fríggjadagur 23. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Útbjóðing
og avbjóðing
Oddagrein
NÚ tað nærkast fyrstu útbjóðing á feroyskum eki
arbeiða fleiri myndugleikar við at fáa tey ymsu
viðurskiftini uppá pláss. Stoða skal takast til hópin
av málum. Ein týðandi partur av hesum verður at
finna í uppskotinum um kolvetnisskatt, sum helst
verður lagt fyri tingið og samtykt í hesum árinum.
Onnur mál fara at verða viðgjertd í ti stóra arbeiði,
sum skal gerast í sambandi við sjálva útbjóðingina.
Her liggur eitt krevjandi og rúgvusmikið arbeiði fyri
framman, bæði tá talan er um at gera sjálvt ut-
bjóðingartilfarið klárt og at viðgera umsóknirnar.
Undan hesum hava vit so fingið eina kolvetnis-
lóggávu, sum meira er karmurin um alt tað komandi
virksemið.
EIN spurningur, sum uttan iva fer at verða umrøddur,
tá tingið fer undir viðgerðina av eitt nú kolvetnis-
skattalógini, treytum í sambandi við útbjóðing ol.,
er í hvussu stóran mun vit skulu seta treytir og krøv
til útlendsku feløgini, sum arbeiða her í lóggávunum
ella hetta skal verða gjert í teimum einstøku loyvu-
num. Vit hava longu sæð, at tingmenn ynsktu broyt-
ingar í uppskotinum til kolvetnislógina, soleiðis at
beinleiðis treytir til oljufeløg og kontractorfelog komu
at standa í sjálvari lógini, meðan onnur sum eitt nú
umboð fyri okkara egnu oljumyndugleikar mettu tað
vera betri at seta treytir og ávís krev í sjálv loyvini.
Nú skulu vit so aftur til at leggja lógir fyri tingið.
Oljurådleggingarnevndin hevur havt fund og gjørt
uppskot til kolvetnisskattalóg. Í tilmælinum verður
m.a. sett upp, at manningar á seismikkskipum skulu
gjalda skatt her. Enn er staða so ikki til aðrar partar
so sum serskatt, royalty og alment oljufelag. Tað er
greitt, at her má ein avvegan gerast, og er tað eisini
ein politiskur spurningur, hvussu vit ynskja at fáa
inntøkur frá einum komandi oljuvirksemi, antin tað
er við høgum royalty, serskattum ella kravinum um
luttøku av almennum oljufelag ella oðrum.
TAÐ eru heist teir, sum halda, at sjálvandi skulu
manningar á seismikkskipum gjalda skatt her, með-
an onnur seta spurningin, hví júst hesar manningar
og ikki manningar á eðrum skipum, sum arbeiða á
landgrunninum skulu gjalda skatt. Spurningurin er
so, um tað er rætt at gera slíka samanbering. Annað
er so krøv til seismikkskip 00. í hesi vinnu at brúka
føroyskar verur og tænastur longu nú, áðrenn út-
bjóðingina. Her hevur tað so verið hildið at vera
rættast ikki at seta ov hørå krøv longu í byrjanini, tå
talan eisini er um at marknadarføra okkum rætt og
fáa sum flest at gera ílegur her. Vit síggja, at flestu
seismikkskipini velja útlendskar havnir, tí tað er
bíligari at skifta manningar har. Tá sjálv leitingin
byrjar av álvara verður hetta so broytt, tí tá er krav
um at brúka foroyskar verur og tænastur.
EINGIN ivi er um, at vit eiga at leggja vidurskiftini
soleiðis til rættis, at oljuvirksemi skapar mest møg-
uligt arbeiði her á landi og leggur mest møguligt
eftir seg her. Tað má vera okkara primera mál. Hetta
eigur tó eisini at verða gjørt á slíkan hátt, at tað ikki
ræðir teir, sum skulu gera ílegur, burtur. Spurningurin
her er eisini í hvenn mun vit eiga at taka hædd fyri
lækkandi oljuprísunum og harvið meguleikunum hjá
vinnuni. Leiðarin á Oljufyrisitingini hevur sagt, at vit
eiga ikki at seta vinnuni so herð krøv, at vinnan
heldur seg burtur. Hann hevur eisini fyrr sagt, at tað
er betri at seta treytir og krøv í loyvini heldur enn í
lógirnar. Hetta eru tað ymsar meiningar um. Men
tað er rætt at lofta hesum og viðgera tað, eisini nú
tá fleiri lógir í sambandi við kolvetnisvirksemið verður
fram. Tørvur er tí á at fáa flest allar upplys-
ingar á borðið, áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar.
Í ávísum førum kann tað vera rætt at hava treytir og
krøv í lóggávuni, í ødrum forum hoyra hesar heima
í loyvunum.
