leygardagur 3. oktober 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 187 — 3. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
23
Býraðið tekur
imoti á Vaglinum
Fótbóltur: Veldugur áhugi er fyri
ársveitsluni hjá føroyameistarunum
Hóast tað longu er avgjørt,
at HB hevur vunnið FM
heitið, so fara nógvar havn-
armenn seinnapartin í dag
norður til Fuglafirðar at
fylgja við í dystinum, og tá
Torleif Sigurðsson saman
við hinum toppunum í Fót-
bótssambandinum fara at
rætta Rúna Nolsøe — vit
søgdu í síðstu viku, at hann
er fyrsti vágbingur, sum
hevur vunnið FM, og eingin
hevur enn sagt okkum ímóti
— steypið, og spælarunum,
venjarunum og ødrum, sum
hava við liðið at gera, gull-
krónurnar.
Eftir dystin fer allur rið-
ilin aftur til Havnar, og tað
nýtist ongum at koyra um
kapp. Tí næsta punktið á
programminum í høvuds-
staðnum verður ikki fyrrenn
klokkan 19.00 í kveld, tá
býráðið við Leivuri Hansen,
býráðsformanni, á odda
saman við fótbóltshugaðum
havnarmonnum fer at fagna
HB á Vaglinum. Í fjør fekk
B36 eina peningagávu frá
býráðnum, tá teir vórðu
heiðraðir fyri at hava vunn-
ið FM, og tað hevði verið
óðamannaverk, um býráðs-
formaðurin hesa ferð ikki
fór at rætta FM liðnum í
høvudsstadnum eina gávu.
Ein tíma seinni verður lít-
il samkoma í m6ttøkuhus-
unum, og seinni um kveldið
verður opið hús í felagshøl-
unum.
Spreingir karmarnar
Arsveitslan hjá HB er ásett
at vera leygarkvøldid 17.
oktober. Tá er landsliðið
komið aftur úr Skotlandi, og
besta fótbóltsárið nakrantíð
hjá HB verður liðugt. Ahug-
in fyri veitsluni sigst vera
sera stórur
— Longu nú hava fleiri
enn fýra hundrað teknað
seg, og tað eru fleiri, enn
tað rúmast í HB húsinum.
Vit rokna við, at fleiri fara
at koma afturat, og tí arbeið-
a vit við aðrari loysn enn
HB húsið. Tað er ikki heilt
greitt enn, men vit rokna
við, at tað fer at eydnast at
fáa badmintonhøllina, og so
verður pláss fyri einum seks
hundrað fólkum, sigur
Gunnar Mohr, formaður í
HB. jh
Ringt lag á Hans
Fótbóltur: Allan Mørkøre er ivasamur, og HB miðverjin, sum venjarin
heldur vera so góðan, at hann átti at spælt á landsliðnum, er leikbannaður
Hans á Lag er ein av HB
spælarunum, sum hevur
verið mest støðugur í ár.
Men hann verður ikki á
vellinum í síðsta dystinum.
Móti Sumba fekk hann eitt
púra óneyðugt gult kort, og
hesa ferð fall hamarin.
Tað er eisini sera ivasamt,
um Allan Mórkgóre verður
við í dag. Hann plágast
framvegis av skaðanum,
hann fekk fyri nøkrum vik-
um síðani, og hann hevur
ikki vant í vikuni. Ein annar
klaksvíkingur í HB, fysio-
terapeuturin Klæmint Isak-
sen, hevur havt landslids-
mannin undir hond hvønn
dag, og kanska fer tad at
bera Allani Mørkøre til at
vera vid. Vit skilja å lagn-
um, at tad er ivasamt, um
landslidsveteranurin verður
førur fyri at fara við til Lit-
ava og Skotlands.
Rúni Nolsge er við aftur
eftir leikbannið móti sumb-
ingum, og Jan Dam kemur
aftur hesa ferð úr Danmark.
Hann fer ivaleyst at røkja
plássið hjá Hans á Lag.
Andrew av Fløtum er fram-
vegis skaddur.
Torstein er við aftur
Bartal Eliasen fekk gula
kortið, tá hann í síðstu løtu
móti VB í Vági gjørdi eitt
óneyðugt brotsspark, sum
tíbetur fyri IF ikki kostaði
teimum javnleikin og har-
við ein stórri møguleika at
varðveita plássið í 1. deild.
Torstein Joensen breyt
beinið, tá IF fyrsta viku-
skiftið í august var í Klak-
svík. Tað eru tríggjar vikur
síðani, at gipsið varð tikið
burtur, og miðverjin hevur
longu roynt seg tvær ferðir
í 3. deild. Í dag verður hann
í hópinum hjá IF. Bárður á
Lakjuni var leikbannaður
móti VB, og hann verður
við aftur í dag. jh
Hans á Lag hevur havt eitt sera gott kappingarár, men í dag noyðist hann at sita uttanfyri og bíða eftir sínum
heiðursmerki, tí hann er leikbannaður til dystin móti ÍF
Savnsmynd: Alvur Haraldsen
B68 hevur fingið
nýggjan venjara
Fótbóltur: Komandi ár skal Bjørn
Krogh loysa Petur Simonsen
Tað er altíð nakað serligt,
tá tey bæði grannaliðim á
eystara armi á Skålafjørd-
inum dystast, og hóast hvør-
ki teirra hevur møguleika at
røkka heiðursmerkjum og
hvorki teirra kann flyta nið-
ur, so er uppgerðin í dag
ikki so lítið sermerkt.
