mikudagur 28. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: : Ugevari uppeeting prent: | 110 Tórshavn
Emil i. Jacobsen Lysingar og søla: Bústaður:
Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum e-mail:
Tuné Kjølbro Postadr: Postsmoga 76, post Bsosialurin.fo
Mannarættindi
um skulagått
Oddagrein
Í gjár handaðu umboð fyri Amnesty Inter-
national, Foroya deild, leiðaranum á
Landsmiðstoðini fyri undirvísingaramboð
eitt sera týdningarmikið hefti, sum er ætlað
næmingunum i øllum 8. flokkunum kring
landið. Heftið ber heitið „Mannarættindi“
og er ein gáva frá Amnesty til foroyskan
skúlaungdóm í sambandi við, at tað í ár
eru liðin 50 ár, síðani alheimsyvirlýsingin
um mannarættindi varð lýst og sett í gildi.
EITT gott og frálíkt tiltak, sum sera virkna
foroyska deildin av Amnesty enn einaferð
borðreiðir við. Vit kunnu bert fegnast um
tað stóra og slóðbrótandi arbeiði, sum
hesin felagsskapurin ger. Eingin ivi er um,
at føroyingar gjøgnum henda felagsskap
gerast ikki bert tættari knyttir at altjóða
samfelagnum - føroyingar læra eisini at
vísa virðing fyri oðrum menniskjum og
læra at stríðast fyri grundleggjandi manna-
virðum so sum mannarættindi. At for-
oyskur skúlaungdómur fær tilfar á sínum
egna máli at kunna seg við í einum so
álvarsligum spurningi sum júst hesum, er
bara at fegnast um. Tú kanst ongantíð
gera ov nógv við júst spurningin um
mannarættindi, tí sum partur einum størri
heimi hava eisini vit skyldu og ábyrgd
mótvegis teimum, sum verða kúgað og
undirmett. Hóast vit eru fá so kann eisini
okkara samhugi og solidaritetur við hesum
kúgaðu vera teimum til hjálpar. Og talan
er ikki bert um tilafturskomin lond. Eisini í
sokallaða siviliserada vesturheiminum
verða gjørd brot á grundleggjandi manna-
rættindini. Eitt nú er deyðarevsingin í USA
eitt av ringastu brotunum á nettup somu
mannarættindi. Henni eiga vit eisini at
stríðast ímóti.
VIT ynskja teimum fólkum, sum arbeiða
hjá Amnesty alt tað besta og vóna, at
teirra slóðbrótandi arbeiði kann bera á-
vøkstur sum eitt nú millum føroyskan
skúlaungdóm, ið einaferð skal víðari út í
gerandislívið. Tá er sanniliga gott at hava
góða barlast við sær, og ein partur av
slíkari barlast at fara víðari við í lívinum
er samhugi og solidaritetur við teimum,
sum verða kúgað og ein krittisk stoða
mótvegis teimum, sum kúga og bróta
mannarættindini. í oddagrein okkara leyg-
ardagin hendi tað mistak, at 50 ára dag-
urin fyri yvirlýsingina um mannarættindini
kom í bland við 53 ára stovningardag ST.
Vit skrivaðu, at ST kundi hátíðahalda sín
50 ára fødingardag í ár. Tað er Heimsyvi-
rlýsingin um Mannarættindi, sum er 50
ár, men henda yvirlýsing var eitt av mest
týðandi arbeiðunum, sum ST fór undir eftir
stovnanina í 1945.
Sosialuri
inn | Nú stendur á gomlum nóglum:
Chelsea-formaðurin ætlar
sær at sleppa av við tær
smáu fótbóltstjóðirnar!
Fótbóltssnobbarnir í teimum stórri fótbóltstjóðunum gerast alt
fleiri. Seinast at melda seg í hetta kórið; at melda út, at Fóroyar,
San Marino, Andorra, Liechtenstein, Moldavia 0.0. helst skulu
sáldast frá; er Chelsea-formaðurin Ken Bates
Flestu fótbóltsáhugaðu før-
oyingar settu seg at hyggja
eftir Eurosport hóskveldið
í farnu viku, fyri at kunna
síggja høvudsbrotini í dyst-
inum Chelsea-FCK, har
Todi kom inn ímóti dystar-
enda.
Í byrjanini segði sjón-
varpsmaðurin hjá Eurosport
eitt sindur um tað, sum
Chelsea-formaðurin hevði
at bera fram í leikskránni
til FCK-dystin. Tað hevur
eydnast okkum at fáa fatur
á hesum boðskapi á inter-
nótini.
Fótbóltssnobburin alias
Chelsea-formadurin Ken
Bates heitir á UEFA og
FIFA um at steðga gllum
»meiningsleysum dystum«,
bæði í landslidshøpi og fel-
agslidshøpi við at sálda
smáu tjóðirnar frá. Hetta
skal gerast við at koyra
„nýggj og smá< lond í eina
undankapping, sum skal
fáast frá hondini áðrenn
sjálva høvuds-undankapp-
ingina.
