fríggjadagur 30. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eiríkur Í denskor
Fíggjarleiðari:
Tingmenn - lurtið
eftir ávaringunum!
Oddagrein
So hendi tað aftur. Enn einaferð uppliva
vit ein landsstýrismann hjá Sjálvstýris-
flokkinum, sum letur úr hondum eitt illa
fyrireikað mál, sum hevur so ómetaliga
stóran tydning fyri okkum oll.
Hesaferð er tað málið um arvagransking,
sum er komið á tingborð - illa fyrireikað.
Vit upplivdu tað eisini við fyrrverandi lands-
stýrismanni Sjálvstýrisfloksins, sum var so
imponeraður av eini ávísari verkætlan um
Kirkjubømurin, at hann tók avgerðina
sjálvur, uttan at neyðuga fyrireikingarar-
beiðið varð gjørt, og uttan at viðkomandi
myndugleiki nóg væl varð eftirspurdur.
Á sama hátt kunnu vit nevna Skotlands-
siglingina, sum sami landsstýrismaður
formøbladi. Hóast staðiligar åvaringar, so
tók hann avgerðina - og úrslitið var, at
siglingin datt niðurfyri. Síðani hevur hann
angrað, men tað hjálpir so lítið, tá skaðin
er hendur.
Helena Dam á Neystabo tykist at vera
eins imopnerað av nýggju toknifroðini,
sum ger, at vit við at granska okkum sjálv
og arvaeginleikar okkara kanska kunnu
bæsa týnandi sjúkum, sum eitt nú krabba-
meini.
Jú, hetta er avgjort spennandi, og sjålv-
andi eiga vit at gera okkara til at menna
vísundina - við tí í hyggju at bæsa sjúkum
og líðing.
Men Helena Dam á Neystabø eigur ikki
blankt at avvísa ávaringarnar - og geva
seg upp í hendurnar á einum lækna, sum
heldur tað verða rætt nú upp á standandi
fót at lata hesar týðandi upplýsingar til
ávísan íslendskan privatpersón, sum so-
leiðis fær einkarrættin.
Tað var Kristian Magnussen, fyrrverandi
landsstýrismaður í heilsu- og almanna-
málum, sum fyrstur var frammi við ávar-
ingunum - og fyrr í vikuni tók helmingurin
av tingsins limum undir við honum.
Í dag verður síðsta orðið sagt í hesum
máli - og skal týðandi avgerðin takast:
Skulu vit - púra ófyrireikað - lata av
hondum hesar upplýsingar til onkran í
Íslandi, ella í Sveis?
Siðsemisnevndin ávarar. Læknar åvara.
Prestar ávara. Sjúkrasystrar ávara.
Tingmenn! Takið ávaringarnar í álvara.
Tað skaðar einki, um vit bíða eitt bil og
fyrireika neyðuga lógarverkið.
Sosialurin
Sveinur Tróndarson
Niclas Johannesen
Emil L. Jacobsen
Jens Kristjan "Vang
Álvur Haraldsen
rgjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post esosialurin.fo
SEV - eitt felagskommunalt gullegg
Munur er á roknskapunum
hjá SEV í dag og fyri smáum
10 árum síðan, tá kommunala
lutafelagi var um at kollsigla.
Pr. 31.12.1989 var skuldin
802 mió. og eginognin 74
mió. Inntøkan í 1989 var 253
mió. SEV skylda í sostatt
meira enn tríggjar „álíkning-
ar“ í 1989.
Hyggja vit at roknskapi-
num fyri 1997, síggja vit heilt
onnur tel. Skuldin pr.
31.12.1997 var 392 mió. og
eginognin 125 mió. Inntøkan
í 1997 var 204 mió. SEV
skyldar sostatt í dag væl
minni enn tvær „álíkningar“.
Ta er m.a. hendan rokn-
skap umbo snevndin hjá SEV
skal taka stø u til á ársfundi-
num fríggjadagin 30. oktober.
Á ársfundinum í 1997 varð
roknað við einum úrsliti í
1997 uppá góðar 21 mi6.,
men gjørdist hetta stivliga 5
mió. meira. Hetta hóast av-
gjørt varð at lækka prísirnar
við 6 oyrum í 1997. So SEV
hevði kortini fingið tað ætl-
aða yvirskotið, sjálvt um
prísirnir tå høvdu verið lækk-
aðir við 10 oyrum, sum
summir umbodsnevndarlimir
skutu upp
Umbodsnevndin skal eisini
taka stóðu til rakstrarætlani-
nar fyri í ár og komandi ár.
