Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin internet: www.sosialurin.fo Eitt breitt - opið og sakligt orðaskifti Oddagrein FE TÅ landsstýrið tók við herfyri og ætlaninar um fullveldi vórðu lagdar fram løgdu bæði Anfinn Kallsberg, løgmadur og Høgni Hoydal, landsstýrismaður stóran dent á tydningin midl- arnir hava fyri at fáa eitt breitt og sakligt orðaskifti um umreddu spurningar. Hesum hava vit á blaðnum tikið undir við. Nú er so uppskotið um fullveldið avgreitt á tingi, og fyrireikingar verða gjørdar til víðari gongdina. Vit meta ætlaninar hjá landsstýrinum at verða av so stórum týdningi - tær koma at hava so mikið stórar avleiðingar fyri okkum øll her búgva, at einki eigur at krógvast ella verða évidgjørt - allir hugsandi upplýsingar eiga at leggjast fram og verða vidgjørdir. Tað er skyld- an hjá midlunum at kunna Føroya fólk um hetta málið og at tryggja, at vit bæði í miðlunum, úti kring landið í ungmannafeløg- um ol., á tingi og hvar fólk nú einaferð savnast til gaman og álvara, fáa eitt breitt - opið og sakligt orðaskifti um eitt tað storsta málið í Feroyum nakrantíð. MEN her hvílir so sanniliga ein stór ábyrgd á politikarunum at viðgera málið við størsta umhugsni og virðing hver fyri ødrum. Í løtuni hoyra og síggja vit tianverri, hvussu politikarar úr teimum ymsu flokkunum skuldseta hver annan fyri líkt sum ólíkt. Tjóðveldisfólk skuld- seta sambands- og javnaðarfólk fyri at føra ræðukampanjur móti fullveldisætlanunum, meðan javnaðar- og sambandsfólk skuldseta tjóðveldisfólk fyri demagogi, fyri at vilja villeida fólk og føra landið út av eggini. HETTA vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina sakliga, breiða og opna pressu, sum lýsir øll sjónarmið og allar avleiðingar av broytingunum í okkara ríkisrættarligu viður- skiftum. Uttan her at taka stoðu til tær ymsu skuldsetingarnar, sum oftani eisini eru eftir Sosialinum, so er tað okkara sannfering, at ikki minst kollveltandi broytingar í okkara samfelag mugu og skulu viðgerast væl og virðiliga. Vit hava sæð fleiri serfrødingar við- gjørt spurningin í fjølmidlunum í seinastuni. Tað eru teir, ið siga, at einasta gongda leið er fult sjálvstýri uttan blokk. Og tað eru aðrir, sum ávara móti at vera ov blaðoygdir. Hesir vísa á teir stóru vandar, sum lúra, verður blokkurin úr Danmark tikin burtur úr búskap- arligu heildini. Eftir okkara tykki eru umreddu meiningar týðandi partur av tí orðaskifti, i eigur at vera. Og ikki minst í komandi tíð er tað umráðandi, at vit fáa fleiri útspæl av hesum slag, og vónandi verða eisini fjølmiði- arnir førir fyri at seta orku av til sjålvir at grava í málinum. Landsstýrismaðurin í sjálvstýris- málum sigur, at kanningarnar, sum nú verða gjørdar, skulu geva fólki allar upplýsingar, ið kunnu lýsa avleiðingarnar av teimum broyt- ingum, sum ynski eru um at gera. Tað er gott. TOSAÐ verður um polarisering í tí politiska lívinum. Vit hóma eisini ein byrjandi spíra til polarisering í fólkinum. Tað er sum at tóna- lagið gerst meira harðligt og hatskt, at fólk úr ymsum flokkum vilja ikki góðtaka meining- arnar hjá oðrum. Hetta er tað vit mugu forða, og til tess er eitt seriøst og sakligt orðaskifti neyðugt. Hvussu vit gerast sjálvbjargin og taka ábyrgd av okkum sjálvum er ein góður i at seta sær. sele