Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 27. OKTOBER 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo tal í bestu deildini Fótbóltur: Eisini verður spurningurin um Ojøvnu inntøkurnar frá áskoðarunum tikin fram á fundinum um fýra vikur Utbúgvingarneyndin hjá FSF skipaði í vikuskiftinum fyri einum parti av elituvenjaraútbúgvingini, sum nakrir av fremstu venjarun- um í landinum hava tíkið lut í hetta síðsta árið Skeiðluttakararnir hildu til í høl- unum, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í Runavík, og har sum landsliðið plagar at halda til, tá teir fyrireika seg til landsdyst- irnar á Svangaskarði. Praktisku venjingarnar vóru á Svangaskarði har U-16 og U-18 landsliðið vóru 1 VEnjingariegu Seinnapartin sunnudagin skipað fyri fundi í Runavík, har luttakararnir umframt skeiðluttak ararnar vóru umboð fyri Fótbólts- sambandi. Jens Erik Magnussen, formaður í kappingarnevndini, og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og venjari hjá U- 16 landsliðnum, høvdu innlegg, umboðandi FSF. Petur Simonsen hevði eitt innlegg sum ein av teim- um, ið er við í útbúgvingini, og Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, segði sína hugsan um framtíðina hjá føroyska fótbóltinum. varð Færri lið Vit søgdu leygardagin, at í inn- bjóðingini til fundin, sum FSF hevur bjóðað feløgunum til 21. november, verður eitt av punkt- unum á dagsskránni tos um broyt- ingar í tí greinini í kappingarregl- unum, sum hevur við talið á fel- øgunum í fremstu deildini at gera. A fundinum sunnudagin segði Jens Erik Magnussen, at FSF á fundinum fer at skatta dýpið fyri at finna út av, um tað verður und- irtóka millum feløgini fyri at lækka talið á liðum í bestu deildini úr tíggju og niður í átta Um tað vísir seg, at feløgini fara at taka undir við hesum, so fer ársaðal- fundin, sum verður eftir ársskiftið, at koma við uppskoti um at lækka talið á liðum. Harafturat eru tað í FSF hugs- anir frammi um at broyta reglarnar soleiðis, at feløgini, sum hava lið í bestu deildini, ikki skulu hava rætt at spæla í 2. deild. Orðaskiftið á fundinum sunnu- dagin var avmarkað, og tað bar brá av, at tað vóru fáir av teimum til staðar, sum hava rættin at at- kvøda, tå avgerðin skal takast um, hvussu landskappingarnar skulu skipast í framtíðini, men hóast fáar luttakarar og hóast avmarkað orðaskifti, so vóru tað greiðar á- hált lin Fótbóltssambandið til bendingar um, at áhugamálini eru ymisk, og at undirtøkan fyri upp- skotinum tiskil fer at vera mis- jøvn. Tey, sum taka undir vid einum sovorðnum uppskoti, gera tað millum annað, tí tey halda, at hetta fer at hava við sær, at dystirnar verða javnari, og at kappingin tí- skil verður tættari. Hetta rokna tey við fer at hækka stødid í bestu deildini. Hesi siga seg ikki vera bangin fyri, at áhugin fyri fótbólti fer at minka, tí tey rokna við, at bestu spælararnir kring landið fara at finna fram til feløgini, sum hava møguleika at standa seg í fremstu rød Tey, sum eru ímóti uppskotin um, eru tað millum annað, tí tey síggja ein stóran vanda vera fyri, at fleiri øki í landinum, sum nú eru umboðað í bestu deildini, fara ikki at megna hetta, um talið verð- ur lækkað, og tað rokna tey við fer at hava við sær, at áhugin mill- um áskoðararnar og eisini mill- um tey smáu og ungdómarnar fer at