Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

j 5 % | 2 Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið Viðmerking: Fast samband bæði vestur- og norð- ureftir hevur týdning fyri alla tjóðina Omma mín Kristina á Heygum var vitug kvinna, sum las nógv og visti væl um viðurskifti í gðrum londum. Men einaferð hon í práti við vágamann bú- settur í Vestmanna helt fyri, at tann dagur fór at koma, at koyrandi varð um Vest- mannasund, hugdi hann upp á hana spyrjandi:"Hvussu gomul eru tygum?" At hon mátti vera i barndømi, kundi lítil ivi vera um. Tá ið vágatingmenninir báðir Haldor Hansen og Vil- helm Nielsen miðskeiðis í sjeytiårunum løgdu fram uppskot å tingi um heingi- brúgv um sundið, mundi mangur rista við høvdinum. Og tá ið Jógvan við Keldu hevur borið fram ætlanir um ein tunnil eisini undir Leir- víksfjórð, hevur sjálvt kanska stórri parturin av hansara egnu býarborgarum havt ilt við at taka hann í álvara tíansheldur at taka undir við honum. Vit eru tó fleiri, sum av fullum huga alla tíðina hava verið sannførd ikki bert um tað gagnliga, men eisini um tað neyðuga í tí at fáa kndtt okkara landspartar so væl saman, sum tað við nútíðar teknologi letur seg gera, um fullgóð livilikindi og trivn- aður skulu kunna varðveit- ast eisini úti um landið. At ætlanirnar um tunnils- gerðir bæði undir Vest- mannasundi og undir Leir- víksfirði ru realistiskar hevur sina borgan i ti, at Landsverkfrødingurin í eitt longri áramál hevur havt báðar verkætlanirnar í sínari skuffu greiðar at seta í verk, tá ið politisk undirtøka var fyri ti. Sum øll vita, hevði fasta sambandið um Vestmanna- sund langt síðan verið ein veruleiki,um ikki fíggjar- kreppan lemjandi floymdi inn yvir okkum. At menn nú eru varnir við at fara undir stór og kostnaðarmik- il almenn projekt er væl skiljandi; men tað ræður so sanniliga eisini um, at skelkurin eftir samfelags- liga harðveðrið ikki hevur bitið seg so fastan, at hug- flogið varandi verður skert, tá ið ræður um at útbyggja hetta land. I fjølmiðlum hoyrist og sæst, at ferðarsambandið um Vestmannasund nú av álvara verður tikið upp til viðgerðar .og avgerðar á tingi. Vinnumálastørið hev- ur gjørt kanningar og er komið til ávísa nidurstødu um praktiskar loysnir og samfelagsbúskaparligt gagn í hesum sambandi verður sagt. At tað her í fyrsta lagi verður hugsað um vinnulig og fíggjarlig viðurskifti er eyðsæð. Men í hesum stór- máli er tað ikki nóg mikið einans at hava møguliga bú- skaparliga avkastið í huga. Her má sanniliga eisini slíkt sum lívsvirði og trivnaður á staðnum koma við inn í myndina, nakað sum kann tykjast torført at gera upp í tólum, men sum tó hevur avgerandi, konkretan týdn- ing. Hugsi her um tað ment- anarliga í breiðari samfel- agsligari merking, um høvi hjá yngri og eldri til menn- ing av vidføddum kenslu- ligum og skapandi gåvum, til musiska uppliving og um møguleikan til andsmenn- andi samskifti. Mentan er nakað, sum alt ov vanliga verður mett sum marglæti, sum nakað ið tey kunnu fáast við, ið hava ráð og stundir til tað. Hesin hugburður sæst hjá okkum sjónliga aftur í landsins fíggjarjáttan, har lutfalsliga nógv minni verður sett av til mentanarligt virksemi enn hjá tjóðum uttan um okkum - ein politiskur hug- burður, sum ikki bert er skammiligur, men eisini skaðiligur, tí mentan kemur okkum gllum við, ja, hon er meira enn nakað sjálvur stirðilih í tjóðini. Aðrastaðni telja mentan- arligar umstødur meira og meira við eisini í