Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 ítróttar Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998 B36 fekk átta móti VB fyri aðru ferð í ár Fótbóltur: Bert eina løtu í fyrra hálvleiki hótti VB, men annars hevði B36 fult tamarhald á ársins seinasta dysti, sum bert skuldi fáast av vegnum Emi L. JACOBSEN B36 brúkti seinastu tiggju minuttirnar av fyrra hålv- leikr til at tryggja sær sig- urin í Gundadali móti VB, og sostatt endaðu bronsu- merkini í B36 Nógv mál komu í dyst- inum, sem varð merktur av, at VB einki hevði at spæla fyri. Verjan hjá vágbingum spældi syndarliga vånaligt, og flein av målunum hjå B36 komu, ti VB-verjan ikki var nóg avgjørd og ikki ruddaði upp, tá hon skuldi Og tá so VB-málverjin heldur ikki hevði ein av sin- um góðu døgum, lá væl fyri hjá B36 at fáa átta mål — øll skotin innan 43 minuttir Tað var rættiliga deydligt í Gundadali leygardagin. A- skoðaratalið var lítið — HB- húsið var so at siga tómt, ti øll HB-viðhaldsfólkini vóru í Fuglafirði, og B36-húsið var heldur ikki fylt upp. Spælararnir gleddu seg til endan av eini langar: kapp- ing, og tí ráddi sum so bert um at fáa dystin frá hondini. Stutt millum málini Einki mál kom fyrstu tjúgu minuttirnar, men so kom ferð á. Bjarni Prior spældi á miðjuni leygardagin, og hann fekk hol á, tá eitt inn- legg hjá honum um ein VB- fót endaði í málinum. A dómaraseðlinum stendur Bjarni Prior til at hava fing- ið hetta málið, men talan var minst líka nógv um sjálv- mál í stíl við tað, Brøndby fekk móti Bayern Miinchen herfyri. Sjey minuttir seinni økti Jens Kristian Hansen til 2- 0, áðrenn VB kom fyri seg. Tveir minuttir eftir málið hjá Jens Kristian minkaði spælandi venjarin Krzystof Popczynski til 1-2, og fýra minuttir seinni javnaði Mil- an Culjic við einum góðum skoti úr 16 metrum. Men henda stødan helt sær ikki leingi. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki spældi B36 besta fótbóltin í dystinum, og Ronnie Sam- uelsen skoraði til 3-2 í 37. minutti, áðrenn Jákup á Borg tríggjar minuttir seinni við eini góðari fintu og skoti skeyt sítt 19. mál í lands- kappingini. B36 fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik. Tað syrgdi Jens Kristian Hansen fyri, tá eitt innkast úr høgru slapp at fara framvið fleiri monn- um inni í brotsteiginum, so liðskiparin kundi prika hann inn til 5-2. Fyri B36 ráddi um at vinna og samstundis vóna, at KÍ misti stig í Sumba, tí so hevði havnarliðið farið upp á silvurplássið aftur, og teir gjørdu sína skyldu í seinasta umfarinum. Í seinna hálvleiki fekk B36 trý mál afturat, meðan VB einki fekk. Fyrr í ár tapti VB 8-0 mót B36 í steypa- kappingini, og aftur hesa- ferð noyddist Bjarni Johan- sen átta ferðir inn í málið eftir bóltinum. Leygardagin hevði hann langan veg aftur eftir bóltinum, tá sætta mál- ið hjá B36 kom. Staddur langt úti úr egnum máli misti Bjarni bóltin til John Petersen, sum við einum frálíkum lobbi lyfti upp um VB-málverjan og í netið til 6-2. Nú var eingin ivi um, hvgr fór at vinna, og næsta korterið fekk B36 tvey mál afturat. John Petersen økti til 7-2 upp á ein eitt sindur tilvildarligan kjans, eftir at VB-verjan enn einaferð hevði kloddað í tí framman fyri egnum máli, og tað bleiv 8-2, tá Jákup á Borg setti punktum fyri sínum góða kappingarárið. Tá vóru 63 minuttir spældir, og sostatt var tíð til fleiri mál, men tað hendi tó ikki nógv meir í dystinum. B36-arar- nir vóru nøgdir, og