Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oljutalvið Oddagrein ONKUR av okkara eldru politikarum plagdi at siga »Mangir leikir í løngum talvi«. Talvið um oljuna er á altjóða stoði og hartil langt. OKKARA oljutalv byrjaði so spakuliga fyrst í 90'unum. Sum í veruligum talvi, so eru fyrstu leikirnir av ógvuliga stórum týdningi. Landsstýrið, ið var til 1994, opnaði foroyska oljutalvið. Hetta gjørdi landsstýrið, hóast ógvusligar umstoður, bæði miðvíst og meistarliga. SETT varð oljurådleggingarnevnd við altjóða viðurkendum føroyskum formanni. Farið varð undir at byggja eina umsiting upp, ið bæði kundi umsita innanlendis og verða mett sum dygdargóð úteftir. Hetta eydnaðist við góðum úrsliti, so fyrstu leikirnir í føroyska oljutalvinum eydnaðust til fulnar. Í 1997 skuldi so sambandslogmaðurin teiva víðari. Í ráðaloysi gjørdi hann, sum so mang- ur vánaligur telvari undan honum hevur gjørt, hann koppaði talvborðinum. Formaðurin í oljuráðgevingarnevndini koyrdur til hús og oljufyrisitingin koyrd undir tinganesbyrokratiið í eitt stýri, ið avgjørt ikki hevur markerað seg sum progressivt hvorki heima ella úti. Snøgt sagt í altjóða hopi ein púra høpisleys gerð. Teir, sum sita hinumegin borðið í oljutalvinum, undrast. Slík gerð átti ikki at komið fyri í einum vestureuropeiskum landi. NÚVERANDI samgonga sær út til at hava fingið talvborðið upp á pláss aftur. Fyrr- verandi formaðurin í oljurådleggingarnevnd- ini er komin inn í hitan aftur. Vit hava fingið ein oljumálaráðharra, ið vit meta sum avgjørt positivt. Men hann hevur í veruleikanum einki fólk, ið hann kann kalla sín umsiting. Hinumegin borðið í oljutalvinum sita altjóða oljufeløgini og síggja, at borðið er komið upp á pláss aftur. Tey síggja ein oljumálaráðharra, ið skal telva við fólki, ið hevur øll møgulig onnur ting at arbeiða við enn olju. Onkur situr við Smyrlum og Másum, onkur við bergholum, onkur við laksum osfr. Hetta er synd og spell. OLJUTALVIÐ skulu vit vinna, tí má oljumála- ráðharrin fáa møguleika at gera sterkastu uppstilling og hana fær hann ikki, uttan vit fáa eina oljufyrisiting burturav. TINGANESUMSITINGIN maktar ikki upp- gávuna, hon hevur einki trúvirði og als íkki, um vit taka fiskimålastyrid frá — í altjóða høpi. TAÐ er at spæla hasard við framtíðini at halda fram á Edmundsa leið í hesum spurn- Sosialurin Rulle físslarlóg; men uttan visionir — sigur Dan R. Petersen, sum leggur afturat, at hækkaði samgongan pensión- ir og inntókutrygd hjá fiskivinnuni, so var hon enn betri Sum annar av umboðum javnaðarfloksins í vinnu- nevndini skal eg í høvuds- heitum halda meg til grein 5: Fiskivinna, sum eisini fevnir um sjóvinnumál og til grein 6: Vinnumál. Samlaða upp- skotna játtanin til hesa grein- ina er slakar 209 mió. kr. Vinnumálini fevna um um- hvørvi og orku, råevnisvinnu, landbúnað, aling, handil og vinnu annars, samferðslu og samskifti og arbeiðsmarknað. A fíggjarlógaruppskotinum mælir landsstýrið til at játta slakar 240 mió. kr. til hesi málini. Av tí at samskiftismál- ini, sum nakað nýtt, nú eru løgd saman við vinnumálun- um, ber ikki so væl til at sam- meta uppskotnu játtanina til játtanina í verandi fíggjarári ella í undanfarna ári. Á grein 5 síggja vit at landsstýrið hevur skotið upp at skerja jåttanina til inntøk- utrygd hjá fiskimonnum. Sambært