Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998 tíðindablaðið SON 7 - Vit seta okkara álit á Havsbrún Fyrradagin frættist, at Havsbrún hevði keypt bygningarnar, sum Handils- og frystivirkið fyrr átti í Fuglafirði. Keypið merkir, at tað neyvan verður fiskavirksemi av gamla slagnum í bygningunum. Men tað sær bygdarráðsformaðurin í Fuglafirði, Hallbjórg Hansen ikki sum ein trupulleika. — Tað hevur víst seg ikki at verða nóg mikið av rávóru til eitt flkakavirki, og tí er ikki grundarlag fyri tí. Vit seta heldur álit okkara á Havsbrún sigur hon JONHARD HAMMER Fyri fáum døgum síðani kom fram, at Havsbrún hevði keypt gomlu bygn- ingarnar hjá Handils- og frystivirkinum frå Føroya Banka. Handils- og frystivirkid var eitt stórt arbeidsplåss, tann tíð ta var, men seinastu sjey árini hevur einki flaka- virksemi verið á virkinum, men hvat sigur bygdaráðs- formaðurin í Fuglafirði til at Havsbrún hevur keypt virkisbygningarnar? Hallbjórg Hansen, bygd- aráðsformaður, heldur ikki at talan er um at niðurleggja eitt stórt arbeiðspláss í Fugl- afirði. Tað, sum hon hevur frætt er, at teir ætla at fara at brúka tað til vinnu og ætla ikki bara at keypa bygning- anir fyri at eiga teir. Hon vísir á, at tað eru aðrar vinn- ur ein kann fara í holt við. — Tað hevur víst seg, at tað er ikki nokk av råvøru til eitt flakavirki, so tað er ikki grundarlag til at byrja aftur, sigur hon Kommunan hevur roynt at keypa byggningarnar hjá Handils- og Frystivirkinum. Hetta var ikki fyri at fáa virkið í gongd aftur, men fyri at fáa fatur á økinum, tí at kommunan ikki eigur ikki alt ekið. Hetta eydnadist íkki kommununi, og grundina til tað veit Hallbjórg Hansen ikki. Hon heldur at tað er tað minsta, at ein kann fáa eitt svar frá Føroya Banka. Grundin til at Kommunan vildi keypa økid var, at so at tað kundi verða møgu- leiki fyri, at onkur annar kundi fara í gongd. Um so ikki var til flakavinnu, so eru tað onnur fiskasløg, sum tað ber til at virka á virkin- um. Sum nú kann komm- unan ikki avgera, hvat fyri virksemi fer í gongd á Handils og Frystivirkinum. Tað kann líka so gott verða annað arbeiði, sum ikki hevur við fiskivinnu at gera. Um so verður so er tað spell, tí tað er altíð mangul uppá økir við kaiina, og tað er sera kostnaðarmikið at byggja kaigkir. Arbeiðsloysi í Fuglafirði Fuglafjørdur er ein av bygd- unum, sum er rakt av ar- beidsloysi. Og tad er eitt tad hægsta i Føroyum. Sambært hagtølunum eru tad serliga kvinnur i Fuglafirdi, sum ganga arbeidsleysar. Hall- bjørg Hansen, bygdaråds- formadur sigur at tey hava ongar ætlanir um, hvussu tey kunnu minka um ar- beidsloysi, men hon heldur at tad er minkandi. Hon set- ur sítt álit á Havsbrún, tí tå ið teir siga at teir fara at brúka virkið til okkurt sum fer at geva arbeiði til kvinnur og menn, so roknar hon við at teir fara at halda orð. Ikki rætt at seta eitt virki í gongd Hallbjørg Hansen heldur at tað er rætt at kommunan skal seta nakað virkið í gongd, men tey vóru áhug- að í at keypa bygningarnir og øki, tí tey hava haft fleiri fyrispurningar um virkið og gkið. Bæði fagfeløg og onn- ur hava vist åhuga. Arbeiða aðrastaðni Sjålvt um at tað er ikki nógv arbeiði í Fuglafirði, so er skattaintøkan hjá kommun- uni í ár nógv hægri enn roknað var við. Grundin til tað er at fuglfiringar fara arðastaði at arbeiða. Hallbjórg Hansen, bygdarráðsformaður í Fuglafirði heldur ikki kat fuglfirðingar hava nakað mat óttast við at Havsbrún hevur keypt bygningarnar hjá Handils- og frystivirkinum ikki aftur flakavirki Tá ið tíðindini komu fram um, at Havsbrún hevði keypt Handils og Frystivirkið, vóru tað nógvir fuglfirðingar, sum gjørd- ust bilsnir. Tí hetta merkir, at stórsta arbeiðsplássið í bygdini ikki letur uppaftur JONHARD HAMMER Pól Huus Sólstein frá Havs- brún sigur, at teir ongar í- tøkiligar ætlanir hava við virkinum. Sjálvandi hava teir onkrar tankar, um hvat virkið kann brúkast til, men longur er tað ikki komið. Tað fyrsta, sum skal ger- ast er at fáa maskinurnar út, so ein kann síggja í hvørj- um standi virkið er í. Virkið er stórt og hevur nógvar til- bygningar, og skal ein fara undir eina nýggja fram- leiðslu, so kemur tað at kosta. Roknast kann við, at tað kemur at kosta nógv. Tað er so heilt vist at tað verður ikki farið undir flakavinnu, tí hetta er ikki nakað Havsbrún satsar uppá. A Havsbrún verður hugs- að nógv um gll tey arbeiðs- plássini, sum verða mist tá eitt flakavirki verður nið- urlagt. Men her er ikki talan um at lata eitt virki aftur. Tað hevur verið stongt í sjey ár og í fjør leigaði Havsbrún virkið frå Føroya Banka til at frysta makrel og gullaks. Hetta gav nógv arbeiði á virkinum eina tíð. Virkið hevur sum nevnt ligið stilt í sjey ár og eingin hevur gjørt nakað fyri at fáa tað í gongd aftur. Nú fingu vit møguleikan og vit tóku av. Um ein íkki ger nakað við virkið nú, so fer tað í »fisk«, sigur Poul Huus Sól- stein Tað er neyvan rætt at satsa uppá pelagisk fiska- slóg. Seinasta ár så alt so gott út, men í ár hevur tað gingið illa. Prísurin er farin niður við 60%, og nógv verður ikki selt á marknað- inum. Ætlanin er sjálvandi at hava okkurt slag av virk- semi á Hansils og Frysti- virkinum Tað kostar nógvar pengar, at hava eitt so stórt virkið standandi tómt. — Havsbrún er ikki kent fyri at lata alt liggja stilt. Vit vilja sjálvandi hava so nógv virksemi sum gjørligt. Men tað má hanga saman fíggjaliga sigur Pól Huus Sólstein. Hann sigur at enda, at tað er nógv virksemi á Havs- brún. Tað eru umleið hundr- að ársverk á virkinum, men Nógva virksemi á Havsbrún ger, at teir hava plásstrot til tíðir, men um tað er tað bygningarnir, sum nú eru keyptir, skulu brúkast til er ikki greitt enn, sigur Poul Huus Sólstein aftur at tí kemur so tað virk- semi, sum Havsbrún skapar og tað er ikki so lítið. Tað Handils og frystivirkið verður Fl 3 umfatar m. a. arbeidi til smidir og elektrikarar og annad gott