mikudagur 7. oktober 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mee
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
tíðindablaðið 500)
19
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Bestu liðini og útlendsku
feløgini eiga landsliðið
Fótbóltur: Tveir spælarar, sum ongantíð
hava spælt á landsliðnum áður, eru næstu
vikuna við í landsliðsferðalagnum
Seinnapartin í dag, kl. 17.30, lættir
flogfarið hjá Atlantsflog úr Vág-
um við nøsini vendari móti litav-
iska høvudsstadnum Vilnius. Har
skal landsliðið spæla leygar-
kvøldid klokkan 18 føroyska tíð,
og í morgin og fríggjadagin fara
Allan Simonsen og Jógvan Martin
Olsen at halda spælarunum til.
Landsliðsvenjarin og spælarar-
nir, sum dagliga eru uttanlands,
koma til Føroya í dag, og so fer
landsliðsferðalagið beinleiðis til
Litava.
Ferðaleiðarar fyri FSF eru
Mortan Poulsen og Jákup Simon-
sen, og liðleiðari er Heðin Ask-
ham.
Landsliðið skal spæla tveir dyst-
ir í fýra dagar, og í slíkum fórum
er ikki minst týdningarmikið at
hava hollar og fryntligar persón-
ar, sum kunnu vegleiða og veita
viðgerð, tá tað ræður um heilsu-
partin, og tað kann ikki sigast ann-
að, enn at landsliðið er væl fyri,
hvat tí viðvíkur. Einir tveir ella
tríggir læknar og tveir ella tríggir
fysioterapeutar skiftast um at ferð-
ast við, alt eftir sum tað liggur
fyri, og hesa ferð eitur læknin Jens
Pauli Marstein, og fysioterapeut-
urin eitur Alvur Hansen, sum
sjálvur er venjari hjá U-18 kvinnu-
landsliðnum
Setningurin
Litava ljóðar ikki av so nógvum í
altjóða fótbólti, men eingin ivi
skal vera um, at bitin verður iva-
leysa stórur hjá føroyingunum.
Litava er styrkismett hægri, enn
Estland er, og øll minnast, hvussu
tað gekk, tå landsliðið 4. juni
royndi at endurtaka sigurin, sum
teir vunnu í Estlandi 20. august í
fjør.
Síðani hevur verið sagt, at ein
av orsøkunum til stórtapið í Tall-
inn var, at føroyingarnir ótilvitað
undirmettu estlendsku mótstøðu-
menninar. Tað fara føroyingarnir
Føroyingar bíða framvegis
eftir sensafiónini, og sum
vanligt leggja teir mesta álitið
á Toda Jonsson at syrgja
Saynsmynd: Alvur Haraldsep
heilt víst ikki at gera hesa ferð,
men vit kunnu vóna, at litavararnir
fara at undirmeta føroyingarnar,
sum taptu so nógv móti estisku
grannunum hjá Litava.
I utgangsstøduni kann ikki
roknast við, at føroyingarnir hava
nakað stig í posanum, tá landsliðið
lendir aftur í Vágum um eina viku,
men tað heyði komið væl við, um
tað kortini hevði eydnast.
Vit vita, at Skotland er eitt tor-
ført mótstýðulið á útivelli, og at
Litava megnaði javnleik móti
teimum, tá hesi bæði liðini hittust
í EM undankappingini fyrst í sept-
ember, sigur okkum, at tað verður
torført báðu ferðirnar.
Men nú fáa vit at síggja, hvussu
tað fer at hilnast. Burtursæð frá
sigrunum á smátjóðunum San
Marino og Malta hevur landsliðið
undir leiðslu av Allani Simonsen
ongantíð í undankappingardystum
fingið stig á útivelli. Tapini hava
ikki altíð verið stór, og ikki minst
stendur 3-1 tapið í fjør — eftir at
landskappingin heima á landi var
liðug — greitt í huganum.
