Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 311820 Telefax. 314720 - e-mail: — postGsosialurin.fo Vinnumálastýrið og eitt oljumálastýri Oddagrein BROYTINGARNAR og umskipan av ollum ti almenna bygnaðinum hava m.a. við sær, at landsstýrismenn flyta úr Tinganesi og við teimum eisini teirra stýri. Hetta hava vit longu sæð er hent við eitt nú heilsu- og almanna- stýrinum, sum er flutt út í Eirargarð saman við landsstýriskonuni. OG nú er eisini frammi at tlyta enn eitt stýri úr Tinganesi saman við landsstýrismanni, og tað er Vinnumálastýrið, sum skal flyta í bygn- ingarnar á Bryggjubakka. NU er tað so, at Vinnumálastýrið eftir verandi skipan skal tæna tveimum landsstýrismonn- um, tvs. bæði Finnboga Arge og Eyðun Elttor. Undir Vinnumálastýrinum hoyrir Oljuumsit- ingin, og eftir tí sum Sosialurin hevur skilt, skulu hon og landsstýrismaðurin í oljumálum flyta á Bryggjubakka. TAÐ er ómetaliga spell, um vit longu nú frá byrjan skulu taka skeivar avgerðir og seta út í kortið so skeivt, at hetta seinni fer at kosta nógv nógv meira, tá vit aftur skulu til at gera broytingar. TÆR broytingar vit sipa til her er tann sann- roynd, at hvørki oljufyrisiting ella landsstýr- ismaðurin í olju- og umhvørvismålum hoyra heima í Vinnumálastýrinum. Tað rætta hevði verið longu nú at tikið stigið fult út og sett á stovn eitt oljumálastýri og latið hetta verða verandi úti í Gróthúsbygninginum á Debes- artrøå saman við Jarðfroðissavninum, í hvussu er fyribils. Nettupp Jarðfroðssavnið og Oljuumsitingin eru tveir partar av somu sek, og ti er skeivt nú at skilja hesar sundur við at leggja oljuumsiting á Bryggjubakka og hava Jarðfroðissavnið á Debesartroð. Tað hevur nakað við umhvervi at gera: at hetta eru tveir stovnar, sum hoyra meira ella minni saman. Og at landsstýrismaður teirra eisini hoyrir heima á sama stað. TAÐ er tí eftir okkara tykki skeivt nú at flyta landsstýrismann og oljuumsiting heim á Bryggjubakka at vera partur av Vinnumála- stýrinum. Vit mæla tí til, at eitt oljumálastýrið verður skipað undir landsstýrismanninum í oljumálum og at halda hesi atskild frá Vinnu- málastýrinum. Oljumál hoyra heima undir eini serstakari tilfeingisumseting - á sama hátt sum fiskivinnumál hoyra heima undir serstakari tilfeingisumsiting og ikki undir Vinnumálastýr- inum. Vit vita, hvussu norðmenn hava borið seg at við nettupp at hava eina serskilda „ressursforvaltning“ fyri råevni í undirgrundini. Vit kunnu einsvæl taka fulla stigið nú og skipa eitt sjálvstoðugt oljumálastýri, nakað, sum eisini hevur verið frammi í orðaskiftinum, men har tað hevur ligið í luftini, at hetta var nakað, sum kundi bíða. Best man vera at taka hetta stig nu, tí oll eru vit samd um, hvussu stóran týdning og ávirkan - uppá gott og ilt - ein komandi oljuvinna kann fáa. Ikki minst fyri- reikingin er so ómetaliga avgerandi, og slaka vit við henni, so verður kanska ilt at koma afturumaftur seinni. Vísið tí dirvi og hegni til at skipa hetta sum frægast frá byrjan. Er kósin longu skeiv frá byrjan, kann tað blíva sera tungur róður at koma aftur á beint. Sosialurin Mista Paradisið — Ég eri stórliga í iva um, hvat tað er Hógni Hoydal veru- liga hevur í kvittanum. Trýr hann veruliga sjálvur uppá síni stóru orð? Ella er talan kanska um, at fjólmiðlamaðurin er í holt við eitt ovurstórt eksperiment í demagogi, har Fóroya fólk er óvitandi luttakari, spyr Jóannes N. Dalsgaard, sum