Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 242 - 19. desember 2003 Nr. 242 - 19. desember 2003 25 Bilur til sølu Nissan Patrol, grønur, 5 hurðar, diesel, árg. mai ‘99, el-rútar, krók, 7 setur, leður, koyrt 81.500 km, heillakeraður í september ‘03. 4 nýggj dekk. Vinarliga ring 227321 best eftir kl 18.00 TERA pdf Limagjaldið fyri 2004 Limagjaldið fyri 2004 hækkar til 690 kr. um kvarta- lið. Limagjaldið fellur til gjaldingar ávikavist í januar, apríl, juli og oktober ársfjórðingi. Vit ynskja viðskiftafólki okkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Suðuroyar Norðari Sjúkrakassi 800 Tvøroyri · Tlf. 371371 · Fax 372371 T-post: sns@post.olivant.fo Sangvenjing á Velbastað Eftir nýggjár verður hildið fram við kórvenjing hvørt týskvøld kl. 20.00. Nýggir sangarar eru vælkomnir, kórleiðari er Fróði Sandoy. Kvøldskúlin – Velbastaðar skúli Havnarmeistari til Leirvíkar kommunu Leirvíkar Kommuna arbeiðir við at betra um um- støðurnar á havnarøkinum og á bingjuplássinum. Munandi útbyggingar verða framdar av havnar- økinum komandi árini, samstundis sum ætlanin er at økja um viðlíkahaldið og eftirlitið við havnar- økinum, sum fevnir um økið innanfyri grótkastið við ferjuleguna til grótkastið á Kráartanga. Frá fyrst í komandi árið verður bingjuplássið skipað sum endurnýtslupláss í IRF-skipanini og skal plássið tí vera mannað, tá ið tað er opið. Leirvíkar kommuna søkir tí eftir einum havnar- meistara at arbeiða fulla tíð frá 01. mars 2004 ella skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávurnar eru: • Viðlíkahald og eftirlit við øllum havnarøkinum, bátahylinum og øllum bátadráttum v.m. • Umsjón við bingjuplássinum og vera á plássin- um, tá ið opið er. Royndir: • Royndir innan arbeiðsmarknaðin • Hava eina viðkomandi útbúgving. Lønarviðurskifti: • Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógv- um skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. januar 2004. Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka. Leirvíkar Kommuna Postrúm 42 · 520 Leirvík Føroya Postfelag Søkt verður eftir skrivara Føroya Postfelag søkir eftir skrivara. Arbeiðið er hálvtíðarstarv. Afturat vanliga skrivstovuarbeiðinum, skal skriv- arin taka sær av roknskapinum v.m., og verða skrivari á nevndarfundum. Ynskiligt er at tygum kunnu byrja sum skjótast. Umsókn verður at senda til: Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 100 Tórshavn Meira fæst at vita um starvið á tlf. 217231 Heimarøktin øki 3 Eysturoy Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi.Arbeiðsøki er allar kommunur í Eysturoynni uttan Eiðis- og Sunda kommunur. Tíðarskeiðið er frá 01.01. - 31.08.04, ella at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna í skiftandi vakt- um. Fyrimunur hevur umsøkjari,sum hevur kunnleika til arbeiði innan heimarøktina. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Felagið Før. Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til økisskrivstovuna tlf. 449249. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. sendast til: Heimarøktin Eysturoy Postboks 47 FO-620 Umsóknarfreist: 07. 01.04. Stongt Stongt verður frá 24. desember til 5. januar. Matrikulstovan Mylnuhúsið søkir eftir pedagogum Søkt verður eftir 2 pedagogum,at byrja uml.1.febr. 2004. Mylnuhúsið er ein stovnur frá 1999.Vit taka dagliga ímóti 120 børnum í aldrinum 0-9 ár.Í Myldnuhúsin- um er pláss fyri at bæði børn og vaskin kunnu seta síni spor her, vit arbeiða í tí dagliga við okkara eyg- leiðingarevnum og eru upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan at leggja dagin til rættis út frá tí og leggja vit stóran dent á, at varða um øll børnini. Vit sóknast tí eftir fólki, ið er: - fleksibil - hevur opið sinni - sær møguleikar fram um mørk - tekur støði í barninum - tekur barnið í álvara - er opin fyri nýhugsan - leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og samstarvsfelagar Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmál- an millum Fíggjarmálastýrið, kommunurnar og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðan Hannu Thøgersen tlf. 457788/217788. Umsóknir til størvini, saman við upplýsing um út- búgving og royndir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. desember 2003. Mylnuhúsið Mylnugøta 10 700 Klaksvík ALMANNASTOVAN Fulltrúi til Fíggjardeildina og Leiðsluskrivstovuna Eitt starv sum fulltrúi innan fíggjar- og leiðsluøki á Almannastovuni verður við hesum lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Starvið er skipað við ábyrgd mótvegis Fíggjarleiðaranum á Almannastovuni. Á deildini starvast í løtuni 6 starvsfólk, ið taka sær av EDV kervinum, rakstrinum og teimum lógarbundnu útreiðslunum, sum Almannastovan umsitur. Uppgávurnar hjá fulltrúanum verða í høvuðsheitum: • Umsita og menna arbeiðið við hagtølum, analysum og samskipa verkætlanir innan t.d. EDV • Skrivari til fundir. • At ráðgeva og vegleiða leiðsluni við tilfari til fundir o.a. • Hagtalsarbeiði í samband við fíggjarætlan, fíggjarlóg og deildarroknskap • Viðvirka í øðrum arbeiðsuppgávum á deildini. Vit kunnu bjóða: • Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum. • Starv við møguleika fyri menning fakliga og ábyrgd. • Starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á tað einstaka starvsfólki. Førleikakrøv: Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur: • viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. oecon, polit ella líknandi • hevur royndir innan EDV, herundir at kunna trekkja frá Oracle databasum og programmera í SAS • hevur royndir innan tað sosiala umráði og fíggjarlógar arbeiði • hevur vitan innan forsøgn- og greiningararbeiði • hevur góðar málsligar eginleikar, bæði í skrift og talu • góð samstarvsevni, bæði til at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru Johnsdóttur Joensen, stjóra á tlf. 346421/215480 ella til Søren Bruhn, fíggjarleiðara á tlf. 346441/215478. Umsókn: Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum referensum skal sendast til: Almannastovan J. Broncksgøta 27 Postrúm 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 29. desember 2003 Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni ein og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjaligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk. Almnnastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landdekkani serdeildir. Fulltrúi til Fíggjardeildina og Leiðsluskrivstovuna Stuðulsfólk Søkt verður eftir stuðulspedagogi/hjálpara til 12 ára gamlan drong í Klaksvík at byrja beinan vegin. Arbeiðið hjá stuðlinum, er í tøttum samstarvi við heimið, drongin og stuðulsráðgevan, at geva dronginum ein vælskipaðan og innihaldsríkan dag. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi arbeiðstíðir, eisini vikuskifti. Ynskiligt er, at tann sum settur verður, hevur hóskandi fakliga útbúgving ella royndir. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Gaard, sosialráðgeva ella Jóruna Niclasen, stuðulsráðgeva á tlf. 410000. Umsóknir saman við møguligum avritum av prógvum verða at senda til: Barnaverndarnevndina Klaksvíkar kommuna Postboks 2 FO-700 Klaksvík C M Y K 25 24