leygardagur 24. oktober 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998
akkurát nú skal hann ikki hugsa um yrkisfótbólt í útlondum
Í gjár kom Hans Fróði Han-
sen — leirvíkingurin, sum í
ár hevur verið so sannfør-
andi í HB miðverjuni, at
Allan Simonsen eftir
summarsteðgin gav honum
fast pláss á landsliðnum —
aftur til Føroyar, eftir at
hann fyrrapartin av hesari
vikuni royndi seg í skotska
felagnum Motherwell.
Tá landsliðið var í Skot-
landi var ætlanin, at Hans
Fróði skuldi til royndar-
venjingar í Motherwell. Tað
frætti tíðindamaðurin hjá
Sky Sport, tá hann var og
fylgdi venjingini hjá føroys-
ka landsliðnum í Aberdeen,
og hann legðist ikki á boð-
ini. Allan mikudagin í síðstu
viku, tá væl umtókta sjón-
varpsrásin kyndi uppundir
dystin, sum teir seinni um
kveldið skuldu senda bein-
leiðis frá, spældu teir aftur
og aftur eina samrødu við
Hans Fróða, har hann segði,
at hann var sera spentur
uppá at royna seg í Mother-
well, og landsliðsmaðurin
dugdi eisini at sjarmera seg
inn í hjørtuni á fótbóltshug-
aðu skotunum, tá hann
segði, at hann helt landið
vera vakurt og fólkið vera
blítt, og at millum annað
hetta vóru orsøkir tH, at
hann fegin vildi spæla í
skotsku landskappingini.
Ha fyri
Í gjár var Hans Fróði Han-
sen aftur í Havnini, og hann
staðfestir, at tað gekk íkki
akkurát soleiðis í Skotlandi,
sum hann hevði vónað.
Hans Fróði vandi við
skotska felagnum, og fyrr í
vikuni slapp hann eisini at
royna seg í dysti fyri U-21
liðið hjá felagnum. Hetta
var kortini einki at rópa
hurrá fyri, og um talan var
um nakra provtøku, so end-
aði hon á hálvari leið, t
Hans Fróði kom ikki á vøll-
in aftur eftir steðgin. Hann
kendi seg vera eitt sindur
skaddan, og sá onga orsøk
at halda fram í ikki serliga
góðu líkindunum.
tíðindablaðið S08salurfn
Hans Fróði kennir
seg púra útbrendan
Fótbóltur: Royndirnar í Skotlandi hava sannført landsliðsmannin um, at
Fótbóltsárið 1998 hevur hilnast sera væl hjá Hans
Fróða Hansen
— Besta liðið hjá felagn-
um liggur illa fyri í botnin-
um í bestu deildini í Skot-
landi, og tað var heilt týðu-
ligt, at talan var um eitt
botnlið. Lagið var einki ser-
ligt á spælarunum, og tað
var ikki frítt, at tú fekst eina
kenslu av, at her var so at
siga talan um eina søkkandi
skútu, sum rotturnar um-
hugsaðu at fara frá. Og til
eitt felag, sum er í sovorn-
um standi, er tað lítið huga-
ligt at koma til sum nýggjur,
staðfestir Hans Fróði Han-
sen.
Þreingir til hvíld
Í hesari vikuni hevur ljóðað,
at ætlanin var, at Hans Fróði
Hansen skuldi royna seg í
onkrum ødrum felagi, og
Tottenham hevur verið
Mynd: Álvur Haraldsen
nevnt í práti millum manna.
Jógvan Páll Lassen, sum
røkir áhugamálini hjá HB,
tá tað snýr seg um sølu av
spælarum úr felagnum, sig-
ur, at møguleikarnir at koma
til onnur feløg í Onglandi
vóru fleiri, men at bæði
hann og spælarin vóru
samdir í, at tað var best at
bíða við hesum. Og Hans
Fróði Hansen er so sera
samdur í hesum:
— Fyri at siga tað akkuråt
sum tað er, so kenni eg meg
í løtuni púra slitnan, tá tað
hevur við fótbólt at gera. Eg
fór at venja í januar, og síð-
ani tá havi eg havt við fót-
bólt at gera so at siga hvønn
einasta dag. Hinir í HB høv-
du frí nakrar dagar mitt í
summar, men tá var eg í
danska superligu felagnum
AB, og har vandu vit upp-
aftur harðari, enn vit hava
gjørt í HB. Tað, sum eg
treingi mest til av øllum
akkurát nú er púrasta at hal-
da frí frá fótbóltinum, og tað
ætli eg mær at gera í minsta
lagið í fjúrtan dagar og helst
í tríggjar vikur.
Lærdómurin
Men Hans Fróði Hansen
heldur ikki, at tað hevur ver-
ið burturspilt, at hann hevur
verið eina lítla viku í Moth-
erwell, og hann hevur av-
gjørt ikki slept ætlanunum
um at gera fótbótin til full-
tíðar vinnuveg.
— Eg havi fingið nakrar
royndir, sum eg vónandi
kann brúka í framtíðini.
Hvørjar eru tær, og hvat
kanst tú brúka tær til?
— At tað ikki er serliga
heppið at fara til eitt felag,
sum er í svárari kreppu, og
at tú skalt ansa tær, tá tú
fert út at selja teg sjálvan,
at tú ert væl fyri. Ert tú ikki
tað, so gerst tú verri at fara
avstad enn at vera heima,
og tað var kenslan, sum eg
hevdi nú, og tí var best at
koma heim.