búskapar- ligum metingum. Nevnast kunnu dómi: 1. Holsterbro í Danmark var ein følnandi bður úti á oydna heiðalendinum í Jút- landi. Framskygdir býarpol- itikarar tóka tá ta avgerð at gera munandi fløgur í ment- anarlívið, og fylgjan bleiv eitt mennandi árin á býar- lívið. M.a. gjørdist Holster- bro kommunale Musikskole flaggskipið innan musikk- skúlar í Danmark, hagar næmingar úr gllum landi- num søktu til. Táverandi stjårin Ib Planch Larsen greiddi á fundi her í Havn frá, at umframt vunnin livs- virði kundi hann við tólum vísa á, at tað peningaliga íkastið, sum kommunan hevði veitt musikkskúla- num, heyði hon fingið aftur á ødrum samfelagsøkjum: færri herverk, færri útreiðsl- ur til sålarliga viðgerð, færri útreiðslur til fongsul o.s.fr.. 2. Á musikkskúlaleiðara- rådstevnu, eg var á í Svøriki fyri nøkrum árum síðani, varð um evni mentan/sam- felagsviðurskifti tað borið fram, at europeiskur ment- anarstovnur sum dømi um búskaparligan tødning av góðum mentanarligum um- hvørvi kundi vísa á ein bý í Onglandi, ein í Tdsklandi og ein í Danmark, har býir- nir vegna broyttar vinnu- ligar umstødur vóru komnir å fallandi føtur, men har stórar fløgur í mentanarlivid høvdu havt lívgandi tådning fyri livikorini. Danski by- urin var Holsterbro. (Havi frå teirri rådstevnui hug til at skoyta uppí, at í nevndu kanning var um evnið “Áhugi og virksemi hjá ungdómi" staðfest, at hjá svenskum ungdómi átti tónleikur fyrsta plássið, meðan ítróttur kom su nr. 2. Hetta er ikki sagt við ynski um skerjing av ítrótt- aligu umstødunum hjá okk- ara ungdómi, men bert fyri at mæla til meira javnvág í almennum sømdum til ítrótt og til tónleik.) 3. Á musikk- og mentan- arskúlavitjan í Trøndelag í Noregi fyri ári síðan máttu vit seks føroyingarnir stór- liga undrast á, hvussu stóran dent norskir politikarar leggja á mentanarlig viður- skifti.-"Teir eiga so nógvar pengar", hevur ivaleyst onkur hug til at siga. Nei, fylkið, sum vit mest ferð- aðust í, Nordurtrøndelag, er tað fátækasta í øllum Nor- egi, har slíkt sum oljuríki- dómi als ikki ber við. Talan var um miðvísan politikk, sum eisini hevdi borið ta frukt, at fólkafrá- flytingin , sum var eitt ålv- arsligt vandamál í hesum útjaðaragkjum, var mun- andi minkað og í fleiri før- um steðgað. At brúgvar og tunnilsgerðir í Noregi helst meira enn nakrastaðni eisini eru iløgur til varðveitslu av bústaðarmynstrinum er al- mannakunnugt. Jú, sanniliga hanga ferð- arsamband, búskapur og mentanarviðurskifti saman. Við størstu virðin fyri okkara mentanararvi, sum í øldir er varðveittur í heim- ligum umhvørvi við lítlum árini uttanífrá, so er tó mentan í breiðari merking nakað, sum livir og menn- inst í støðugum samskifti millum egið jørdildi og á- virkan uttanífrá. Verða øki sum Vágar og Norður- oyggjar framvegis avbyrgd frá meginøkinum, so at ikki kann sleppast til og frá uttan eftir ferjuætlan og tá mest- sum bert á degi, kann sam- felagsliga lívið illa mennast. Hesar oyggjar verða merg- sognar bæði fyri ungdóm og útbúgvið fólk, sum krevur víðari samskiftismøguleik- ar. Aðrar oyggjar eru í somu vandastødu, men kunnu ikki takast við, her talan er um fast samband. Nú avgerðir skulu takast um samferðsluviðurskiftini oyggjanna millum í kom- andi tíð, er tað sum nevnt ikki nóg mikið einans at byggja á búskaparliga og fíggjarliga útlitið. Ungdóm- ur í Vágum og í Norður- oyggjum, sum sekir sær menning og kunnleika í høvudsstadarøkinum, må ikki framhaldandi vera burt- urstongdur