minka og harvið fara færri góð fótbóltsevni enn undir galdandi skipan at koma til sjóndar. Hesi trúgva við ødrum orðum einki uppá eina framtíð fyri smáu feløgini sum talentklekjarar fyri stóru feløgini. A fundinum varð einki sagt um, hvussu broytingin við at lækka talið á feløgum skal fremjast, men FSF leggur upp til lægri tað tykist vera púra greitt, at hetta er ikki nakað, sum hendir frá degi til dag. Á aðalfundinum hjá FSF í fjør var samtykt at lækka talið á feløgum í bestu kvinnudeildini, og henda prosessin tekur tvey ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er eingin møguleiki fyri, at talið á luttakarum í bestu deildini í 1999 verður átta, og tað er neyvan sann- líkt, at tað í ár 2000 verður átta. Men nú skal tað fyrst fyri á fund- inum við feløgini um góðar tríggj- ar vikur, og so verður stóða tikin til, um uppskotið skal leggjast fyri ársaðalfundin, sum verður eftir ársskiftið Fleiri útlendingar A fundinum varð eisini nevnt, at gongdin hesi seinnu árini, t.d. at nógvir av bestu spælarunum á bygd fara til havnarfeløgini, hevur havt við sær, at spurningurin um hægst loyvda talið av útlendskum spælarum má takast upp til nýggja viðgerð. Higartil hevur tað verið soleiðis, at tað hevur ikki verið loyvt at hava meiri enn tveir spælarar, sum í fåtbéltshøpi eru skrásettir uttan- fyri Føroyar, á liðnum. Nú eru tað teir, sum vísa á, at um nøkur kapp- ing skal vera, so er neyðugt, at hetta talið verður hækkað. Hesir halda, at tað kann ikki roknast við tøttum dystum og harvið einari javnari kapping, um tey bestu fel- øgini, sum draga teir bestu frå Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo teimum næstbestu feløgunum ti sin, skulu Kappast 3 ) past vi Sum nugu uppaftur longri deildirnar fyri at finna manning til teirra besta lið Tað er ikki greitt, um uppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fyri ársaðalfundin, men tað er greitt at hesin spurningurin fer at verða tikin fram á fundinum 21: nov- ember Býta pengarnar kristiligari A fundinum í Runavík sunnudag- in varð nortið við lutin, sum fel- øgini fáa av åskodarainntøkunum Higartil hevur tað verið soleiðis, at heimaliðið hevur allar útreiðsl- ur, sum standast av at fyrireika dystin — burtursæð frá at útiliðið rindar fyri sínar útreiðslur. Heima- liðið fær eisini allar inntøkurnar frá áskoðarunum Tað eru summi, sum halda, at hetta er órímuligt, og á fundinum í november fer tað at verða tikið upp, um tað ikki hevði verið rætt at funnið ein býtislykil eiðis € fra Mini sk u He AC KK K aðra staðni, t.d verið roynt í Danmark Einki er at ivast i, at hetta er ein spurningur, sum feløgini fara at hava avgjørdar åskodanir um Undir øllum umstødum kunnu vit stadfesta, at i løtuni er tad nógvur røringur í føroyska fót bóltshylinum jh evur hetta aðu Todi hevur mist plássið Fótbóltut: FCK skoraði sigursmálið móti Herfølge í evstu løtu, men hóast viðrák so verður tosað um at skifta venjaran út Fótbóltur er ein svíkalig vinnu- grein, har tað gongur upp og niður Tað hevur so mangur maður roynt, og nú er royndin komin til Toda Jónsson. Tá sviin Kent Karlsson var venjari í FCK, var Todi Jóns- son mettur at vera fyrsta valið til ålopsplåssini. Venjarin noyddist at fara heim til Svørikis, tí dótturin er álvarsliga sjúk, og í hansara stað kom Kim Brink, sum annars