Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Havnin fær ikki fleiri barnaansingarplåss tidindabladid — Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum, so er eingin møguleiki hjá Tórshavnar kommunu at útvega 127 nýggj barnaansingarpláss í komandi ári, sigur Kristian Magnussen, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø fyrispurning um EIRIKUR LINDENSKOV — Térshavnar kommuna hevur ongan kjans at bjóða fram tey 127 nýggju ans- ingarplássini, sum ætlanir eru um at hava klár kom- andi ár Hetta er greiða nidurstød- an hjá Kristiani Magnussen, tingmanni, sum í løgtingi- num hevur sett fram fyri- spurning til Helenu Dam å Neystabø, landsstyriskonu i almannamålum — Landsstýrið hevur ikki sett av neyðugu pengarnar á fíggjarlógini, sum tað hev- ur bundið seg til, sigur hann, og setur tí fram fimm fyri- spurningar — Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, nú tað vísir seg, at tann játtan, ið landsstýrið ætlar at seta av tilbarnaansing á komandi fíggjarlóg ikki er nóg stór til, at tær umsóknir, ið landsstýrið hevur liggjandi um nýggj ansingartilboð, kunnu játtast? Kristian Magnussen vil eisini hava hana at greiða tinginum frá, hvussu nógvar umsóknir um góðkenning og fíggjarligan stuðul til nýggj ansingarpláss lands- stýrið hevur liggjandi, og hvussu nógvar av hesum landsstýrið kann játta við tí upphædd, ið landsstýrið skjýtur upp at seta av á fíggjarlógini komandi ár? Kristian magnussen spyr eisini, um landsstýrið ikki metir seg at hava skyldu at nøkta verandi tørv á ansing- artilbodum, sum fylgja av, at útreiðslubýtið millum land og kommunur varð broytt fyri 1998 og 1999 fyri at nøkta tørvin Eisini vil hann hava Hel- enu Dam å Neystabø at siga, hvørjar tankar lands- stýrið hevur um, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaans- ing, samstundis sum at landsstýrið tosar um at økja um inntøkurnar i samfelag- num At enda vil løgtingsmad- urin hava landsstyriskonuna at siga, um landsstyrid hev- ur nakrar ætlanir um fram- yvir at tryggja teimum børn- um, ið hava tørv á ansing ansingartilboð, og um so er, hverjar hesar ætlanir eru. Kommunurnar skulu gjalda meira Kristian Magnussen sigur, at seinastu mongu árini hev- ur verið trupult og eisini ógjørligt hjá nógvum for- eldrum at fáa nøktandi barnaansingartilboð, og hó- ast fleiri kommunur sein- astu árini hava sett meiri penging av til barnaansing, hevur ta verið trupult at fáa landsstýrið at játta sín part av rakstrinum. ; — Tå tad ikki var møguligt at fåa neydugu jåttanina setta á fíggjarlógina fyri 1998, soleiðis at landsstýrið kundi játta tær umsóknir, ið tað hevði liggjandi, skjeyt eg upp at broyta útreiðslu- býtið millum land og kommunur soleiðis, at kommunuparturin av rakstr- arútreiðslunum vaks úr 30% upp í 35%, og at landskass- ans partur minkaði sam- svarandi, sigur Kristian Magnussen, sum tá var landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum. Hann sigur, at hetta fór at gera landskassans part av útreiðslunum góðar 5 mió krónur bíligari og komm- ununnar part samsvarandi dýrari Bert galda í 98 og 99 — Endamálið var fyrst og fremst at nýta henda pening til at játta tær umsóknir, ið landsstýrið hevði liggjandi. Við ødrum orðum komu kommunurnar sostatt sjálv - ar at fíggja øtku ansingar- tilboðini, sigur Kristian Magnussen. Hóast kommunurnar mótmæltu hesi ætlan, ið kom at áleggja teimum stórri fíggjarligar byrðar, so varð uppskotið samtykt í løgtinginum, tó við tí av- marking, at broytt