frå møguleika- num at livga um og seta dåm å heimliga umhvørvid, fólk í hesum oyggjum mugu ikki framvegis vera avbyrgd Ólavur Hátún frá teim mentanarligu upp- livingum og tí íblástri, sum fast ferðarsamband við megingkið gevur møgu- leika til. Fyri okkum øll verður tað ríkandi at fáa lættari atstødur til at sleppa víðari um at uppliva okkara land í sínum vakurleika og stórleika og at fáa lut í tí, sum mentanarliga livir og mennist á hesum enn so fjarskotnu plássum. I Hollandi siga tey: "Gud skapti jørðina; menn hol- lendingar skaptu Holland", og teir brúka á hvgrjum ári milliardatal av krónum til tess at vinna og varðveita nýtt land. Hjá okkum er tal- an um eitt dygt fíggjartak nú fyri í komandi tíð til fulnar at kunna gagnndta og røkja tey landsvirði, sum vit eiga frá Skaparans hond. Ólavur Hátún Suðuroyarsiglingin hjá Strandferðsluni Yvir 5000 íbúgvar í Suðuroy verða hildnir fyri tað turra spott sum farleiðin er í dag og hevur verið í langa tíðir Nú hendi tað aftur, siglingin til Suðuroy bleiv broytt. Og sum ikki einaferð, ikki til tað betra fyri okkum, sum skulu brúka hesa farleið. Ein angrandi fyrrverandi landsstýrismaður í sam- ferðslumálum, sum ikki hevði hóming av hvat hann gjørði, breyt alt niður. Alt sum var uppbygt og kundi útbyggjast á hesu farleið, bleiv søpla vekk við einum pennastroki. Nú situr gud hjálpi mær ein annar landsstýrismaður í samferðslumálum, sum heldur ikki veit, hvat hend- an farleiðin hevur at týða fyri okkum yvir 5000 íbúgvum í Suðuroy. Tað er jú eisini so óluk- sáliga einkult at sita í Tórs- havn og siga, at tit sum búgva uttanfyri havnina hava nóg góða iarleid. Tað syndarliga er, at okk- ara fólkavaldu politikarar í Suðuroy sýnast ikki at láta um vón. Orsgkin til tað er kanska, at teir ikki brúka hesa farleið nógv. Tí hava teir heldur ikki hóming av, hvat vit sum búgva fast í Suðuroy, skulu finna okk- um í. At koma suður einstøk vikuskifti, er ikki tað sama sum at búgva fast í Suðuroy. Samgonguskjalið, er tað vert pappírið vert, sum tað er skriva á? Nei, tað sær ikki soleiðis út, tí í samgonguskjalinum stendur >suðuroyarsiglingin verður dagførd beinanveg- in«. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt, at hann veit ikki hvat týdning henda orðing hevur. Tað er nakað møsn, at koma við einum sovornum úttal- ilsi. Vit kenna øll tær 3 víða- gitnu apurnar sum: ikki vilja síggja, ikki vilja hoyra og einki vilja síga, soleiðis kann tað eisini vera í polit- ikki. Eg kann greiða landsstýr- ismanninum frá, at fyri okk- um sum búgva í Suðuroy, hevur orðingin tann týdn- ing, at farleiðin fær fleiri og betri skipaðar túrar til Suð- uroy, bæði fyri ferðafólk og vinnuna. Orðið beinanvegin (á donskum >uden omsvøb«) sigur nær farleiðin skal broytast til tað betra, tað skal verða nú. Alt annað er uttanum tos og at halda suðuroy- ingar fyri tað turra spott. Teir dupulttúrar sum eru idag, eru ikki gjørdir fyri at suðuroyingar skulu fáa eina betri farleið. Hesir túrar eru gjørðir fyri handilsfyritøkur og ítróttarfólk norðanfjørðs. Túrurin til Vágs mikudag bleiv avtikin og ferðaætlan- in fyri hósdag bleiv broytt soleiðis, at einki ferðafólk hættar sær til miðstaðargki henda dag. Ein broyting í ferðaætlanini, sum er burtur úr vón og viti. At tann einasti sam- gongulimir fyri Suðuroy finnur seg í hesum er heilt ótrúligt. Men hvat, soleiðis er við politiskum lyftum. Finnleif Guttesen, Tveroyri Lesið eisini Sosialin å Inter- netinum | www.Sosialurin.fo |