Sosialurin Årinini av blokkiskoytinum Tjak hevur verið í seinastuni um árini av ríkisstuðlinum á føroyska búskapin. Eitt hugtak sum hevur verið nógv frammi í tjakinum er „Hálendsk sjúka“. Eg vil ikki her koma inn á, um ríkisstuðulin elvir til Hálendska sjúku ella ikki. Eg meini at stóri spurningurin heldur er: Hvat fyri tillaging er hend sum fylgja av ríkis- stuðlinum, og hvussu høvdu vit skipað búskapin uttan rík- isstuðul. Spurningurin er so- statt ikki um búskapurin er tillagaður (ella avlagaður um ein vil) av ríkisstuðlinum, men hvussu hann er tillagadur? Harnæst er spurningurin um vit høvdu verid betur ella verri fyri, um vit ikki høvdu rikis- studulin. Vinnurnar Vit kunnu byrja vid at hyggja eftir hvørjar vinnur vit finna í føroyska búskapinum. Fyrsta vinnan, høvudsvinn- an, er fiskivinnan. Hon er ser- merkt við at vera sera lítið tengd at gongdini í restini av búskapinum. Hetta sæst av at ein uppgongd í restini av bú- skapinum ikki skapar nakra uppgongd í fiskivinnuni, har- afturímóti skapar ein upp- gongd í fiskivinnuni eina upp- gongd í restini av búskapinum. Ávirkanin gongur sostatt bert ein veg, nevniliga frá fiski- vinnuni til restina av búskapi- num. Harnæst er fiskivinnan lønt vid hýrum, ið merkir at ein lønarvøkstur å landi ikki hevur nøkur årin å lønarlagid i fiskivinnuni. Búskaparliga sæð er fiski- vinnan soleidis sermerkt vid at vera ein vinna sum livur sitt egna liv uttan fyri restini av búskapargongdini. (Hetta er sjálvsagt ikki allur sannleikin við tað at ein lønarvøkstur á landi kann fáa fiskimennirnar at leggjast upp á land, og som- uleiðis kann ein lákonjunkt- urur á landi merkja at iløgur- nar í fiskivinnuni verða minni). Næstu vinnurnar eru flaka- vinnan og alivinnan. Hesar vinnur selja sína vøru til út- heimin og eru sostatt heldur ikki tengdar at gongdini í rest- ini av búskapinum. T.d. vil ein øking í eftirspurninginum eftir nýtsluvgrum í Føroyum ikki merkja at flakavinnan byrjar av framleiða meiri. Haraftur- ímóti vil ein lønarvøkstur merkja at flakavinnan og ali- vinnan missa kappingarføri (serliga flakavinnan, tí at her er lønarparturin sera stórur). Hyggur ein eftir gongdini í flakavinnuni seinastu mongu árini, so sæst tó, at tað serliga er fiskanggdin sum avgerð hvussu stór framleiðslan hevur verið. Sostatt er ikki lætt at vísa á at ein lønarhækkan hev- ur elvt til, at minni hevur verið framleitt (og tískil er heldur ikki lætt at vísa á at ein lønar- lækkan vil økja fram- leiðsluna). Búskaparliga teo- riin sigur tó at lønin eigur at hava stóra ávirkan á hvussu nógv verður framleitt, tískil må roknast við, at ein lønar- niðurskurður vil merkja eina ávísa øking í framleiðsluni á flakavirkjunum v.m. Tridi bólkurin eru vinnur í kapping við innflutningin. Hesar eru ikki serliga nógvar í føroyska búskapinum og ofta hevur verið sagt at hetta kemst av tí vána kappingarférinum vit hava í Føroyum og tí lítla heimamarknaðinum. Eg meini at seinna punktið er tað mest týdningarmikla, nevniliga at heimamarknaðurin er ov lítil til at vit veruliga kunnu standa okkum í kappingini móti teim- um bíligu innfluttu vgrunum. Tá tosið fellur á hesar vinnur- nar, eigur ein at hugsa um, at vinnurnar ikki bert kappast móti innflutninginum um marknaðin, men kappast sam- stundis við aðrar vinnur um