Ken Bates metir at UEFA
ikki strekkir seg nóg langt
við broytingunum í Cham-
pions League-kappingini,
og við samanleggingini av
UEFA og Steypavinnara-
kappingini.
>Steðgið teimum
nýggju londunum!«
Støduga tilgongdin av
nýggjum limalondum í
UEFA er við at gerast ein
sonn marra. Tað eru ov
nógvir undandystir í europ-
eisku kappingunum, og so
kemur tað frá hjartanum hjá
Ken Bates: >Ov nógir dyst-
ir, ið geva ov fáar pengar í
okkara part!!«
Ken Bates vil hava lond-
ini sundurdeild í hvgr sína
kapping eina fyri tey fínu
og góðu, og eina fyri tey
smáu og forfjónaðu, har
kanska frægasta/u liðið/lið-
ini kunnu sleppa at royna
seg í tí fína selskapinum«
árið eftir.
Hetta hevði ført til, at tey
smáu feløgini kundu kapp-
ast við sínar javnlíkar, og
tey stóru felggini kunnu
hava >kassadystir< ímóti
sínum javnlíkum.
Skal eisini umfata
landsliðskappingar!
>Og tá vit eru í gongd við
felagsliðskappingarnar, hví
ikki ganga alla leiðina og
royna hetta við landsliðun-
um eisini<. Ken Bates held-
ur at hetta hevði steðga
nógvum »meiningsleysum
dystum«, ikki eitt orð um
hvussu >meiningsfult< sig-
ursmálið hjá Tjekkia var
ímóti Føroyum á Svanga-
skarði! Aðalsnobburin:
>Der Kaiser< = Franz Bek-
kenbauer metir at landsliðs-
fótbóltur doyr út um 10-15
ár. Hver skal siga: EU fer
bara at hava eitt landslið.
Gloymd eru heiður og æra,
spælt verður bert fyri pen-
ingin hjá fótbóltsbossunum
í teimum stóru felagsliðun-
um í Europa.
Góð dømi um tílík lið eru
t.d. Milan, Chelsea og Ar-
senal - munnu teir práta Es-
peranto undir venjing? -
Mafiarakstur av liðum, sum
skal føra til eina europeiska
superligu á lá Silvio Berlus-
coni (segði onkur Mussol-
ini?)
FSF má saman
við hinum smáu!
Úrslitini hjá teimum smáu
landsliðunum í EM og HM-
kappingum gerast alt fleiri
og betri, summi eru enntá
bert eitt óítróttaligt innkast
frá sensasjónini. Tak t.d.
Andorra, hattin av fyri teim-
um. Teir eru við fyri fyrstu
ferð og tapa bert t.d. 2-0 á
útivelli móti heimsmeistar-
unum Fraklandi, eftir 0-0 í
hálvleikssteðginum. Ísland
var minsta land í UEFA-
høpi áðrenn Føroyar og San
Marino komu við í 1990, og
úrslitini í ár eru greið: 1-0
sigur yvir størsta UEFA-
limalandinum Russlandi, og
javnleikur 1-1 ímóti Frak-
landi. Er tað óttin fyri at
tapa ímóti teimum smáu, ið
motiverar tey stóru at klass-
ifisera seg sjálvi í eina luks-
uskapping?
Ahugin fyri fótbólti í
teimum smáu londunum er
lutfalsliga nógv størri enn í
teimum størru londunum,
uml. 2% av øllum føroying-
um vóru til dystin á åtivølli
Chelsea-formaðurin ætlar ikki at Todi og hinir føroy-
ingarnir skulu sleppa at leika ímóti stórtjóðunum
móti Skotlandi. Í heima-
dystinum ímóti Malta vóru
uml. 15% av Føroya fólki
hjåstødd á Svangaskarði.
FSF má seta seg í sam-
band við hini smáu lima-
londini í UEFA fyri at
leggja eina felags strategi
ímóti fótbóltssnobbum sum
Bates og Beckenbauer, áðr-
enn teirra orð gerast ein
óndur veruleiki. Enda Før-
oyar í eini undankapping til
sjálva høvudsundankapp-
ingina kann skjótt vera, at
vit sita við svartaper! Og
um ikki vit, so onkur annar
í okkara stødd.
Vónandi skorar Todi
(sum umboðar allar smá-
tj6dir hetta kveldið!) sigurs-
málið í parkini í returdyst-
inum hjá FCK ímóti
Snobba-Chelsea, tá vildu vit
gjarna sæð gronina í Ken
Bates. Todi! >Give him á
slap in the face< og vís hon-
um, at >er de smá er de ras-
ke!<
Hetta er eitt vónbrot fyri
okkum øll, ið hava fylgt
enskum fótbolti so trúliga.
Nú snýr enskur fótbóltur
seg bert um pening - „it's
not á sport - just an indust-
ry«.
Ivan Eginsson Moskalenko
og Heri A. Simonsen