VB-ar- arnir tímdu ikki meir. Vunnu átta av niggju B36 vann átta av níggju dystum í seinnu helvt, og John Petersen og Jákup á Borg staðfestu enn einaferð, at teir í ár hava mannað besta álopið í Føroyum. I løtuni sær út til, at dysturin móti VB var tann seinasti landskappingardysturin, teir báðir spældu fyri B36 — í øllum førum í hesum um- fari. Tað er lítið sannlíkt, at árstalsfelagið sleppur at hava hesar báðar á liðnum komandi ár, tí útlendsk fel- øg hava víst teimum stóran áhuga í ár. VB fekk ikki so góða endastødu sum í fjør, men glottar hava verid inn imill- um — fyrst tå Jén Pauli Ol- sen, sum sat å bonkinum allan dystin leygardagin, kom heim år Danmark, og sidani, tå venjarin Krzystof Popczynski kom úr Esbjerg eftir summarsteðgin. At VB hoyrir heima í 1. deild, er einki at ivast i, men fólka- grundarlagið hevur ikki al- tíð verið so gott í ár, og tað merkist skjótt, tá skaðar taka seg upp í hópinum. Eitt stig á Svangaskarði var nóg mikið hjá NSI at røkka fjórða plássinum og harvið røkka plássinum í Intertoto Cup. sum teir í nógvar vikur hava havt eyguni vend í- moti NSI rakk ikki europeisku veddingarkappingini, tí teir taptu, samstundis sum gøtu- menn vunnu á Tvøroyri, og uttan at taka nakað frá heimaliðnum, ið spældi fyri sínum møguleika og fekk fulla úrteka, so kann ikki annað sigast, enn at teir á gestaliðnum gjørdu líuð fyri at vinna. NSI var so varðið i út- gangsstøduni, at tað ber ikki til at leggja annað í tað, enn at teir vóru mest hugaðir fyri målleysum javnleiki. Teir høvdu bara Mortan Hansen å toppinum, og teir løgdu líuð tryst á verjuna hjá B68. Harvið fingu teir á heimaliðnum frið til at skipa sitt spæl, Ossur Hansen fekk gott pláss, og Aksel Højgaard fekk frið ul at brúka síni góðu fótbóltseyn- NSÍ goymdi seg og tapti Endin hjá toftamonnum hjálpti uppá miseydnaða kappingarárið hjá teimum ir Hjá NSI manglaðu fleiri av teimum, sum hava verið við til at borið liðnum til plássið, sum teir vóru á — serliga meinur var saknurin av Arnfinni Langgaard í miðverjuni (Jákup Martin Jacobsen fekk fyri fyrstu ferð møguleikan á hesum plássinum frá fyrsta bríksli) og Kára Hansen á midvøll- inum, og tað kom illa við, at Kristian Høgni Jacobsen heilt tidliga i 2. hålvleiki noyddist at fara út — og tað sást aftur í avrikinum. Liðið var ikki væl skipað, og teir sparkaðu ov nógv og spæl- du ov lítið, og tað kostaði eisini nógv, at teir so ofta mistu í uppspælinum. Men hóast hol og veik- leikar, so var NSI á odda tvær ferðir, og teir høvdu eisini møguleikar at økja um leiðslurnar. Eddie Mikkelsen, sum var mid- vallari ytst í vinstra borði, fekk góðan møguleika at økja til 3-1, men hann fekk ikki mål, og tað visti seg at gerast kostnaðarmikið, at heldur ikki Páll Didriksen, sum spældi síðsta korterið, ikki fekk mál móti fyrrver- andi lidfeløgunum. áli . Ken Nónklett var ein av mongu miðvallarunum. Hann hevur verið við onkr- ar løtur fram móti endanum av kappingini, og hesa ferð skoraði hann við góðum lobbara úr 24 metrum. Tá vóru 21 minuttir farn- ir, og stødan helt sær til seinna umfarið var tveir minuttir gamalt. Jan Peter- sen, sum hesa ferð var flutt- ur út aftur á gamla plássið hjá sær á høgra vongverj- anum, legði innfyri, og Aks- el Højgaard var fyrstur á og heilftuktaði i kassan. Hetta setti liv í heimalið- ið, sum alla tíðina tóktist viljasterkari, enn teir ofta hava gjørt fyrr í ár. Teir spældu seg til onkrar møgu- leikar, og