Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 197 — 17. OKTOBER 1998 tidindabladid S AKGIAI Norðurlandahúsið stúgvandi fult Neyvan man Norðurlandahúsið oftani áður hava verið so stúgvandi fult av fólki, sum tað var hóskvóldið, tå ið Sigrid Rasmussen var á palli saman við við gospelkórinum United Voices. ORÐ OG MYNDIR: JOHN JOHANNESSEN Ikki veit eg, um heimskendi bassleikarin Niels Hendrik Ørsted Petersen hevur liðið av undirlutakenslum, eftir at Sigrid Rasmussen hevði verið á palli í Norðurlanda- húsinum hóskvgldið. Men sannroyndin var tann, at Sigrid hevði drigið nærum dupult so nógvar áhoyrarar og áskoðarar inn í húsið. Tó munnu fyrireikararnar hava haft gruna um, at Sig- rid fór at savna nógvar áhoyrarar. Prógv fyri hesum var, at veggurin og tjøldini ímillum konsertsalin og klingruna vórðu tikin niður, so at nærum alt húsið gjørd- ist ein veldugur konsertsal- ur. Og ikki var torført at fylla hendan salin. Nei, tað komu so nógv fólk til kons- ertina, at møguleiki var ikki hjá gllum at finna sær sess. United Voices Í skránni stendur, at United Voices er sett saman av lim- um úr ymiskum kristnum samkomum kring landið Og hetta er kanska ein av orsøkunum til, at so nógv fólk møttu til konsertina Sangararnir vóru jú úr brødrasamkomuni, advent- istasamkomuni, heimamiss iónini og so framvegis, og gjørdi hetta kanska, at nú var møguleiki fyri at koma til eitt átrúnaðarligt tiltak - um ein kann kalla tað so -, ið ikki tók dagar ímillum hvgrja samkomu, ið fólk hoyrdu til. Askoðararnir við Allir teir nógvu áskoðararn- ir høvdu sanniliga eisini sín leiklut í konsertini. Tað var nevniliga ikki sjálvdan, at teir reistu seg upp og klapp- aðu við til tær lættleiktu rútmurnar, ið floymdu út yvir salin hetta kvgldið. Serliga fegnir vóru áskoðararnir fyri framførsl- una hjá Sigrid, og eisini fyri tað seinasta eykalagið. Og hetta eykalagið var eisini nakað serligt. Við í hesari framførdslu var ein genta, ið „sang“ og dansaði á deyvamálið. Hetta, haldi eg, var sera hugtakandi. Lættur um hjartað Tá ið ein trein út aftur úr Norðurlandahúsinum; út í tað stilla og vakra heystar- kveldið, tå var ein vorðin lættur um hjartað, av øllum teimum vøkru røddunum, ið høvdu rungað í okkara perlu av mentanarhúsi, ovalaga í heimsins nalva. Heilt víst eiga vit skapandi fólk í Før- oyum BMW 525 TDS árg. 95 — til solu TIf. 31 07 53 50x 75 cm. Fyrr 245.- NÚ 95.- 40 x 60 cm. Fyrr 178.- NÚ 85.- 30x 45 cm. tilboð Ger tinar góðu i storri Fyrr 128.- NÚ 65.- 20x30cm. . Fyrr 48.- NU 25.- -galdandi allan oktober 0% WE] eftir egnum negativi ella dias (dias kr. 10, eyka Jyn hvørt + UR GULL SILVUR FOTO á VIDEO FLOGUR SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax t-man: tr þorn (po