Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 204 — 28. OKTOBER 1998 tíðindablaðið æfi rr 21 MOBILTELEFON »Nokia« NMT 450 + ladari, 220 W, + billadari, lítið brukt, til sølu fyri 1.500 kr. Tlf. 441121 MAAGESTELL TIL SØLU Partur av Maagestelli (the) til sølu. Tlf. 310847 ARSVEITSLA Arsveitslan hjá Eyðnuni verður 7. nov.98. Nærri verður lýst seinri. Eyðnan TIL SØLU Lítil GSM 900 fartelefon av merkinum Ericsson við ladara til solu fyri 1300 kr. Ring 28.83.37 TIL SØLU Storno Explorer 450, vælegnað til at seta í bát, til solu fyri 2.000 kr. Tlf. 288188 og eftir kl. 19 tlf. 315052 SOLARIUM vid 12 rørum, til sølu fyri 2.500 kr. Tlf. 441383 STORUR VENJINGAR- BONKUR Hevur ca. 80 ymiskar venjingarmøguleikar. Tu kanst venja allar vødda- bólkar, enntá uppá fleiri mátar. Er sera lítið brúktur og av merkinum »Pedan«, 2.900 kr. u/ frakt. Tlf. 455221 WEIDER VEKTIR Stengur: »192 cm« - »132 cm« - »2x40,5 cm« (8 lås) - 4x10 kg - 2x5 kg - 4x1 kg. Alt ( 1.900 kr. 16 aðrar vektir (90 kg), 500 kr. Tlf. 455221 HYGG HER! Hålvt ára gamal el-bilur við last til børn 3-6 år, til solu ri 1,900.00 kr. If. 318722 - 282442 POOL-KAPPING Verður í Stokkastovu 2 31. Vinarliga latið vita áðuren hósdagin Minnist eisini til at bestilla jólaborðhald í góðari tíð Stokkastovan tlf. 448850 ROKKJALLARIN Vit åtaka okkum at selja fyri fólk. Eisini keypa vit deyðs- búgv. ROKKJALLARIN Tlf. 311990 8 283390 Tinghusvegur 42 - 100 Tórshavn Opið: månad.-friggjad. ki. 13-17.30 Leygardag: eftir avtalu Hvítvoru Service Vit umvæla allar hvít- verur og onnur el-tól um alt landið — nú eisini í Suðuroynni. ELDAM v/ Henry Dam TIf. 310998 - 316305 ella 282898 Lesarabrøv ' Samgongan stevnir ímóti nýggjari kreppu! Eg havi nakrar spurningar til tín sum føroying? Er skattur tín so lágur, at tú uttan trupulleikar kanst gjalda tað dupulta ella trí- dupulta? Fært tú so nógva løn, at hendan kann lækka niður í hevlt ella triðing? Er 40 tíma arbeiðsvika tín so stutt, at tú heldur vilt ar- beiða 95 tímar um vikuna fyri minni úrtgku enn 40 tímar geva í dag? Eru pensjónirnar so mik- ið høgar, at tær kunnu fara niður í knappa helvt uttan trupulleikar? Ynskja tygum ognar- skatt? Ynskja tygum partafe- lagsskattin hækkaðan? Um lénin minkar og skatturin hækkar, verða so ikki færri pengar eftir til tín? Minkarhúsalánið, aðrar rokningar og fíggjarligar skyldur, um ríkisveitingin fellur burtur? Hava vit so nógvar skúla- lærarar, at helvtin kann sendast heim? Hava vit so nógv fólk í heilsuverki okkara, at 2/3 kunnu sendast til hús? Ynskja tygum, at megin- parturin av Ellis- og Røkt- arheimum okkara verða nidurløgd, og okkara veiku skulu liggja óhjálpin? Skulu øll barnaansingar- pláss niðurleggjast vegna tørvandi ráð at gjalda hesi? Ynskja tygum at liva í einum landi, har alt væl- ferðarsamfelagið óneyðugt verður oyðilagt? Ynskja tygum gkt arbeiðsloysi? Hvør skal gjalda tær sosialu veitingarnar, ið hesi fleiri túsund fólk fleiri koma at hava tørv á? Ynskja tygum, at fleiri tåsund føroyingar afturat verða noyddir at flyta av landinum? Ein mynd frå veru- leikanum — sum teir tiga burtur Omanfyrinevnda kalla full- veldismenn eina roynd hjå okkum at gera eina rædu- mynd. Ella eina roynd at gera fólk bangin. Eg meti ikki, at