Sosialurin
Sjónarmið:
Avger landsstýrismaður sjálvur sína politisku lagnu
Fyri kortum varð opinberað
fyri føroyska almenningin-
um, at ein av landsins kosnu
monnum, sum enntá situr í
einum av fremstu álitis-
størvum landsins, er skuld-
settur fyri at hava framt eitt
sera álvarsligt brot á revsi-
lógina.
Tann sera viðkomandi og
åhugaverdi spurningurin er
nå, um hetta skal fåa nakrar
avleidingar ella ikki.
Undir øllum umstødum
antin so ein avgerð verður
tikin - fyri ella ímóti - ella
fyri tann skuld als ikki - so
verður við hesum statuerað
eitt fordømi og ein fyri-
mynd fyri eftirtíðina.
Okkara politiska skipan,
t.v.s. ein og hvgr landsstýr-
ismadur og løgtingsmadur
eigur í hesi løtu bara at gera
sær púra greitt, at tað her
og nú verður knæsettur ein
mátistokkur fyri etiska og
moralska stødid her í land-
inum, sum kemur at fylgja
teimum og okkum øllum
restina av livinum.
Vit skulu eisini minnast
til, at stødid skal leggjast
óheft av, um viðkomandi
seinni verdur frikendur i
rættinum. Spurningurin er
nevniliga, um tad ikki altid
og uttan undantak og full-
komuliga óheft av einum
seinni årsliti í rættinum,
men bert uppá grundaðan
illgruna um meira ålvarslig
brotsverk, er rætt at loysa
landsstýrismann úr starvi.
Tá hetta mál verður um-
røtt er ógvuliga umráðandi
ikki at blanda persónin uppí
málið. Persónurin hevur í
hesum samanhangi ongan
áhuga og er málinum full-
komuliga óviðkomandi.
Málið er ei heldur jurid-
iskt, tá vit av góðum grund-
um ongar skrivaðar reglur
hava fyri tað álit og trúvirði,
sum ein landsstýrismaður
skal njóta millum manna.
Øll sakin eigur tískil at
avmarkast til henda rættu-
liga grundleggjandi og prin-
cipiella spurningin, nevni-
liga um eitt sokallað rættar-
samfelag við bert einum
veti av sjálvsvirðing í heila
tikið kann forsvara, at per-
sónur, sum skuldsettur er
fyri álvarsligt revsilógar-
brot, framhaldandi kann
verða sitandi í týðandi al-
mennum ålitisstørvum.
Ongin ivi er um, at slikar
ålvarsligar skuldsetingar
beinanvegin og uttan nakad
ivamål høvdu fingid avleid-
ingar fyri ein og hvønn råd-
harra i okkara grannalond-
um.
Hetta hava vit eisini fing-
ið váttað av statsrættarser-
frødingum!
Antin tad so var danski,
norski, svenski, ella onkur
annar forsætisrådharri, so
hevði hesin verið noyddur
at loyst henda ráðharra úr
starvi, antin hann so vildi
tað ella ikki. Hetta hevði
hann gjørt væl vitandi um,
at fólkavalda tingið ikki
eina létu hevði himprast við
at lagt fram misálitisváttan
móti ráðharranum og
kanska móti allari stjórnini,
um hann ikki sjálvur tók í
egnan barm og setti hann
frá í stundini.
Men hesir standardir og
hesi krøv til moralska stýðið
hjá stjórnarlimum í gðrum
londum galda kanska ikki
fyri ráðharrar undir før-
oyska heimastýrinum?
Vit hava eftir øllum at
dóma eitt annað stødi, um
vit haa nakað stødi yvirhøv-
ur?
Anfinn Kalisberg løg-
maður er tann einasti av
okkara politikarum, sum
hevur fyribils tikið stóðu til
málið.
Løgmadur hevur nevni-
liga alment boðað frå, at tað
må vera upp til landsstyris-
mannin sjålvan at taka av-
gerð, um hann skal verða
loystur úr starvi ella ikki.
Landsstýrismaðurin skal
sostatt samb. Anfinn Kalls-
berg, sjálvur persónliga og
uttan uppíblanding frá løg-
manni taka avgerð, um tað
skal fáa avleiðingar fyri
starvið, at hann er skuld-
settur fyri álvarslig brot á
revsil6gina!
Hesa stødutakan grundar
Anfinn Kallsberg, løgmad-
ur, fyrst og fremst å alment
vidurkendu grundregluni
um, at ongin er sekur fyrr
enn hann er dømdur.
Vidari verdur sagt, at vit
hava eitt lóggevandi, eitt
dømandi og eitt útinnandi
vald, og at hesi eiga ikki at
verða blandað saman.
Talan er um eitt mál, sum
hoyrir heima hjá tí dómandi
valdinum og at tað tískil
burturav er upp til dómandi
valdið at avgera, um ein
skuldseting ella ákæra skal
fáa avleiðingar fyri viðkom-
andi ella ikki.