lesur á samfelagsvisundi Keypmannahavn Í Sosialinum nr. 190 frá 08/ 10-98 er prentað ein longri samrøda við tjóðveldis- sjálvstýrislandsstýrismann- in Høgna Hoydal. Høgni verdur endurgivin fyri at siga: »Eg vil ikki påstanda, at Føroyar vera nakað par- adís, tá vit hava fingið full- veldið. (...) Og tað er eisini endamálið við fullveldin- um«. Rætt skal vera rætt. Orð- in! eru tikin år samanhangi, t.e. at parantesin fjalir út yvir frágreiðingina um, hví Føroyar ikki vera nakað paradís eftir fullveldið, men hesa argumentatiónina haldi eg ikki neyðugt vera at end- urgeva. Tað, sum umræður er, at vit nú vita, hvat tað er Høgni Hoydal og Tjóðveld- isflokkurin ynskja við full- veldinum. Í greinini skjytur Høgni til høgru og vinstru við á- kærum um ósakligheit og væntandi seriøsitet frå krit- ikarum sínum. Nú skal sig- ast, at sakligheit og seriøsi- tetur hevur ikki altíð verið eyðkenni fyri arbeiði lands- stýrismansins. Hegni Hoydal og orðaskifti Í sínari lestrartíð í Keyp- mannahavn fyri 4-5 árum síðani, legði Høgni Hoydal stóra orku í at køva eitt spir- andi felagsvirksemi millum føroyskar útisetar har. Hansara lutur í tí arbeiði- num var ikki tyngdur av ser- igsiteti og sakligheit. Ætlanin var at stovna eitt felag, sum skuldi skipa fyri fundum og ordaskiftum um føroysk vidurskifti og fram- tíð Føroya. Felagið skuldi sjálvsagt vera politiskt 6- heft. Hetta seinasta átti at verið tryggja, harvið at stig- takararnir báðir hoyra til á hvør sínum politiska úti- vongi. Men Høgna Hoydal fall hetta initiativid fyri bróstið. Undan stovnandi aðalfund- inum gjørdi hann eitt so dygt arbeiði til tess at und- irgrava ætlaninar hjá stig- takarunum, at úrslitið var, at felagið var av ongum. Fremsta grundgevingin hjá Høgna Hoydal var ta ferð- ina, at hann ræddist fyri at ætlanin í veruleikanum var at skipa ein »klubba«, har bara tær »røttu« meiningarnar sluppu framat. stongdan Formadur i ide- oloisku klubba Nú er Høgni Hoydal sjálv- ur vorðin óformligur for- maður í einum ideologisk- um klubba, hvgrs endamál er at sannføra føroyingar um, at einasti vegurin fram, er fullveldið - so kemur alt hitt aftaná. Fyrst skulu før- oyingar hava tað ringt í nøk- ur ár, so verður alt betri seinni. Hetta er sama góðsi, sum so nógvir valdsharrar áður hava prædika fyri tegn- um sínum, til tess at fáa teir at tola allan tann mótgang, sum valdsharrin beyð teim- um, oftast tí at hann var 6- dugnaligur og snævur- skygdur ella bara maktsjúk- ur. Høgni Hoydal røynir at tala til kenslurnar hjá fólki, og eg skal ikki taka dagar í millum hvert hetta eydnast honum væl ella ikki. Men eitt er vist: Skilagóðar av- gerðir verða sjáldan tiknar í sinnismuni! Eksperiment Í Eg eri stórliga í iva um, hvat tað er Høgni Hoydal veru- liga hevur í kvittanum. Trýr hann veruliga sjálvur uppá síni stóru orð? Ella er talan kanska um, at fjølmidla- maðurin er í holt við eitt ovurstórt eksperiment í demagogi, har Føroya fólk er Óvitandi luttakari? Hvi er tað Høgna Hoydal so um at gera, at trútta niður í øll tey, sum hugsa gðrvísi enn hann, at tey eru óserigs og ósaklig? Hví tekur hann ikki í egnan barm, og gongur sínum kritikarum á meti við sakligari og serigsari argu- mentatión, ístaðin fyri bara at siga tey vera býtt og ólátaði? Tað var tann tíð, tá eg helt Høgna Hoydal og meg stevna nakað somu leið í sjálvstýrisspurninginum. Vit hildu báðir heimastýris- skipanina verða