri ein-
um góðum orðaskifti er, at
tú lurtar eftir ætlanunum og
grundgevingunum hjá hin-
um partinum og ikki roynir
at reka hann í ein bás, sum
tú sjálvur hevur sett upp.
Tað er jú lætt at leggja fólk
undir at vilja gera bæði líkt
og ólikt og síðani finnast at
tí, sum tú sigur at tey vilja.
Tíverri haldi eg, at fleiri við-
merkingar hava borið brá av
hesum seinastu vikurnar.
Bæði Gordon Eidesgaard,
buskaparfrødingur, og Jó-
annes Eidesgaard, formaður
Javnaðarfloksins, hava við-
gjørt ætlanirnar hjá lands-
stýrinum í Sosialinum - og
eftir mínum tykki eftir heilt
skeivum fortreytum.
Ongin vil kubba og kvetta
Landsstýrissamgongan
verður framvegis løgd undir
at leypa á bláman ella at
kvetta, kubba og bróta
niður.
Gordon Eidesgaard sigur
seg úttala seg sum búskap-
arfrødingur. Kortini eru
ongar búskaparligar grund-
gevingar og metingar at
síggja, men bert tos um
kubbing og kvetting. Hví
ikki heldur viðgera búskap-
arliga tydningin av blokki-
num og møguleikan at klára
okkum uttan? Hví ikki held-
ur sum buskaparfrødingur
visa å, hvussu vit skapa
størri inntøkur og ein trygg-
ari búskap?
Jóannes Eidesgaard hevur
almannakunngjørt sína rødu
til danska Javnadarflokkin,
ið jú sum kunnugt er stjórn-
arflokkur. Har leggur hann
ein boðskap fram um, at
landsstýrið er í ferð við at
leypa framav. Hetta er sera
harmiligt, tí tað skaðar bert
samrådingarstødu okkara
og gevur donskum politik-
arum og almenninginum
eina skeiva mynd av stød-
uni og ætlanum landsstýr-
isins. Eg dugi ikki at síggja,
hvussu hetta kann gagna
føroyska samfelagnum á
nakran hátt.
Tað tykist tíverri soleiðis,
at nú skal bara rópast so hart
sum gjørligt við gomlum
rakstrarrópum, so veru-
leikin druknar í óljóðinum.
Hvat merkir fullveldi?
Men veruleikin er hesin:
Landsstýrið hevur eina
skipaða ætlan móti full-
veldi, sum byggir á lykla-
orðini um neyva fyrireiking,
upplýsing og demokratiska
viðgerð.
Spurningurin um suver-
enitet - fullveldi - er sum so
ógvuliga einfaldur. Tað snýr
seg um, hver hevur evsta
valdið yvir Føroyum og har-
við evstu ábyrgdina. Í løtuni
liggur suvereniteturin yvir
Føroyum hjá danska fólki-
num og hjá donskum mynd-
ugleikum. Tað er hetta sum
er staðfest í donsku grund-
lógini og hetta er okkara
ríkisrættarliga stóða í dag.
Uppskotið hjá landsstýr-
inum snýr seg um broyta
ríkisrættarligu støðu okkara
soleiðis, at vit fáa staðfest,
at føroyska fólkið og før-
oyskir myndugleikar hava
suverenitetin - t.v.s. fult
vald og fulla ábyrgd - yvir
Føroyum, og at hetta verður
altjóða viðurkent.
Hvussu fara vit fram?
Hetta skal gerast í einum
sáttmála við Danmark um
felagsøkir og samstarv - alt-
so einum såttmåla millum
tveir javntsettar, suverenar
partar. Á hesum grundarlagi
kunnu vit samstarva við
Danmark og onnur lond og
taka lut sum sjålvstødug
tjóð í heimssamfelagnum.
* Vit skjóta upp at varð-
veita nøkur felagsøki við
Danmark: kongshúsið,
gjaldoyrað og eina skipan
har føroyskir og danskir rik-
isborgara hava javnbjóðis
ríkisborgararættindi hver
hjá øðrum.
* Vit gera avtalur um skift-
isskipanir, so vit sjálvi um-
sita rættarskipanina, uttan-
ríkispolitikkin og onnur øki,
sum danir umsita í dag.
* Vit gera avtalur við danir
og onnur lond um samstarv
á ødrum økjum: Í útbúgv-
ingarmálum, heilsumálum,
rættarmálum og uttanríkis-
málum.
