týsdagur 13. oktober 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OSS
Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998
ÍTRÓTTUR
Hr.
ítróttar OX
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil &Gsosialurin.fo
Nýggja ættarliðið brúkti
Fyrsta stigið í EM-undankappingini var úrslit
av heilhjartaðum felags stríði, heldur enn av
góðum fótbóltsavriki
Ofta verður tikið til, at eitt ættarlið
er eini 25 til 30 ár. Í fótbólti er eitt
ættarlið kanska helmingurin av
hesum áramálinum. Og landsdyst-
urin í Vilnius leygardagin var
søguligur á tann hátt, at hetta var
fyrsta ferðin, at landsliðið spældi
síðani søguliga sigurin á Eystur-
ríki 12. September í 1990, uttan
at nøkur av teimum ellivu hetjun-
um, sum undir leiðslu av Páll
Judlaugssyni stríddust teir 90
minuttirnar ta ferðina, var á vøll-
inum. Jan Dam og Jens Martin
Knudsen sótu á beinkinum leyg-
arkvøldid, og Allan Mørkøre
hevdi givid avbod. Hinir åtta —
Jóannes Jakobsen, Mikkjal Dani-
elsen, Tummas Eli Hansen, Julian
Hansen, Torkil Nielsen, Abraham
Hansen, Kári Reynheim og Kurt
Mørkøre — eru ikki longur tøkir
til landsliðsfótbólt.
Eitt nýtt ættarlið hevur tikið við.
Allan Simonsen hevur síðani 1994
arbeitt miðvíst fyri at skipa liðið
betri, bæði í verjupartinum og í
framrættaða spælinum, og burt-
ursæð frá onkrum stórum svips-
arum, so hevur tað gingið rætta
vegin. Men stigaposin hevur verið
soltin. Sigrarnir á San Marino og
Malta varð tað roknað við. Tað
varð eisini roknað við, at lands-
liðið skuldi fáa stig móti Estlandi
fyrr í summar, men tað kiksaði,
so tað framvegis svíður í.
Út frá omanfyri standandi er
ikki langt av leið at staðfesta, at
málleysi javnleikurin í Vilnius er
eitt tað besta úrslitið, sum lands-
liðið hevur rokkið tey fimm árini,
Allan Simonsen hevur verið venj-
ari. Urslitid leygarkvøldid setur
samstundis ljóskastaran á, hvussu
ússaligt avrikið í Estlandi var. Lit-
ava er nummar 55 á altjóða styrki-
listanum, Estland er nummar 107,
og Føroyar eru á 119. plássinum.
Andaneyð
Litavar vístu frá fyrsta bríksli, at
teir á heimavelli ætlaðu at fáa fulla
årtøku burturúr móti nógv lægri
styrkismettu Føroyum. Heima-
menninir løgdu fyri sum eitt satt
ódnarveður, og tað er sjáldan
komið fyri — um nakrantíð — at
føroyska landsliðið so leingi hevur
verið undir so stórum trýsti, sum
tað var undir móti Litava. Ikki
soleiðis at skilja, at mótstýðuliðini
ikki hava verið betri, enn Litava
var, tí í fótbóltsdygdum standa
baltararnir avgjørt ikki jugoslav-
unum, spaniumonnunum og
nú i ir se
danskarunum kurl, men hesi mót-
stødulondini hava øll havt ein heilt
ødrvisi máta at spæla fótbólt uppá,
enn litavararnir høvdu hesa ferð.
Meðan hini m6tstødulidini við
hvort hava skundað sær og so tikið
tað heilt róliga eina løtu, so trýstu
og kroystu litavararnir í ein sam-
fullan klokkutíma.
Litavararnir høvdu tríggjar
spælarar á toppinum, og tað hevdi
við sær, at Sámal Joensen í stórar
partar av tíðini meiri var miðverji,
enn hann var á miðvallarplássin-
um, sum hann var ætlaður at vera
á. Skarbalius, sum spælir í Brønd-
by, var sera álopshugaður í høgra
borði, og tað var trupult hjá Henn-
ingi Jarnskor, sum ofta so at siga
hevði hálvan annan spælara ella
meiri enn tað ímóti sær. Litavar-
arnir megnaðu fleiri ferðir at senda
vandamikið innfyri, serliga úr
høgra borði og eisini úr vinstru
síðu. Í 1. hálvleiki høvdu teir nógv
hornaspørk og fýra upplagdar
møguleikar, men Sámal Joensen
bjargaði eina ferð á strikuni, og
Jákup Mikkelsen hevði eina rgð
av bjargingum. Tvær vóru framúr,
og ein — tá teir heilfluktaðu úr sjey
metrum eftir innlegg úr høgru —
var í heimsklassa.