ikki minst Fróði Benjaminsen, sum seinni gjørdist so avgerandi fyri úrslitið, hevði ein stóran møguleika, tå hann kom innum målverjan, men NSI bjargadi å strikuni. B68 hevur fyrr i år tapt nógv stig síðstu løtuna, og tá NSÍ kom framum aftur eitt lítið korter fyri leiklok lá í luftini, at øll stigini skul- du fara av Svangaskarði. Sjúrður Jacobsen sendi høgt frísparksinnlegg úr vinstru og tvørtur við málinum, B68 málverjin fór púra skeivur, og Sonni L. Peter- sen, sum hevði loyst Krist- ian Høgna Jacobsen av, rann í bóltin, sum fór um strikuna. Men toftamenn knyttu nevarnar, teir fingu hjålp av út av lagi vánaligum eftir- ansingum í NSÍ verjuni, teir fingu tvey mál, stigini vóru á Toftum, lagið á ársveitsl- uni var gott, og kærkomni sigurin á innan monnum var gott plástur á eitt kapping- arár, sum ikki stóð mát við tað, teir í B68 høvdu vónað og roknað við. Fróði Benjaminsen, sum í utgangsstøduni var fram- rættadur miðvallari ella hangandi álopsmaður, átti síðsta fótin á báðu ferðirnar. Jákup Eli Olsen, sum býr í Havnini, har hann gongur í skúla, hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at spæla við barnsdómsfelagnum komandi ár. Hvussu tað verður við tí, fáa vit at siggj- a, men um hetta var síðsta ferðin á B68 liðnum í hes- um umfarinum, so kunnu vit ikki siga annað, enn at endin var góður. Hann átti sendingina úr vinstru, sum fór framvið fleiri verjuspæl- arum, áðrenn Fróði Benja- minsen við handara stólpan smekkaði í kassan, og Jákup Eli var eisini faddur til sig- ursmálið, tá hann sendi út frá baklinjuni í vinstru til Fróða Benjaminsen, sum um brotssparksplettin var púra leysur, smekkaði upp- undir nettakið, og tofta- menn inni á og kring vøllin bóru seg at, sum um teir høvdu vunnið meistara- skapin. jh Jóhannes Joensen á landsliðið Fótbóltur: Magni Jarnskor hevur givið avboð, og tað liggur í luftini, at Allan Mørkøre fer at geva avboð Ein føroyameistari afturat verður í ferðalagnum, tá landsliðið í annaðkveld fer til Litava. Tað er Jóhannes Joensen, sum hevur spælt sera væl á vongverjanum í høgru hjá HB í ár. Jóhannes Joensen er úttikin til teir báðu dystirnar á útivelli, tí Magni Jarnskor, fyrrverandi liðformaðurin, hevur givið avboð. Orsaka av arbeiði liggur tað ikki fyri hjá Magna Jarnskor at vera burtur í meiri enn eina viku Allan Mørkøre segði leygardagin, eftir at HB hevði fingið steyp og gullkrónur, at knæskaðin hjá honum er so mikið ålv srsamur, at hann ikki rokn- aði við, at tað fór at bera honum til at spæla landsdyst leygardagin. Allan hevur ikk: vant í tríggjar vikur, men hevur verið pjøssadur saman til vikuskifuni, og i Fuglafirði sást lítið ul skað- an Allan Mørkøre skuldi tosa við Allan Simonsen, men tá vit frættu frá FSF skrivstovuni á middegi í gjár hevði Allan Mørkøre ikki verið í sambandi við landsliðsvenjaran Marek Wierzbicki hevði ivaleyst verið ein kærkomin styrkur í landsliåshopinum, um hann hevði havt møg uletka fyri tí. Hann er pól verji. og nú fótbóltsárið cr liðugt, fer hann ul heim- landið at halda fri, áðrenn hann um mánaðarskiftið januar/februar kemur aftur til KL Men heimferðin var ikki akkurát soleiðis, sum Marek mundi hava ætlað tað. Í Sumba var hann 6- heppin. Kjalkabeinið brotn- aði, og tað tekur einar seks vikur, áðrenn ein sovorðin skaði er burtur jh Johannes Joensen (h.m.) er nú uttikin til landsliðið til dystirnar móti Litavia og Skotlandi = Savnsmynd: Alvur Haraldsen — Fe %