Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 1998síða 26

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28 tíðindablaðið S082/UT Nr. 191 — 9. OKTOBER 1998 TIL SØLU YNSKIST Hohner keyboard PSK30 Er nakar, ið eigur ein til selu fyri 1.500 kr. Ný- prísur 4.500 kr Tlf. 456476 Sjonvarp TIL SØLU Lítið svart/hvitt sjónvarp til sølu fyri 300 kr Tlf. 455443 - 456667 TIL SØLU Parabol við kortlesara frá 31/10-97 til selu fyri 2.500 kr. Nýprísur 4.000 kr TI. 281993 Ymiskt ROKKJALLARIN Vit átaka okkum at selja fyri fólk Eisini keypa vit deyðs- bugv ROKKJALLARIN Tlf. 311990 á 283390 Tinghúsvegur 42 - 100 Tórshavn Opið: måned. -friggjad kl. 13—17.30 Leygardag: eftir avtalu Hvitvøru Service Vit umvæla allar hvit- verur og onnur el-tól um alt landið — nú eisini í Suðuroynni Avgreiðslutíð månadag-friggjadag frå kl. 9.00—17.00 Tlf. 310998 - 316305 ella 282898 ELDAM FOTOUTGERD Framkallingartól og turkari til fotomyndir, bíliga til solu. Tlf. 441536 eftir kl 17 BYRSA Brukt ca. 12 byrsa ynskist til keyps Tlf. 447920 TIL SØLU GSM mobiltelefon viå lad- ara, Motorola, 900 kr Tlf. 319584 MARKNADARDAGUR! Marknaðardagur verður í Itróttarhellini í Trongisvågi 21. nov. 98. Tilmelding áðrenn 9. nov. á tf 372480 Suðuroyar Kunningarstova SOLARIUM við 12 rørum til sølu Tlf. 422353 TENDRARAR 125 ymiskir tendrarar, har- av 100 ymiskir reklamu- tendrarar, veråa byttir um vid føroysk telekort Tlf. 086150140 TELEFONKORTBYTU TIL KEYPS Eg havi telefonkort frá um- leið 50 londum og býti um við brúkt føroysk telefon- kort. Eg keypi fegin nýggj føroysk brúkt telefonkort Tlf. 086150140 SEYMIMASKINA Singer 7110 til sølu fyri 800 kr TIf. 372082 TIL SØLU Ein Motorola GMS mobil- telefon við ladara til sølu 700 kr. If. 310208 JOLASØLA Arliga jólaselan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður i Badmintonhøllini 5. og 6. des. ferðaseðil at selja mær Ur til Danmarkar umi. tann 20. okt. fyri bíligan penga, so vinarliga ring Tlf. 320660 VINDEYGA TIL SØLU Obrukt, dupult sprossa- vindeyga til sølu. Hevur 6 termorutar i hvørjum faki. Måt: 118x118 cm Tlf. 283013 TIL SØLU Bakers Pride pizzaovnur úr rustfrium stáli, utv. mat: 50x43x24 cm, til sølu fyri 2.000 kr Tlf. 444930 FERD VID NORRØNU 12. okt. til Aberdeen til sølu fyri 1.500 kr Tlf. 447756 YNSKIST Er nakar, sum kann selja okkum leikutoy biliga til drong, t.d. He-man, Ac- tion-man, Playmo, so ring Tlf. 448605 FOTBOLTUR Landsdysturin England- Bulgaria verdur vistur beinleiðis á stórskiggja í Bygdarhúsinum á Strond- um leygardagin 10. okt. kl. 15 Strálan DART Spælt verður dart tyskvøld og hoskvøld frá kl. 21. Strálan TIL SØLU Heimagjørt reiggjustativ við tveimum reiggjum til sølu fyri 200 kr. Tlf. 314425 TIL LEIGU Eitt holi tilleigu, umleið 140 kvm, t.d. til snikkaraverk- stað, smiðjuverkstað, goymslu ella annað vinnu- ligt. 311199 JOLASØLA Tann árliga jolasølan verð- ur leygardagin 5. des. Skála Ítróttarfelag SAÐIL TIL SØLU Nýggjur íslendskur saðil av slagnum »Hrafn« til sølu. Tlf. 316341 ella 281014 GRILLBARR miðskeiðis á Tvøroyri til sølu til hægstbjóðandi. Meira fæst at vita við at venda sær til Tlf. 49140112 / 40574420 TIL SØLU Vevur, 6.000 kr. Bindi- maskina, 1.000 kr. Nyggj overlock seymimaskina til fyra trillur, 3.000 kr. Tlf. 455443 - 456667 SJÓNLEIKARAFELAG/ BOLKUR Sjónleikarafelag av Egil- stoðum í Íslandi ynskir samband við sjónleikara- felag/bólk