mánadagur 1. desember 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
andi fyri øll til allar tíðir. Tað er
hart arbeiði og kann taka eitt
heilt lív – tey flest náa tað aldri –
og tú kanst aldri vita, um tú
røkkur hettar mál, tí list er mett
klassisk, um hon er viðkomandi í
fýra mansaldrar.
Litir og psyka
Í síni list brúkar Tróndur
Patursson reyða, gula, grøna og
bláa litin. Litirnir vísa hvørja
megi og hvørjar kenslur eru í
myndini, sigur hann og greiðir
frá síni áskoðan á litir. Millum
annað hvussu blái liturin hevur
verið sæddur sum tann gátuføri
liturin - liturin, ið dylir fyri
okkum, hvat er innan í verðini.
– Kobolt var forboðið í goml-
um døgum. Hesin blái liturin
varð ofta settur í samband við
Fanan sjálvan, tí tey hildu, at tað
var nakað dult og gátuført yvir
honum, sigur Tróndur Patursson.
Tað bláa ímyndar fyri hann eisini
tað gátuføra og tað kosmiska.
– Blátt er norðurlendski liturin,
havið og himmalin - tað er tað,
sum er rundanum okkum. Norð-
búgvar eru til blátt – men ikki
grønlendingar – grønlendingar
eru til gult. Hetta kemur av, at
tað er so ljóst á teirra leiðum,
kavin lýsir, og sólin skínir leingi
um summarið. Gult er gevandi
og agressivt, tað ímyndar sólar-
ljósið og megi, sigur Tróndur
Patursson.
Ikki at vit eru einslitt - tá
fjøllini í Føroyum speglast í
havinum er myndin gul, sigur
Tróndur Patursson. Gulur er
eisini liturin á teimum fýra
listarverkunum, sum ímynda eina
tílíka spegilsmynd, og sum
hongur á eini framsýning, sum
Tróndur Patursson hevur í
Keypmannahavn nú um
dagarnar.
– Litir ávirka okkum meir, enn
vit halda, og vit brúka sjálvdan
reinar litir – vit tora ikki, vit
bróta teir ístaðin, men listafólk
hava ofta hug at brúka reinir litir,
sigur hann.
Reyði liturin er hugnaligur og
heitur, vit brúka hann á matstov-
um, og grøni liturin er tryggur,
og hann brúka vit jú til próv-
tøkur. Gevur tú grøna litinum eitt
sindur av gulum, verður hann
meira lívsjáttandi og ímyndar lív
og gróður, sigur Tróndur Paturs-
son.
Á einslittað bakgrund málar
hann abstrakt við svørtum. Hetta
er tað søguliga ella motivið, litir-
nir eru kenslurnar og dámurin í
myndini.
Kosmisk loysing
Hvussu er við politiskum boð-
skapi í listini?
– Hetta er loysing, sigur
Tróndur Patursson og breiður
armin út í kosmiska rúmið, har
vit enn sita á spegilsgólvinum.
– Her inni upplivur tú frælsi,
so eg haldi, at hetta er ein góð
mynd uppá loysing – Føroyar eru
bletturin í miðjuni í rúminum, tí
Føroyar eru heimsins nalvi, og
so kanst tú ímynda tær Sibirien
handa veg, Afrika handa veg og
so framvegis í tað óendaliga,
sigur listamaðurin.
Nevndur í útlendskum bløðum
verður hann ofta lýstur sum ein
villmaður í pakt við náttúruna,
millum annað orsakað av tí síða
hárinum – er tað eitt "image"?
– Nei, als ikki. Men kanska tað
var í byrjanini. Sum ungur
listamaður torir tú ikki ordiliga
at vísa teg og fara tína egnu leið,
men kanska tað gjørdi tað lættari
at skilja seg út. Eg havi havt
langt hár og skegg síðan 1964, tá
eg hevði verið til skips. Vit komu
aftur um heysti, og tá teir sóu
land fór alt at klippa sær og raka
sær – teir sóu farligir út. Men eg
var seinastur, so tað stóð, tá vit
komu í land. Eg væntaði at pápi
fór at halda, at tað var ræðuligt,
men hann segði bara: Hattar er
ikki so galið – so lat eg tað vera,
fortelur Tróndur Patursson og
leggur aftrat:
– Og so er tað hann sjálvur í
bíbliuni, Samson, hvørs styrki lá
í hárinum - kanska er hárið míni
følihorn, ið merkja náttúruna –
eitt slag av antennum, sum fanga
ta kosmiska rúmi –
SAMRØÐA
Marjun Dalsgaard
Mynd: Álvur Haraldsen
Blátt er tað kosmiska, djúpa og
gátuføra. Tað ímyndar himmalin,
ið aldri endar og ivan um, hvussu
djúpt havið er undir tær. Tað bláa
er eisini tunglyndi og sorgblídni,
og okkum dámar tað døkka - vit
føroyingar eru í mol. Einum parti
av okkum dámar regn og toku, tí
soleiðis er náttúran, sum vit eru
vaksin upp við. Føroyingum
dáma blátt, sigur Tróndur
Patursson - og hava teir hug, ja
so kunnu teir sveima í
endaleysum bláum í hválvinum,
sum hann nú hevur bygt úr glasi.