roknskapinum fyri 1997 var nýtslan 71,1 mi6. kr. í fjør og í verandi ári eru játt- aðar 75 mió. kr. Á uppskoti- num fyri 1999 verður mælt til bert at seta 50 miíói. av til inntøkutrygd og tað eru vit í javnaðarflokkinum alt annað enn fegin um. Viðmerkingarnar til rakst- rarstaðið siga onki um, hvat orsøkin er til, at inntøkutry gd- in hjá fiskimonnum verður skerd við einum heilum trið- ingi. Er orsøkin ein ødrvisi meting av tørvinum i 1999 ella ætlar landsstyrid at broyta lógargrundarlagið, sum åvik- avist er lóg um minstulgn, dagstudning og minstafor- vinning og lóg um mánaðar- ligan minstaforvinning til út- róðrarmenn? Eg vóni at fíggj- arnevndin hyggur nærri at hesi játtan, við ti fyri eyga, at inntøkutrygdin hjá fiski- monnum ikki verður enn verri í ár enn í fjør. Tá vit hyggja at játtanini til sjúkratrygd hjá fiskimonn- um, kunnu vit somuleiðis staðfesta, at tann játtanin eis- ini verður skerd. Landsstýrið mælir til at jåtta 6 mió. kr. til neynda endamál. Í figgjaråri- num 1998 er játtanin til sjúkr- atrygd 8 mió. kr. og hyggja vit at roknskapartølunum fyri 1997, so síggja vit, at saml- aða nýtslan í fjør var meira enn 8,6 mió. kr. Hetta er ti eisini eitt mál, sum fíggjar- nevndin eigur at hyggja nærri at, nú fíggjarlógaruppskotið verður beint í nevndina til víðari viðgerð. Av ødrum jåttanum til fiskivinnuna kann eg nevna varðveitan av fjølbroyttum flota. Her verður skotið upp at hækka játtanina munandi. Í 1997 var nýtslan góðar 1,5 mió. kr. Í verandi fíggjarári eru 3 mió. kr. játtaðar til hetta endamál. Men á uppskotinum fyri 1999 mælir landsstýrið til at játta 8 mió. kr. At føroyska vinnulívið, og eisini okkara høvudsvinna, er alt ov eins- táttað, er tíverri ein veruleiki. Tí er tað at fegnast um at meiri peningur verður játtað- ur til tess at varðveita ein fjøl- broyttan flota. Undir grein 5 hava vit eis- ini eina játtan til fiskivinnu- menning á landi. Eftir upp- skotinum hjá landsstýrinum verður studulin øktur við 5 mió. kr. komandi ár. Lands- stýrið mælir til at seta 17 mió. kr. av til endamálið. Í verandi fíggjárari er jåttanin til fiski- vinnumenning á landi 12 mi6. kr. Roknskapartølini fyri 1997 vísa, at í fjør var nýtslan á hesum rakstrarstað slakar 4,9 mió. kr. Sammett vid nytsluna i fjør er talan um eina nógv økta jåttan. Eg taki undir vid og fegnist um, at landsstýrið er sinnað at jåtta meira til hetta endamálið, so- leiðis at vit vónandi fáa meira burtur úr okkara råvøru. Undir grein 6: vinnumál verður skotið upp framhald- andi at veita stuðul til um- hvørvisverndartiltøk og til reinsan av spillolju. Talan er um åvikavist 1,2 mió. og 2,3 mió. kr. Báðar játtaninar eru óbroyttar í mun til verandi fíggjarár og framskrivingar- nar benda á, at landsstýrið eisini tey komandi árini ætlar at mæla til somu játtan. Hetta er skilagott, men spurningurin er, um tørvurin á peningi til hes: endamal ikki gerst stórri um so verður, at ein føroysk oljuvinna gerst veruleiki. Annars havi eg bitið merki í, at nettojáttanin til råevnis- vinnuna er óbroytt, at land- búnaðarstudningurin somu- leiðis er óbroyttur og at játt- anin til havbúnaðarroyndir eisini verður óbroytt. Til hav- búnaðarroyndir verður skotið upp at játta 14,6 mió. kr. Hetta er tað sama sum í 1998. Hyggja vit at roknskapar-tøl- unum fyri 1997, síggja vit, at