Tá Hans Fróði Hansen
sammetir ferðina til Skot-
lands við hana til AB, sum
nú er topplið í donsku sup-
erliguni, so heldur hann 6-
gvuliga stóran mun vera á:
- Í summar var eg væl
fyri, og eg hevði ikki trup-
ulleikar at fylgja hørðu
venjingini hjá Christian
Andersen. Í Skotlandi hevði
eg eina kenslu av, at eg var
slitin, og tá umstødurnar so
heldur ikki vóru serliga
hugaligar, so var tað eyð
sýnt, at einki gott fót at
spyrjast burturúr
Nær ætlar tú tær av aftur
landinum?
— Tað fara vit at finna út
av. Eg fari at fyrireika meg
um nakrar vikur, og tá okk-
urt høvi býðst eftir årsskift-
ið, so fari eg at taka stóðu
til, um tað er vert at royna.
jh
Eydnuhjol
Miovaågi
Åhugafelagid hjå MB skipar sunnukvøldid 25. oktober
fyri eydnuhjóli í Bygdarhúsinum í Miðvági. Peningurin
ið inn kemur fer til at gjalda graslíkisvgllin í Miðvági
Í desember 1988 varð
Ahugafelagid hjá MB
stovnað við tí endamáli at
savna pening inn til gras-
likisvøllin sum ætlanin tå
var at gera í Miðvági. Bygd-
aráðið í Miðvági og Ahuga-
felagið hjá MB skuldu
gjalda vøllin í felag. Vøll-
urin var tíkin í nýtslu á
sumri 1990. ,
Hesi árini síðani Ahuga-
felagið varð stovnað hevur
verið skipað fyri ymsum til-
tókum, sum t.d. eydnuhjóli,
innandurafótbóltskapping-
um, uppsølu av seyði, húsa-
innsavning, køkutombola
og lutaseðlasglu kring land-
id. Hesi, og onnur smærri
tiltøk, hava givid felagnum
tilsamans 784.000,- kr. Her
kann tó viðmerkjast at fel-
agið lá stilt frá 1992 til
1995. Sostatt er henda pen-
ingaupphædd fingin til vega
eftir seks árum. Afturat hes-
um hevur bygdaráðið í Mið-
vági veitt felagnum góðan
stuðul.
I 1996 keypti Ahugafel-
agið hjá MB graslikisvøllin
og MB-húsið, og skuldin í
hesum ognum er nú komin
niður á 35.000,- kr. og
ynskiligt hevði verið at
fingið hetta tal niður á O kr.
í ár, nú felagið verður 10 ár.
Sum sagt so verður
eydnuhjól í Bygdarhúsinum
í Miðvági sunnukveldið.
Byrjað verður kl.18.45 við
at bluesarin úr Miðvági
Sámal Ravnsfjall og yrkj-
arin og tónleikarin Finn-
bjørn Hansen fara at syngja
og spæla.
Býlingahúsið á Ternuryggi, sekir eftir einum
stuðulspedagogi til setan 1. desember 1998.
Uppgåvan er at stuðla einum 5 ára gomlum
drongi, ið millum annað hevur. talitrupulleikar.
Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.
Stuðulsfólkaskipanin (SFS) sekir eftir tíma-
pedagog- ella
læraralesandi, til 11 ára gamlan drong aftaná
skúlatíð ca. 10 tímar um vikuna. Honum tervar
lentum stuðulsfólki, td.
m.a. eina mannliga fyrimynd, men er hetta ikki
ein treyt. Uppgåvan er at geva drenginum
upplivilsir og avbjóðingar í frítíðini og at styrkja
sjálvskensluna.
Vegna barnsburðafarloyvi í februar, meguliga
fyrr, sekja vit stuðul til sosialt, samanspæls-
relateraða uppgávu í barnagarði
Eisini eru vit áhugaði í at hoyra frá pedagogum,
ið umhugsa at søkja hendanvegin várið ella
heystið 99. SFS tekur sær av fjoltáttaðum
uppgávum bæði á dagstovnum, í frítíðaransingini
og heimum. Setanin kann verða fulla tíð ella part
tíð. Sum liður í menningini av starvsfólkunum
verður skipað fyri skeið- og útbúgvingartiltekum.
Fyri at fáa fast starv sum stuðulspedagogur krevst
pedagogisk útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um
tú hevur arbeiðsroyndir innan dagstovn, tað
sosialpedagogiska ella tað spesialpedagogiska
eki.
Grundleggjandi og avgerðandi er, at viðkomandi
hevur hug og evnir at arbeiða við barnum og
familjum, ið hava trupulleikar.
Dentur verður lagdur á, at umsekjarin er búgvin
og torir at tosa um forðingar í arbeiðinum og
verða opin fyri neyðugari menning í arbeiðinum.
Len sambært galdandi sáttmála.
Q
Tórshavnar býráð
Heimsins kvikasti knívahvessari.
At brúka bæði innan- og uttan-
dura, t.d. tá ið tú fæst við
fisk, umborð á bátinum,
í køkinum, í havanum
o.m.a.
RUSTFRITT STÅL!
LIVLANGT GARA
Eftir uml. 10 sekundum kanst tu hvesså øll
Eisini knivar vid
sag '
ber til at hvessa. Lætt, ; Ring, send fax ella bílegg her:
skjótt og einfalt. KO
! Navn:
; Búst.:
i Bygd/byur: -
+ Heil- og smásala:
: PF. Herman Winther
GS SS Geo