týsdagur 29. september 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998
ítróttar
|
SOS
17
dundrandi langskot var tað
nærmasta, Allan kom einum
måli ta løtuna.
Seinni i hålvleikinum
skiftu Eydbjørn Thomsen
og Mortan úr Hørg síðu, og
tá gekk betri at steðga All-
ani Mørkøre. Mortan úr
Hørg, sum fyrr í ár móti júst
HB kom sera illa fyri og
endaði á sjúkrahúsi, tá hann
slóg hálsin í girðingina í
dystinum á Krossinum,
spældi ein branddyst, og
saman við Thomas Birch
var hann besti maður hjá
Sumba.
Málið kom ov tíðliga
Men frálíka málið hjá Birg-
iri Jørgensen kom ov tid-
liga. HB hevði framvegis
ivaleyst av tíð til at koma
yvir skelkin og fáa fullkom-
ið tamarhald á dystinum.
Leiðslan hjá Sumba helt
sær eisini bert í tólv min-
uttir. Súni Fríði Johannesen,
sum visti, at hann hevur nøs
fyri at vera á rætta staðnum,
tá bólturin kemur inn, var
staddur heilt inni undir mál-
inum, tá Jens Erik Rasmus-
sen sendi fríspark innfyri úr
høgru síðu. HB-áleyparin,
sum hevur eina fortíð í NSI
og B68, var knappur og
sendi um tvørstongina í
málið, tá hann stóð púra
leysur inni í fimm-metrin-
um.
Og trettan minuttir seinni
— tá vóru tíggju minuttir eft-
ir av hálvleikinum — stóð
Súni Fríði á júst sama stað,
tá eitt hålvkiksad skot end-
aði hjá honum, og hann
sveik ikki. Nú var HB á
odda 2-1, og skelkurin frá
byrjanini var burturgoymd-
ur og gloymdur.
Stórt meira hendi ikki í
fyrra hálvleiki, men nú
hevði HB fingið leiðsluna,
umframt at teir høvdu
greiða yvirvág í spæli, og
tað var teimum flestu greitt,
at føroyameistaraheitid var
bert 45 minuttir burtur.
Løgdu hart út
í seinna hálvleiki
Í byrjanini av seinna hálv-
leiki sá út til, at sumbingar
fóru at leggja rygg til enn
eitt stórtap. HB legði hart
út, og gestirnir høvdu ålv-
arsamar trupulleikar við yv-
irhøvur at fáa bóltin yvir um
miðjuna.
HB fekk eisini tvey mál
fyrstu fimm minuttirnar eft-
ir steðgin. Fyrst kundi Hans
Fróði Hansen í 48. minutti
sera ótarnaður fara upp og
seta pannuna á eitt horna-
sparksinnlegg frá Jens Eriki
Rasmussen úr vinstru síðu,
og tveir minuttir seinni end-
aði enn eitt hornaspark frá
Jens Eriki, hesaferð úr
høgru, við, at Johannes Jo-
ensen kundi gkja til 4-1, eft-
ir at sumbingar ikki fingu
bóltin burtur.
Nú lá sorl í luftini, men
HB-ararnir slakkaðu av og
tóktust vera nøgdir við stød-
una. Sumba kom meira fyri
seg aftur, men vóru ikki ver-
uliga vandamiklir aftur í
dystinum. So líðandi fór
HB-liðið eisini bert at bíða
eftir klokkuni, og seinasta
korterið bleiv ein sera keði-
lig framsýning, har HB
hevði bóltin, men ikki hevði
nakra veruliga atsókn á mál-
ið. Jan Dam kom á vøllin
og kundi við einum meira
avgjørdum dómara verið
rikin út aftur bert ein minutt
seinni, tá hann fullkomiliga
høpisleyst jarðlegði Jan
Poulsen. Jan varð borin av
vellinum, meðan navnin hjá
honum slapp at spæla víð-
ari. Men tað hevði eisini
verið eitt sindur óreint, um
hann hevði verið rikin av
velli, nú hann var komin
upp úr Danmark til henda
dystin, og fyri úrslitið hevði
tað verið líkamikið, um HB
hevði havt ellivu ella tíggju
mans á vellinum — teir hava
Súni Fríði Johannesen, sum her togast við spælandi
Sumba-venjaran Spasojé Biberdzic, legði lunnar
undir HB-sigurin við at skora tvey tey fyrstu málini í
4-1 sigrinum
enntá fyrr í ár víst, at teir
kunnu spæla nógv betri við
tíggju monnum enn við ell-
ivu...
