Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið S0S/2/7 Nr. 205 — 29. OKTOBER 1998 5 Skuggar og speglingar eru eyðkennini í listi- ni hjá Hjórdis Haack, sum livir av sínari list í Keypmannahavn HOR SØD 3 SR SA RA SE SØD Sy" og ORD OG MYNDIR: JONHEHN H. TRONDHEIM Grått og sirmar. Ein av hes- um longu og heldur tungu døgum, tå jakkin og blusan klistra at kroppinum, hóast tað er kalt í veðrinum. Ein bussur fer larmandi fram- við, og einki í býnum hevur frið á sær. Eri staddur í Keypmanna- havn hendan gráa oktober- morgun og á veg út til Hjørdis Haack. Teinurin út til hennara bústað var nógv longri enn væntað, men lat tað fara. Trúgvur móti tí før- oysku náttúruni komi eg ein hálvan tíma seinni enn av- talað var. Men hvør er hendan Hjørdis, sum eg eri á veg út at vitja. Hjørdis Haack er hålvur føroyingur og hålvur dani, men hon er uppvaksin i Svøriki og hevur búð alt sitt liv uttan fyri Føroyar Hon er listakvinna. Før å listaskúla í Stokkhólmi sum 16 ára gomul og helt fram á svenska kunstakademiinum eftir lokna skulagongd, og hon hevur síðan arbeitt sum listakvinna. Hetta er í stutt- um Hjørdis Traðarmaðurin heilsar At enda eri eg komin til í- búðina hjá Hjørdis og Hans Paula. Ring uppå fari inn Innkomin kenni eg meg heima, tí í einum horni Navnið Hjórdis Haack sigur ikki øllum føroyingum so nógv, men við at hyggja at standmyndunum kann ein »gita« seg fram til hvør hjúnarfelagin er. Hjørdis er gift Hans Paula Olsen, stendur traðarmaðurin og hyggur so undrandi upp á fólk, sum koma inn, alt meðan hann í allar ævir knossar tunga steinin, sum hann hevur í kneppinum. Hetta er modellið til traðar- mannin, sum stendur í mið- býnum í Tórshavn. Hjørdis heldur saman við Hans Paula Olsen lista- manni. Hjørdis og Hans Pauli eiga tvey børn, Elias og Femju. Hjørdis umber alt óruddið og sigur, at trupult er at finna råmd til standmynd- irnar hjå Hans Paula. Sjålv- ur hevdi eg glediliga tikið mær av teimum, um tað skuldi komið upp á tal. At listafólk búgva inni her ber stovan boð um. Standmyndir og málningar skapa eitt umhvgrvi, sum ber boð um, at her er tað listin í sær sjálvum, sum heldur húsinum saman. Longsulin heim til Føroyar Fyrr tosaði Hans Pauli alla tíðina um at flyta heimaftur, men tá vildi eg ikki. Nú vil eg sleppa til Føroyar, men nú vil hann íkki, sigur Hjørdis flennandi við eitt sindur av álvarsemi í tóna- lagnum, tí tað er so, at sum er, ber tað til hjá teimum báðum at liva av teirra list. Og hetta vilja tey ikki upp- geva, sjålvt um tað merkir, myndahøggara at tey ikki hava tað nógva av pengum millum fingrar- nar. Hetta heyði undir ong- um umstødum borið til í Føroyum — Tad snyr seg ikki alt um pengar, men um at gleðast um tað, sum mann ger, sigur Hjørdis og leggur afturat, at tey fyri fáum árum síðan fingu trupulleikar við skatt- amyndugleikunum í Dan- mark, tí sagt varð; at tað ikki bar til at liva av so lítið av pengum. Men Hjørdis sigur, at tað gjørdu tey. Og tey kendu seg ikki at líða nakra neyð. — Tað er bert ein spurn- ingur um at halda útreiðsl- unum niðri, sigur hon og vísir á, at á hendan hátt hava hon og Hans Pauli megnað at fingið til dagin og vegin Ikki føroysk listakvinna — Eg kann ikki siga, at eg eri ein føroysk listakvinna, skilt á tann hátt, at mín sam leiki er tann føroyska listin Eg eri meira svenskari enn føroyingur. Mínar myndir eru ikki ógvusligar kenslur, sum er so eyðkent fyri før- oysk listafólk, sigur Hjørd- is og vísir nakrar av mynd- um sínum. Satt er, sum hon sigur. Hjørdisi dámar væl at arbeiða við skuggum og speglingum. Hetta gongur sum ein linja gjøgnum allar myndirnar hjá henni.