Manningin
Onkrar broytingar hava verið, síð-
ani landsliðsvenjarin í síðstu viku
valdi teir átjan, sum hann vildi
hava við. Sum vit søgdu í gjár, so
hevur fyrrverandi liðformaðurin,
Magni Jarnskor, givið avboð, tí
hann heldur seg ikki hava tíð til
so langa ferð, og í gjár var greitt,
at Allan Mørkøre er so mikið illa
fyri, at hann kann ikki fyrireika
seg til dystirnar og spæla.
Í staðin fyri teir báðar hevur
venjarin valt Jóhannes Joensen úr
HB og Jan Joensen úr KI. Hvørgin
teirra hevur verið á landsliðnum
áður, men Jan Joensen hevur tikið
lut í onkrari felags venjing.
Jan Joensen, sum hevur staðið
seg væl á KI liðnum í ár, er 30 ára
gamal, og at hann nú fær lands-
liðsboð kann so ikki vera tí, at
venjarin ynskir at slúsa ein ungan
spælara inn í landsliðsmanning-
ina.
Tað er merkisvert, at venjarin
ikki hevur sent boð eftir Arnbirni
Danielsen. B36 verjumaðurin
hevur verið fastur fúsur í hópinum
í meiri enn eitt ár, men nú er hann
ikki millum tjúgu teir fyrstu.
Feløgini
Tað hevur verið tosað nógv um,
at fremstu feløgini í Fóroyum ikki
hava havt so stóra umboðan á
landsliðnum, sum tað hevur verið
hildið, at tað var nátúrligt, at tey
høvdu, men tað kann ikki sigast,
nú landsliðið fer avstað til síðstu
uppgávuna í ár.
HB, sum er FM vinnari, eigur
tríggjar spælarar — Jan Dam, Hans
Fróða Hansen og Jóhannes Joen-
sen, KÍ, sum vann silvurmerkini,
eigur tveir spælarar — John Hansen
og Jan Joensen, B36, sum endaði
á triðja plássi, og sum stóð seg
sera væl í seinnu hálvu, eigur fýra
spælarar — Jákup á Borg, Jens
Kristian Hansen, John Petersen og
Pól Thorsteinsson, og GI, sum i
sidsta umfarinum smoygdi sær
upp á fjórða plássi, eigur tveir
landsliðsspælarar — Henning Jarn-
skor og Sámal Joensen.
Tað vil við øðrum orðum siga,
at fýra tey fremstu liðini heima á
landi eiga ellivu av átjan spælar-
um, og so skulu vit leggja afturat,
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
A
at tveir aðrir frá hesum feløgun-
um — Magni Jarnskor og Allar
Mørkøre — hava givið avboð
Utlendingarnir eru seks í talið
ella sjey, um Jan Dam verður
roknaður millum hesar, og frá ødr
um føroyskum feløgum er bara ein
spælari — Óli Johannesen, sum
umboðar niðurflytararnar úr TB
Hvussu liðið verður sett saman,
fara vit at hoyra meiri um teir
næstu dagarnar. Allan Simonsen
plagar at siga, at hann í so stóran
mun, sum tað ber til, ynskir at
spæla við sama liðnum, og tað ber
næstan til hesa ferð. Av teimum
ellivu, sum mannaðu liðið móti
Kekkia, eru allir við hesa ferð
burtursæð frá Allani Mørkøre
Sámal Joensen, sum hetta síðsta
árið hevur arbeitt seg alt nærri ein-
um fastum plássi, var skaddur
seinast, men hann er við aftur hesa
ferð.
Út frá omanfyri standandi kundi
nógv bent á, at talan verður umleið
sama liðið, men tað kann eisini
hugsast, at venjarin fer at gera
onkra taktiska broyting, og ein
maður sum John Hansen man vera
komin nærri einum plássi í byrjun
aruppstillingini, eftir at Allan
Mørkøre hevur givið avboð, men
hvussu tað verður við hesum og
øðrum vidurskiftum kring lands
liðið fara vit at frætta meiri um
teir komandi dagarnar
Ítróttarsosialurin verður við í
ferðalagnum seinnapartin í dag
og vit fara at lata frætta frá okkun
í morgin, fríggjadagin og leygar
dagin. jh