ótíðarhósk- andi, og vit hildu eina end- urnýggjan av skipanini vera neyðuga til tess at geva rúm fyri politiskari menning í Føroyum. Vit vóru báðir á einum máli um, at politiska umhvørvi í Føroyum er 6- búgvið, og hevur brúk fyri avbjóðingum og umskipan- um til tess at mennast. Og ikki minst, haldi eg vit vóru samdir um, at vælferðar- samfelagið er vert at verja. Kollvelting skal til Men tann tíðin er farin, og Høgni stevnir nú aðra kós. Nú skal ikki endurnýggjast, nú skal kollveltast. Nú ikki mennast og umskipast, nú skal bera ella bresta. Og endiliga er Høgni Hoydal komin so langt í hugsjónar- ligu menning síni, at hann nú er til reiðar at ofra væl- ferðarsamfelagið við tí eina endamáli: At heitið >full- veldi« kann setast á Føroy- ar. Eg haldi avgjørt orsøk vera til, at seta spurnartekin vid motivini hjå Høgna Hoydal. Undan valinum legði Høgni Hoydal doyðin å, at danski studulin til Før- oyar gjørdi hvørki frå ella til í føroyska búskapinum. I dag sigur Høgni Hoydal, at gongdin im6ti fullveldi fer at fáa búskaparligar av- leiðingar. Og rætt hevur hann. Tá ein tridingur av Løgtingsins figgjarlég hvørvur sum døgg fyri sól, so er hetta í sær sjálvum ein búskaparlig ávirkan, sum sanniliga fer at fáa avleiðingar fyri før- oyska búskapin. Hetta er tað sum stríði átti at staðið um: Orka vit (ein- staki veljarin) at fara undir eitt starv, hvørs endamál er politiskt og búskaparligt frælsi, hóast hetta sam- stundis veitir okkum tyngri og ódyggari livsumstødur? Semja er um, at livifót- urin í Føroyum fer at lækka, um føroyski búskapurin skal vera danska blokkstuð- ulin fyri uttan. Semja er eis- ini um, at soleingi føki bú- skapurin er heftur at donsk- um studli, so fylgja treytir vid, sum skerja politiska rásarúmið i Føroyum. Tey, sum vilja hava størri polit- iska rásarúmd, mugn taka stødu til avleidingarnar av einum lækkandi livif6ti. Tey, sum ynskja ein stød- ugan livifét, mugu taka stødu til avleidingarnar av skerdum politiskum råsa- råmi. Hvi vil Høgni Hoydal ikki tosa um hesa tvistødu? Hvi sær Høgni Hoydal seg noyddan til at kalla tey 6- seriøs og ósaklig, sum hava eina aðra prioritering av tvi- støduni enn hann? Tad er væl ikki illegitimt at hugsa um vælferdina hjå børnum sínum, áðrenn hugsað verð- Viðmerking % Jóannes N. Dalsgaard ur um tað psykologisku ef- fektina av at lýsa Føroyar sum fullveldi!? Trupulleikin hjå Høgna er, at f paradisi, er bert ein sannleiki. Tíverri hevur Høgni enn ikki hitt ormin, og tískil eigur hann ikki evnini at ivast. Men aftur- fyri er Høgni enn í paradísi. Ella við øðrum orðum: Høgni Hoydal trívist ov væl í vissu síni um egið lýta- loysi, til at hann tímir at lurta eftir, hvat medmenn- iskju hansara siga og hugsa. Men hvussu leingi var Ad- am í paradísi? Høgni Hoydal hevur ong- an hug til at geva kritikkar- um sínum orðið, tíansheldur at viðgera kritikkin sakliga og serigst. Tað kann neyvan sigast at vera serliga sakligt ella serigst av landsstýris- manninum, at einasta hann hevur at svara kritikarum sínum er at skíra teir óseri- øsar og ósakligar. Men hansara starv er at argu- mentera alment raionelt fyri einari ávísari kensluligari prioritering - og tað ber ikki til. At Høgni Hoydal ikki sjålvur hevur skilt tad 6- møguliga f arbeidssetningi sínum sáðar i sjålvum sær iva um hansara kvalifikati- ónir sum navigatørur á før- oysku sjálvstýrisskútuni. Hoyvík, 14.10.98 „Jóanes N. Dalsgaard