í Føroyum. Nærri fæst at vita á MåF, tif. 315624 PERSIENNUR 1 stk. mahogny, 160x160 cm, 400 kr. 1 stk. natúr, 160x160 cm, 400 kr. 1 stk. natúr, 118x160 cm, 300 kr. 2 stk. natur, 47x160 cm, 200 kr. stk. Tlf. 315108, e. kl. 17 KOSMETIKK LR-Internationia! av góð- um kvaliteti kann bileggj- ast á Tlf. 313254 HEY, GODA TU! Tu, sum lænti mynstrini til føroysku dreingjaklæðini, ber mær tey aftur, ti nu skal eg brúka tey.i Heilsan, Hanna TI. 312046 Frá høvdinum skalt tú hvalin skera Í lívinum eru sum oftast fleiri møguleikar enn ein ella tveir. Tú finnur kanska ikki tann rætta, fyrr enn tann sjeyndi ella tíggjundi kemur undan kavi. Men so eru tað tíðir, tá ið tú má velja. Sum danskir politikarar søgdu vid okkum, tå kreppan kom: »Nej, nu er sand- hedens time kommet for færingerne«. Greið tala. Føroyingarnir, og bara teir høvdu skyld í krepp- uni, so teir máttu klára tað sjálvir. (hóast kreppan gjørdi vart við seg víða hvar, eisini í Danmark: Bornholm, Himmerland og Varde Bank). Tosað var um >skyld<, so tú kom at hugsa um bíbilska synd. Og føroyingar brúktu orð sum skomm i heilum. Kappaðust um at bekenna sínar syndir. Nei, so ser menniskjaliga eru vit ikki. Tað var sjálvandi flísin hjá hinum. Og føroyingar í hópa- tali trúðu fyri bara gott fýra árum síðani, at fingu vit tann rætta flokkin valdan, sum kundi fara til Danmarkar og har be- kenna okkara syndir, fingu vit 3 milliardir eftir- givnar. Teir bekentu og ákallaðu ríkisfelagsskap- in, men alt til onga nyttu. Nú skulu ikki øll niti- árini reksast upp, vit kenna tað alt ov væl og eitt fleirtal hevur tikið við læru. Tað hjálpir ikki at dúva uppá onnur. Bein- leiðis lívshættisligt. Sum eg síggi tað, trokar eitt nýtt ættarlið seg fram, tað er kanska tað mest glediliga av øllum. Eitt ættarlið sum er vaknað og vil fara til verka. (sjálv- andi eru tey, sum tey undanfarnu, Adams børn fyri tað). Tey hava sæð skriftina á vegginum. Um føroyskt mál og mentan skal enda við teirra ættar- liði, um vit skulu vera før- oyingar ella eitt slag av bornholmarum. Liva av náðins breyði ella ei. Danskir serfrødingar siga, at bara 20.000 til 25.000 menniskju kunnu liva her. Yvirskotsføroy- ingunum taka teir gledi- liga ímóti. Nú er tað opin- berað fyri fleiri, at hesir syndugu, ódugiligu før- oyingarnir eru væl brúk- barir á øllum økjum, bara teir ikki starvast í Føroy- um. Umhugsunarvert Knappliga er Danmark í kapping við fleiri onnur lond um at fáa fatur í hesi arbeiðsmegi. Skjøtil er settur á. »Frå høvdinum skal tú hvalin skera«. Alt annað er skeivt. Vit mugu fåa ruddad eitt stødi at standa å og byggja okkara framtíð. >Við teim- um evnum, sum skaparin gav<. Ja, men klára vit okkum, verður spurt. Soleiðis var eisini spurt í åttatiårunum. Tá trúði ein meiriluti av fólkinum á, at um tað ikki gekk, so tók Den Danske Bank um endan fyri Føroya Banka (tá eitt falskt navn) og danska ríkið fyri allar Føroyar. At vidurskiftini millum Danmark og Føroyar mugu gerast upp, skilir eitt stórt fleirtal av føroyingum, eisini sambandsflokkurin. Men so kemur tann stóri trumfurin. Blokkstuðulin. Hvussu við honum. Hvussu klára vit okkum uttan hann. Aftur fyri at vit fáa blokk- stuðulin, mugu vit lata okk- um alt lynda, finna okkum í øllum. Teoretisk sver kunnu gevast til tílíkar spurningar. Men her velst eins nógv um trúgv og vilja. (Annars alt gott um bú- skaparfrødingar, men teir