Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Pex Joensen, Bertholdsen, Blaðstjóri: Emil L. a in indensk Sveinur Tróndarson Á Internet: www.sosialurin.fo cd > | Turið Kjølbro Jens Kristian Vang Lysingar og søla: Jonhard Hammer Utgevari, uppseting og prent: Sp/ Sosialurin Bustadur: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tørshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post sosialurin.fo Stort afturstig fyri demokratiið Oddagrein * ANDSTOÐUTINGMAÐURIN Jenis av Rana saman við samgongulimum „vunnu“ slagið um formansstarvið í Uttanlandsnevndini. Men hetta kann gerast ein stutt- vunnin sigur tá avtornar! EFTIR okkara tykki gjørdi Miðflokkurin bæði andstødu og samgongu eina bjarnatænastu við at seta fót fyri formanninum í nevndini. Grundgevingin fyri at taka hetta óvanliga stigið er ikki noktandi. Her ruggar ikki rætt - okkurt annað man liggja aftanfyri, tí grundvevingin hjá Jenis av Rana at koyra Jóannes Eidesgaard frá sum formann heldur ikki. sjálvandi eigur tað at vera rætturin og eisini ábyrgdin hjá einum andstøduflokkii at koma við útspælum í stórmálum sum sjálvstýrisspurninginum - eisini um hesi útspæl ganga ímóti teimum, sum stýra. ANDSTOÐAN hevur ómetaliga stóran tydnng í ein! pariamentariskari skipan. Og gerðin hjá Jenis av Rani meta vit vera einki minni enn at svíkja sína ábyrgd sum andsteðutiokkur. Hvat ætlar hann at fáa burtur úr við at útrópa stersta andstoðuflokkin til sín hevuðsfígginda? Her liggur okkurt aftanfyri. Er tað ein landsstyrissess í eini broyttari samgongu einaferð í næstu framtíð, sum Miðflokkurin dyrgir eftir? Tað er so hansara sek, men mátin hetta verður gjørt uppá - at tað skal ganga út yvir andtsøduna sum so - er sera ódámligur og livir ikki upp til andan í demokratunum MEN tað. sum er størri spell, er måtin, sum samgongan hevur tacklað spurningin uppá. Um vit nú síggja burtur frå, at tjóðveldisflokkurin hevði sín fulla rætt til at fáa henda sess, so var júst hend sannroyndin, at andstoðan hevði fingið formansessin í hesi týðandi nevnd, at meta sum kærkomið høviå at byggja brúgv millum samgongu og andstoðu í tí sera álvarsligu og tydningarmiklu prosess, sum í løtuni eru í gerð í sambandi við rikis- rættarligu vidurskiftini ODDAMENNINIR í bæði tjóðveldis- og fólkaflokki hildu tað vera eina góða loysn og eina trygd fyri víðari demokratisku gongdina í sambandi við sjálvstyrismálin tá formaðurin í tí storsta andstoðuflokkinum gjørdist formaður í Uttanlandsnevndini. Á henda hátt kund samgongan fáa eitt nåtturligt og sunt motspæl á einurð hægri og týðandi stoði. Samgongan tók á henda hatt andstoðuna inn um gáttina og líkasum tók hava við viðgerðina. Teir áttu ikki at givið einum so lítlum o Q ótýðandi flokki sum Miðflokkinum meguleikan at for- komið hesi gongd. Teir áttu at verið so mikið stórir, at teir framvegis sóu hetta sum nakað skilagott - eisini um formaðurin í Uttanlandsnevndini vegna sín flokk legði uppskot fram , sum ikki heilt var í tráð við teirra fullveld- isætlanir. Í veruleikanum hevur hesin eini sokallaði and- stoðutingmaðurin forkomið einum annars spennandi og nýgerandi samstarvsmøguleika millum eina sam- gongu og eina andstoðu. Jenis av Rana og Miðflokkurir eru og eiga at vera at meta sum peanuts i ti politiska spælinum. Gamani hava hesi sitt berættigilsi i og við at teir eru valdir. Men tað tænir ikki demokratisku prosessini at geva hesum eina tingmanninum so stórt vald.