Gestirnir úr Runavík siga
farvæl við Petur Mohr, sum
í hesum umfarinum hevur
staðið á odda hjá teimum í
try ár. Frammanundan hev-
ur hann eisini vant teir í
1986, 1989 og í 1990.
NSI hevur Intertoto Cup
komandi summar at hugsa
um. Teir eru tætt við at hava
vunnið sær rættin til plássið,
men fyri at verða heilt vísir
í altjóða luttøkuni skulu teir
fáa eitt stig á Toftum
Megna teir ikki tað, so kann
GI taka plássið frá teimum.
Liðformaðurin, Arnfinn
Langgaard, fekk gult kort
móti TB og er leikbannaður,
og soleiðis er tað eisini
vorðið hjá Eyðsteini Skipa-
nes.
H6oskvøldid vandu teir í
NSI fyri síðstu ferð, og hó-
ast lægru deildirnar vóru
lidnar fyri viku síðani, so
vóru 24 til venjing í fyrra-
kveldið, so har er nóg mikið
at taka av.
Nýggjur venjari
Um Bjørn Krogh verður at
síggja á Svangaskarði í dag,
so hevur hetta sínar orsøkir.
Bjørn Krogh var blaðung-
ur, tá hann í 1980 var spæl-
andi venjari hjá VB. Í 1981
og í 1982 spældi hann við
HB, sum vann FM hesi
bæði árini, og nú er hann
aftur í Føroyum.
Bjørn Krogh er lærari í
Studentaskúlanum í
Kambsdali, og hann skal
loysa Petur Simonsen av
sum venjari hjá B68
Tað er rætt, at vit hava
skrivað sáttmála við Bjerr
Krogh fyri komandi ár. Pet
ur Simonsen hevur verið hjá
okkum í eitt ár, og okkum
hevur dámt hann væl. Men
tå hann fyri nøkrum vikum
síðani boðaði okkum frá, at
tað ikki fór at bera honum
til at vera á Toftum komandi
ár, fóru vit at leita eftir
nýggjum venjara, og vit eru
fegnir um, at okkum nýttist
ikki at fara longur enn til
Leirvíkar, har nýggi venj-
arin býr
Tað er Niclas Davidsen,
formaður í Tofta ltróttar-
felag, sum sigur hetta, og
hann vónar, at spælararnir
við einum sigri í dag fara at
at syrgja fyri einari góðari
farvælgávu til Petur Simon-
sen.
Janus Thomsen, sum tær
síðstu ferðirnar hevur verið
vongverji í høgru, er burt-
urstaddur, men Jákup Eli
Olsen, sum hevur verið
skaddur, og Fróði Benja-
minsen, sum var leikbann-
aður í Klaksvík, eru tøkir
aftur. Tað vóru bara tíggju
minuttir farnir, tá Jan Pet-
ersen noyddist út í Klaks-
vík, tí hann var skaddur,
men hann er klárur aftur
NSI vann á heimavelli 4-
Í móti grannunum, og í fjør
vunnu teir 2-0 á Toftum. Í
1996 var NSI í 2. deild, og
í 1995 vann B68 4-1 á
Svangaskarði móti grann-
unum jh
KÍ og Kurt fara
eftir silvur og
máltindinum
Longu í gjårkvøldid fóru
klaksvíkingar um Suðuroy-
arfjørð. Leiðin liggur suður
á Krossin í Sumba, og hóast
KI ongan møguleika hevur
at vinna FM, so eru teir upp-
settir at enda kappingarárið
og trý ára drúgva samstarv-
ið við Jóannes Jakobsen við
manér.
KI hevur ikki tapt, síðani
teir í evstu létu 8. august
skeiklaðu móti B36 í Gund-
adali, og hesar síðstu ferð-
irnar hava teir gjrt nógv
mál.
Serliga Kurt Mørkøre
hevur verið í rætta essinum,
og um tað skuldi eydnast
hjá KI at gera sama hálið,
sum B36 gjørdi i Sumba
fyrr í summar, so er ikki
heilt óhugsandi, at Kurt
kann vinna tey fýra málini
inn, sum hann í dag er aft-
anfyri Jákup á Borg. Hetta
eru dreymar í Klaksvík,
men í útgangsstóðuni hevur
hetta ikki so nógv við veru-
leikan at gera
Burtursæð frá Allani Jo-
ensen vóru allir KI spælar-
arnir við móti B68, og teir
eru allir tøkir aftur hesa
ferð
KI spældi i Sumba í 1991,
og tá vunnu teir 3-1. Í 1995
vunnu teir 2-1 á útivelli
móti Sumba/VB. Fyrr í ár
vann KI 4-1 á heimavelli
móti Sumba.
Fyri sumbingar hevur
dysturin týdning á tann hátt,
at um TB fær stig móti Gl á
Tvøroyri, samstundis sum
Sumba tapir, enda teir aftast
í deildini og flyta beinleiðis
niður
Sumba vísti eitt gott avrik
móti HB seinasta sunnudag,
og teirra styrki hevur altíð
ligið á heimavelli, so tað
kundi hent seg, at Sumba
klárar seg uttan hjálp frá GI
jh