Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 311820 Telefax. 314720 Alment - privat i frå- landavinnu! Oddagrein HOAST gongdin i sambandi vid eina komandi føroyska frålandavinnu likasum lutvist er steðgað upp, nú bíðað verður í eftir eini loysn í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland, verður tó arbeitt á mongum økjum at gera klárt til 1. útbjóðing, ið verður í 1999. OLJUFELOGINI hava gjørt sitt heimaarbeiði og eru mestsum klár. Umframt at bíða eftir eini loysn í marknamálinum fylgja tey eisini við, hvat hendir í spurninginum um eina kol- vetnisskattalóg. Oljuráðleggingarnevndin fer fyrsta dagin at viðgera tann spurningin. Aðrir spurningar um eitt nú útgerðarhavnir og leik- lutin hjá føroyskum ídnaði í eini komandi frálandavinnuni eru eisini frammi. SPURNINGURIN um føroyska luttoku í sjålv- ari oljuleitingini er eisini frammi iavnan. Her verður m.a. hugsað um føroysk oljufeløg, sum vilja vera við frå byrjan sum partur av út- lendskum oljusamtøkum. Herfyri hevði Sjón- varpið samrødu við formannin í einum av privatu føroysku oljufeløgunum, sum visti aftur óttanum hjá umboðum fyri útlendskum olju- felag um, at tað fer at verða kappingarav- lagandi, um ávís oljusamtøk, sum gera avtalu við foroyskt oljufelag, fáa fyrimunir í eini út- bjóðing av júst hesi orsøk. MERKILIGA lítið hevur at verið at hoyra til ætlanina um eitt alment føroyskt oljufelag. Tað var undanfarni løgmadur, sum setti nevnd at arbeiða við hesum, men sum skilst, er arbeiðið enn ikki liðugt. Spurningurin er, um skulu hava antin privat ella almenn oljufeløg her á landi ella bæði tvey? Helst eru ymsar meiningar um tað. Hetta er so stórur álvars- spurningur, at eitt alment orðaskifti eigur at vera um spurningin, áðrenn vit fáa eina útbjóðing. Skal tað t.d. vera politiski setning- urin, at tað er nóg gott við einum ella tveimum privatum oljufeløgum, sum taka upp samstarv við útlendsk samtek, ella skulu vit eisini hava eitt alment felag, sum tryggjar føroyska luttøku í ellum loyvum, sum verða givin og ikki bert í nekrum heilt fáum? Um vit ikki ynskja eitt alment oljufelag, eiga vit tá sum minstamark at krevja, at tað almenna er við í privatum oljufelag við í minsta lagi 30%? Velja vit at halda tað almenna uttanfyri, hverja trygd hev- ur so eitt privat foroyskt oljufelag fyri at fáa nakað burtur úr í heila takið? Og tekur eitt privat foroyskt oljufelag upp samstarv við bara eitt oljusamtak, merkir tað tá, at foroyskir myndugleikar verða „tvingaðir“ til at geva hesum samtaki fyrimunir ella skal hetta sam- takið viðgerast á jovnum feti við onnur olju- feløg? Er tað kappingaravlagandi, um eitt oljusamtak, tí tað hevur avtalu við eitt privat foroyskt oljufelag fær fyrimunir fram um onnur samtøk, sum vilja gera ílegur her? Tað al- menna hevur sjálvandi meguleika at fáa op- tion í ollum loyvum, soleiðis at tað ikki verður tilvildin, sum ræður, tá farið verður at bora. Eingin sigur, at forðingar skulu leggjast í vegin fyri privatum føroyskum oljufeløgum, men hetta er so stórt samfelagsmål, at einki eigur at verða latið upp til tilvildina. Spurningurin er um vit hava brúk fyri bæði privatum og al- mennum oljufelag og/ella vit eisini eiga at tryggja samfelagnum inntøkur frá møguligum oljukeldum á annan hátt? Sosialurin PA . rr 4 * Få 6. hedt ry 83. ' ry 435)FRIII Sjónarmið Bjarni Olsen, búskaparfróðingur, skrivar Føroyski búskapurin og rikisstudulin | Nú kjak hevur tikið seg | upp um fullveldi, er | spurningurin um týdn- | ingin