(Hetta minnir ikki einki um tað vald, sum somu flokkar góvu ti ítla sjálvstýrisflokkinum, tá samgonga varð skipað, og hesin hevði sum eittans endamál at halda javnaðar- flokkinn uttanfyri). Tjóðveldisflokkurin átti heldur at fylgt góðu intentiónunum hjá Høgna Hoydal og víst herferð frå Jenis av Rana móti javnaðarflokki frå sær. Hann átti at hugt longur fram heldur enn at tíkið ímóti hesum øtuvinninginum. Men møguliga hevur júst hesin sess- urin so storan tydning fyri Hergeir Nielsen, at flokkurin at vissionina hjå Høgna Hoydal fara TAÐ er okkara sannføring, at tað hevði tænt bæði samgongu og andstoðu og tí demokratisku prosessini oðuflokkurin varðveitti formannsessin í Uttanlandsnevndini. Við broytingini hevur tjóðveldis- flokkurin verið við til at leggja sjógv millum seg og eina andstoðu, sum hann annars fer at fáa so nógv brúk fyri tann eina dagin, tá Foroya fólk skal til at atkvoða um framtíð Føroya. Vit eru bilsin av, hví ikki maður sum Høgni Hoydal, sum annars hevur vist seg at kunna geva føroyskum politikki nakað nytt og gott við nettup at leggja so stóran dent á fortreytirnar fyri tí demo- kratisku prosessini, ikki gjørdi sina ávirkan galdandi og syrgdi fyri, at Jenis av Rana ikki slapp at seta kilar í framtíðar samstarvið og samskiftiå millum samgongu og andstoðu. Hesi málini eru alt ov ålvarslig til, at ein so lítil flokkur sum Miðflokkurin sleppur at seta dag- skránna. Vónandi ber til at bota um hetta stóra mistak Sosialurin Áræði ella ótti fyri skeivleikum Vit hava nú sett skjøtil á fyrstu praktisku tingsetuna í hesum valskeiðinum. Pol- itikarar og onnur hava havt stundir til at meta um sam- gonguskjal og teir politik- arar, sum mynda samgong- una. Og vit hava fingið tað fyrsta fíggjarlógungslógar- uppskotið. Vit kunnu nú spyrja, um vit veruliga menna okkum á sjálvbjargnisleið? Evna vit at skapa karmar um modernaða håglønar- vinnu í Føroyum? Sum eg fyrr havi roynt at vísa á, so eri eg rættiliga bjartskygdur um møguleik- arnar hjå Føroyum, um vit bera okkum skilagott at. Nakrar umsitingarligar broytingar eru neyðugar, men annars eru vit væl fyri sæð við mongum ymiskum sjónarvinklum. Mangt er broytt í hugsun- arháttinum hjá 'føroyingin- um" hesi seinastu 10-12 árini og mangt av tí er til tað betra. Men okkurt hevur eftir mínum tykki gingið í hand rhond: M.a. eru vit rðin so ómetaliga rædd fyri skeivleikum, at tað tek- ur stóran part av leiðsluork- uni. Vit hava mist áræði! Hvussu ofta meta vit ikki i setninginum einki skil á - nú fara vit at *Fyrr var gera skipanir, sum Hesin og aðrir setningar millum tey, sum praktiskt skulu útinna politiska viljan í verki ella millum tey, sum skulu kritisera politikkin konstruktivt, eru bert vakrar yrðingar um so stóran Otta, at skaði stendst av honum Sjálvandi hevur skil verið á, men sjálvsagt eru skeiv- leikar framdir. Setningurin um at einki skil hevur verið á og at nú skal annað skinn fáast um bak er ikki annað enn undanførsla fyri at taka risikobundnar avgerðir - og harvið ein forðing fyri av- gerðum til frama fyri land og fólk Hvussu ofta meta vit ikki setninginum: 'Eru vit nú aftur á veg í áttatíárini...? Sjálvandi fara vit ikki aftur í åttatiårini í næstu framtíð. 'Áttatíárini" - sum, sum vit leggja í hugtakið er treytað av framfýsni, áræði "Attatiárini" er treytað av, at vil eru og hegni frammaliga í vinnuligum høpi - eygum! Tað, sum liggur í hugtak- inum "åttatiårini' er treytað av, at onkur 'Uhrenholt' heldur tað vera áhugavert at brúka tíð í eitt ár ella tvey, fyri at fáa burturav! Tað ber ikki til at fara í 'attatiårini' í einum samfel- ag, sum vinnuliga er 20 ár aftanfyri restina av fram- komna heiminum. Setningurin um 'áttatiár- ini' er ikki annað enn und- anførsla fyri at taka risiko- bundnar avgerðir - og forðar harvið avgerðum, sum tæna eini framgongd. Uttan risikobundnar avgerðir gera vit ikki nógvar smáar skeivleikar, men tann eina stóra skeivleikan: at eingin avgerð kann tæna eini fram- gongd! At vit so í åttatiårunum tóku í so stórar avgerðir, sum skuldu vísa seg at vera óhepnar, er so ein annar spurningur - men havandi vinnumenningina í huga, so var hetta hvorki óvanligt ella órímiligt. Flestu vinnur í heiminum uppliva eina tíð við stórari menning við eftirfygljandi kapasitets- trupulleikum. Tey, sum hanga afturút í emnningini koma sjálvsagt ikki í hesar trupulleikarnar, men hava heldur ikki fingið vinning- in! sæð við altjóða Tað mest óvanliga og órímiliga er tað óvanliga og órímiliga vánaliga hegni til at rætta skeivleikarnar aftur Men tí betur hava skeiv- leikarnir tá verið so smáir hóast alt, at vinningurin frá teirri tíðini (kapitalapparat- ið) hevur hildið sær, so vit í 10 ár hava havt møguleika fyri at sita upp afturá og *spara'! Hvussu ofta møta vit ikki setninginum: "Vit eru farin undir eina heildarætlan við víkjandi...