Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrggarblaðstjórk Marknaðarleiðari: Niclas Johannesen , uppse og prent: Telefon: 311820 Jan Muller Jonhard Hammer ítróttarskrivari: Sosialunn ting Telefax. 314720 Blaðstjóri: Blaðfólk: Emil L. Jacobsen Bústaður: Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, Myndamenn: Argjavegur 26, Argjum email: - Fíggjarleiðari: Aki Bertholdsen, Jens Kristian Vang Postadr: Postsmoga 76, | poste sosíalurin.fo = internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Turid Kjølbro Álvur Haraldsen 110 Tórshavn Pensjónin má hækka uttan danska hjálp! Oddagrein Tað átti at sagt okkara kosnu kvinnum og monnum nógv, at pensjónirnar ikki eru hækkaðar síðani 1993. Tað átti eisini at sagt okkara kosnu kvinn- um og monnum í fullveldislandsstýrinum nógv, at pensjónirnar ikki eru hækkaðar síðani 1993 - tí at tá var var danska prístalsviðgerðin av hesum veitingum tikin av Tað gevur eisini ábendingar um hugburðin hjá sitandi landsstýrið at tað arbeiðið, sum for í gongd í 1989 fyri at fáa pens6nimar I rættlag - enn ikki er avgreitt, og at lands- stýrið eftir ollum sólarteknum ikki hevur ætlanir um, at hækkingarnar skulu koma I gildi í komandi figgjaråri At partur av samgonguni ikki hevur ætlanir um at beta um verandi pensjónsskipan, tað er greitt. Fólkaflokkurin hevur jú í hyggju at »privatisera« pensjónirnar, so- leiðis at hvor Hanus og Janus sjálvur ger av, hvussu figgjarligu rådini skulu vera å gamalsaldri. So pent, so pent. Men samstundis so veruleikafjart Tað var mikið stríð at fáa fólkapensjónina igjøgnum í 1959 - og ågangurin var harður á teir, sum strongdu á, og sum megnaðu at halda vallyftið um fólkapensjónina. Síðani tá hava flestu flokkar tikid fólka- pensjónina til sín - og sagt seg stuðla soliðariska tankanum um fólkapensjón. Men seinnu árini hava víst, at fólkapen- sjónin er afturúrsigld - og at hon ikki er nóg sterk at tryggja fólki somulig kor á ellisárum. Tí varð lógin um Samhaldsfasta samtykt - og farið varð at gjalda út í fjør. Eingin ivi skal vera um, at tann sam- haldsfasta - tann solidariska - leiðin er tann skilabesta at ganga, tí hon gagnar teimum flestu - og júst tað eigur at verða endamálið við sosialum skipanum. Okkara ráð til politikararnar eru púra greið. Fáið í fyrsta lag skil á pensjónirnar. Tað verður ringt at sannføra fólk um fullveldið, um tit ikki ein gang megna varðveita pen- sjónirnar á sømiligum stødi uttan danska hjålp. Annars eigur Samhaldsfasti arbeids- marknaðareftirlonargrunnurin at verða styrktur, tí í framtíðini verður hann álitið... Sosialurin Viðmerking: Savnsmynd. Polarhav og Stjórnan við bryggju í Runavík Mynd: Jonhard Hammer Óneyðugur kontainaraflutningur Vit hava upplivað, at rutu- sambandið Toftir-Havnin mátti niðurleggjast vegna sparingar. Eg má siga, at vit frøddust um samanhaldið, einstaklingar, tingmenn og kommunustyrini í Eystur- oynni tá vístu við at standa saman um at mótmæla hes- ari óumhugsaðu skaðagerð. Vit hava ein enn stórri trup- ulleika, sum má loysast nú, við tað, at nærum allur vøruflutningur til avskip- ingar og bróðurparturin til uppskipingar verður fluttur við kontainara eftir oyggj til og úr Havn Runavíkar havn varð við frá byrjan. Tá td. Strand- ferðslan av gjørdi at lata ro- ro skipið Claire sigla higani, vísti tað seg at vera ein skilagóð avgerð. Fram- leiðslan var her í økinum, og tað tók bert nakrar fáar tímar at samla trailararnar til avskipingar, afturímóti nærum einum døgni í Tórs- havn. Runavíkar havn vísti seg at vera væl egnað til containara flutning og sam- bært utsøgn frá manningini á skipinum, sum sigldi, var hetta besta havn, og rampan var einastandandi. Tíverri datt uttanlanda- siglingin hjá Strandferðsl- uni niðurfyri. Nú er so Skipafelagid Føroyar einsa- malt eftir her å fjørdinum. Nú kemur eitt skip inn tysda gog fer avstað hósdagin og eingin containari má fara umborð her, men skal koyrast til Havnar. Eystur- oyggin hevur meira