Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1998síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í F Nr. 192 — 10. OKTOBER 1998 tidindabladid SOS) 27 Norske Veritas 30 åra fødingardag I sambandi vid, at tad eru lidin 30 år sidani Norske Verit- as lat upp skrivstovu i Føroyum var håtidarhald å Hotel Føroyum hósdagin SVEINUR TRÓNDARSON Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani Norske Veritas lat upp skrivstovu í Føroyum og samstundis eru liðin 70 ár síðani Norske Veritas fekk sær umboðsmann í Føroyum. Tað var Liitzen, keyp- maður í Havn, sum gjørdist fyrsti umboðsmaður hjá Norske Veritas í Føroyum. Síðani tá er virksemi hjá tí alheims fatandi norska klassingarfelagnum vaksið nógv. Eisini í Føroyum. Tiltakið hósdagin var skipað við fyrilestrum og måttøku. Fyrrapartin hósdagin var ein fyrilestur um góðsku- og umhvørvisg6dkenningar Hetta eru alt evnir, sum hava stóran tydning í eini møguligari framtíðar olju- vinnu við Føroyar. Og at tað hevur áhuga millum føroyingar sæst eis- ini á luttakaratalinum. Eini 65 fólk høvdu leitað sær niðan á hotellið til henda fyrilesturin. Seinnapartin var ein fyri- lestur um KT í sambandið við skipabyggin og skipa- sýn. Norske Veritas hevur út- viklað eina skipan at brúka í hesum sambandi, og henda skipan eyður mett at verða tann mest framkomna í heiminum. So framkomin er hon, at fleiri fyritøkur hava útvega sær hesa skipan fyri at lætta um. Her í Føroyum hava Tórs- MÆ Finn Christiansen, og stjórin í Norsk Veritas í Noregi 5 havnar Skipasmidja og Strandfaraskip Landsins fingið sær hesa skipan Seinni seinnapartin helt norski professarin Anders Endal fyrilestur um skip Hesin fyrilesturin var sera góður sigur Finn Christian sen frá Norske Veritas leggur afturat at fyrilesturin var sera væl móttikin av teimum umleið 60 áhoyrar unum Dagurin hjá Norske Veri tas á Hotel Føroyum endað við eini móttøku í samband við 30 ára dagin Reisigildi í Vågi | Nýggja frystihúsið á bryggjuni í Vági er nú reist. Tað eru útlendsku eigararnir av Orcades Vikinglll, ið er gamli Heyg- adrangur, og fóroysku samstavsfelagar- nir, ið lata húsið byggja og mikudagin veitraðu Merkið og Union Jack á tekj- unit DAGFINN OLSEN Nógv virksemi er á bryggj- uni í Vági og bryggjan er næstan ikki at kenna aftur, um vit hugsa nøkur ár aft- ureftir. Gamla flakavirkið er enn ikki opið, men fleiri onnur hava stungið seg upp og fleiri av hesum smærru sig- ast nú hava ætlanir um at Nýggja stásiliga frysthúsið á bryggjuni í Vági varð reist mikudagin. Á tekjuni sóust føroyska Merkið og Union Jack veitra. byggja út. Heygadrangur Vanligur gestur við bryggj- una í Vági hevur verið gamli Heygadrangur, ið nú er á útlendskum hondum og kallast Orcades Viking III. Hesin hevur landað, ella umskipad, í Vági og hetta hevur givið arbeiði til nógv- ar hendur. Hetta skip, hvers navn ikki fær góð minnir fram hjá øllum, kann sigast at hava komið væl við hjá vágbing- um. Frystigoymslan á gamla virkinum hevur verið nýtt, men nú hava útlendsku eig- ararnir, saman við føroyska felagnum, ið teir samstarva við, latið byggja nýtt og stórt frystihús á bryggjuni í Vagi Merkið og Union Jack Reisigildi var mikudagin og á tekjuni sóust føroyska Merkið og Union Jack veitra. Hetta sjálvsagt or- sakað av eigaravidurskift- unum. Arbeiðið at byggja fryst- ihúsið hevur gingið skjótt og væl og stóra goymslan, saman við øllum virksem- inum á bryggjuni annars, boðar óivað frá einum glotta fyri framman hjá vágbing- um.