útreiðslu- býti bert var galdandi fyri 1998 og 1999. — Henda avmarking varð gjørd eftir ynski komm- ununnar, ið førdu fram, at álitið um framtíðar komm- unubygnaðin tá var liðugt, og at fíggjarligu viðurskift- ini millum land og komm- unur tá skuldu takast til við- gerðar. Endamálið var at nekta tervin á ansing Undir = viðgerðini av uppskotinum varð ført fram, bæði munnliga og í viðmerkingum til lógarupp- skotið, at endamálið við uppskotinum var at nýta part av tí sparing, ið lands- kassin fekk, til at nøkta tørvin å barnaansing. — Flein løgtingslimid, bæði i samgongu og í and- stóðu, vóru sera ivasamir, um teir fór at atkvøda fyri uppskotinum, tí uppskotið álegði kommununum fleiri útreiðslur, sigur Kristian Magnussen. — Høvudsorsøkin til at målid vard samtykt i løg- tinginum var, at peningurin skuldi nytast til at nøkta tørvin å barnaansingarplåss- um, sigur hann. Landsstyrid hevur lyftið go hendi tað, at komm- Landsstyrid hevur ikki hildið lyftid, sum givið varð kommununum, sigur Kristian Magnussen unurnar, ið høvdu umsóknir um fleiri ansingartilboð fingu hesi játtað a landsstýrinum — Nú sær út til, at lands stýrið longu hevur gloyn tað lyfti, ið varð kommunum, tí peningurin ið er settur av til landskass ans part av barnaansingar útreiðslunum komandi ár ikki røkkur til tær umsóknir ið landsstýrið hevur liggj andi, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin á øki num, Kristian Magnussen Hann vísir á, at eitt nú Tórshavnar kommuna hev- ur søkt um góðkenning og rakstrarjáttan av lands- kassans parti til 127 nýggj stovnspláss — Sum landsstýrisins stóða er nú, verður neyvan møguligt hjá Tórshavnar kommunu at fara undir ætl- aðu barnaansingina í nýggja býlingshúsinum inni á Gøtu, í Sjónleikarhúsinum og í útbygdu býlingshúsu- num. Harafturat sigur landsstýrið seg í fíggjarlóg- aruppskotinum hava um- sóknir liggjandi frá 11 ødr- um kommunum. Kommunurnar kunnu ikki líta á landsstýrið Kristian Magnussen sigur, at tað fer neyvan at økja um åhugan hjå kommunum at gera avtalur vid landsstyr- ið, tå tær ikki kunnu rokna við ti, ið landsstýrið sigur seg ætla. Eisini kann tað fáa fíggjarligar fylgjur fyri kommunur, ið gera iløgur í nýggj stovnspláss, um landsstýrð ikki viðurkennir sín part av ábyrgdini fyri at fáa hesar stovnar latnar upp. — Somuleiðis má tað kennast hugstoytt hjá teim- um foreldrum, ið ynskja at vera á arbeiðsmarknaðin- um, at landsstýrið við vant- andi raðfesting og vilja ikki tryggjar teimum hendan møguleika. Tað er somu- leiðis undrunarvert, at Nr. 203 — 27. OKTOBER 1998 hi Krist landsstýrið, ið sigur seg ar beiða fyri at avloysa blokk- stuðulin við øðrum inntøk- um, beinleiðis er ein forðan fyri, at foreldur kunnu fara til arbeiðs, heldur Kristian Magnussen Hann heldur eisini støðu landsstýrisins vera marg háttliga, tá hugsað verður um, at rakstrarútreiðslan á løgtingsfigs arlógini til barnaansing er útreiðslu neutral fyri landskassan — Sum er rinda foreldrini landskassin g kommunurnar 35 % hver av rakstrinum. Uml. 90% av samladu rakstrarútreiðslu num fer til at løna starvs fólki. Hesi rinda skatt av lønini, umframt at tann pen ingur, ið tey hava eftir, fer í umfar í samfelagnum og tí- skil økir um skatta- og av- gjaldsinntøkur landskass- ans, sigur Kristian Magnus- sen. Hann leggur afturat, at afturat hesum koma fleiri fólk í vinnu, sum í dag møg- uliga ferða forsyrgd av tí almenna, tí tey eru ar- beiðsleys. Tingið samtykti fríggja- dagin, at landsstýriskonan skal svara