leygardagur 3. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Økismenning - eitt | Suður-Vestur samtakið
gott tiltak
Oddagrein
TAÐ var tann tíð, hetta var serstakliga í
70-unum og 80-unum, at hugtakið bygda-
menning varð havt á nærum hverjum
munni. Í hvussu er var eingin tjaksending
og eingin tingfundur, uttan at bygdamenn-
ingin var uppi í so ella so.
TAÐ eru ymsar meiningar um, hvussu
skilagott vit hava borið okkum at júst tá
tað um bygdamenningina ræður. Nú hava
vit so fingið eitt nýtt hugtak inn í málið, og
tað er okismenning. Tað er tí rætt nú at
spyrja, hvat lagt verður í hetta hugtakið.
Soleidis at allar misskiljngar verða rudd-
aðar av vegnum og harvið ikki sleppa at
virka sum kilar í eini týðandi prosess.
EFTIR okkara tykki er spurningurin um
økismenning sera åhugaverdur, og tað er
von okkara, at tann granskingarstovnurin,
sum skjøtil nú verður settur á í Klaksvík,
fer at fáa góða undirtoku. Ein kann spyrja,
hvussu rætt tað er at spjaða granskingina
til fleiri pláss, nú vit jú hava Fróðskapar-
setrið! Latið okkum venda hesum spurn-
inginum, soleiðis at vit fáa sjónarmið fram
um tað.
EIN kann spyrja, hví tað skal vera neyðugt
at granska í økjum. Føroyar eru jú eitt so
lítið oki, at tað skuldi ikki verið neyðugt at
býtt landið upp í fleiri oki kundi verið spurt.
Vit halda tað vera skilagott, um slíkir
spurningar verða settir fram og svaraðir
fyri harvið at geva teimum, sum eru stig-
takarar til tiltakið, møguleika at sleppa í
gongd, tí eingin ivi er um, at nettup við at
byrja í tí smáa, nærumhvørvinum ber til
at gera sær eina neyvari mynd av heildini.
TAÐ er greitt, at granskingin fer eisini at
fevna um Føroyar sum eki í mun til um-
heimin. Hetta er sera áhugavert, og júst
geografiska stoða okkara í tí ríka Atlants-
havi ger tað so avgjørt relevant at taka
málið upp. A henda hátt verða vit eisini
meira greið yvir okkara egna geografiska
identiet, og hvørjar postivar og negativar
avleiðingar hesin hevur havt og fer at hava
fyri okkum sum tjóð í framtíðini. Tað, sum
skapar okkum sum fólk og tjóð, er bæði
tað fysiska umhvervið og so tað sum
menniskjuni saman við hesum umhvørv-
inum hava skapt og vónandi skulu skapa
víðari í framtíðini.
VIT ynskja stigtakarunum til økisdepilin í
Klaksvík góðan byrð. Sum blað vilja vit
eisini fegnir vera við til at fylla tann karm
út, sum tit nú hava sett út í kortið. Føroyar
mugu ikki avmarkast til bara Havnina.
Sosialurin
gjørdist eitt Vestur samtak
Í desembur 1996 skrivaðu kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni og komm-
unurnar í Vágum og Mykinesi undir sáttmála um Suður-Vestur samtakið, og Suni
á Dalbø bleiv settur sum oljuráðgevi felagsins. Nú hevur Suni á Dalbø nytt sam-
bondini, ið hann hevur fingið gjógnum Suður-Vestur samtakið, til - saman við
feløgum í Vágum - at seta á stovn P/F North Atlantic Provider
JOHN JOHANNESSEN
Dagur og Vika visti í vikuni at
siga frá, at nú var enn eitt nýtt
felag, ið skuldi vera til reiðar
at gagnnýta eina komandi olju-
vinnu, stovnað. Stigtakarin til
hetta felag, ið ber heitið P/F
North Atlantic Provider, var
samfelagsfrødingurin Suni á
Dalbø, ið eisini er stjóri fel-
agsins.
Suni á Dalbø er ikki heilt
ókendur innan fyrireikingar-
arbeiði innan eina komandi
oljvinnu. Nei, Suni á Dalbø
hevur síðani 1. desembur 1996
verið oljuráðgevi hjá Suður-
Vestur samtakinum, ið hevur
havt til endamáls at bjóða olju-
feløgunum eina tænastu, har
flogvøllurin í Vágum, Vágs
havn og onnur feløg í Vágum
og syðru hálvu av Suðuroynni
eru knýtt at hvgrjum gðrum.
Spurningurin er so, um tað
enn ber til at knýta hentleik-
arnar í báðum oyggjunum
saman, eftir at Suni á Dalbø
hevur vent arbeiðinum fyri
Suður-Vestur samtakinum til
egnan fyrimun. Hann segði
sjálvur í UF, at sambondini
úteftir, ið hann hevði fingið
gjøgnum arbeiðinum fyri Suð-
ur Vestur samtakið eru til stór-
an fyrimun fyri nýggja felagið.