* Vit gera avtalu um eina
skiftistíð fyri at minka
blokkstuðulin burtur yvir
eitt áramál, so vit fáa eina
tillagingartíð at menna
nýggjar inntøkumøguleikar,
at endurskoða føroyska
samfelagið og byggja tað
upp eftir føroyskum tørvi og
loysnum.
Tann demokratiska leidin
Bædi løgtingid og danskir
myndugleikar skulu sjålv-
sagt góðkenna ein nýggjan
såttmåla og hann skal eisini
til følkaatkvødu í Føroyu
m .
Somuleiðis skal uppskót til
føroyska grundlóg gerast,
og hon skal eisini til fólka-
atkvødu, tá løgtingid hevur
samtykt hana.
Landsstýrið ger neyvar
fyrireikingar, har allar av-
leiðingar verða lýstar og út-
greinaðar, og lýst verður
hvørji krøv vit mugu seta
okkum fyri at umsita sam-
felagið sjálvi.
Talan er sostatt um eina
skipaða gongd, har løgting-
ið viðger allar ætlanir, og
har føroyska fólkið fær eitt
neyvt grundarlag fyri at taka
støðu til broytingarnar.
8 spurningar
Fullveldi snyr seg um
grundleggjandi fólkaræði
og ábyrgd. Tí haldi eg vit
eiga at venda teimum van-
ligu spurningunum við og
spyrja:
- Hví skulu føroyingar
ikki hava alla ábyrgd og fult
vald á landinum?
- Hvi er tað ikki tað fólkið,
sum býr og virkar her, ið
skal taka støðu til fram-
tíðina hjá landinum?
- Hví skulu føroyingar
ikki á demokratiskan hátt
sleppa at avgera sína egnu
stjórnarskipan - at gera sína
egnu grundlóg?
- Hvi skal tað ikki vera
ábyrgdin hjá okkum øllum
í felag at gjalda fyri okkara
eldru og okkara veiku og at
gjalda fyri okkara útbúgv-
ingarverk?
- Hví skulu vit gera hetta
uppbýtið - at danski skatt-
gjaldarin tryggjar okkara
vælferðarskipan, og at tað
skal vera frekt at tosa um at
taka ábyrgdina sjálvi í eini
skipaðari og demokratiskari
gongd?
- Hvørja trygd hava vit
fyri, at Danmark vil gjalda
til føroyska samfelagið
frameftir?
- Hví skulu vit ikki sam-
starva betur við Danmark
frameftir, um vit verða
javntsettir partar og vilja
minka blokkstuðulin burt-
ur?
- Og um tað ikki hevur
tydning at hava fullveldi,
hví er tað so týdningarmikið
at Danmark hevur tað?
Byrjan til framtíðina
At fara undir at skipa Før-
oyar sum fullveldi er ikki
ein spurningur um at enda
nakra søgu. Tað er ein
spurningur um at byrja eina
søgu og at seta nakað í verk.
Tað er ein spurningur um at
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður
seta sær nøkur felags mál
og samskipa arbeiðið í hes-
um landinum útfrá egnum
fortreytum. Tað er ein
spurningur um at skapa eitt
betri og meira rættvíst sam-
felag og at skapa eitt sjálv-
berandi samfelag
Tað arbeiðið er ikki lið-
ugt, hóast vit vinna á mál í
tí formliga partinum við
einum nýggjum sáttmála
við Danmark og vit fáa egna
grundlóg. Tað arbeiðið skal
byrja nú og halda fram und-
ir nýggjum kørmum og
nýggjum fortreytum. Har
nýggir møguleikar mugu
troytast. Har orkan verður
brúkt ul at loysa teir trupul-
leikar sum standa fyri
framman, og ikki til innan-
hysis stríð um, hvat ikki ber
til og hvussu vit kunnu fáa
danska samfelagið at loysa
okkara trupulleikar.
Tí eiga vit - tvørturum
floksmørk - at kunna semj-
ast um at leggja karmarnar
um eitt sjålvstødugt før-
oyskt samfelag. Eitt sam-
felag, har vit sjálvandi eisini
fara at vera ósamd, um
hvussu virðini skulu býtast
og samfelagið skal skipast,
og har tær ymsu politisku
hugsjónirnar fara at fáa
rúmd. Men lat okkum í fel-
ag leggja karmin og ikki
fara niður á Christiansborg
at stríðast um framtíðina.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum við vitjan,
. gåvum, telegrammum, blór m, uppringing-
um og á annan hátt gl
meg á 80 ára
fødingar degnum 27. august og gjørdu mær
dagin ógloymandi.
Heilsan
Hendrik Magnussen