Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oli Breckmann, følktinglimur: — Eg fari heimaftur í kveld fyri at vera í inginum mikudagin, men eg fari avstað aftur hósdagin Anfinn Kallsberg., lógmaður: — Tað er gamalt at løgmad- ur er hjástaddur tá Fólkatingið verður sett Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998 Jóannes Eidesgaard, fólkatinglimur:- Eg havi farloyvi i 10 dagar, og fyri meg tekur Mikkjal Sørensen sæti á tingi Finnbogi Ísakson, tingformaður um fóroysku politikararnar: - Þeir eru fyrst og fremst valdir at arbeiða í Føroyum Tingformaðurin tekur ikki hædd fyri at Fólkatingið verð- ur sett týsdagin. Fíggjarlógaruppskotið verður fyri í ting- inum mikudagin. — Kunnu politikarar ikki verða hjá- staddir, noyðast teir at fáa eykafólkini at taka sæti fyri seg, sigur tingfomaðurin DAGNY JOENSEN So hendir tad aftur, at løg- maður og fólktingslimirnir fara niður á Fólkatingið, í staðin fyri at taka lut í vid- gerðini av fíggjarógarupp- skounum, sum verður í tinginum mikudagin Í fjør var tað Edmund Jo- ensen, løgmaður, sum ikki var hjástaddur í tinginum, av tí at hann var í Danmark, tá Fólkatingið varð sett Spurdur hví tingið hevur sett viðgerðina av fíggjar- lógaruppskotinum, júst sum folkatingslimir og løgmaður eru burturstaddir, sigur Finnbogi Ísakson, tingfor- maður, at tað er vanligt at fíggjarlógaruppskotið og løgmansrødan liggja frammi í eina viku, áðrenn viðgerðin byrjar. Tað er mikudagin Ikki vanligt at taka fólktingið fram um — Tað er ikki vanligt at ting- ið tekur fólkatingið fram um okkara egnu viðurskifti Tingmenn eru fyrst og fremst valdir í tingið, og um teir halda tað verða neyðugt at fara í Fólkating- ið, eiga teir at fáa eyka- mannin inn fyri seg, sigur Finnbogi Ískason. Tingformaðurin = dugir heldur ikki at skilja, hví løg- maður skal verða hjástaddur tá Fólktingið verður sett, og sum sagt, tað tekur tingið ikki hædd fyri, og tað gjørdi Jógvan I. Olsen heldur ikki, tá hann var tingformaður. Finnbogi Ísakson var eis- ini boðin at koma til Dan- markar henda dagin, men hann sendi avboð. Ein landsstýrismaður, sum eigur stóran part á fíggjarlógini, er burtur í 14 dagar. Tað er Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum. Hann er á rådstevnu í Skotlandi, og kemur ikki aftir fyrr enn 14. Signar á Brúnni, lands- stýrismáður í menta- málum, er burturstaddur komandi 14 dagarnar. Hann er í Skotlandi, har hann luttekur á ráðsteynu og á einum skeiði oktober. TIl hetta svarar tingfor- maðurin, at Signar á Brúnni er landsstýrismaður. Fyri hann kunnu Karsten Hansen og Høgni Hoydal svara, um tað gerst neyðugt. Vit fingu eisini fatur í teimum trimum Anfinn Kallsberg, Jóannes Eides- gaard og Ola Breckmann á flogvgllinum, áðrenn teir sessaðust í flogfarið til Dan- markar. Fyri at sýna kurteisi Anfinn Kallsberg: — Eg fari niður at verða hjástaddur tá Fólkatingið verður sett týsdagin, og komi væntandi aftur mikudagin. — Er tað so umrådandi hjá tær at verða hjástaddur í Fólkatinginum, tá fíggjar- lógin er fyri í tinginum? — Eg fari niður at vera saman við teimum politik- ararunum, sum vit gjørdu avtalu við í Danmark í summar. — Harnæst er tað siður at tingformaðurin og løgmad- ur eru hjástaddir, tá Fólka- tingið verður sett. Tað er eisini fyri at sýna fólkatingi- num kurteisi, sigur løgmad- ur, sum ikki heldur tað vera neyðugt at gera so nógv burturúr. — Fíggjarlógarviðgerðin er ikki liðug eftir einum degi.Tað verða hópin av møguleikum at verða við í hesum arbeiði, sigur løg- maður. Oli ferðast millum londini Oli Breckmann hevur ára- langar royndir at ferðast millum Løgtingid og Fólka- tingið. Hann sigur við Sosi- alin, at hann kemur aftur tyskvøldid og er í tinginum mikudagin, men fer møgu- Finnbogi 'Ískason, tingformaður: — Tað er ikki vanligt at tingið tekur Fólkatingið fram um okkara egnu viðursKifti. Tingmenn eru fyrst og fremst valdir í tingið, og um teir halda tað vera so neyðugt at fara í Fólkatingið, mugu teir fáa eykamannin inn fyri seg liga avstað aftur hósdagin. Tað hevur hann eisini gjørt áður, og tað hevur riggað væl. Eykamaður inn fyri Jóannes Jóannes Eidesgaard hevur fingið farloyvi í 10 dagar, og fyri hann tekur Mikkjal Sørensen sæti á tingi. — Tað er harmiligt at ting- formaðurin ikki tekur hædd fyri hesum. Hann ætlaði eis- ini, at uppskotið um full- veldi skuldi fáa 2. viðgerð týsdagin, sama dag sum Fólkatingið verður sett, men tað fingu vit broytt, og upp- skotið fekk viðgerð seinasta fríggjadag, sigur Jóannes Eidesgaard, í telefonini á flogvøllinum.