týsdagur 27. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 — 27. OKTOBER 1998
ítróttar
Hondbóltur: VB megnaði at fylgja við ein hálvleik, tá
Kyndil kom til Vágs fyri aðru ferð innan eina viku
EMiL L. JACOBSEN
Tað gekk javnt á í fyrra
hálvleiki, men í seinna hålv-
leiki fingu Kyndlakvinnur-
nar gott pláss til at tryggja
sær stigini í útsetta dystin-
um móti VB. Hesin dysturin
skuldi verið spældur næst-
seinasta vikuskiftið, men av
tí at eingir dómarar møttu
til dystin tá, varð hann út-
settur til friggjakvøldid.
Kyndlaliðið var komið til
Suðuroyar ein tíma áðrenn
dysturin byrjaði, men tær
tyktust ikki vera merktar av
sjóverki, tí tær vunnu rætti-
liga sannførandi 26-18.
I fyrra hålvleiki, tå VB-
liðið mansvardi Lotte Sør-
ensen, var lítil munur á lið-
unum, og hålvleiksstødan
var 12-10 til gestirnar. Í
seinna hálvleiki helt VB
fram við at mansverja Lotte,
men fór nú eisini at mans-
verja Ann Hansen. Tað gav
hinum á Kyndlaliðnum so-
mikið gott pláss, at tær
fyrsta korterið av seinna
hálvleiki skutu átta mál,
meðan VB bert fekk fýra.
VB hevði trupult við at
fáa álopsspælið at koyra í
seinna hálvleiki. Tað gekk
ov skjótt, og alt ov nógvir
bóltar blivu tveittir burtur.
Tað gav eisini pláss til eyð-
kenda kontraspælið, sum
Kyndil hevði so stóra gleði
av seinasta kappingarár, og
sum tær fingu nógv mál upp
á í seinna hálvleiki í Vági
friggjakvøldid.
Verjan hjá Kyndli koyrdi
eisini væl, og tær grønu
høvdu gott tak á Sólrun
Krosslá, sum ikki stóð so
sterk í myndini sum so ofta
fyrr.
Fyri Kyndil kom sigurin
...og skorar. Kyndil vann trygt 26-18 á VB
í Vági sera væl við. Tær
taptu fyrsta dystin í kapp-
ingini, sum var móti Stjórn-
uni, og tí hevði tað tydning
at vinna í Vági, so tær ikki
heilt mistu sambandið við
oddaliðini Neistan og VIF.
Tær vunnu, og lítið man
vera at ivast í, at Kyndil
verður at síggja millum tey
ovastu liðini aftur í ár, um
tær sjálvar leggja í tað.
VB hevur nú havt vitjan
av báðum havnarlidunum
og hevur tapt báðu ferðir-
nar. Næsta vikuskifti skulu
Myndir: Álvur Haraldsen
Kyndil kom til Vágs, sá og sigraði
tær av oynni fyri fyrstu ferð
í ár, tá tær skulu spæla móti
samansetta liðnum hjá GI
og NSI. GUYNSI tapti sera
tepurt móti Neistanum, og
tað er einasti dystur, tær
hava spælt higartil í kapp-
ingini. Tí er torført at meta
um, hvgrja styrki liðið hjá
Sverra Jacobsen hevur, men
við úrslitunum, sum hava
verið higartil í kappingini,
verður tað ivaleyst ein tor-
før uppgáva hjá VB nú
leygardagin.
Neistakvinnur vundu
burturúr StIF
Hondbóltur: Tað var stórur munur á liðunum hjá
Neistanum og VÍF, sum spældu í Havn sunnudagin.
Neistakvinnur smurdu strandingar av og vunnu við ellivu
málum. 28-17 gjørdist úrslitið
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var stórur munur á lið-
unum báðum, sum spældu í
høllini á Hálsi sunnudagin.
Og munurin kann best sig-
ast á tann hátt, at Neistin
hevur stórri breidd sammett
við SUF. Á liðnum hjá
Neistanum gjørdu tvær 8
mál og ein seks mál. Hjá
strandingum var Sóley
Mikkelsen einmansherur
við átta málum.
Tað er eingin loyna, at tað
er runnið nógv vatn í ánna
síðani SF gjørdist føroya-
meistari seinast og tað er
heldur einki at taka seg aftur
í, at Neistin fegin vil hevna
„tapið< av føroyameistara-
heitinum í síðsta umfari í
fjór. Tað var nú ikki til
strandingar at tær taptu,
men til kyndlakvinnurnar,
men tær hava óivað sett
nøsina upp eftir einum
meistaraheiti aftur í ár.
Tað var eingin ivi um, at
tað var Neistin, sum fór at
vinna dystin. Eitt skifti í
fyrra hálvleiki var Neistin
á odda við seks málum, men
StÍF fekk minkað niður í
fýra, men so var alt krútið
uppbrúkt. Stødan í hålvleik-
inum var 15-11 til Neistan.
