Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998 OLAVUR Í BET — Hvat stendur Anfinn Kallsberg fyri? Skal hetta verða galdandi framyvir? Nei, eg eri ikki nøgdur enn, tí tað sum Anfinn Kallsberg hevur sagt í málinum, stendur vid enn, og løg- maður er úti á sera djúpum vatni. — John Petersen sum per- sónur er mær líkamikið, men tað sum eg havi ført fram, eru prinsippini í mál- inum, at maður kann vera skuldsettur og kortini halda fram í so tíðandi starvi. Hetta er ikki tað sama sum at siga, at eg havi nakað ímóti John Petersen, tvørt- urímóti. Ikki innhabilur Orðini eigur Bjørn á Heyg- um nú eftir at John Petersen hevur boðað løgmanni frá, at hann er farin í farloyvi, meðan málið móti honum verður kannað. Og orðini koma eftir spurningin, um Bjørn á Heygum nú er nøgdur, sum hann ikki er. Og til spurningin, um Bjørn á Heygum ikki kann sigast at vera innhabilur, tá Alfred Petersen, starvsfel- agi hansara í sama virki, er advokatur hjá gentuni, sum sigur seg verða neyðtikna tíðindablaðið S082lufn Meti meg ikki at vera innhabilan — At Alfred Petersen umboðar gentuna og vit starvast í sama virki, meti eg ikki ger meg innhabilan, tí persónarnir eru mær fullkomiliga óviðkomandi. Eg hugsi um prinsippir og fordømi, sigur Bjørn á Heygum, sum annars ikki sigur seg verða nøgdan enn, tó at John Petersen nú er farin í farloyvi nú trý ár aftaná, svarar Bjørn á Heygum, at tað er hann ikki. Loyvt at úttala seg Hann er ikki so braneggj- aður at svara, tá hesin spurningur verður settur honum, men hevur meiri hug at tosa um kriteriir og prinsippir, sum hann eisini hevur skrivað nógv um seinastu tíðina. — Vit mugu kunna úttala okkum í hesum landi, uttan at alt millum himmal og jørð verður slongt okkum afturímóti, leggur Bjørn á Heygum aftrat og endurtek- ur orðini um, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sagt, at ein maður skal ikki leggja frá sær, fyrr enn hann er dómdur, og hetta er sera óheppi av løgmanni at hava sett sum fordømi. Samstarvsfelagin hjå Bjørn å Heygum, Alfred Petersen, umbodar gentuna, sum John Petersen er skuldsettur fyri at hava neyðtikið. Men hann heldur seg kortini ikki vera inhabilan Vatnveitingin í i Havn 100 ár Í morgin eru liðin 100 ár síðani, at havnarfólk fingu rennandi vatn í kranarnar. Fyrsta kommunala vatn- veitingin í Fóroyum varð tikin í nýtslu 25. oktober í 1898. Fyrsti vatnbrunnurin í Havn var bygdur við Gråastein og vatnleiðing varð løgd oman í Havnina EIRIKUR LINDENSKOV Í morgin eru liðin 100 år síðani vatn rann úr kranu- num í Havn á fyrsta sinni. Tann 25. oktober í 1898 varð skrúvað frá vatninum úr brunninum við Gráastein á fyrsta sinni. Tað var kommunan, sum stóð fyri arbeiðinum, og er her talan um fyrsta kommunalu vatn- veiting í Føroyum. Í sambandi við hetta 100 ára haldið, gevur Torshavn- ar býráð seinni í ár út bók um vatnveitingina, sum Finnur Johansen hevur savnað og skrivað. Havnarfólk høvdu leingi gramt seg um skitna vatnið í ánnið, tí nú býurin var vaksin >heilt nidan um Húsabrúgv< sást hetta aftur í dálkaða vatninum. Tá tóku fólk vatn í Stóradammi í Havnará, sum er undir vegnum millum niðara part- in av Tinghúsvgllinum og Gamla Apotek. — Fenaðurin gjørdi eisini sítt til, at vatnið varð dálka, eins og tað, at teir, ið áttu jørdini omanfyri tægaðu bø- in - og tað fór eisini í ánna, greiðir Finnur Johansen frá. Tað var eitt stórarbeiði, sum var gjørt, tå vatnveit- ingin varð liðug fyri 100 ár- um síðani. Umframt brunn- in við Gráastein (og her skal nevnast, at talan ikki er um tann stóra brunnin, vit kenna í dag, men um ein minni, sum var omanfyri) vóru rør løgd oman í Havn- ina, Á myndini síggja vit menn leggja rør eftir Aar- vegnum. Fyrstu húsini, vit síggja á myndini eru hjá An- geliku - ella sýnisgluggin hjá Katrinu Christiansen oman fyri Blákolluna. — Partur av hesi rørleiding er í brúk enn tann dag í dag, sigur Finnur Johansen. Tað fyrsta Finnur Johan- sen hevur funnið, har talað hevur verið um vatnveiting- ina, er frá eini bygginevnd, sum sett var í 1856. Tá verð- ur longu røtt um at útvega Havnarborgarum reinari vatn, tí býurin er so nógv vaksin. Seinni eru tað eisini privatfólk, sum taka seg saman, men hetta endar alt við kommunalu vatnveit- ingini í 1898. Tað er nógv hent í Havn- ini, síðani hendan vatnveit- ingin varð gjørd, og brunn- arnir hava verið fleiri. Tann fyrsti var sum nevnt við Gráastein. Hesin var seinni Teir leggja rér eftir Áarvegnum í Havn. Myndin er helst tikin í september ella oktober í 1898. Húsini til vinstru eru hjá Angeliku - ella í dag sýnisgluggin hjá Katrinu Christiansen oman fyri Blákolluna útbygdur. Í 1912 var brunnurin uppi undir Varða - uppi undir Oyggjarvegnum - bygdur. Í 1928 var byrgingin í Marknagili gjørd, og tann stóri brunnurin við Gráa- stein varð bygdur í 1942. Uppi í Villingardali stóð ein brunnur klárur at taka í nýtslu í 1952, og stóra byrg- ingin í Havnardali var tíkin í nýtslu fyrst í sekstiárunum. Endaliga verkætlanin í Havnardali stóð liðug í 1966 við landsins fyrsta reinsiverki. Eftir hetta eru fleiri åbøtur gjørdar á vatn- veitingina við pumpum og ødrum, men størsta útby gg- ingin seinnu årini er byrg- ingin í Villingardali, sum var liðug í 1988 - og nú stendur væl til vid vatnveit- Myndaånari: Føroya Fornminnissavn ing í bynum, heldur Finnur Johansen. — Tað er heilt víst, at vatn- veitingin úr Villingardali í dag uppfylli ríkiliga øll heilsufrødilig krøv nógv år fram í tíðina, og vid teirri vatnveiting, býurin hevur í dag klárar hann seg í nógv ár afturat, sigur Finnur Jo- hansen, sum tó vísir á, at enn vantar eitt reinsiverk til byrgingina í Havnardali. Í dag eru tað byrgingarnar báði í Villingardali og Havnardali, sum fóðra býin við vatni. Men álitið er framvegis byrgingin í Havnardali, sum letur 75% av vatninum, meðan Vill- ingardalur letur 25%.