ein skal tiga veru- leikan burtur — sjálvt um hann er ein ræðumynd. Og fullveldið er ein ræðumynd. Nasagluggin er beint oman fyri vatnskorpuna í létuni! Veruleikin hjá føroyingin- um í dag er tann, at tað gongur betur, enn fyri ngkr- um árum síðani. Men fíggj- arliga flóta flestu føroying- ar tungt í sjónum. Hóast nógv verður arbeitt av flest øllum, so er nasagluggin hjá teimum flestu beint oman fyri vatnskorpuna. Orsakað av at skatta- og avgjalds- trýstið enn er alt ov høgt. Eitt fullveldi, ið vil krevja at stórri byrðar verða lagdar á føroyingin, ger, at hjá teimum flestu fer nasa- gluggin undir vatnskorpuna og føroyingurin fær ikki andað. Hækka skattirnir ella fólk verða søgd úr starvi, t.d. annað av einum hjún- um missir arbeiði, ja, so er inntøkan ikki nóg stór til at klára skyldurnar. Fullveldið er ikki ein steinur oman á byrðuna, men nógvir stórir steinar omaná. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit í Sambandsflokkinum eru so nógv ímóti at Føroyar skulu úr Ríkisfelagsskapinum. Eg eri bangin — ert tú? Tað skal ongin loyna vera, at eg eri sera bangin fyri tí ørskapi, ið fer fram í land- sins leiðslu í løtuni. Tí skilji eg væl tey mongu her á landi, ið eisini eru bangin og óttafull fyri teimum per- sónum, ið standa á brúnni í løtuni. Teir tiga burtur, at 1500 milliónir krónur mangla í. Um árið. Hvert ár. Hava teir ábyrgd? Við at tosa um fullveldið uttan at nevna rokningina, má á- sannast, at teir ikki hava sýnt ábyrgd. Tverturímóti er hetta ein roynd at vill- leiða eitt fólk. Hví svara fullveldispolit- ikararnir onki til spurning- in um omanfyri nevndu viðurskifti? Latið okkum fáa nakna veruleikan á borðið nu: Hvar koma tørvandi 1500 milliónir krónurnar frá hvørt árið? Núverandi samgonga er sera vandamikil fyri Føroy- ar. Teir svara ongum seri- øsum spurningi. Men teir vita svarið. Og svarið er so mikið óhugnaligt, at teir fjala tað. Teir fjala veru- leikan. Teir fjala rokning- ina. Hendan er nevniliga eitt stað ímillum 1200 og 1500 milliónir krónur um árið, hvørt einasta ár. Ja, rokn- ingin er so stór, at flest øll av okkum hvørki vilja ella megna at gjalda hana. Rokningin er ein ræðu- mynd. Tí fjala teir hana Síðsta ferðin í ljósa- reyðum pappirsbåti? Agnes Louise er nú skift út við eitt pappírsskip. Við hesum ætla teir nú at loysa og stevna til havs. Tilfarið er vånaligt til spælibåtar hjå børnum. Men teir vilja hava alt Føroya fólk vid umborð. Men skútan ber ikki hetta fólk, og fer at søkka. Og teir vita tað Pappírsskipið er so vána- ligt, at ynskiligt er, at skip- ið sekkur við kei, áðrenn nøkur ólukka spyrst burtur- úr. Men bjargingarbátin syrgja teir fyri er stórur nokk til at bera teir sjálvar Teir, sum standa á brúnni í dag, fara fyrst í bjargingar- bátin og skulu nokk flóta vælbjargaðir omaná. Teir gera ikki eins og góður sjó- mansskapur býður. Fólkið fyrst og síðan yvirmennin- ir. Tað er ikki Føroya fólki, teir arbeiða fyri. Teir ar- beiða fyri einum orði sum eitur fullveldi, og sær sjálv- um. Um føroyingar koma at bløda í øldir, ella heilt verða svavaðir, ger onki, tí tað er stevnuskráin, ið skal fylgj- ast. Hini koma at gjalda og bløda, eins og í 80-unum Vit hava, orsakad av m.a politiskum kleyvarskapi, verið