mikudagur 14. oktober 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSU
KH
le
Regin Egholm (i midjuni) fekk sjålvur hugskotid til at gera ein tår vid Norrønu til Skotlands
12. madur vaksandi undirtøku
Fótbóltur: Áhugafelagið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, 12. Maður, fær
støðugt vaksandi undirtøku millum manna. Formaðurin, Regin Egholm, sigur,
at limatalið lá um tey 150, áðrenn Norrgna fór av Havnini mánamorgunin
Tað er ikki meira enn eitt
gott ár síðani, at áhugafel-
agið 12. Maður var sett á
stovn. Felagið hevur til
endamáls at stuðla føroyska
landsliðnum bæði á heima-
og útivelli
Regin Egholm sigur, at
einir 100 límir i 12. Manni
eru við Norrønu í Skotlandi
Á ferðini til Skotlands
royndi felagið eisini at gera
vart við seg. Skipað var fyri
stórari sølu av bæði blusum,
turriklødum húgvum,
fløggum og ødrum, sum
kunnu seta sin dåm å åskod-
arafjøldina
Skrúðgonga frå
Norrønu til leikvøllin
Leidslan i 12. Manni ætlar
at skipa fyri einari stórar
føroyskari skrúðgongu frå
Norrønu og nidan å Pittod-
rie Stadion, har dysturin
skal verda. I hesum sam-
bandi hevur 12. Madur fing-
ið Oskar Eiriksson við til
Skotlands, og ætlanin er, at
hann skal ganga å odda fyri
skrúðgonguni vid trummu.
Tað eru tó ymsir trupul-
leikar í sambandi við ætlaðu
skrúðgonguna. Í Skotlandi
er ikki loyvt fólki at ganga
í stórum flokkum, men hetta
vóna fyrireikararnir at fáa í
rættlag til dystin.
Tað hevði eisini órvað sett
sín serliga dám á dagin, um
einir 500 føroyingar í flokki
gingu tann gott 2 kilometra
langa teinin frá Norrønu og
niðan á Pittodrie
Gav Smyril Line
hugskotið um túrin
Tað var formaðurin Í 12.
Manni, Regin Egholm, sum
gav Smyril Line hugskotið
til at skipa fyri túrinum til
Aberdeen. Hann ringdi til
reiðaríið, og teir hildu tað
vera eitt gott hugskot, um
hann kundi standa inni fyri,
at í minsta lagi einir 300
áskoðarar komu við. Hetta
ivadist Regin onga løtu í,
og hann heyði eisini vænt-
að, at ferðafólkatalið fór at
liggja um tey 500, og rætt
fekk hann
Tá ið vit spurðu Regin,
um hann var spentur til
dystin, svaraði hann, at tað
Ingi Joensen vónar at beiggin
sleppur at royna seg
Fótbóltur: Millum ferðafólkini umborð á Norrgnu er
miðvingurin Ingi Joensen, sum er yngri bróður HB-aran
Johannes Joensen
Tveir nýggir leikarar eru við
í føroyska landsliðshópin-
um í Skotlandi. Tað eru teir
báðir Jan Joensen úr Kl, og
so Johannes Joensen úr HB
Millum áskoðararnar á Pitt-
odrie í kveld verður eisini
yngri bróður Johannes, Ingi
Joensen, sum sjálvur er fast-
ur maður á liðnum hjá FS
Vágum
Ingi er millum teir fáu
føroysku áskoðararnar, sum
ikki sær alt ov ljóst upp á
uppgávuna hjá landsliðnum
í kveld. Hann heldur, at
skotar hava eitt væl betri
landslið enn litavar, hóast
eysturlendsk eru sera sterk
Ingi hevur ikki tann stóra
tokkan til skotskan fótbólt
men hann sigur tó, at skotar
hava fleiri heilt góðar spæl-
arar, sum hava sína dagligu
gongd í Premier League í
Onglandi
Leingi væntað
Johannes á landsliðið
Tá ið vit spurðu Inga, um
landsliðsúttgkan hjá Jo-
hannesi kom óvart á hann,
er hann skjótur at svara, at
tað gjørdi hon ikki
— Johannes hevur havt eitt
stak gott kappingarár, og eg
havi leingi væntað, at Allan
Simonsen fór at senda boð
eftir honum, hóast lands-
liðsvenjarin ikki hevur sæð
meira enn ein ella tveir
dystir hjá HB í ár, sigur Ingi
Tað er tó einki yvir at dylja,
at vónirnar til dystin í kveld
eru blivnar nógv betri eftir
dystin í Litavia, og ongantíð
betur um teir kundu endur-
tikið avrikið í Vilnius, sigur
Ingi.