“ Sjálvandi ber ikki til at gera eina heildarætlan yvir tilverunnar margfaldi! Hetta var hugtak frá fyrst í øldini í sostalistiska Sovjetsam- veldinum og hóast stór orka og mong lív eru latin fyrr at prógva nyttuna í hesum hugtaki, so hevur illa borið til. Einki umhugsni endar i eini "heildarætlan”, soleiðis sum hugtakið verður nýtt millum ábyrgdarfólk í dag. Umhugnsi endar í eini skitsu, sum í einum dem- okratiskum samfelag alla tíðina er til viðgerð millum viðkomandi partar og broyt- ist - inntil tann seinasti praktiski luturin er komin itøkiliga uppá pláss. Tað finst eingin heildar- ætlan fyri vinnulívið í Før- oyum. Men síðani seinast í seinastu øld hava fólk havt eina greiða skitsu av teim næstu leikunum í vinnuni. Áttatjárini vóru einki und- antak. Nýtiárini hava helst verið einasta samanhang- andi ártíggju (1989-98) har fullkomið ráðaloysi valdaði innan vinnulívið! Alivinnan er eitt løgid undantak, sum fáur gevur sær fær um, hví tað gjørdist eitt undantak. Men tað man eisini hava sínar orsøkir at ráðaloysið eisini hevur valdað í hesi vinnuni tað seinasta góða árið Heildarætlan, sum hugtakið verður nytt í dag, er ikki annað enn und- anførsla fyri truplum og ris- ikobundnum avgerðum undir itøkiligari åbyrgd. At taka risiko merkir sjålvsagt ikki at kasta seg út í blind- um Tað er mikið gott - og alneyðugt - at gita nøkun- lunda rætt. Men tað er eisini neyðugt at seta kós við møguleikum fyri broyting- um, til tess at laga seg til veruleikan alla tíðina Soleiðis sum eg síggi tað, so er Ottin fyri skeivleikum so inngrógvin í okkara hug- sunarhátt nú, at hann køvir at kalla alla itøkiliga og soleiðis burðardygga framgongd Hesin óttin er innbygdur í bygnaðin í tí almenna sek torinum eftirsum høvuds- uppgávan hjá teim seks aðalstýrunum er at verja landsstýrismannin - antin at krógva skeivleikar har tað er møguligt ella at 'turka' teir å onnur. Hesin óttin er ikki minst innbygdur í tað tjóðartikna (nationaliseraða) vinnulív- ið, sum at kalla ongan møguleika hevur at tillaga seg einum burðardyggum vinnumynstri. Vit síggja hetta sama í nýggjastu ligg arlógini, har vit halda 9% ára kósina við almennum ætlanum viðvíkjandi "end J ) urnyggjan av skipaflotan- um”, sum helst ger tað trup- ult fleiri ár fram í tíðina at menna burðardyggar, vinnuligar mekanismur í høvudsvinnuni. Eg eri rættiliga bjart- skygdur um møguleikar før- oyinga í altjóða kapping. Men vit mega sleppa hesum óttanum fyri skeivleikum. Vit mega sleppa hesum Óótt- anum fyri, at tað privata vinnulívið ikki megnar sína uppgávu. Vit mega sleppa hesum óttanum, sum ger at tað al- menna røkir allar møguligar uppgávur, sum tað einki hevur við at gera - fyri hin- vegin als ikki at hugsa um, tíansheldur loysa tær upp- gávurnar, júst tað almenna og eingin annar partur kann taka sær av. Alt meðan vit brúka orku uppá at privatisera Telefon- verk, Strandferðslu o.a., sum als ongan vinnuligan týdning hevurum tað er al- ment ella privat, bara tað virkar Eru politisku åbyrgdar- fólkini í hesi tingsetuni tey, sum sum eg haldi tey vera, so megna tey at bróta seg burt- urúr hesum ótta fyri skeiv- leikum og vilja við áræði fyrst gera tær broytingar, sum neyðugar eru og síðani leggja skjøtil á karmar fyri modernaða vinnu og harvið einum itøkiligum sjálvræði uttanfyri ella innanfyri danska ríkið - men helst utt- an Blokkin! Signar P. Heinesen