>Suðurlendskir
tilstandir«
Tíðin gekk, og HB-vid-
haldsfólk funnu fýrverkið
fram. Dómarin noyddist at
steðga dystinum eitt bil, tá
kanénsløgini dundu um
vøllin, og einu løtuna var
tað sum í sudurlondum, tá
tað eisini varð fest í neyð-
rakettir og rómaraljós (iva-
samt er, um hetta fær nakrar
avleiðingar fyri HB, men í
útlondunum verður hugt við
sera strangum eygum eftir
tílíkum).
Tá dysturin var lokin,
tustu viðhaldsfólk út á vøll-
in í fagnaði um, at tað var
eydnast HB at vinna føroya-
meistaraheitið fyri fyrstu
Mynd: Alvur Haraldsen
ferd sidani 1990. Leingi at
bida hjå einum so sigurs-
vandum felag sum HB, og
so leingi hava teir ongantíð
bíðað fyrr. Men hóast tað
fyrr hevur verið nær við,
eydnaðist tað so ikki fyrr
enn í 1998. Og eingin kann
nokta, at HB, sum hevur
lagt sera nógv fyri í ár og
verið fyrimyndarligt á
nógvum gkjum, hevur
meistaraheitið og the
double so ríkiliga uppibor-
ið. FM-steypið hjá Føroya
Bjór verður verandi i høv-
uðsstaðnum, men flytir
nakrar metrar norðureftir, úr
B36-húsinum í HB-húsið.
Sosialurin ynskir HB
hjartaliga tillukku vid før-
oyameistaraheitinum.
ser
burtur år sumhann ofta hevur
Páll Magnar Kjærbæk steðgar Allani Mørkøre, sum heggur bremsurnar í. Klaksvikingurin fekk ikki so nógv
fingið fyrr, men hansara partur hevur so sanniliga ikki ligið eftir í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Árið hjá HB
1. umfar 3. mai
B36-HB 0-1 (0-1)
0-1: Allan Mørkøre (br.)
HB fekk einasta málið í dyst
inum upp á eitt ivasamt brots
spark, tá dysturin var 34
minuttir gamal. | seinna
hálvleiki var tað bert B36,
sum leyp á, men við tíggju
monnum megnaði HB at verja
leiðsluna og enn einaferð
vinna á B36
2. umfar 10. maí
HB-TB 4-3 (3-1)
0-1: Eyðun Svalbarð
1-1: Allan Mørkøre
2-1: Rúni Nolsge
3-4: John Heri Dam
3-2: Einar Petersen
3-3: Eyðun Svalbard
4.3: Súni Fríði Johannesen
HB var betra liðið og vann
uppiborid í einum undirhald-
andi dysti, har sjey mál vórðu
skotin
3. umfar 17. mal
NSI-HB 0-4 (0-2)
0-1: Bjarki Mohr
0-2: Súni Fridi Johannesen
0-3: Johannes Joensen
0-4: Andrew av Fløtum
HB hølvadi NSÍ av í ársins
fyrsta toppdysti
4. umfar 24. mai
HB-GI 3-0 (2-0)
1-0: Súni Fridi Johannesen
2-0: Súni Fridi Johannesen
3-0: Allan Mørkøre
Tad var klassamunur i Gun-
dadali. HB-leikararnir eru væl
fyri, meðan Gl ikki tykist hava
sama flogið yvir sær sum
áður.
5. umfar 1. juni
VB-HB 1-1 (0-0)
1-0: Dan Djurhuus
1-1: Andrew av Fløtum
HB misti síni fyrstu stig i ár í
einum jøvnum og spennandi
dysti. Nakað av vindi var, og
tað elvdi eisini til, at HB hevði
yvirvág í fyrra hálvleiki,
meðan VB var betri fyri
seinna, inntil teir fingu leiðslu-
málið og tóku seg longri aftur
á vøllin.
6. umfar 7. juni
B68-HB 0-0
Hvørki av liðunum megnaðu
at skora, hóast tey bæði
høvdu møguleikarnar til tað.
Men sum heild var javnleikur
rætta úrslitið, hóast 2-2 hevdi
verið meira á leið enn 0-0
HB hevði fleiri møguleikar,
men B68 hevði teir størstu.