enn helmingin av øllum útflutn- ingi í Føroyum. Hvussu nógvar milliónir kundu vit ikki spart, um henda vit- leysa koyring varð steðgað? Arliga gjalda virkir og fyri- tøkur í Eysturoy fleiri milli- ónir fyri koyring til Havnar, vørugjald o.a. Eimskip lýsti við nýggj- um taksti #30%. Hvussu nógv % má Eysturoyggin betala av hesum? Bara Runavíkar kommuna má gjalda fleiri milliónir fyir oyðilagdan veg og gerð av nýggjum containaraveg oman á Bakka. Vit onnur, skattgjaldararnir, skulu gjalda nógvar milliónir til ein landsveg sum fullkom- uliga óneyðugt verður nið- urslitin og oyðilagdur tí alt verður tvangsflutt til Havn- ar. Ég fari innarliga at heita á allar kommunur, løgtings- menn og útflutningsmenn. Setið tykkum saman, so vit kunnu gera tað betri og bíl- igari og kunnu lata yvirskot- ið koma framleiðarunum og kommununum til góðar Hetta má gerast skjótt, tí Havnin ætlar at útbyggja fyri meira enn 60 milliónir, og teir rokna við, at Eystur- oyggin skal tryggja bróður- partin av hesum. Kanska Klaksvík hevur áhuga í møguleikanum, at leiga eitt containaraskip, so kunna vit fáa fraktina og vørugjaldid at falla, har framleiðslan er og sloppið vur undan stór- um parti av tí tungu ferðsl- uni, sum í dag fram eftir landi. Meinhardt Hejgaard Saltangará Tey dýrmettu lyftini til pensjónistar Eru tinglimirnir í samgonguni orðloysingar? Aðrenn løgtingsvalid í vår, vóru allir flokkar uttan undantak á einum máli um, at fólkapensjónin er ov líti. Allir flokkar góvu lyfti um, at komu teir til valdið, so skuldi fólkapensjónin økjast munandi. Fleiri flokkar nevndu tel sum 500 kr. og meira um mánaðin. Nógv var sagt og skriva, til og um pensjónistarnar, so sum: At teir hava stríðst fyri egnu vælferð og hava gold- ið fyri eitt trygt og virðiligt lív sum pensjónistar. Lyftir vóru tað nokk av, men at halda hesi lyftir sýnist sam- gongan ikki at hava vilja til. Arið 1998 er komið at enda, men pensjónistarnir hava ikki fingið eitt oyra í øktari fólkapensjón. Tað pensjónistar hava fingið, er ein upphædd uppá neyðart 35 kr. í øktari útgjalding frå samhaldsfasta grunninum og herav skal skattur gjald- ast. Figgjarlogin fyri 1999 og folkapensjonir A komandi fíggjarlóg er ikki nógv at heinta hjá pen- sjónistum. Nú ein dagin greiddi landsstýrismaðurin í almenna málum frá, at pensjónirnar skuldu prístal- regulerast. Prístalreguler- ingin vildi vidføra, at pen sjónirnar hækkaðu við ein- ari upphædd uppá neyðars 165 kr. frá 1. fbr. 1999. Landsstýrismaðurin greiddi ikki frá, at ein prístalsreg- ulering kann føra við sær, at pensjónin lækkar. Sam- gongan veit at eingin hækk- ing hevur verið síðan 1993. Tinglimirnir í samgong- uni halda pensjónistarnir fyri tað turra spott, við at góðtaka hesa framferð av landsstýrinum. Revsa fólkapensjón- istar millum 67-70 år Fyrst í 90'unum skuldi landskassin hava meira í kassan og sum ikki eina ferð, fóru teir ráðandi polit- ikararnir eftir teimum veiku í samfelagnum. Pensjónist- ar millum 67-70 ár, sum ar- beiddu fyri at økja um livi- korini, skuldu revsast. Teir mistu ein part ella alla pen- sjónina um teir arbeiddu ov nógv. At hendan lógin bleiv avtikin beinanvegin átti at verið ein sjålvfylgja fyri sit- andi samgongu og verandi fíggjarmálaráðharra. Sami flokkur setti hesa lóg í gildi. Kostnaðarmikið at hava fólkapensjónistar Landsstýrismaðurin í al- mennamálum segði, at bert hækkingin uppá 165 kr. kostar umleið eina millión. Soleiðis sum limir í sam- gonguni hava málborið seg, kunnu pensjónistar og onn- ur skótt fáa tað fatan, at samgongan heldur, at pen- sjónistarnir bert eru ein meinbogi í føroyska sam- felagnum. Umleid 6000 pensjónistar i Føroyum fingu lyfti um, at teirra pen- sjón skuldi gkjast munandi eftir løgtingsvalid. Men sit- andi samgonga hevur størri áhuga í at brúka tíggju tals milliónir uppá deyðar lutir (bygningar, skrivstovur 0.a.), enn til livandi pen- sjónistar, harav fleiri liva á hungursmarkinum. Finnleif Guttesen, Tveroyri