hósdagur 15. oktober 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið S08S2aluN
Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998
Árbókin á flogu og Internetinum
Fríggjadagin kom árbókin fyri Fóroyar 1998 á marknað-
in. Fyri fjórðu ferð eru tað Skúlabókagrunnurin og Hag-
stovan, sum samstarva um útgávuna, sum í ár ikki bara
kemur út sum bók, men eisini sum fløga og á tå altumfat-
andi Internetinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Fríggjadagin í seinastu viku
var tíðindafundur á Hag-
stovu Føroya, har nýggjasta
útgávan av ÁArbókini fyri
Føroyar, tann fyri 1998, var
almannakunngjørd
Av ti at árið nú er so væl
útliðið so eru diva fleiri sum
halda, at henda útgávan
kemur í seinna lagið, men
orsøkirnar til taá eru góðar
Vit liva í dag í eini teldu-
tíð, har krøvini til upplys-
andi tilfar gerast alsamt
størri. Ein bók var nóg mik-
ið fyri nøkrum árum síðani,
men soleiðis er ikki í dag
Í dag skal tað sum verður
givið út, helst gevast út
bæði sum bók og sum fløga
At tað verður lagt út á Int-
ernetið verður í flestu førum
mett sum ein sjálvfylgja
heldur enn nakað annað
Og tað er júst hesum
>syndromi<, sum Arbókin
fyri Føroyar 1998 er rakt av
Arbókin fyri Føroyar
1998 verður nevniliga givin
út á øllum trimum miðlum
og tað er ein sera góð tæn-
asta til brúkararnar.
Fjórða samstarvsárið
Upprunaliga var tað Rikis-
umboðið, sum gav út Ár-
bókina fyri Føroyar. Tá var
hon kallað Ársberetning for
Færgerne, og tað var ikki
fyrr enn í 1975, at Føroya
Landsstýri fór við í útgáv-
una av føroyska hagtalstil-
farinum.
Næstu tólv árini fram til
1987 samstarvaðu Lands-
stýrið og Ríkisumboðið um
útgávuna, men so varð hetta
samstarv niðurlagt. Síðani
tá hevur Ríkisumboðið ár-
liga givið út ein >Beretn-
ing< um Føroyar, men
henda útgáva hevur serliga
verið ætlað útlendskum les-
arum
Tað hevur sera stóran
týdning fyri okkum sjálvi at
hava atgongd til hagtalstil-
far. Skúlar og vinnuvirki
brúka slíkt tilfar rættiliga
nógv, og tað er vissuliga ein
missur, at slíkt tilfar ikki
kemur út.
Hagstovan mann hava
sæð tørvin og teir royndu
eisini í 1990 og 1991 at
geva út Arbókina, men ikki
fyrr enn í 1995, tá Skúla-
bókagrunnurin og Hagstov-
an fóru í samstarv um út-
gávuna, er hon komin út
regluliga.
Eitt vala verk
Tað er eitt vala verk í allar
mátar, sum liggur á borð-
inum. Bókin er væl uppsett
við stórum og talvum, so
hon er løtt at brúka og lesa.
Hon er býtt upp í 22 kap-
itlar, sum dekka hver sítt
øki. Fyrsti kapittul hevur
lyklatøl um Føroyar við
sammetingartølum vid
Danmark, sum okkum jú
dåmar so væl at sammeta
okkum vid.
Hinir kapitlarnir í bókini
snúgva seg um gll onnur
viðurskifti í okkara samfel-
ag og við teksti og talvum
geva teir okkum eina greiða
innføring í samfelagsvidur-
skiftini.
Fløgu- og Netútgáva
Tað er ofta ein trupulleiki
við bókum, at tær eru tor-
førar at avrita. Hjá blad-
fólki, sum undirritaða merk-
ir tað oftast, at ein talva,
sum skal brúkast í blaðnum
skal setast upp av nýggjum
tí hon ikki er til at avrita.
Hesum trupulleika hava
útgevararnir nú hjålpt okk-
um við. Teir hava nevniliga
verið so uppfinnsamir, at
teir hava givið Arbókina
fyri Føroyar 1998 út á fløgu
eisini.
Fyri at kunna lesa fløgu-
útgávuna er tað ein treyt, at
tú hevur eitt lesiforrit. Eisini
hetta hava útgevararnir
hugsað um, tí hevur tú ikki
forritið, so hevur tú møgu-
leika at taka tað av fløguni.
Útgevararnir hava nevniliga
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein fóroysk útgáva komin á fløgu. Her vísir Hans Pauli
Stróm almenninginum eitt eintak
lagt eitt avrit á fløguna við.