"Kosmiska rúmið" er ein
framhaldandi menning av
hugskotinum hjá Trónda
Paturssyni at skapa eina
uppliving av djúpari rúmd.
Íblásturin kom einamest av 104
døgum á havinum á einum
bambusflaka, har hann upplivdi,
at einki var upp og niður, og
endaleyst var yvir og undir.
– Tú kemur inn í sjálva sálina
av havninum. Havið hevur fastar
rytmur og gongur í ymiskar
ættir, og hevur tú einki fast at
sammeta við, verður tú drigin
inn í hesa organismuna. Tað
gevur eina kenslu av frælsi, sigur
Tróndur Patursson. Hann hevur
gjørt fýra onnur rúm, ið skuldu
geva øðrum hesa kenslu av djúbd
og frælsi, men nú er listaverkið
fullkomið, sigur hann.
– Hendan konstruktiónin
skuldi givið tað fullkomna
upplivilsi av endaleysari rúmd -
hetta er eitt kosmiskt rúm.
Leonardo Da Vinci var tann
fyrsti, sum arbeiddi við hesum
forminum - hetta er ein sera
einfaldur formur, eitt hválv av
fimm- og sekskantum, sama
prinsip, sum ein fótbóltur er
seymaður eftir, sigur Tróndur
Patursson.
Vit sita inni í Kosmiska rúmin-
um - hava sett listamanninum
stevnu fyri at hoyra, hvat list er
fyri hann.
Til upprunastøðið
List er at gera tað ósjónliga
sjónligt, og tað merkir at síggja
sálina og endurgeva hana.
– Náttúran er fullkomin – tað
er ikki neyðugt at endurgeva
hana – men tað eru kortini
formar til, sum ikki eru endur-
givnir. Fjøllini og gróti hevur eitt
slag av sál, og list snýr seg um at
síggja sálina. Tekur tú eina mynd
av Trøllhøvda, er náttúran deyð á
myndini – tað kundi tað sama
verið úr sementi. Men tá tú sær
tað sjálv, er tað livandi, tí tá sært
tú sálina. Jørðin er av eldi innan
og náttúran er livandi – tú sær og
tulkar hetta frumkenda, tá tú
upplivir náttúruna, og listafólk
skulu fáa hetta fram. Um tú ikki
sær sálina í náttúruni í lista-
verkinum, er tað ikki list, men
ein dekoratión, sigur Tróndur
Patursson. Og leggur aftrat: Tað
er við náttúruni eins og við eini
vangamynd - um tú ikki kennir
sálina hjá tí persóninum, sum tú
málar, líkist myndin heldur ikki.
List verður klassisk um hon
óansæð tíð og stað nemur við
sálina í tí menniskjasliga og er
nýskapandi. Eg royni at taka eitt
sekund av heimsins upphavi og
finna sálina í tí sekundinum - og
mála hana. Um tað eydnast gerst
tað ósjónliga sjónligt, sigur
Tróndur Patursson.
– Sum listafólk mást tú hava
eina filosofi aftanfyri tað, sum tú
gert. Mín filosofi er, at tú má
fara aftur til upprunastøðið, og
har eru tvey í at velja - náttúran
og menniskja. Eg havi valt at
arbeiða við náttúruni, sigur
Tróndur Patursson. Hann heldur,
at tað er avgerandi, at tú finnur
tína egnu leið.
– Eg kann viðurkenna Picasso,
men eg kann ikki fara víðari við
hansara arbeiði. Drívmegin má
koma innanfrá, og tú má, sum
listafólk finna tað, sum er inni í
tær sjálvum og leggja eina leið
eftir tí. Eina leið, sum tú trýr
uppá og síðan arbeiða støðugt
við hesi leið. List er ein abstrak-
tión og einfalding av tí tú upp-
livir, sigur Tróndur Patursson.
Hann heldur, at finnur tú tína
egnu leið og megnar at gera
sjónliga sálina í okkara upphavi,
náttúruni ella menniskjanum, so
eydnast tað at skapa list, sum er
algildug – list, sum er viðkom-
Blá sál
List er at endurgeva sálina í tí, tú upplivir –
um tú rakar nakað algildugt á ein nýggjan
hátt, verður tað ein klassikari, sigur
Tróndur Patursson.
"Jørðin er av eldi
innan og náttúran er
livandi - tú sær og
tulkar hetta
frumkenda, tá tú
upplivir náttúruna, og
listafólk skulu fáa
hetta fram. Um tú ikki
sær sálina í náttúruni
í listarverkinum, er
tað ikki list, men ein
dekoratión."
Tróndur Patursson
"Norðbúgvar eru til
blátt - men ikki
grønlendingar -
grønlendingar eru til
gult. Hetta kemur av,
at tað er so ljóst á
teirra leiðum, kavin
lýsir, og sólin skínir
leingi um summarið."
Tróndur Patursson
"Her inni upplivur tú
frælsi, so eg haldi, at
hetta er ein góð mynd
uppá loysing -
Føroyar eru bletturin
í miðjuni í rúminum,
tí Føroyar eru
heimsins nalvi."
Tróndur Patursson
36
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
37
C
M
Y
K
37
36