Settu ferd å
Í ødrum hálvleiki setti
Neistin ferð á dystin. Fyrstu
tíggju minuttirnar skoraðu
neistagenturnar fýra mál,
meðan strandakvinnur bert
skoraðu ta eina.
Sóley Mikkelsen, sum
stórt sæð var einasta vápn
hjá strandingum, fekk ikki
eins nógv burturúr og í fyrra
hálvleiki og tí lá púra stilt
hjá teimum.
Hinvegin fekk Heidi Har-
viken hjá Neistanum ferð á
og skoraði fimm mál í
seinna hálvleiki.
So illa stóð til hjá stranda-
kvinnum, at tær skoraðu
slettis ikki teir seinastu
tíggju minuttirnar.
Men soleiðis er tað nú
einaferð. Tað gongur ikki
altíð eftir vild, og tað verður
ein bara noyddur at taka við,
hóast tað er keðiligt.
Neistin fremst
Við sigrinum hava Neista-
kvinnur lagt seg á odda í
kappingini við fullum stiga-
talið — níggju — fyri triggjar
dystir. VIF hevur eisini fult
stigatal, men tær hava bert
spælt tveir dystir.
Strandingar liggja haraft-
urímóti ógvuliga tætt at nið-
urflytingarstrikuni, hóast
tað eins og hjá monnunum
eisini er ov tíðliga at tosa
um kreppu enn.
Vestmenningar settu
KIF upp á pláss
Hondbóltur: Mansliðið hjá VÍF risti skelkin frá H71-
dystinum av sær og hølvadi KIF av
EMiL L. JACOBSEN
Tað var ein strika í rokn
ingini hjå føroyameistar
um úr VIF, at teir næstse:
asta vikuskifti taptu móti
H71 f Havn, men teir reistu
seg væl og virdiliga ley gar-
dagin, tá teir spældu móti
KIF.
Tað vóru bert tvey mål á
muni í hálvleikssteðginum,
men tað var kortini ongantíð
ivi um, at VIF fór at vinna.
Teir vóru betra liðið allan
dystin, og hevði KIF-mål-
verjin Óla Kristian Djur-
huus ikki staðið so væl í
fyrra hálvleiki, hevði mun-
urin ivaleyst verið stórur
longu tá hálvleikt var.
Saman við Ola Kristiani
var tað Eddi Joensen, sum
helt KÍF inni í dystinum í
fyrra hálvleiki. Hann skeyt
meir enn helmingin av mál-
unum hjá kollfirðingum
fyrstu 30 minuttirnar, men
samstundis varð hann út-
vístur tvær ferðir. Hevdi
hann fingið ta tridju útvís-
ingina, sum gevur reytt kort
— tað var nær við í seinastu
sekundunum av fyrra hálv-
leiki — hevði KIF mist sítt
sterkasta álopsvápn, og so
høvdu kollfirðingar ivaleyst
verið illa staddir
Súni Fríði Johannesen er
mest kendur sum fótbólts-
spælari, men nú ger hann
vart við seg sum strikuspæl-
ari hjá KIF, og hann ger ikki
liðið verri. Hann skeyt
fimm mál leygardagin, og
sostatt skutu hann og Eddi
14 av teimum 18 málunum,
KÍF fekk í dystinum.
VÍF hevði í dystinum
móti H71 sera trupult við at
sleppa framvið verjuni hjá
hoyvíkingum, men tað var
greitt, at KIF-verjan ikki var
å sama stødi sum tann hjå
H71. Vestmenningar brendu
nógv í byrjanini, men tå
kanónirnar blivu rætt inn-
stilladar i seinna hålvleiki,
hevði KIF einki aftursvar.
VIF og Kyndil
næstu ferd
VIF-spælararnir byttu mål-
ini so kristiliga imillum sin,
at fimm spælarar skutu fyra
mål i part. Ein skeyt try og
triggir skutu tvey.
VIF er komið á sigurskós
aftur, og nú verður spenn-
andi komandi sunnudag, tí
tá koma bæði menninir og
kvinnurnar hjá VIF til
Havnar at spæla móti
Kyndli
Kyndlamenn høvdu frí
hetta vikuskifti, men teir
hava eisini fingið eina góða
byrjan upp á kappingina, og
spennandi verður at síggja,
um teir fara at megna at gera
hoyvíkingum bragdið eftir
og vinna á føroyameistar-
unum seinastu tvey árini.
Dystirnir millum mans-
liðini hjá VIF og Kyndli eru
størstu klassíkarar í før-
oysku hondbóltssøguni, og
meðan VIF hevur havt greitt
wak á Kyndli seinastu árini,
tykist munurin á liðunum
ikki at vera so stórur í ár,
sum hann var eitt nú í fjør,
so spennandi verður at
síggja, hvussu leikur fer
sunnudagin.