av ríkisstuðlinum fyri føroyska búskapin vorðin átrokandi. Lands- | stýrið hevur í umbúna at | seta í gongd lýsing av búskapinum í hesum sambandi. Fyri tó at | kunaa byrja eitt sindur meira itøkiligt kjak, | áðrenn hetta arbeiði | fyriliggur, kundi eg | hugsað mær at gjørt vart | við, at búskaparráðið í | frágreiðingini >Penga- | renslið millum Føroyar | og Danmark< frá januar | 1997 hevur roynt at rokna seg fram til, hvussu stórur partur av inntøkunum í Føroyum kann sigast at vera treyt- aður av ríkisstuðlinum. Ráðið kemur fram til, at | 0,8-1,3 mia. kr. (alt eftir um ein íroknar avleiddar ávirkanir ella ikki) av inntøkunum í Føroyum stava frå rikisstudlinum. Til samanburdar kann upplysast, at brutto- faktorinntøka i 1997 er mett til 5,2 mia. kr. | Framleiðslukravið | Skulu samlaðu inntøkur- | nar í Føroyum ikki lækka, um ríkisstuðulin | fellur burtur, skal fram- | leiðslan í Føroyum tiskil | økjast soleiðis, at inn- | tøkurnar í samfelagnum | økjast við 1,3 mia. kr. | Lat okkum rokna við | einum avløningarparti | um 50% (sum er hægri | enn bædi i fiskaidnadin- um og i fiskiflotanum), og vid at ringåvirkanin av føroyskari fram- leidslu er tann sama, sum av studlinum. Um so er, at nyggj fram- leidsla veksur fram, sum hevur vid sær eina av- løning upp å 0,8 mia. kr. og ein umsetning upp å 1,6 mia. kr., so hava ringåvirkanir vid sær, at tann samlada økingin í avløningini verður 1,3 mia. kr., og at økingin i umsetningi verdur 2,6 | mia. kr. Til samanburðar kann upplýsast, at allur okkara útflutningur í 1997 var 2,9 mia. kr. Um ein er samdur í | hesum roknistykki, so er | talan um eina sera stóra | | mks ið krevst fyri at varðveita | livifétin i Føroyum. | Framleiðslur, sum í dag ikki lóna seg, skulu koma fyri seg, so tær umseta fyri 1,6 mia. kr. | Ringávirkanir fara so at AARAU ARG ABARÆRU AR í 1168 *% geva Í mia. kr. aftrat í umsetningi. Kravið til | framleiðslugking er stórt, líkamikið um hon skal fara fram yvir eitt | áramál, og líkamikið um | ein væntar, at fram- | leidsluøkingin verdur | innan tænastuvinnu, | ferdavinnu ella idnad. | Tillagingin Hin høvudsspurningur | er, hvussu henda fram- | leiðslugking skal íkoma. | Hon kemur ikki bara av | sær sjálvum (heldur ikki | um vit hava hálendska | sjúku í Føroyum). | Okkurt má henda; lægri | kostnaður, nýtt hugflog | ella tílíkt. | Lægri kostnaður | merkir lægri lønir, hægri | produktivitet o.t. Hægri | produktivitetur kann | hugsast, men krevur eitt sera miðvíst arbeiði og helst eisini fløgur. Og tað er onki, sum uttan víðari talar fyri, at | produktiviteturin skal fara upp, um ríkisstuðul- in fellur burtur. Tað er ikki óhugsandi, at trýst kemur á lønirnar, um ríkisstuðulin fe'lur burtur, tí landið má annadhvørt hækka skattir ella spara, um stuðulin fellur burtur. Báðar atgerðir hava við sær minni virksemi og meiri arbeiðsloysi. Við ðrum orðum kann ein vænta eina tillaging, sum hevur við sær lægri framleiðslukostnað, um ríkisstuðulin fellur burtur. Talan verður fyrst og fremst um trýst niður á lønirnar. Spurn- | ingurin er so, hvussu | nógv kunnu tær falla | uttan, at vit fáa fráflyt- | ing úr Føroyum, sum so | aftur minkar um trýstið niður á lønirnar. Í tann mun tær falla kann hugsast, at virksemið í landinum gkist. Men tað er vert at leggja til | merkis, at fyrst má | stuðulin falla burtur, so | mugu lønir/kostnadir | falla og tástani kann virksemið gkjast. Og ongin vissa er fyri, at virksemið gkist, partvíst tí fráflyting kann gera, at