Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Friðaravtala kann forða hograráki Oddagrein TAÐ var ein stór hending, tá stjórnar- leiðarin í Ísreal, tann palestinski leiðarin og amerikanski forsetin seint leygarkvøld- ið okkara tíð skrivaðu undir friðaravtalu um Miðeystur. Tey eru mong, sum hava longst eftir hesi avtalu og sum hava bíðað so leingi, at tey nú hildu alla vón verða burtur. Síðani Ísrael fekk nýggjan stjórn- arleiðara hevur tað nevniliga gingið afturá við friðartilgongdini, tí hesin hevur verið rættiliga avgjørdur og víst aftur flest ollum initiativum, sum gingu palestinum á meti. Men nú bar so til, og eru tað helst mong, sum í dag spyrja, hvussu tað ber til, at ein nýggj friðaravtala fekst í lag hóast alt. EINGIN ivi er um, at amerikanski forsetin og uttan iva eisini stóra og valdsmikla jødasamfelagid í USA eiga sín stóra leiklut í hesum. Amerikanski forsetin hevur fleiri verið uttan úrslit roynt at mekla millum partarnar, men sum oftast er hetta endað aftur á berum, tí ísraelski leiðarin ikki vildi ganga undir treytir so sum at lata ávís oki aftur til palestinar. Tað er eisini greitt, at teir meira hóvligu og eisini máttmiklu jod- amir í USA hava havt nakað at siga her. Teir og Clinton forseti hava helst sett Netanyahu knívin á barkan. Tað var eisini ein rættiliga niðurboygdur og ikki serliga væl hýrdur Netanyahu, sum skrivaði undir friðaravtaluna. Ogtað er greitt, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva fyri Netanyahu heldur, tí hann fer at fáa stórar trupulleikar í síni egnu stjórn, tá hann skal sannføra ultrahøgravendu flokkarnar um, at avgerð- in er tann rætta. Stjórn hansara kann fella við eini slíkari avtalu, men neyvan fer andstoðan, sum so fegin sær eina friðar- avtalu, at fella stjórnina uppá hetta málið, nú misálitisváttan verður løgd fram. EINGIN ivi er um, at henda avtalan fer at hava positiva ávirkan á møguleikarnar hjá Clinton at halda fram sum forseti. Hóast hegravongurin í amerikonskum politikki ger alt hann er mentur fyri at sverta for- setan út við nógv umrøddu Lewinsky- sakini, so kann júst henda meglingin í einum um so týðandi máli koma Clinton væl við. Tað vísir seg, at Clinton er væl umhildin úti í heimi. Tað er ikki so langt síðani, at Nelson Mandela rósti Clinton upp til skíggja fyri sín uttanrikispolitikk. Og ongantíð betur, um friðaravtalan kann forða fyri einum enn meira høgravendum ráki til komandi konkressvalini í USA. Republikanar ynskja Clinton har piparið grør, ti hann stendur fyri demokratiskum og liberalum virðum. Eisini fyri okkum í Feroyum hevur tað tydning, at hograrákið í USA verður síeðgað. Sosialurin Blaðstjóri: Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, Útgevari. uppseting og prent: Sp/ Sosiatunn Bústaður: 26 Árg Argjave , Argjum air Postsmt ga 76, 110 Tórshavn Olaus Jespersen, Undirvísingar- og Mentamálastýrið: Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post &sosialurin.fo - Skúlarnir fara nærum sam- stundis á arbeiðsmarknaðin Trupult er at útvega næmingum í framhaldsdeildini starvsvenjingarpláss. Og orsøkin er, sambært Olaus Jespersen, at allir skúlarnir leggja starvsvenjing- ina í senn, áðrenn og aftaná heystfrítíðina. - Um teir leggja starvsvenjingina har fyri at fáa eina longda heystfrítíð, tað kann ein so bert gita um, sigur Oláus Jespersen frá undirvísingar- og Mentamálastýrinum. DAGFINN OLSEN - Lærararnir vilja hava frí. Tí velja nærum allir skúlar- nir at leggja starvsvenjing- ina áðrenn og aftaná heyst- frítíðina, so frítíðin verður longd. Hetta kann ein í hvussu er leggja í hetta, sig- ur Olaus Jespersen. Hann greiðir frá, at skúlarnir í hjálparloysi hava biðið Undirvísngar- og Mentamálastýri (fyrr Landsskúlafyrisitingina) um at samskipa starvsvenj- ingina, hóast skúlarnir sjálvir eiga at taka sær av hesum. Bert eitt ynski - Hóast teir fáa eitt blað at fylla út við 2 ella 3 ynskj- um, um nær starvsvenjingin skal leggjast á árinum, so skriva flestu skúlarnir bert eittans ynski og tað er ødr- umegin heystfrítíðina, sigur Olaus Jespersen, ið leggur afturat, at soleiðis hevur skpanin verið síðani eina- ferð í áttatiárunum. Aður var tað Landsskúl- aráðið, ið samskipaði, men síðani fall tað til Undirvís- ingarstýrið. Olaus Jespersen heldur. at sjálvsagt stinga trupulleikar