eru so ymsir til vitan og dugna sum í øllum ødrum yrkjum, og ikki minst hava teir eina persónliga >trúgv< meira ella minni). Soleiðis var eisini, tá Kgh. Handilin varð avtikin. Hver kundi tá staðið við roknistykkinum í hondini, um hvat fór at henda. Tað vóru sanniliga teir, sum sóðu deyðan í durinum. Lat okkum ímynda okk- um ein frøding, ella hvatn hann so ger, sum fegnast uppi yvir sinum håsum, bili, uttanlandsferðum, nøkrum oyrum i bankanum osfr. Hann vil rædast allar broyt- ingar, men sjålvandi sigur hann tad ikki. Hann sigur, at hann hugsar um tey veiku i samfelagnum, knappliga verður gjørt vart við, at tað er synd í teimum. Í staðin fyri trúðarjáttan- in: Vit klára okkum ikki. Skulu vit brúka orku at finna svør til, hvussu vit skulu klára okkum. Her sum alla aðrastaðni í lívinum er tað altavgerandi um vilja. Vilja vit klára okkum, so klára vit okkum. Hví skuldu vit eins og onnur ikki klára okkum. Hvussu víkur og vendir, og hvat vit velja, mugu vit skilja, at vit mugu klára okkum sjálv, minst av øllum er blokkurin nøkur trygd. Hvat skulu vit lata afturfyri. Nú NATO stødin í Mjørka- dali ikki er at gjalda við. Kemur olja, skulu vit gjalda beinleiðis til danir. Obeinleidis skulu teir kanska fáa allan framíhjá- rættin. Tað manglaði bara. »Hugsa um blokkin. Alt teir geva okkum<. >Tað er tað minsta, at donsk feløg sleppa framat<. Og norð- menn teir eru ræðuligir<. Hver torir at garantera okkum blokkin til ævigar tidir. (Skammist at skriva tað, so fjåkut ljóðar tað). Hver torir at líta á tílík lyfti. Kann nakar prógva, at vit ikki um fá ár koma í somu stóðu, sum »Føroya Lær- arafelag< var í, tá teir goldu pengar aftur fyri at sleppa at vera >kreds 118<. Ella dómi um sjóverju- tyrluna. Hví hava teir havt hana í øll hesi árini, og hvussu kunnu teir nú vera hana fyri uttan. Teir tíma ikki so frægt sum at koma við einari trúligari lygn. Den Danske Bank hevði Føroya Banka undir sínum veingjabreiði, júst so leingi tað loysti seg. Um tað mundið tá krepp- an var nýkomin, var Atli P. Dam og tosaði á Lærda Há- skúlanum í Odense, tá varð tikið upp eftir hann, at hann hevði málborið seg nakað soleiðis: Halda danir áfram at tosa um, hvat ríkisfelags- skapurin kostar, er hann um fá ár horvin. Er tað burtur- við at tulka hesa åtsøgn sum at eisini Atli heldur, at vit kunnu bera so í bandi, at blokkurin er óneyðugur. Kunnu vit ikki bíða við at gera nakað? Spyrja nøkur. Hví skulu vit bíða má svarast aftur. >Til vit eru komin úr kreppuni<. >Tá vit eru blivin rik«. >Tá skal eisini eg verða vid«. »Og tå ið tå kann prógva fyri mær 100%, at okkum ikki tørvar blokk- in«. Ævigan tryggleika her á fold, vilja hesi fólk hava, og helst liva ævigt. Men tað kann einki sam- felag ella samfelagsskip- an, heldur ikki tann danska geva teimum. Hin klassiska spurningin kanst tú eisini seta fram fyri tey: Nær er nokk, nokk? Ongantíð! Konan í mégrøvini bleiv bæði keisari og pávi og endaði aftur í somu grøv. Nú kundi hon so aftur biðja mannin fara á seiðaberg. Um vit minna okkum á årstølini. 1856, einahand- ilin avtikin, 1888, jóla- fundurin, ella 1903, tá ið Jóanes Patursson skrivaði »Færøsk Politik« og so 1946-1948. Jú, samfelagið hevur ment seg, og sjálvbjarg- nisviljin somuleiðis. Og nú eru vit komin fram við 1992 og stødga å vid 1998. Hesi bæði årstølini verða eisini standandi í okkara søgu. Steinbjørn B. Jacobsen 4.10.98