týsdagur 27. oktober 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 293 — 27. OKTOBER 1998
17
HB og B36
áttu viku-
skiftið í Vági
Fótbóltur: HB átti Ársins Spælara hjá bæði monnum og
kvinnum, og HB vann eisini innandurakappingina hjá
monnum. B36 átti Arsins Málmenn og vann kappingina
hjá kvinnunum
EMiL L. JACOBSEN
Tað vóru havnarfeløgini HB
og B36, sum fóru avstað við
tí mesta í Vági hetta viku-
skiftið. Sunnudagin vórðu
finalurnar í innandurakapp-
ingini spældar, og her vann
HB — við hjálp frá tveimum
B36-arum — hjá monnun-
um, meðan B36 fór avstað
við sigrinum hjá kvinnun-
um.
Finalan hjá kvinnunum
stóð millum B36 I og VB I.
Hetta bleiv ein sera spenn-
andi dystur, har VB hevði
nógv trýst á, men B36 vann
3-1. Beinta Lisberg vísti, at
tað ikki er av tilvild, at hon
er vald Arsins Málverji hjá
kvinnunum, tí hon tók
næstan alt, sum VB-kvinn-
urnar sendu eftir henni.
Hjá monnunum vann HB
I 2-0 á VB IV. Umframt
Allan Mørkøre, sum stóð í
málinum í finaluni, Hallur
Danielsen, Rúna Nolsøe og
Jens Erik Rasmussen vóru
B36-ararnir John Petersen
og Jákup á Borg eisini við
á liðnum, og John Petersen
skeyt bæði málini í finaluni.
VB tapti sostatt báðar fin-
alurnar, men vágbingar
høvdu besta málskjútta,
bæði hjá kvinnum og hjá
monnum — Halltóru Joensen
og Krzystof Popczynski.
Fw øre" I
5
Jåkup å Borg spældi vid HB i Vågi (omanfyri). VB
VB var eisini mest skor-
andi liðið hjá kvinnum — 17
mál — meðan HB II varð
mest skorandi hjá monnum
við 23 málum. VB IV skeyt
eisini 23 mál, men eftirsum
HB II vann seinasta innan-
hýsis dystin móti VB IV,
varð tað HB, sum fekk
steyp fyri at skjóta flest mál.
Mál og atkveður
Bestu málskjúttar, menn:
Krzystof Popczynski, VB
IV (12 mál), John Heri
Dam, HB II (8 mál), Eyðun
Højgaard, HB II (7 mál).
Bestu málskjúttar,
kvinnur:
Halltóra Joensen, VB Í
(12 mál), Rakul Joensen,
B36 I (5 mál), Annika Poul-
sen, VB III (5 mál), Arn-
bjørg Danielsen, B36 I (5
mål).
Mest skorandi lið,
menn:
HB II (23 mál), VB IV
(23 mål), B36 III (20 mál).
Mest skorandi lið,
kvinnur:
VB I (17 mál), B36 I (16
mål), VB HI (11 mål).
Årsins spælari, menn:
Allan Mørkøre, HB (28
atkv.), John Petersen, B36
(10 atkv.), Kurt Mørkøre,
KI (8 atkv.), Pól Thorsteins-
son, B36 (7 atkv.), John
Hansen, KI (4 atkv.).
-
heyði sum vanligt nógv lið við í kappingini, og eitt av
teimum kom heilt til finaluna, men Mikael í Lågabø
og hinir máttu taka til takkar við 2. plássi
Myndir: Alvur Haraldsen
Ársins spælari, kvinn-
ur:
Eyðvgr úr Dímun, HB
(12 atkv.), Rannvá Andrea-
sen, KI (10 atkv.), Lydia
Vesturtún, EB (9 atkv.),
Eyðfríð Kristiansen, HB (6
atkv.), Sólvá Joensen, B36
(3 atkv.).
Arsins málmaður,
menn:
Egin Høgnesen, B36 (24
atkv.), Kaj Leo Johannesen,
HB (11 atkv.), Sunvard Jo-
ensen, GI (6 atkv.), Gunnar
á Steig, KI (5 atkv ), Anfinn
Thomsen, Sumba (3 atkv.),
Rolf Christiansen, TB (3
atkv.).
Arsins málmaður,
kvinnur:
Beinta Lisberg, B36 (15
atkv.), Marita Reinert, EB
(9 atkv.), Vivi Andreasen,
KI (9 atkv.), Annika Han-
sen, HB (6 atkv.), Elisabeth
Høgnesen, LÍF (5 atkv.).