Men her fer Anfinn Kalls-
berg so ruddiliga skeivur,
og hevur fullkomuliga mis-
skilt, hvat málið veruliga
snýr seg um!
Talan er og hevur ongan-
tíð verið um at dóma nakran
Anfinn Kallsberg! Ei heldur
tekur løgmaður sær døm-
andi vald við fyribils at
loysa ein landsstýrismann
úr starvi til sakin er av-
greidd. Verður persónurin
fríkendur, so er hann reins-
aður og kemur sjálvsagt aft-
ur í starvið!
Nei, spurningurin snýr
seg stutt sagt og heilt einfalt
um, um tað er sambærligt
við eitt so týðandi starv,
sum landsstýrismaður, at
sami persónur, sum skal
umsita og handheva lands-
ins lógir, samstundis er und-
ir grundaðum illgruna fyri
at hava framt groft brot á
hesar somu lógir!
Stuðlar Anfinn Kallsberg,
samgongan og í seinasta
enda løgtingid, eini prin-
cipavgerð um, at tað av eini
hvørji løgnari grund ikki
skal fáa avleiðingar fyri ein
ráðharra í Føroyum at verða
skuldsettur fyri álvarsligt
brotsverk, so reisir hann
samstundis nógvar spurn-
ingar, sum hann er svar
skyldugur.
Tekur Anfinn Kallsberg ikki
nakrar avleiðingar av
hesum álvarsmáli, verður
gingið út frá, at hann alment
svarar hesum viðkomandi
spurningum:
1) Hvat er tað, sum rætt-
vísger, at slík mál ikki skulu
fáa avleiðingar í Føroyum,
samstundis sum vit kunnu
staðfesta, at tey fáa avleið-
ingar aðrastaðir?
2) Er ein slík tyngjandi
skuldseting sambærlig við
útinningina av einum av
landsins hægstu ålitisstørv-
um?
3) Hvussu ímyndar Anfinn
Kallsbert sær at tað altav-
Bjótn á Heygum
gerðandi álitið á politisku
skipanina skal varðveitast,
tá persónar skuldsettir fyri
álvarslig brotsverk fram-
haldandi sita í landsins leið-
andi størvum?
4) Er tað eftir serføroyskum
normum í lagi, so má spurn-
ingurin setast um nakað
mark í heila tikið skal vera
fyri at røkja landsins hægstu
ålitisstørv, t.v.s. skal ein
landsstyrismadur framhald-
andi sita hóast hann er
skuldsettur fyri onnur og
kanska enntå fleiri sera ål-
varslig revsilógarbrot v.m?
Skal man taka Anfinn
Kallsberg uppá orðið, so er
úrslitið fyribils væl tað, at
ein føroyskur ráðharri verð-
ur sitandi sjálvt um hann er
tikin uppá feskan gerning í
álvarsligum lógarbroti - tí
sum tað er sagt og endur-
tikið - hann er jú ikki sekur
fyrr enn hann er dømdur og
tað kann sum kunnugt taka
bæði mánaðir og ár til enda-
ligur dómur verður feldur
um rættarskipanin við bý-
rætti, landsrætti og hægsta-
rætti verður troytt fult út!
Er hetta tað stýðið, sum
nú verður lagt, samstundis
sum hesir somu menn ætla
at gera Føroyar til ein so-
kallaðn suverenan stat, so
sigi eg bara Guð náði okk-
um øll somul!
Bjørn å Heygum
Heimarøktin bjargað
Figgjarnevndin mælir til, at Heimarøktin fær 1,4 mið. kr. i eykajåttan
Olavur i Beiti
Undir viðgerðini av um-
sóknini frå Almanna- og
Heilsustyrinum um eyka-
jåttan til Heimarøktina, hev-
ur Fíggjarnevndin fingið
upplýst, at Heimargktin í
1998 væntandi kemur at
hava eina meirnýtslu uppá
3,1 mió. kr.
Søkt er um eina eykajått-
an uppå 1,4 mi6. kr, og
sambært viðmerkingunum
í álitinum hjá Fíggjar-
nevndini, er upplýst at rest-
in verður fingin til vega við
sparingum.
5,2 mió. kr í 97
Heimargktin fekk í 1997
eina eykajáttan uppá 5,2
mió. kr. orsakað av meir-
nýtslu, og tá átalaði Fíggj-
arnevndin í ålitinum, at jått-
anareftirlitið ikki er nóg
neyvt, men átalan hevur
neyvan gjørt nakran mun.
Nú hevur so Fíggjar-
nevndin fingið upplýst frá
almannaráðharranum, at ar-
beitt verður við broytingum
av skipanini. Ætlanin er at
gera figgjarstyringina betri,
og væntar Fíggjarnevndin
tí, at Heimargktin framyvir
kann halda virksemi innan
givna játtan, verður sagt í
viðmerkingunum í álitinum
frá Figgjarnevndini.