heyði fingið sekkin fyri einum góðum ári síðani. Kim Brink hevur sett Toda Jóns- son út á beinkin. Hann vil heldur hava David Nielsen og Thomas Thorninger at vera fyrsta valið til álopsplássini, og tað hevur gingið væl hesar síðstu vikurnar. FCK hevur vunnið tríggjar ferð- ir í eina viku. Fyrst vunnu teir á heimavelli í landskappingini, so megnaðu teir javnleik á útivglli í Europa Cup fyri steypavinnarar móti Chelsea, og hóast tann dyst- urin varð spældur hóskveldið, og tað kanska varð roknað við, at teir í FCK fóru at vera útlúgvaðir av tí bragdinum og ferðingini og nógva órógvinum av stríðnum í London, so vísti tað seg ikki at bila, tá teir sunnudagin seinnapart- in vóru í Herfølge FCK var á odda 1-0 og 2-1, men Herfølge kom báðu ferðirnar aft- uríaftur, og tá teir stutt fyri leiklok javnaðu til 2-2, lá tað í luftini, at tað fór at enda við javnleiki, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat teimum 90 minuttunum eydnaðist tað Martini Nielsen, sum saman við Toda Jónsson var komin á vøllin í staðin fyri teir báðar, ið vóru fyrsta valið til álopsplássini og sum høvdu skor- að hini bæði málini, at skora sig- ursmálið. Jákup Mikkelsen kundi ikki gera tað stóra við teir tríggjar bólt- arnar, sum fóru ígjógnum. Nú eru Herfølge og FCK ávikavíst nummar trý og fýra í superliguni Nýggjan venjara I FCK hava teir boðað frá, at Kim Brink er bara fyribilsvenjari, og at teir ælta at seta ein nýggjan ábyrgdarmann á nýggjárinum Tað kann gerast trupult at skifta oddamannin út, um tað framhald andi fer at ganga væl, og FCK t.d fer at megna at senda Chelsea úr Europa Cup kappingini, men tað verður tosað nógv í Danmark um nýggja venjaran, og fyri Toda Jónsson hevði tað kanska ikki ver- ið verri, um Kim Brink varð skift- ur út. Um vikuskiftid kom fram i donsku pressuni, at FCK samráð- ist við Kristian Andersen, venjar- an hjá oddaliðnum í superliguni, AB, um framtíðar samstarv. Í FCK hava teir váttað, at teir hava tosað óformliga við AB venjaran fyri at EMii L. JACOBSEN Í dag klokkan 11.00 fer flog- farið hjá Atlanuc Airways úr Vágum, og vid umborð er før- oyski hópurin, sum komandi dagarnar skal spæla tríggjar EM undandystir fyri Ul8-líð í Týsklandi. Hósdagin klokkan 11.00 spælir føroyska liðið móti Est- landi, leygardagin kl. 14.00 móti Týsklandi og mánadagin kl. 17.30 móti Noregi. Í føroyska hópinum eru Magnus Poulsen, Klæmint Matras og Tórolvur Poulsen úr B36, Pætur Dahl, Kristían Jen- hoyra, hvat hann ynskir, men eing- in avgerð er tíkin enn, verður í hvussu so er sagt Størsta sensatiónin i år var, at tað á heimavelli eydnaðist B93 at vinna 1-0 móti Brøndby, sum ikki U18-landsliðið avstað i dag sen og Kristian Eli Andersen úr HB, Allan Michelsen úr Royn, Kåri Nielsen år B71, Mortan år Hørg år Sumba Vagnur Nolsøe úr TB, Ken Nónklett, Jan Nónklett og Christian Høgni Jacobsen úr NSI, Súni Olsen, Omar Pálsson og Hallur Hansen úr GÍ, og Sjúrður Ellefsen úr MB. Venjari er Páll Guðlaugsson, og hjálparvenjari er Jens Martin Knudsen. Við á ferðini eru eis- ini Jórun Simonsen, fysiotera- peutur, Skylv Hartvigsson, lið- leiðari, og Sigurd Hansen, hjálpari. tóktist vera komið fyri seg aftur eftir stóra lúsingin, sum teir fingu í Parkini móti Manchester United Danska pressan er longu farin at lukta blóð og tosar um kreppu í Brøndby! jh