arbeiðsmegina og kapitalin sum skal til fyri at framleiða vøruna. Ikki er nokk at vit kunnu framleiða vøruna í Før- oyum, men eisini skal fram- leiðslan vera so lønandi, at tað loysir seg betur at framleiða júst hesa vøruna framm um at leggja orkuna í t.d. stórri góð- sking av útflutninginum. Fjórði bólkurin er privatar tænastuvinnur og idnadur sum framleiðir vørur sum ikki eru í kapping við innflutningin. Hesar eru nógvar av í føroyska búskapinum. Eftirspurningur- in eftir vørum frá hesum vinn- um kemur bæði frá gllum gðr- um vinnum, privatu húsar- haldunum umframt vinnunum sjálvum. Hesar vinnurnar byggja sostatt í stóran mun uppá innanlanda eftirspurn- ingin sum kemur av inntgkum skaptum í Føroyum og av inn- tøkum frå rikisstudlinum. Ein nidurgongd f fiskiskapinum vil tiskil raka hesar vinnurnar sera meint. Somuleiðis vil ein niðurgongd í inntøkunum frá ríkisstuðlinum raka hesar vinnurnar sera meint. Fimti og síðsti bólkurin er almenni sektorurin. Hesin er í stóran mun politiskt avgjørd- ur, men ikki í stórri mun enn at sjålvt politikkarar mugu stundum halda seg til teir ver- uleikar vit nú einaferð liva í. Gongdin í fiskivinnuni og gongdin í búskapinum annars er avgerandi fyri hvussu stórur almenni sektorurin kann verða. Her eru inntgkurnar frá skattinum og avgjøldum sam- an við ríkisstuðlinum avger- andi fyri hvussu sektorurin kann síggja út. Tískil leggur samlaða búskapargongdin eitt avgerandi mark fyri støddini av sektorinum. Samanlagt hava vit í før- oyska búskapinum sostatt ein vinnubygnað við eini høvuds- vinnu sum livir sítt autonoma lív uttan fyri restini av bú- skapinum, nakrar vinnur sum góðska útflutningin nakað meiri, sera fáar vinnur í kapping við innflutningin og at enda ein tænastusektor (í- roknað almenna sektorin) sum í stóran mun livir av inntøkum frá ríkisstuðlinum og inn- tókum skaptum aðrastaðir í búskapinum. Årinini av blokkiskoyti- num å båskapin Spurningarnir sum eg nevndi i byrjanini av greinini var: Hvat fyri tillaging er hend sum fylgja av rikisstudlinum, og hvussu høvdu vit skipað bú- vo uttan rikisstudul. rinini av rikisstudlinum eru í veruleikanum sera ein- føld. ríkisstuðulin gevur okk- um høvid til at nýta meiri pen- ing enn vit annars vildu havt møguleika fyri, og er harvið vid til at skapa størri eftir- spurning í samfelagnum enn tað annars hevði verið. Fyri at hyggja at hvussu ríkisstuðulin hevur ávirkað búskapin kann ein tí hyggja at hvussu tann økti eftirspurningurin hevur ávirkað teir einstøku sektor- arnar. Lættast er fyrst at hyggja at fiskivinnuni. Ríkisstuðulin hevur ikki á- virkað fiskivinnuna, við tað at fiskivinnan er ein autonom vinna sum livir sítt egna lív uttanfyri tann eftirspurningin sum annars er í samfelagnum. Heldur ikki eitt møguligt hægri lønarlag orsakað av ríkisstuðlinum kann ávirka fiskivinnuna. Harafturímóti er tað møguligt at tann størra peninganggdin hevur givið stórri íløgur í fiskifør og at studningurin til fiskivinnuna hevur åvirka vinnuna. Her skal ein tó minnast til at vit pol- itiskt altíð hava havt ræði á hvussu stórar íløgurnar í fisk- ifør skuldu vera og at tað vóru føroysku politikkarnir sum hava givid studningin til fisk- ivinnuna. (Samstundis er tad sannlikt vit høvdu borid okk- um politiskt at jåst sum vit gjørdu, vid tad