Vit hava prátað við Jógvan
Krosslá, býráðsformann í
Vági, størstu kommunununi í
syðru helvt av Suðuroynni, um
hvat hann heldur, at Suður-
oyggin hevur fingið burturúr
samstarvinum og hvat hann
heldur um støduna, sum hon
nú er.
Bíligast við
einum oljuráðgeva
Jógvan Krosslá sigur, at eftir
at umboð fyri býráðið høvdu
verið á onkrari oljuráðstvenu,
sóðu teir, at tað skjótt kundi
gerast rættuliga dýrt at senda
fleiri býráðslimir uttanlands til
tílíkar ráðstevnur og aðrar
fundir, við tilknýti til oljuvinn-
una. Samstundis væntaði býr-
áðið ikki, at tað var so lætt at
fáa eitt miðvíst arbeiði í gongd,
tá ið tað ikki komu at vera teir
somu býráðslimirnir, ið fóru til
allar fundir og rådstevnur.
— Tað er jú klárt, at ein mad-
ur, ið burturav hevur til arbeið-
is at luttaka á øllum fundum,
ið hava við oljuvinnuna at
gera, hevur nógv betri fortreyt-
ir fyri at byggja víðari á tey
sambond og tey tekin, ið hann
uppfangar á einari oljuráð-
stevnu. Tí valdu vit at seta ein
oljuráðgeva. Og hesin oljuráð-
gevi skal so hava verið við all-
astaðni, har ið nakað tos um
olju hevur verið.
Flogvøllurin er
ein tíðandi partur
— Tá ið vit, umboðini fyri byr-
áðið, fóru fyrstu ferð á olju-
ráðstevnu í Aberdeen, tá lótu
vit gera ein faldara um hent-
leikarnar kring Vågsfjørd.
Hendan faldara býttu vit so út
á oljuráðstevnuni. Men útl-
ensku feløgini søgdu okkum,
at vit høvdu stadid sterkast, um
vit eisni høvdu tilknyti til flog-
vøllin.
— Tad var eftir hesa ferdina,
at Sudur-Vestur samtakið varð
skapad. Eftir pråt vid Suna å
Dalbø, id somuleidis metti tad
vera tydningarmikid vid einum
samstarvi millum Vågsfjørd og
flogvøllin, byrjadi hesin at seta
Sudur-Vestur samtakid saman.
— Vit skrivadu undir fyrsta
såttmålan um eitt Sudur-Vest-
ur samtak tann 1. desembur
1996. Hesin såttmålin var gald-
andi fyri teir næstu 13 månad-
irnar. Í hesum samtaki vóru 9
kommunur. Tær vóru: Myki-
nesar, Býggjar, Sørvågs, Mið-
vågs, Sandavágs, Sumbiar,
Vágs, Porkeris og Hovs
kommuna.
— Tað vóru hesar 9 komm-
unurnar, ið saman valdu at seta
Suna á Dalbg í starv sum olju-
ráðgeva.
— Tá ið sáttmálin var við at
vera útliðin, vóru partarnir
nøgdir við tað arbeiðið, ið var
farið fram, og tí valdu vit at
gera ein nýggjan tvey ára sátt-
mála, ið varð undirskrivaður 3.
desembur 1997. Hetta er sátt-
málin, ið enn er galdandi.
Goldið eftir fólkatali
Hevur ein tílíkur ráðgevi ikki
kostað kommununum nógv?
— Jú, tað kostar at hava ein
tílíkan oljuráðgeva. Hann skal
jú ferðast nógv og honum nýt-
ist eisini góða skrivstovuút-
gerð. Men ein felags oljuráð-
gevi fyri 9 kommunur kemur
aldri at kosta so nógv, sum tað
hevði kostað, um allar komm-
unurnar skuldu sent hver síni
umboð til allar fundir og ráð-
stevnur viðvíkjandi oljuídnaði.
Harafturat er eisini tann fyri-
munur við einum oljuráðgeva,
at hann stødugt kann byggja
víðari á tær royndir, ið hann
fær á teimum ymisku oljuráð-
stevnunum.
Men, hvussu hava kommun-
urnar so býtt útreiðslurnar í-
millum sín?
