fríggjadagur 23. oktober 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 201 — 23. OKTOBER 1998
tíðindablaðið S0Slalurfn
17
Lagt til rættis: Eiríkur Lindenskov
Stólið ikki blint upp á dekkini
— Tað sum er mest umráðandi í hálkukoyring er, at tú koyrir eftir
umstødunum, sigur Fríðrikur Blåhamar, stjóri á Super Dekk
Fyrsti kuldin í vetur hevur
longu gjørt vart við seg, og
tá vit samstundis eru farin
um hálvan oktober, fær
kuldin nógvar bilførarar at
hugsa um, at nú mugu pík-
arnir setast undir bilin.
Men tað eru ikki gll, sum
eru á einum máli um, at pík-
adekkini eru besta trygdin í
hálku. Ein teirra er Fríðrikur
Bláhamar, sum er stjóri á
dekksøluni Super Dekk í
Havn.
Bilførarin størstan
tydning
— Tad sum er mest umråd-
andi f hålkukoyring er, at tå
ert greidur um koyrium-
stødurnar - og koyrir eftir
teimum. Tí er tað ikki altíð
so umráðandi, um tú hevur
píkar ella ikki, sigur hann.
— Tú mást ikki blint stóla
upp á dekkini, leggur Fríð-
rikkur Blåhamar dent á.
Super Dekk í Havn hevur
selt dekk í mong ár og um-
boðar nú Goodyear - am-
erikanska dekkmerkið, sum
fyrr í ár fylti 100 ár. Hendan
dekkverksmidjan hevur
fleiri verksmiðjur í Evropa.
— Tað er so ymiskt,
hvussu tørvurin er å dekk-
um f ymsu londunum, og er
tad vedurlagid, sum hevur
serligan tydning, sigur Frid-
rikkur.
Hóast Super Dekk sjålv-
sagt eisini selur píkadekk,
so eru tað vetrarlamelldekk-
ini, ið Fríðrikur Bláhamar
hevur størsta tokkan til, tå
tad rædur um vetrardekk.
— Vit skulu minnast til, at
flestu píkadekk eisini eru
lamelldekk. So tá fólk tosa
um, at píkadekkið er so sera
gott í tjúkkum kava, so er
tað tí, at talan er um eitt
lamelldekk, sigur hann. Tá
er talan um vanligt vetrar-
lamelldekk - við píkum.
Lamelldekkið er serliga
konstruerað til at hava gott
vegtak í hálku. Tað er bygt
upp við mynsturblokkum.
Hver blokkur er skorin
sundur í lamellir, sum, tá
dekkið verður trýst niður í
vegin, opna seg og líkasum
klípur seg fast í undirlagið.
Afturat hesum, so eru vetr-
ardekkini gjørd úr aðrari
gummiblanding við meira
av rågummi í. Hetta ger, at
dekkið ikki verður so hart,
sum eitt summardekk, tá
kalt er í veðrinum. Av hesi
orsøk verður dekkið ikki so
»hålt«, sum eitt summar-
dekk verður í kulda.
— Men er lamellvetrar-
dekkið so mikið gott, at tú
torir at pástanda, at tað er
nóg gott til alla hálkukoyr-
ing í Føroyum?
— Nei, tað fari eg ikki at
siga - men næstan. Tað eru
sjálvandi undantgk, eitt nú
fólk, sum búgva við Gjógv
og sum skulu koyra um
skarðið hvgnn dag - eisini
vid børnum. Tá kann vera
ein tryggleiki f at hava pik-
ar, ti har kann vera serliga
hált - og afturat tí er vegurin
framman undan ikki serliga
tryggur. Í slíkum føri kann
tað vera ein trygd, at tú hev-
ur píkadekk, sigur Fríðrikur
Bláhamar.
Men hann leggur afturat,
at hann ofta hoyrir fólk siga,
at tey búgva upp í eini
brekku í Havn, sum ofta
kann vera sera hál.
— Tá haldi eg, at tað er
yvirdrivið, um fólk keypa
sær píkadekk fyri at koyra
50 metrar, sigur hann.
Fríðrikur Bláhamar held-
ur annars, at tað nú er tíð
upp á, at myndugleikarnir
fara undir at gera eina hálk-
ubreyt, soleiðis at bilførarar,
ungir sum eldri, undir
tryggum umstødum sleppa
at venja seg f hålkukoyring.
— Nú hevur verið tosað
um hetta í so mong ár, men
enn er einki hent, vísir hann
á.
Samanumtikid heldur
Fríðrikur, at koyring við
vetrarlamelldekkum saman
við hollari hálkuvenjing er
nóg mikið til stórt sæð allar
vetrarkoyring í Føroyum.
Bussar koyra eisini við
lamellvetrardekkum
Fríðrikur Bláhamar sigur, at
teir seinastu árini eisini
hava roynt vetrarlamell-
dekkini undir lastbilum og
bussum - við góðum úrslit-
ið.
— Býbussarnir hjá okkum
hava í fleiri ár koyrt við
hesum dekkum, og nú er
helmingurin av býbussu-
num í Havn skøddir við hes-
um dekkum.
Fríðrikur Bláhamar á Super Dekk í Havn við einum
Goodyear lamellvetrardekki
Fríðrikur Bláhamar sigur
at teir eisini hava gjørt
royndir bæði við píkadekk-
um og lamellvetrardekkum
við stóra brandbilinum hjá
brandstødini í Havn, og
stóðu lamellvetrardekkini
seg eisini best her, sigur
hann.
Tíðarskeiðið, loyvt er at
koyra við píkadekkum er frá
16. oktober til 30. apríl -
báðir dagar íroknaðir.
Píkar ella ikki pikar - kanna teg sjálvan
Svara spurningunum niðanfyri - so kanst tú betur taka avgerðina, um tú ert fór/ur fyri at koyra við ella uttan píkar
1. Eg koyri næstan bara á turrum 7.
og táðum vegum
ja F--1 nei
2. Har eg búgvi er næstan ongantíð
serliga hált
ja | 1 nei
3. Eg koyri fyri tað mesti í nær 9. E
umhvervinum, har eg kenni
Eg ansi væl eftir og lagi ferðina
eftir viðurskiftunum
m 2
MS
8. Eg meti um avstandin til bilin
m ,
frammanfyri
[| | nei
g lati bilin standa, tá tað eru
serliga ring líkindi
vidurskiftini
ja nei ja nei
4. Eg eri royndur bilførari 10. Eg koyri bert har, sum væl
er koyrandi
ja nei , <a
NU ja nei {|
5. Qll, sum koyra bilin, eru royndir pg —
bilfgrarar
ja Ed nei
11. Eg fái ringa samvitsku av
("A
ja
6. Bilurin, eg koyri, er yngri enn átta
at koyra við píkadekkum
FF
I
nei
år 12 Eg el klårur at ka við
. ; »pikaleysum« dekkum
ja | | nei
ja nei
Úrslit:
0-4 ja: Tað er ivasamt, um píkaleys dekk eru tað rætta fyri teg.
- 5-Bja: Tað er sannlikt, at tu kanst koyra í vetur uttan pikar
9-12 ja: Vit mæla tær til at koyra við píkaleysum dekki
; Goodyear