mikudagur 21. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
re
5
x
x
4
Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998
søsialurin. box 76, 110 tørshavn -
tíðindablaðið SEsjalurin
ÍTRÓTTUR
Ársins leikari skal
15
tif 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil & sosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www. sosialurin.fo
/
finnast hetta vikuskiftið
Fótbóltur: Sum vanligt endar fótbóltsárið
við stóru innandurakappingini í Vági. Hon
verður leygardagin og sunnudagin
EMiL L. JACOBSEN
Vit hava skrivað tað fleiri ferðir
seinastu tíðina, og nú skuldi tað
verið heilt vist: Fótbóltsárið endar
hetta vikuskiftið.
Síðani 1991 hevur VB skipað
fyri óalmennu FM-kappingini í
innandurafótbólti í ítróttarhgllini
í Vági. Henda kappingin markerar
endan á fótbóltsárinum hjá bæði
kvinnum og monnum, og eftir ein
lítlan aldudal er kappingin aftur
vorðin heilt væl umtókt millum
spælararnar.
Seinastu árini hava Bjarni Jo-
hansen og Finn Gærdbo skipað
Jákup á Borg, B36
Endaði sum toppskjútti í 1.
deild og krýndi árið við
landsliðsdebut niðri í Bosnia.
Liverpool hevur víst honum
áhuga í seinastuni
fyri kappingini, og Bjarni sigur
við Sosialin, at áhugin aftur í ár
tykist vera stórur.
— Í fjør vóru tilsamans 36 lið
við í kappingini, og vit rokna við,
at tað verður nakað tað sama í år,
sigur Bjarni Johansen.
— Tað vóru ngkur ár, í 1994 og
1995, at áhugin var lítil, og tað
ikki vóru meir enn eini 20-25 lið
við, men seinastu árini hevur und-
irtøkan tikið dik á seg aftur, sigur
hann.
Kappingin byrjar leygarmorg-
unin klokkan 8 og endar umleið
klokkan 20. Sunnudagin klokkan
13 byrja so finaluumførini. Tað
Hans Fróði Hansen, HB
Saman við makkaranum í HB,
Hans á Lag, besti verjuspælari
í ár. Fekk eins og Jakup á
Borg landsliðsdebut ímóti
Bosnia
er ymiskt, hvussu felggini taka
undir við kappingini. Eitt nú hava
KÍ og GÍ ikki havt lið við seinastu
tvey árini, og Bjarni vísir á, at tað
eisini er ein langur túrur hjá fam-
iljumonnum at fara. Í fjør var HB
heldur ikki við í kappingini, men
annars plaga tey bæði stóru havn-
arfeløgini at vera væl umboðað,
eins og suduroyarlidini sjålvandi
eru. I fjør vann B36 kappingina
hjå bædi kvinnum og monnum.
Spælt verdur vid fimm spælar-
um á hvørjum liði (flúgvandi út-
skifting). Sum vanligt er til inn-
andurakappingar, verða bandur
settar upp rundan um vøllin, og
spælt verður við smápiltamálum.
Vinnandi liðini sleppa ein
»rundtår« við Norrønu, sum tikið
verður til. Eisini verður okkurt
latið til toppskjúttarnar og mest
skorandi liðini í kappingini.
John Hansen, KÍ
Hevur saman við Kurt
Mørkøre verið besti maður á
KÍ-liðnum, sum vann silvur i
ár. Kom á landsliðið herfyri
móti Skotlandi
Ársins Leikarar og veitsla
Eitt av hæddarpunktunum tað
vikuskiftið, tá innandurakapping-
in verður spæld, er kjósanin av
Ársins Spælara hjá kvinnum og
monnum, og í ár verður Ársins
Málmaður eisini funnin annað ár-
ið á rað.
Tað eru spælararnir sjálvir, sum
velja Ársins Leikarar. Bjarni Jo-
hansen greiðir frá, at tað fer fram
á tann hátt, at feløgini hava fingið
atkvødusedlar sendandi — 11 til-
samans — har 11 spælarar skulu
velja ein spælara út. Tað er ikki
loyvt at atkvøda fyri einum spæl-
ara frá sínum egna liði. Seðlarnir
skulu vera inni friggjakvøldid, og
leygardagin verður so avdúkað,
hvør er valdur Ársins Spælari hjá
monnum og hjá kvinnum umframt
hvør er Ársins Málmaður. Sosial-
urin letur steyp til Ársins Leikara
Allan Mørkøre, HB
Fremsti favoritturin til at
gerast Ársins Leikari. Er um
nakar maðurin aftanfyri FM-
heitið hjá HB í ár
hjá kvinnum og monnum í ár.
Nógv skal fáast
upp á pláss
Bjarni Johansen sigur, at tað er
nógv, sum skal fáast upp á pláss,
tá skipað verður fyri eini so stórar
kapping. VB hevur leigað trý hús
í bygdini til at húsa spælarunum,
og tað hevur eisini verið vanligt,
at onkur av liðunum hava búð í
sjálvari ítróttarhgllini.
Umframt sjálva kappingina er
tað eisini nakað annað, sum dregur
hetta vikuskiftið, og tað er sjálv-
andi stóra veitslan, sum verður
leygarkvøldid. VB-kvinnurnar,
sum i år fluttu upp i 1. deild, skipa
í år fyri veitsluni, sum er sera væl
umtókt millum spælararnar, sum
her fáa høvi at hittast og práta
saman um árið, sum fór.
Nøkur evni til ársins spælara 1998?
John Petersen, B36
Allarhelst besti álopsspælari í
føroysku kappingini í år. Telist
eisini javnan millum teir bestu
á landsliðnum