nýtslan í fjør bert var 1,4 mió. kr. Sæð í mun til nýtsluna í 1997, er talan um ein stóran vøkstur, men hetta er eitt sera áhugavert og týdningarmikið øki, sum vit eiga at játta pen- ing til. Undir játtanini til nýggjar landsvegir havi eg staðfest, at landsstýrið mælir til, at 4,3 mió. kr. verða játtaðar til veg- strekkið millum Skálabotn og Gøtueid. Arini frammanund- an hevur verið arbeitt vid at breidka og gera vegin millum fjarðar av nýggjum. Arbeiðið úr Skálafirði á Gøtueid er eitt framhald av vegagerðini mill- um Fjarða. Tá hetta strekkið er gjørt, hava vit ein góðan veg úr Havn, lika til Gøturnar, Leirvikar og til Fuglafirdar. Jåttanin i verandi figgjaråri er 4,3 mió. kr. og sama upphædd er skotin upp til næsta ár. Til fast samband um Vest- mannasund mælir landsstýr- ið til at játta 20 mió. kr. í 1999. Í 1997 var játtanin 10 mió. og í 1998 vórðu 10,3 mió. kr. játtaðar. Tey undan- farnu árini varð peningurin settur í grunn. Nú verður skot- ið upp at nýta játtanina til keyp av parta-, lutabróvum o.a. Um hetta er tann rætti vegurin at ganga, skal eg ikki taka stóðu til nú. Men eg taki av fullum huga undir við, at vit nú fara undir at gera fasta sambandið um Vestmanna- sund. A almannaøkinum má eg harmast um, at tølini á fíggj- arlógaruppskotinum hjá landsstýrinum onga ábending geva um, at landsstýrið fer at leggja uppskot fram á ting um at hækka tær sosialu pensi- ónirnar. Eg hugsi um fólka- pensiónina, avlamispensión- ina, einkjupensiónina og aðr- ar almannaveitingar. Tær sos- ialu pensiónirnar í Føroyum eru afturútsigldar. Vit eru eft- irbátur á hesum øki. Tað vita øll. Spurningurin er, um vit hava vilja at gera nakað við málið. Í seinastu tingsetu legði tá- verandi landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, fram uppskot um javning av almannaveiting- um, og minnist eg rætt, vildi tað uppskotið, um tað varð samtykt, økt veitingarnar 22 til 23 mió. um árið. Í uppskot- inum um sosialar pensiónir var talan um einar 6 til 7 mió. kr. Samanlagt er talan sostatt um nærum 30 mió. kr. Men orsakað av løgtingsvalinum duttu hesi bæði málini burtur. Vit eiga at seta okkum fyri, at allar tær sosialu pensiónir- nar verða hækkaðar, og sam- stundis eiga vit at menna ar- beidsmarknadareftirlønar- grunnin,soleiðis at gjaldið úr samhaldsfasta um ikki so nógv ár, verður á sama stødi sum grundupphæddin í fólk- apensiónini og tað vil siga umleið 3.500 kr. um mánað- an. Vit hava skyldu at tryggja teimum gomlu í Føroyum sømulig kor. Alt annað er skomm og vanæra fyri før- oyska samfelagið. Vit kunnu ikki loyva okk- um at tosa um fullveldi, suv- erenan stat og føroyska grundlóg, samstundis sum vit ikki kunnu bjóða tí eldra ætt- arliðnum av føroyingum sømulig kor å ellisårum. Skulu vit radfesta og velja imillum fullveldid og trygg ellisår í Føroyum, so eiga vit at raðfesta trygdina á ellisár- um og trygdina hjá teimum sjúku og veiku í samfelagnum framum. Ég skal enda vit at siga, at eg annars taki undir við tí, sum framsógumaður javnað- arfloksing og hini umboðini fyri flokkin hava ført fram undir umrøduni av fíggjarlóg- aruppskotinum fyri 1999. Eg mæli til at uppskotid verdur beint í figgjarnevndina til vid- ari viðgerð og eg veit at um- boð javnaðarfloksins vil geva málinum eina góða og sak- liga viðgerð. Dan R. Petersen, tingmaður