Í ødrum londum er tað
vanligt, at geva slíkt tilfar
út, men her heima er tað
meria óvanligt. Hetta er
nevniliga fyrsta útgáva av
sínum slag í Føroyum og
má tí sigast at verða slóg-
brótandi í so máta.
Árbókin er eisini givin út
á netinum. Sum flest allar
fyritøkur og stovnar i dag
hevur Hagstovan eisini
fingið sær heimasíðu á Int-
ernetinum og har er eisini
møguligt at finna fram til
Arb6kina.
Heimasidan hjå Hagstovu
Føroya eitur http://www.-
hagstova.fo og har inni eru
(Mynd: Jens Kr. Vang)
tilvísingar sum vísa leiðina
til netútgávuna av Arbókini.
Árbókin er 449 síður til
støddar og kostar 150 krón-
ur. Flóguútgávan kostar 300
krónur, men verða báðar út-
gávurnar keyptar, so er
kostnaðurin 400 krónur.
— Onnur lond øvunda okkum
Niels Petersen, frá Skúlabókagrunninum hevur samskipaða útgávuarbeiði. Hann sigur,
ut aðrastaðni øvunda tey okkum tað góða samstarv sum tað er millum framleidara og
útgevara
Mynd: Jens Kr. Vang)
Sigur Niels Petersen, frá Skúlabókagrunninum, um Ár-
bókina fyri Fóroyar og um undirvísingartilfari, sum er
knýtt at Árbókini
SVEINUR TRÓNDARSON
Sum nevnt aðrastaðni sam-
starvar Hagstova Føroya
við Skúlabókagrunnin um
útgávuna av Arbókini fyri
Føroyar.
Hetta samstarv hevur
virkað í fýra ár nú, og ikki
kann sigast annað enn at
samstarvið er fyrimyndar-
ligt. Tað hevur í hvussu er
givið sera stórt avkast, um
ein kann kallað tað so.
Tí úrslitið av samstarvin-
um er ikki bara, at Arbókin
fyri Føroyar er komin á gøt-
una. Nei, eitt annað úrslit
er, at føroyskir skúlanæm-
ingar hava fingið frálæru-
tilfar, sum fylgir uppseting-
ini í Arb6kini.
Niels Petersen, frá Skúl-
abókagrunninum, sum hev-
ur samskipað útgávuna av
Arb6kini sigur, at vit å hes-
um øki eru sera framma-
laga.
Tað er vanligt aðrastaðni
at geva årbøkur út, men tað
er ikki vanligt, at útgevarin
av hagtalstilfari samstarvar
so tætt við útgevaran av frá-
lærutilfari, og tí eru ofta
broytingar í frá ári til ár.
„ Hjá okkum er tað gðrvísi.
Árbókin er í sjálvum sær
gott frálærutilfar, men aft-
urat tí gevur Skúlabóka-
grunnurin eisini út frálæru-
tilfar, sum er gjørt í bein-
leiðis samanhangi við Ar-
bókina.
Byrjað er í einum enda av
bókini, so at siga. Fyrsta
hefti, sum varð givið út bar
heitið »Lyklatøl um Føroy-
ar«. Annað hefti var kallad-
ist »Ibiigvavidurskifti« og
tey eru komin f jåst somu
raðfylgju sum kapitlarnir í
bókini.
Eisini meiri enn hefti
Tó so, tað eru nú ikki allar
útgávurnar, sum kunnu kall-
ast fyri heftir. Einki frálæru-
tilfar var til taks um før-
oyska arbeiðsmarknaðin, og
tí fekk høvundin ríkiligt at
takast við tá hann fór í holt
við ta uppgávuna.
Hefti um arbeiðsmarkn-
aðin gjørdist ístaðin til eina
bók um tað sama upp á uml.
hálvtannaðhundrað síður,
sum sostatt eru til taks hjá
teimum ymsu skúlunum at
brúka í undirvísingini.
Niels Petersen frá Skúla-
bókagrunninum metir tað
hava sera stóran týdning, at
hesar bøkur verða givnar út.
— Sjálvandi kunnu øll
læra at lesa hagtøl við at
brúka Árbókina, men frá-
lærutilfari fer meira í dýpd-
ina við evninum enn tað er
møguligt í Arbókini. Tað
skal tó leggjast afturat, at
»okkara« Arbók er nógv
frammanfyri aðrar hagtals-
årbøkur í ødrum londum,
hvat innihaldið viðvíkur.
- Vit hava fingið at vita
úr ødrum londum at vit eru
sera heppin at vit eru so væl
fyri á hesum øki, sigur Niels
Petersen.
i