Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S ER Nr. 197 — 17. OKTOBER 1998 DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Hann situr framman fyri køksvindeygad, har frítt út- sýni er oman á bryggjuna eygleiðir lívið og virksemið gjøgnum kikaran, sum í dag er besta itriv hansara Hóast Jógvan A. Hansen er 100 ár, so sæst tað ikki á honum, um ellið tyngir Livandi brúnu eyguni fylgja væl við øllum, sum fer fram kring hann, og hví ta tættvaksna hárið er sum á einum manni í miðjum aldri Bert knipur vid hoyrnuni, og ti er torført hjå honum at skilja, hvat sagt verður Kanska er hann heldur ikki so hugaður at taka lut í øll- um hóvastákinum um sín persón, nú stóri dagurin nærkast Verður 100 um tú livir nóg lei — Eg hevði ikki væntað at eg fór at liva á 100 ára fødingardegi mínum, men hinvegin, livir tú nóg leingi, kemur tann dagur eisini, sigur Jógvan A. Hansen, og brosar skemtandi Jógvan A. Hansen varð bor! í heim í Miðvági 17. oktober 1898. Foreldur hansara vóru Nicolina og Thomas Hansen. Tey áttu fimm gjørdust g faðirloysingar í synir, ið móður árunum frå - annað enn at hann eink lærdi. Tey gir sjey ara aidur og fermd Tá í tíðini gingu børnini ikki í skúla hvønn dag, ti tey høvdu eisini arbeiði at røkja, vóru í torvi, hoyggj- aðu, veltu o.s.fr Stundir vóru eisini til Jógvan A. Hansen hevur verið pensionistur í 33 ár, men tað merkir ikki, at hann gavst at arb a A 5 eiða. Hann hevur velt einar 4000 fermetrar úr nýggjum, hevur havt seyð, dunnur og høsn Jógvar A. Hansen í Vestmanna fyllir 100 ár í dag: - Það er einki at reypa av Tað heldur vestmenningurin, sum í dag er heiðursgestur í heimbygdini. Á middegi er familjan samlað um dógurðaborðhald, og seinnapartin verður fóðingardagur í bygdarhúsinum okkurt spælið. Teir spældu røvarar, sum var eitt bólt spæl, har bólturin varð rull- aður í eitt hol. Tann, sum megnaði tað, hevði vunnið Í sínum arbeiðslívi var Jógvan til skips í nógv ár. Í 1949 fór hann í land og ar- beiddi hjá SEV og seinni hjá kommununi í Vest- manna Hann var 17 ára gamal,tá hann fór við Doru í 1915, og Thomas í Skálum var skipari. 22 ára gamal fór hann við Flower, og har var hann við sum kokkur í 20 ár. Jógvan sigldi eisini við sluppunum Keflavík og Grønanesi, sum Viggo Dam, skipari, førdi Undir seinna heimsbar- daga var Jógvan nakrar túr- ar í Aberdeen við ísfiski Hann gavst at sigla í 1949, og síðsta skipið hann var við var Hjørdis, sum Krist- ian Danielsen, skipari í Kví- vík, førdi. Jógvan A. Hansen var giftur við Binu, og tey fingu trý børn. Hann bleiv einkju- maður í 1971, og búði eins- amallur heima í nógv ár, til yngsta dótturin Jona og maðurin Magnus Jacobsen, sum eiga tvey børn, fluttu inn. Góður abbi Tey ungu tosa um, hvussu hugaligt tað var, at flyta til abban. Maðurin sigldi úti og Jona arbeiddi í Havn. Abbin var altíð inni, og tók sær av børnunum, tá tey komu úr skúla. Jógvan A. Hansen hevur verið pensionistur í 33 ár, men tað merkir ikki, at hann gavst at arbeiða. Hann hevur havt sera góða heilsu, og hevur velt einar 4000 fermetrar burtur úr nýggjum. Hann hevði seyð, dunnur og høsn, og var annars ógvuliga góður við dýrini Enn er Jógvan frammi hvgnn dag, og gongur upp og niður trappurnar fleiri ferðir um dagin. Hann er eisini førur fyri at kóka sær Besta ítriv hjá Jógvani er at kika oman á bryggjuna ein drekkamunn og fáa sær okkurt at eta. Jógvan er púra klárur, men hevur ikki longur bind- ini at lurta eftir tíðindum ella at hyggja í sjónvarp, sum honum dámdi væl áð- ur Besta ítriv hansara er at sita við kikaranum framm- an fyri køksvindeygad. Hann fylgir væl við bátu- num, sum koma og fara, eins og hvat teir hava fingið tá teir koma aftur til lands Eisini dámar honum at sígg- ja kappróðrafólkini venja, og at fylgir við kappróðrin- um. Hevur skráað alla sína tíð Tá vit spurdu Jógvan, um livsførsluna, nú hann hevur rokkið so høgan aldur, sigur hann, at sum ungur roykti hann, tó at hann alt sítt lív hevur skráað. Hann veit eis- ini hvussu snapsur smakkar, men hevur annars verið av- haldsmaður. Øll árini hevur hann verið á hvgrjum vali, og altíð valt Javnaðarflokk- in. Tosið fellur á, at harutíðin stendur fyri durum, og Jógvan fer at siga frá einu ferðini teir vóru eftir harum. Teir vóru tríggir mans og fingu 22 harur. Av teimum skjeyt Jógvan tær 11 harur- nar. Ta ferðina var hann eitt sindur óheppin við byrsuni. Hann skuldi fáa sær ein vatnsopa í ánni, men tíverri kom byrsan at liggja undir honum, og løbid bognadi Tað varð tó rættað upp aftur Byrsan hongur í kjallara- num, sígur Jógvan A. Han- sen. Alt prátið um fødingar- dagin og spurningar um, hvussu tað kennist o.s.fr., fær tann gamla at ótolnast, men so veit hann ráðini: — At fylla 100 ár? - Tað veit eg akki, tí tað er ikki fyrr enn í morgin, sigur Jógvan A. Hansen