at studningur til fiskivinnuna var eisini politikkurin f londunum runt um okkum). Min meting av tey årin rikisstudulin hevur havt å fiskivinnuna er, at eing- in tillaging er hend i fiski- vinnuni sum fylgju av rikis- studlinum og vit ikki høvdu skipað fiskivinnuna gðrvísi um vit ikki høvdu fingið rikis- stuðul. Ríkisstuðulin hevur gjøgn- um gkta eftirspurningin fingið framleiðsluna í tænastuvinn- unum (herundir almennum tænastum) og ídnaðinum sum ikki er í kapping við innflutn- ingin til at gkjast munandi. Av tí at ríkisstuðulin er ein stødug inntgka, er árinið á hesar vinn- urnar stødug, og harvið eru hesar vinnurnar støðugt størri enn tær vildu verið uttan ríkis- stuðul. Ongin ivi kann tískil vera um, at hesar vinnurnar hava tillaga seg til at ríkis- stuðulin kemur inn í landið. Úttan ríkisstuðul vilja hesar vinnurnar minka munandi. Økta framleiðslan í tænast- uvinnunum og í varda ídnað- inum hevur fingið lønirnar til at hækka nakað. Henda lønar- hækkan hevur merkt at kapp- ingarfgrið í eitt nú flakavinn- uni er minkað, og harvið er framleiðslan í hesi vinnuni minni enn hon annars vildi verið. Sama er galdandi fyri aðrar vinnur sum kappast á útlendska marknaðinum. bh. 5 Magni Laksåfoss, búskaparfréðingur Framleiðslan í alivinnuni er tó eisini í stóran mun avmarkað av biologiskum viðuskiftum sum einki hava vid lønarkapp- ingarførid at gera. Síðsti bólkurin er vinnur ið t móti innflutninginum. Her kann viðmerkjast, at løn- arlagið kann hava ein týdning, men tað sum hevur størst tydn- ing er, at heimamarknaðurin er ov lítil til at nógvar ymiskar framleiðslur kunnu vera í Før- oyum. Hervið er marknaðar- støddin, og ikki lønarlagid, av- gerandi fyri um hesar vinnur- nar kunnu gerast meiri týðandi enn nú. Nidurstøda Samanumtikid eru årinini av rikisstudlinum sostatt, at før- oyska framleiðslan av tænast- um og vørum verður størri (bert vørur sum ikki eru í kapping við innflutningin), meðan eitt nú flakavinnan er nakað minni enn hon kundi verið. Eingin ivi kann sostatt vera um, at ríkisstuðulin gevur eitt veruligt ískoyti til búskapin. Uttan ríkisstuðulin hevði før- oyska framleiðslan verið minni og sostatt hevði før- oyski livifóturin verið mun- andi lægri enn hann er í dag. Um vit velja at avtaka ríkis- stuðulin vilja nakrar vinnur í Føroyum minka munandi, meðan aðrar vilja detta heilt burtur. Nakrar vinnur vilja tó vaksa nakað, soleiðis at saml- aða fallið í búskapinum ikki verður heilt so stórt sum tað annars vildi verið. Kuriosum Pástandurin um at nakrar vinnur í dag eru minni enn annars orsakað av høga lønar- lagnum, er bygd uppá at rikis- studulin trystir lønina uppeftir. Hetta er tó ikki heilt vist. Flest øll munnu í dag vera samd um at føroyska fólkið er sera mo- bilt. Hetta virkar sum ein stab- iliserandi effekt uppá arbeiðs- marknaðin, soleiðis at lønimnar ikki sleppa at vera stórt gðrvísi enn eitt nú lønirnar í Danmark. Um ein soleiðis trýr, at før- oysku lønimar í longdini mugu vera á leið åjavnt við donsku lønirnar fyri at fólkið ikki skal rýma av landinum, so kann man ikki rokna við at ein avtøka av ríkisstuðlinum vil fåa lønirnar at falla mun- andi og tiskil kan man heldur ikki rokna vid at eitt nå flakavirkini fara at fåa betur kappingarføri at hesi orsøk. Magni Laksåfoss Båskaparfrødingur