ígjógnum eina kreppu. Men vit nokta fyri, orsakað av politiskum dugnaskapi, enn einaferð at fara igjøgnum eina nógv stórri kreppu Núverandi samgonga hevur gloymt eitt Teir eru tænarar fólksins, ikki harrar fólksins Marjus Dam, løgtingsmadur Sambandsflokkurin Í Torshavnar kommunu er stórur tørvur á barnaansingarplássum Sum er, vera 258 børn vøggustovu, 598 børn ansað í barna- garði, 300 børn ansað í dag- røktini. Bidilistin er skiftandi, er størstur beint fyri summarfrítíðina. Í juni 1998 vóru 429 børn á bíðilista. I septem- ber 1998 vóru 275 børn á bíðilista. A vári 1999 vera ætl- andi 92 pláss fleiri í ans- ingarstovnunum í komm- ununi. Býlingshúsið inni á Gøtu verður klárt at taka í nýtslu til várs við 42 plássum. Býlingshúsini á Flat og undir Fjalli verða útbygd til 20 pláss meira hvert, tilsamans 40 pláss og barnagarðurin á Argjum verður útbygdur við 10 plássum meira. Harumframt er ætlanin at útbyggja býlingshúsini Millum Gilja og á Ternu- ryggi við 20 plássum ansað í hvort, men hetta er ikki farið í gongd enn. Ynski er um at økja dagrøktina, um so er, at tað ber til at fáa fleiri dag- røktarmammur settar í skipanini. Í ár er býráðsins partur av kostnaðinum til barna- ansing 31,3 mill. kr. Hetta er 35% av tí sam- laða kostnaðinum, landið letur 35% og foreldrini 30%. Við nevndu øking av ansingarplássum mugu vit rokna við o.u. 4,2 mill. kr. í meirkostnað í rakstri komandi árini, so kommununnar partur verður o.u. 35,5 mill. kr. av samlaða kostnaðinum, sum verður góðar 100 mill. kr. um árið. Tølini broytast, tá Kollafjarðar kommuna kemur aftrat í ár 2001. Arbeitt verður fyri at fáa fleiri forskúlaflokkar í kommununi. Vónandi kemur gongd í hesa ætlan tá skúlaárið byrjar 1999. Tá so verður, fara for- skúlabórnini úr barna- garðinum seks ára gom- ul, og gevur tað pláss fyri fleiri børnum i barna- gørdunum. Ætlanin um at gera barnaansing í Sjónleikar- húsinum er ikki slept. Hesi hølini høvdu verið best egnað til ansing av forskúlabýrnum uttan fyri skúlatíð. Tá fíggjarætlanin bleiv gjørd fyri 1998, var sam- gongan í býráðnum samd um at seta 1,5 mill. kr. av, so tær mammur, sum ynskja at hava sini børn heima longur enn teir seks månadarnar, sum barnsburdarfarloyvid er í løtuni, hava møguleika at søkja ein stuðul uppá 2000 kr. um mánaðan upp til seks mánaðar, t.v.s. í tíðini sum barnið er 6-12 mánaðar gamalt, treytað av, at kommunala ansingarskipanin — ikki verður nýtt Samtykt varð, at henda royndarskipan skuldi vera í hvussu so er hetta valskeiðið út Hesin stuðul er komin væl við hjá teimum, sum ikki hava fingið ansing- arpláss, ella sum ynskja, at barn teirra skal búnast og mennast meira, áðr- enn tað fer úr heiminum til ansing. Stuðulin svarar til kommununnar part av tí, sum tað kostar at hava barn i ansingarskipanini. Aðrenn 1999 er runnið skuldu vit í Tórshavnar kommunu verið komin væl áleiðis við at loysa barnaansingartrupulleik an. Ynskiligt er, at øll for eldur, sum skriva barn teirra upp til barnaansing, fáa ein dato fyri nær teirra barn sleppur inn Best hevði verið, um øll, sum ynskja tað kundu fingið tryggjað pláss, tá barnið hevði ein ávísan aldur sum t.d. 12 mánað- ar Eitt hóskandi mál at sett fram til ár 2000 Katrin Dahl, býráðslimur