7. umfar 14. juni
HB-KI 4-0 (2-0)
1-0: Andrew av Fløtum
2-0: Jens Erik Rasmussen
3-0: Allan Mørkøre
4-0: Allan Mørkøre
Oddadysturin, gil høvdu bíð
að eftir í spenningi, bleiv
ongantíð spennandi. HB var
nógv betri enn KI henda dag
in og er nú favorittur til at
vinna steypafinaluna miku
kvøldid
8. umfar 20. juni
Sumba-HB 1-2 (1-1)
1-0: Thomas Birch
1-1: Allan Mørkøre
1-2: Allan Mørkøre
Dysturin varð nógv merktur av
ógvusliga óhappinum hjá
Mortani í Hørg tidliga i dyst
inum. HB vann, men fekk
harðastu mótsteðu higartil í
ár.
9. umfar 28. juni
HB-IF 3-2 (2-1)
1-0: Hans Fróði Hansen
1-1: Áslakkur Petersen
2-1: Johannes Joensen
3-1: Súni Fríði Johannesen
3-2: Eyðálvur Petersen
HB vann ein uppibornan sig-
ur á nidara vellinum í Gun-
dadali. Havnarliðið kom á
odda beinanvegin í dystinum
og dovnaði av skjótu leiðs
un IF javnaði men HB hevd
allatíðina tamarhald á og
vann trygt
10. umfar 3. august
HB-B36 2-3 (1-1)
0-1: John P
- Súni Fridi Johanneser
2-1: Jens Erik Rasmusser
2-2: Arnbjørn Danielser
2-3: Jåkup å Borg
Besti dystur higart
appingini. HB mist
æ
terser
am, sum fekk reytt k
endanum av
en KUNG havt VUNT
ortini. Men B36 kundi av
jørt alt beinanvegin og vanr
um heild uppiborid, tá
11. umfar 8. august
TB-HB 1-4 (0-0)
0-1: Allan Mørkøre
0-2: Magni å Lakjun
1-2: Zoran Pavlovic
1-3: Allan Mørkøre (br
1-4: John Heri Dam
Botnlidid TB hevdi sinar kjans-
ir móti oddaliðnum HB, men
tað eydnaðist ikki at skora
og HB vann at enda trygt
12. umfar 16. august
HB-NSI 2-1 (1-0)
1-0: Súni Fríði Johanneser
1-1: Kári Hansen
2-1: Súni Fríði Johannesen
NSÍ var nær við at fáa eitt
stig burturúr dystinum mót
oddaliðnum, men Sún
Johannesen skoraði be
aftan á NSI-målid
*
ÁR
nt
13. umfar 23. august
GI-HB 1-3 (0-1)
0-1: Allan Mørkøre
1-1: Henning Jarnskor (br
1-2: Johannes Joensen
1-3: Súni Fridi Johannesen
Dysturin kundi farið báðar
vegir, men HB var hepnar
móti endanum
14. umfar 30. august
HB-VB 5-1 (3-1)
1-0: Súni Fríði Joh es
1-1: Rógvi Thorsteinss
2-1: Allan Mørkøre
3-1: Sin
15. umfar 13. september
HB-B68 3-1 (2-0)
1-0: Allan Mørkøre
2-0: Súni Fridi Johannesen
2-1: Bogi Petersen
3-1: Allan Mørkøre
HB vann og fekk try tydand
stig, men munurin á
var ikki serliga stórur. Allan
Mørkøre gjørdi tvey mál og
var klárt besti maður
um
=
a vø
16. umfar 20. september
KI-HB 2-2 (1-1)
1-0: Harley Bertholdser
hørkøre
1-1: Allan
17. umfar 27. september
HB-Sumba 4-1 (2-1)
0-1: Birgir Jørgensen
1-1: Súni Fridi Johannesen
2-1: Súni Fridi Johanneser
3-1: Hans Fróði Hansen
4-1: Johannes Joenser
Sumba gav HB ein hvøkk
men málið kom ov tidliga, og
tá oddaliðið fekk tvey má
beinanvegin í seinna hålvleik
varð greitt, at HB vann FM
(Samandráttirnir eru tiknir av
okkara vælumtóktu hagtals
síðum — skrivað hava Emil í
Jacobsen, Jóannes Hanse
Terji Nielsen og Jonhard
Hammer).