Hann sigur, at heima við
hús eru tey øgiliga spent at
vita, um Johannes sleppur
at royna seg, og serliga er
tað pápin, sum situr á nálum
í heiminum við vøllin í
Miðvági
Um tey sleppa at síggja
Johannes á vellinum í
kveld, vil tíðin vísa, men
spennandi verður tað undir
øllum umstødum
Ingi Joensen år Midvågi
vónar, at beiggin sleppur
å vøllin i kvøld
var hann, men hann hevdi
tó ikki hugsað so nógv um
dystin enn, tí at hann heyði
so nógv annað at hugsa um
í sambandi við 12. Mann.
Regin sigur, at felagsar-
beiðið í 12. Manni stendur
stilt til tíðir, og til aðrar tíðir
er nógv at gera. Sjálvsagt
er mest at gera, tá ið man
nærkast einum landsdysti.
— Tá plagi eg at fáa mær
frí frá arbeiði einar tveir
dagar frammanundan, sigur
Regin. Tað er eisini júst í
hesum tíðarskeiðum, at flest
fólk tekna seg sum lim í 12.
Manni.
Hann viðgongur eisini, at
felagið hevur satsað nokk
so fitt av peningi við at
keypa ymsar stuðulslutir til
Um leiðslan á Smyril
Line hevði bílagt sær gott
veður til túrin niður til
Aberdeen, so er óvist, um
tað hevði eydnast teim-
um at fingið enn betri
veður, enn veðurgudarnir
bjóðaðu teimum mongu
ferðafólkunum, ið hugn-
aðu sær umborð á Norr-
Ønu.
Felagssangur
og tiltøk fyri børn
Umborð á Norrønu var
bæði skipað fyri felags-
sangi og eitt nú tiltøkum
fyri børn. Lagið var gott
í lítlu og hugnaligu cock-
tail-barrini, tá ið tónleik-
ararnir umborð við gitt-
arum og ødrum løgdu
lunnar undir eina stak
hugnaliga løtu vid felags-
sangi seinnapartin måna-
dagin.
Tey 50-60 børnini, sum
eru vid å ferdini, hava
eisini hugnað sær Gført.
Skipað hevur verið fyri
ymsum kappingum fyri
víðari sølu, men hetta er
neyðugt, um teir skulu hava
nakað av peningi at arbeiða
við.
Kann fara báðar vegir
Spurdur um, hvat hann
væntaði av dystinum í
kveld, sigur Regin Egholm,
at eftir hansara tykki, so
kann dysturin fara báðar
vegir. Hann heldur tó ikki,
at føroyingar skulu stúra
fyri einum stórtapi.
Hann heldur eisini, at
Gott lag umborð
á Norrønu
Veðrið var av tí allarbesta, tá
Norrøna um ellivutíðina
mánamorgúnin fór av Havnini við
kós móti skotska býnum. Við
umborð vóru m.a. Terji Nielsen og
Álvur Haraldsen frá Sosialinum
Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998
teimum, og haraftrat so
eru jú tær vælumtóktu
spælimaskinurnar um-
borð nógvar í tali.
Áðrenn ferðafólkið í
dag fer at leita sær niðan
á leikvøllin til sjálvan
landsdystin, verður skip-
að fyri, at tey, sum hava
áhuga fyri tí, hava møg-
uleika fyri at mála seg um
andlitið í teimum før-
oysku litunum
Heimtúrurin
Tað er neyvan nakað at
ivast í, at um úrslitið hjá
landsliðnum: í kveld
verður eins gott og leyg-
arkvøldid, so verður
heimferðin hjá Norrgnu
ein ógloymandi uppliv-
ing. Vit kunnu bert vóna,
at so verður, men undir
øllum umstødum, 530
skulu ferðafólkini nokk
megna at hugna sær 6-
ansæð úrslitið í kveld.
Norrøna verður aftur á
Havnini í annadkvøld um
áttatíðina.
skotar helst fara at gera alt
fyri at reisa seg, eftir at teir
bert megnaðu at fáa ein sera
tepran sigur á Estlandi leyg-
arkvøldid. Tískil verður
uppgávan hjá føroyingum
rættuliga torfør í kveld, sig-
ur formaðurin Í 12. Manni
at enda og leggur aftrat við
einum brosi, at hann vónar,
at Smyril Line hevur nóg
mikið av sjampanju umborð
á Norrønu, um føroyingar
vinna dystin í kvøld…