seg upp, tá allir skúlarnir skulu út á arbeiðsmarknaðin í senn. Hann heldur tað vera legið, at nærum eingin hevur hug at leggja starvsvenjingina á vári ella í januar, men kanska er tað tí, at tá nærkast royndirnar, sigur hann Tá skúlamynduleikarnir fáa ynskini inn, og øll liggja um somu tíð, so verður roynt at flyta onkran. Skúl- arnir fáa at vita nær hinir skúlarnir eru úti. 8. flokkur óbúgvin Vanliga hava næmingar í 8. og 10. flokki verið í starvs- venjing, men arbeiðspláss- ini hava gjørt vart við, at ein næmingur í 8. flokki er ov óbúgvin og tessvegna vilja tey ikki hava yngru næmingarnar. Olaus Jespersen sigur, at fleiri skúlar tí bert senda næmingar út í 9. ella 10. flokki og at starvstíðin tá er ein mánað, tí næmingarnir bert eru úti einaferð. - Ymiskt er, hvat næming- arnir halda um tað; hjá onkrum er tað gott, men hjá gðrum fellur tíðin long, sig- ur Oláus Jespersen. - Nakrir skúlar lata tó næmingarnar fara til tvey arbeiðspláss henda mánað- in, 14 dagar í hvert pláss, sigur Olaus Jespersen. - Ymiskt er, hvussu skúl- arnir umsita starvsvenjing- Tað er ein stórur trupulleiki, at allir skúlarnir leggja starvsvenjingina rundan um heystfrítíðina, sigur Oláus Jespersen ina. Á onkrum skúlum tekur kanska varastjórin sær av hesum, meðan á ødrum skúlum ein vanligur lærari. Møguliga verður eisni havt frammi å lærarafundi, nær ynskiligt er at hava starvs- venjingina, sigur Olaus Jespersen. Í lógini stendur ikki greitt, hvussu farast skal fram, bert at skúlarnir kunnu senda næmingarnar í starvsvenj- ing. Arbeitt verður við at út- búgva sonevndar skúlaveg- leiðarar, ið so kunnu taka sær av starvsvenjingini m.a. Hetta umfatar t.d. at veg- leiða næmingarnar og at vitja teir í starvstíðini. savnsmynd Orsøkin greið Men Olaus Jespersen ivast ikki. Orsøkin til, at so trup- ult er at finna næmingunum pláss er, at allir skúlarnir leggja starvstíðina sam- stundis. Og orsøkin til hetta kann t.d.vera, sambært O- laus Jespersen, at skúlarnir, lærararnir, vilja leingja heystfrítíðina. - Eg veit ikki um hetta er orsøkin. Ein kann leggja í hetta hvat ein vil, men so- leiðis er stødan, sigur Olaus Jespersen, ið heldur hetta vera løgid, tí skúlarnir skapa sær ein óneyðugan trupul- leika vi at fara út á arbeiðs- marknaðin samstundis. Yvirhøvur lagaligt Bjarni Djurholm, varaskúlastjóri, hevur onga viðmerking til tað ið sagt verður um, at skúlar og lærarar vilja leingja heystfrítíðina og tí leggja starvsvenjingina har DAGFINN OLSEN Bjarni Djurholm, varaskúl- astjóri á Eysturskúlanum heldur ikki, at tað er so trup- ult at útvega næmingum starvsvenjingarpláss. Trup- ulleikin liggur meira í, at tey á Eysturskúlanum hava so nógvar næmingar, og tað er ikki løtuverk at fáa alt at ganga upp, sigur Bjarni Djurholm. Hann hevur onga viðmerking til tað, ið sagt verður um, at skúlar og lær- arar vilja leingja heystfrítíð- ina og tí leggja starvsvenj- ingina har. Á Eysturskúla- num eru næmingarnir í 9. og 10. flokkunum í starvs- venjing fyri jól og í februar, so Bjarni Djurholm kennir einki til trupulleikarnar við- víkjandi heystfrítíðini. Hann metir, at pri vatu ar- beiðsplássini eru lagaligast. Fyri jól er eisini nógv at gera í handilsvinnuni t. d., meðan tað í februar er held- ur minni virksemi á tænast- ugkinum. Bjarni Djurholm metir, at flestu næmingarnir sleppa í starvsvenjing innan tað yrki, ið teir hava ynskt, men tað veldst eitt sindur um starvsøki, hvussu væl tað gongur at finna pláss. Bjarni Djurholm sigur í sambandi við úttalilsini hjá Olaus Jespersen um, at nógvir skúlar bert koma við einum ynski um, nær starvsvenjingin skal vera, at Eysturskúlin altíð hevur fylt bæði ynskini út á lepa- num, ið skúlarnir fáa frá skúlamynduleikunum um, nær skúlin ynskir at hava starvsvenjingina. Eitt sindur verður kanska flutt aftur og fram, men Bjarni Djurholm metir, at sum oftast verða ynskini gingin á meti. — Men lærarar hava ikki frí, hóast næmingarnir eru í starvsvenjing, sigur hann. Kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Ólavur Pætur Dalsgarð fyrrverandi smiðjumeistari Argir andaðist leygardagin 86 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju týsdagin 27. oktober, kl. 14.00. Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Argja kirkju- og missiónshús. Fyri tey avvarðandi, Dinna