fyrispurningi- num. 30% og Nú ber til at fáa kannað kolesterol og blóðtrýst Hósdagin og fríggjadagin skipar Hjartafelagið fyri blóðtrýst- og kolesterolkanningum í Tórshavn har øll kunnu vera við. Mikukvøldid verða fyrilestrar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum Hjartafelagið er felag, ið m.a. hevur til endamáls at geva fólki í Føroyum leið- beining um at liva soleiðis, at sjúkur sum eitt nú æðra- kálking gera sum minst um seg. Hetta tí at sjúkur í hjarta og blóðrensli gerast alt vanligari - eisini her í Føroyum. Fleiri Til dømis er hjartasjúka or- sakað av æðrakálking ti- verri so vanlig i okkara samfelag, eins og i øllum vesturheiminum, at meira enn helvtin av teimum monnum, sum doyggja 40- 60 ára gamlir, doyggja av hesi sjúku. Sjúkan vísir seg sjáldan fyrr enn um 40 ár aldur Hjá fólki undir 50 ár er lutfallið millum kynini so- leiðis, at átta mannfólk ger- ast sjúk fyri hvort konufólk, og ikki fyrr enn umleið 65 ára aldurin er títtleikin tann sami hjá báðum kynum. Mannfólk gerast við ødr- um oðrum sjúk av æðra- kálking fyrr enn konufólk Hjá konufólki kemur sjúsan sjáldan fyrr enn um 50 ára aldurin, t.v.s. ikki fyrr enn eftir skiftið (klimakteriið) Varandi brek Sum nevnt doyggja nógv fólk í besta aldri av hesi sjúku og tey, ið koma und- an, verða brekað á ymsan hátt restina av lívinum. Í nógvum førum ber til at bóta um fylgjurnar av æðr- akálking við heilivági ella skurðviðgerð, men brekini lekjast ikki aftur. Við tí, sum vit vita nú um hesa og aðrar sjúkur, mugu vit royna at fyribyrgja teim- um, og tað krevur at vit øll fáa kunnleika um sjúkurnar og nýta hesa vitan við skili og ábyrgd. Vit vita enn ikki um veruligu orsøkirnar til allar sjåkur, men vit vita, at åvisar umstødur vaksa um vandanum fyri at fåa tær. Tiltøk i Havn - almennir fyrilestrar Og hesar umstødur roynir Hjartafelagid at greida frå å ymsan hått. M.a. vid fyri- lestrum og vid kanningum av blóðtrýsti o.ø. Felagið hevur skipað fyri fleiri slík- um tiltøkum kring landið. Byrjað varð í Tórshavn í 1988 og nú, tíggju ár seinni, verður so aftur serstakt til- tak í Havn Mikukvøldid 28. oktober klokkan 19.30 halda Hedin Thomsen, yvirlækni, og Mariann Patursson, kost- ráðgevi, almennar fyrilestr- ar í veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum. Heðin Thomsen fer at greiða frá ymsum um hjartasjúkur og frá úrslitunum av koleste- rolkanningunum hjá Hjart- afelagnum, meðan Mariann Patursson fer at halda fyri- lestur um „kost og heilsu““. Umframt hetta fer Ingelise Sørensen, fysioterapeutur, eisini at greiða frå um venj- ing og rørslu hjá fólki við hjartatrupulleikum. Aftaná fyrilestrarnar verður høvi hjá fólki at seta fyrilesarunum spurningar. átingar oll Hósdagin 29. og endar in 30. oktober skipar Hjarta- felagið so fyri tiltaki í Veitsluhgllini á Landssjúkr- ahúsinum har øll, ið hava hug til tess, kunnu fáa mált blóðtrýst umframt koleste- rol- og sukurinnihald í blóð- inum. Eisini verða kostrágevar at hitta og víst verða dómi um hvussu kostsamanseting kann vera, um ein leggur dent á heilsugóðan kost. Somuleiðis verður høvi at tosa við fysioterapeut um eitt nú venjing, afturvenj- ing, rørslu og motión. Tað eru fólk úr Hjarta- felagnum og frá heilsuverk- inum, ið nýta frítíð sína at gera hesar kanningar. Øll eru vælkomin at vera við í kanningunum, og er í hesum viðfangi opið í veitsluhøllini frå klokkan 10 fyrrapart til klokkan 18. Í samband við tiltakið verður kaffeteriað á Lands- sjúkrahúsinum opið. "=