Jønirnar ikki falla so nógv, partvíst tí lægri lønir ikki sjálvvirkandi hava við sær økta fram- leidslu. Onnur tydandi vidurskifti Umframt marknadarlig- ar tillagingar kann ein #4 #46%% á - p ØENS YNYTETTGERGGELLETT IIS DT FEDDF PPI IKA | Í hugsa sær ymsar meira psykologiskt kendar ávirkanir, sum kunnu vera við til at fáa livi- fótin at hækka aftur. Vit gerast kanska meira eldhugað, um vit sjálvi hava ta fullu ábyrgdina av samfelagnum, so meira kemur burturúr. | Hugsast kann eisini, at loysnir, sum ikki fáa politiska undirtøku í dag, kunnu fåa undir- tóku undir ødrum um- stødum. T.d. er tad min fatan, at føroyski búskapurin kann geva meira av sær, enn hann ger i dag. Fyri | at búskapurin skal kunna geva meira av sær krevst ein hugburð- arbroyting til vinnuliga virksemið. Fiskivinnan er eitt gott dømi, har onnur atlit enn tey bú- skaparligu eru ráðandi. Hetta ger, at høvuds- vinna okkara ikki verður | fult út rikin eftir handilsligum fortreyt- um. Og verður høvuds- vinnan ikki rikin eftir handilsligum fortreyt- um, so ávirkar tað eisini hugburðin í hinum vinn- unum (og fyri tað eisini hjá tí almenna). So eitt búskaparligt potentiali er við at reka høvuds- vinnuna eftir handils- ligum fortreytum. Yvirhøvur hevur ein miðvísur vinnupolitikk- ur við denti á at skapa tær réttu rammurnar fyri virkseminum og við denti á gransking í menning av vinnunum í Føroyum stóran tydning fyri, hvussu nógv kemur burtur úr búskaparliga í Føroyum. Møguleikarnir hesum vidvikjandi eru ikki troyttir fult út í dag. Utlitini fyri at finna olju eru sjálvsagt eisini av sera stórum týdningi fyri livifótin í Føroyum. Nidurstøda Tillagingargongdin, ið stendst av, at rikisstud- ulin fellur burtur, må sostatt roknast við at gerast bæði sera vítt- fevnandi og sera óviss. Tær marknaðarligu for- treytirnar fyri fram- leiðslugking eru at eitt nú lønartillagingar mugu fara fram áðrenn fram- leiðslan kann kvinka uppeftir. Marknaðartil- lagingar eru tó neyvan nóg mikið til at fáa livi- fótin uppaftur á stødid, sum vit hava í dag. Tað eru tó aðrir — tet I | nakað óvissir — møgu- leikar fyri at hækka livifótin. Føroyski bú- skapurin hevur, sum er (hóast vit fáa ríkisstuð- ul), møguleikar fyri at geva meira av sær. Politiskt ber tað tó kanska illa til í dag at fremja tær neyðugu broytingarnar. Um so er at vit hava fullu ábyrgd- ina av samfelagnum kann hugsast, at teir politisku møguleikarnir broytast. Somuleiðis kann hugsast, at vit føroyingar gerast meira eldhugaðir, um vit fáa fullveldi. Og síðst, men helst ikki minst, er tað møgu- ligt at oljan kann geva okkum tað aftur, sum vit missa í livifóti, um ríkisstuðulin fellur burt- ur. Tað kann væl vera, at fólk meta sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt at hava stórri tydning, enn | eitt stórri ella minni fall í livifóti. Tað er ein heidurlig støda at hava. Men eg haldi, at tad hevði verið ein virði- ligur politiskur boðskap- ur at komið við, at vilja vit hava fullveldi, mugu vit rokna við at skula stríðast fyri at fáa ein | góðan livifót. Omanfyristandandi er skrivað út frá tí, sum eg dugi at meta í løtuni. Talan er um mína per- sónligu meting. Hvorki Búskaparráðið ella Hag- stovan, sum eg arbeiði hjá dagliga, hava við- gjørt tað, ið eg havi skrivað. Tað kann sjálv- sagt væl vera, at tað nevndararbeidi, sum landsstýrið er við at seta í verk, fer at vísa eitt úrslit, sum ger, at eg má broyta mína nidurstødu. Tað geri eg í so fall fegin. Bjarni Olsen REXKAEKAR 52434440 40000000 44