Hóast teir ikki skoraðu, so hildu
måtstødumenninir á at pressa og
trýsta, men sum 2. hálvleikur leið,
var tað alt meiri sjónligt, at tað
fór ikki at eydnast hjá teimum. Í
1. hálvleiki royndu teir — umframt
við vongspælinum — eisini við
kvikum eitt tvey samanspæli at
seta seg ígjógnum á miðásinum,
og burturúr hesum stóðust vanda-
miklar frisparksstødur dygst utt-
anfyri brotsteigarmarkið, sum ikki
góvu mål. Teir gjørdust ongantíð
blankir mitt fyri eftir slíkt saman-
spæl, tí føroyska miðverjan hvørja
ferðina máldi teir av og tipti fyri.
I 2. hálvleiki ótolnaðust teir á
heirnaliðnum, samstundis sum á-
skoðararnir góvu sína misnøgd til
kennar, teir fóru at senda skrábólt
ar í brotsteigin longri úti á vøllin
um. Hetta treivst føroyska mið-
verjan sera væl við, og seinna um-
farið vóru vandasjógvarnir heilt
fáir og føroyska skútan var ong-
antíð um at kollsigla. Hugaligt var
í tí sambandinum at staðfesta, at
sjálvt um tað oysregnaði alla tíð-
ina, og ikki serliga slætti vøllurin
harvið var bæði vátur og tungur,
so bilti tað ikki nakað serligt við
orkuni
Uppskriftin
Tað man vera langt síðani, at fór
oyska landsliðið hevur havt so
lítið at bjóða uppá í álopspartin-
um, sum teir høvdu hesa ferð
Målmøguleikarnir kundu teljast á
aðrari hondini, men alíkavæl var
møguleikin fyri at hava øll trý
stigini við um Eystrasalt og til
Skotlands ongantíð burtur, og í
veruleikanum kendist tað, sum um
sigurin var ongantíð so nær, sum
tá dómarin bríkslaði fyri síðstu
ferð. Tað var hesa løtuna, tå
heimaliðið flutti sítt fólk longri
fram, og áskoðararnir spottaðu
teir, at verjuparturin hjá teimum
var heilt tunnur.
Todi Jónsson, sum annars fyri
tað mesta hevdi til uppgávu at
verja heldur enn at hótta mót-
stødumålid, fekk ein møguleika,
ið var nett av sama slagi, sum hann
avgjørdi niðri á Malta uppá, men
hesa ferð fór skotið við síðuna av.
Uni Arge, ið arbeiddi sum ein
hestur, smekkaði eina ferð úr
vinstru og í síðunetið. Hann hevði
Tað er ikki ov langt
av leið at siga, at
hesin maðurin
tryggjaði Føroyum
eitt stig
leygarkvøldid
ikki fingið ey ga á, at Todi Jónssor
var púra leysur í hinum borðinum
Og Julian Johnsson sleyt seg
eftir sending frå Henningi Jarn
skor - leysan i vinstru, men eingin
var undir målinum at prika inr
leggið um strikuna
Í 1. hálvleiki vóru føroysku
møguleikarnir so at siga eingir
Okkara menn tóktust so strongdir
av stóra áganginum, at teir høvdu
lítið ella einki yvirskot at halda
uppá bóltin, tað hevði óneyðug
bólttap við sær, og tað var rár
hending, at tað á midvøllinum
eydnaðist at samanspæla fleiri enn
tríggjar ferðir .
Besti næstan -målmøguleikin
var, tá Henning Jarnskor sendi
diagonalt til hin vongverjan, Pól
Thorsteinsson, ið var um at gerast
leysur, men misti javnvágina, tá
hann skuldi seta ferð á móti mál-
inum, og eina løtu lá hann skaddur
uttanfyri vøllin.
Spælid fleyt ikki, og møguleik-
arnir vóru fáir og smáir. Alíkavæl
var javnleikurin ikki púra við síð-
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
13
www. sosialurin.fo
uppskriftina úr Landskrona
Hansen, Hans Fróði Hansen
Óli Johannesen sannir brandar
bæði niðri á svørdinum og
ini. Sammett við ferðina til Balti
kum fyri fýra mánaðum síðani var
hugburðurin ikki at kenna aftur
Spælararnir ofraðu seg, sum teir
gjørdu fyri átta árum síðani
Landskrona, men teir høvd
ið meiri við í I
seg at, enn óroyndu menn
høvdu ta ferðina. Og årslitiX
gott. Verður hugburdurin tann
nvussu
sami i annadkvøld, verdur talan
ikki um nakað skrædl, og allir
spælararnir vístu, at teir eru sí
mikið at sær komnir, at tað als
ikki er púra burturvið at droyma
um meiri enn eitt tepurt tap
jh