— Vit hava gjørt á tann hátt,
at allar útreiðslurnar eru býttar
í helvt, soleiðis at tann vestari
parturin av samtakinum hevur
havt 50% av útreiðslunum og
tann syðri parturin somuleiðis
hevur havt 50% av útreiðsl-
unum. Síðani hava tær eistøku
kommunurnar í hesum báðum
pørtum býtt útreiðslurnar ímill-
um sín eftir fólkatali. Komm-
unurnar í Vágum hava havt ein
oljugrunn, ið hver kommuna
hevur goldið í, alt eftir fólka-
talinum í kommununi. Hesin
grunnur hevur so goldið teirri
hálvuna, ið vestari parturin av
samtakinum eigur at rinda. Í
syðru hálvu av Suðuroynni
hevur Vágs kommuna umsitið
allar útreiðslurnar og síðani
býtt rokningarnar út til hinar
kommunurnar, ið hava rindað
eftir fólkatali. Hetta er sama
skipan, sum vit hava viðvíkj-
andi t.d. Vágs skúla.
Vónsvikin, men
ikki firtin
Suni á Dalbø segði í samrødu
við ÚF, at hann gjøgnum sam-
takið hevdi fingið nógv sam-
bond uttanlands, ið eru til fyr-
imun í nýggja felagnum.
Kennir tú teg, sum formann í
størstu kommununi í syðru
helvt, ið jú hevur goldið helvt-
ina av kostnaðinum fyri hesi
sambond, ikki sera vónsvikn-
an av at tey verða nýtt til fyri-
muns fyri gðrum enn Suður-
Vestur samtakinum?
— Sjálvandi er tað keðiligt,
at maðurin sigur hetta alment,
áðrenn greiða rættuliga er fing-
in á viðurskiftunum okkara
millum. Men vit hava jú goldið
okkara part fyri allar upplýs-
ingarnar viðvíkjandi oljuvinn-
uni, ið Suni á Dalbø hevur
fingið fatur á hesi árini, og
sjálvandi fara vit at krevja at
fáa hesi skjøl.
— Hetta, við at Suni á Dalbø
nú hevur stovnað egið virkið,
kemur tó ikki óvart á okkum.
Hann hevur fyrr kunnað okk-
um um, at hann hevur havt
hetta í kvittanum. Tískil er
eingin orsøk beinleiðis at vera
firtin inn á mannin.
Er Suni á Dalbø hóast alt
enn oljuráðgevi hjá Sudur-
Vestur samtakinum?
— Vit hava fingið eitt skriv
frå Suna á Dalbø, ið er dagfest
tann. 24. august í ár. Í hesum
skrivi boðar hann frá, at hann
fer í starv hjá P/F North Atl-
antic Provider í viku 40. Og
av tí, at maðurin hevur verið í
fulltíðarstarvi hjá Suður- Vest-
ur samtakinum, so ber ikki til
at halda áfram við honum sum
oljuráðgeva. Tískil hava vit
eisini valt at steðga.
Var eingin avtala um upp-
sagnartíð í sáttmálanum tykk-
ara millum?
— Jú, sáttmálin gav báðum
pørtum eina uppsagnartíð á 3
mánaðir.
Er so ikki talan um sáttmál-
abrot?
-Í roynd og veru er talan um
sáttmálabrot, men hetta hava
vit valt at lata fara aftur við
borðinum. Maðurin hevur
kunnað okkum um, at hann
ætlaði sær í annað starv, sjálvt
um vit ikki vistu nær, so hatta
ætla vit okkum ikki at gera
nakað við.
Eru sinnaðir
at samstarva
Spurdur um suðuroyingar eru
sinnaðir at samstarva við fel-
agið hjá Suna á Dalbø, svarar
Jógvan Krosslá, at tað eru teir.
Hann sigur, at fundur skal vera
millum Suna á Dalbø og tað,
ið kemur at vera fyrrverandi
Suður- Vestur samtakið, í kom-
andi viku. Á hesum fundi ætlar
hann sær at gera Suna á Dalbø
greitt, at Vågsfjørdur stendur
opin fyri honum og tí n ggja
felagnum.
— Hesum vóni eg, at vit
kunnu fáa nakað burturúr. Suni
á Dalbg hevur, um eg minnist
rætt, nevnt møguleikan fyri at
beina skipum inn á Vågsfjørd.
— Øllum hesum fara vit at
finna útav á fundinum í kom-
andi viku. Áðrenn tað ber ikki
til at siga so nógv um hetta,
men vit eru sinnaðir at sam-
starva við nýggja felagið.
— Verður einki samstarv, so
hava vit aðrar møguleikar, ið
vit ikki fara at avdúka her og
nú, sigur Jógvan Krosslá at
enda.
t
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður,
pápi, ferfaðir, abbi og langabbi okkara
MIKKJAL HAMMER
(Minnurin)
Tvøroyri
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 30. sept.,
81 åra gamal.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju sunnudagin
4. okt. kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Hannefía Hammer
Tey ið vilja minnast Mikkjal við blómum ella kransi, verða
vinarliga biðin um at lata eina peningagåvu til Frelsunarherin í
Vági