Fyri einum ári síðan varð
roknað við einum ursliti
1998 uppá smáar 20 mió, hó-
ast avgjørt varð at lækka el-
prísirnar við 3 oyrum. Í dag
verður væntað, at úrslitið
verður smáar 37 mió. Hetta
merkir, at SEV kundi havt
sett prísin niður við 10 oyrum
afturat í 1998 og kortini fing-
ið tær ætlaðu 20 mió. í avlopi
Men umbodsnevndin tók ikki
undir við einari stórri lækk-
ing
Í rakstrarætlanini fyri 1999
verður skotið upp at lækka
prísirnar við 10 oyrum. Ein
varislig útrokning sigur tá, at
úrslitið í 1999 verður 32 mió
Vanliga fylgir umbodsevndin
tilmælinum frá stýrinum,
men hon hevur sjálvsagt
mk fyri at lækka prís
rnar uppaftur meira. T.d. við
10 oyrum aft urat Hetta hevði
3 på 16k 10.,
ikanum í
£ id ri veruie
Streymprisirnir kunnu
lækka 20 oy ru
Nú kunnu vit øll gleðast um,
at tað gongur v æl hjá SEV
Men spurningurin er, um tað
er neyðugt. at tað gongur so
væl. Ein vinmaður mín mál-
bar seg á hendan hátt: „Tað
er lætt at fáa yvirskot, tá ið
tú sjálvur ásetur prisin, og øll
kortini noyðast at keypa tína
veru“
SEV er ógvuliga væl fyri.
Lánini verða niðurgoldin
skjótt og væl. Vatnorkuút-
bygging á Eiði, ið er ætlað at
kosta 111 mió. kann fíggjast
yvir byggigrunnin og við tí
lånupptøku uppá 40 mió.,
sum umboðsneyndin hevur
loyvt
Eftir mínum tykki hevur
SEV óneyðuga høgar prísir.
Um SEV setur prísin niður
við 20 oyrum í 1999 ístaðin
fyri við 10 oyrum, so verða
kortini 15 mió. eftir í byggi-
grunninum 1.1.2000, og
hevði hetta ikki nervað ta av
umbodsnevndini samtyktu
figgingina av vatnorkuiit-
bygginingini.
Stór ábyrgd liggur á SEV
Umboðsevndarlimirnir eiga
at geva gætur, at einkarrætt-
urin hjá SEV eisini kann mis-
nýtast. Tíverri er tað soleiðis,
at landið eisini hevur ein á-
huga í, at prísirnir hjá SEV
ikki lækka. Lækka teir, missir
landskassin MVG-inntøku.
Landsstýrið skal annars á
hverjum ári góðkenna
streymprísirnar, men neyvan
fer tað at blanda seg, hóast
SEV í 1999 ætlar sær ein
metvinning uppá 32 mió. Og
hesin vinningurin Kann lætt-
liga gerast væl stórri, tí bygt
verður á varisligar útrokn-
ingar. Roknað verður t.d. við
5% hægri oljuprísum og ein-
ans 1% stórri sølu i 1999.
Skrivliga årsfrågreidingin
er seinnu árini vorðin greiðari
og meira fullfíggjað. I 1996
var hon serliga rågvismikil,
hetta tí SEV fylti 50 ár. Tað
gleðir meg, at fleiri av yvir-
litunum aftur hava fingið inn-
tvist í ár. M.a. tað, sum vísir
tær útgreinaðu iløgurnar. Að-
ur var ógjørligt hjá umboðs-
nevndini at sig ggja, um leiðsl-
an hevði fylgt tí av umboðs-
nevndini samtyktu fløguætl-
an. Hetta er sjálvsagt neyð-
ugt, tí annars fær umboðs-
nevndin ikki havt eftirlit við,
um leiðslan ger, sum um-
boðsneyndin sigur.
Vatnið og vindurin
Tó sakni eg eina frágreiðing
um vatnorkuútbyggingina.
Av roknskapartølunum sæst,
at figgjarætlanin man fara at
halda. Men hvussu gongst
annars vid hesum arbeidi?
Heldur tíðarætlanin? Verður
framvegis roknað við, at út-
byggingin fer at geva 14,4
mió. KWh? Og hvussu er við
umhvørvisårinunum, sum
mær vitandi skuldu kannast
samstundis við at útbygt
varð? Verður tilrenningin í
fjørðin nóg stór, og varðveita
funningsmenn sína vek ru á?
Vónandi fáa vit s
ar uppá
hesar spurningar á ársfundi-
num, tí vit vóru fleiri, ið vóru
ímóti hesi útbygging. Í øllum
fórum áðrenn kanningar av
gðrum møguleikum og av
umhvervisávirkanini vóru
gjørdar. Eisini varð hildið, at
útbyggingin var alt ov dýr
111 mi6. fyri 14,4 mió kWh
er sera sera nógv. Lukkutíð
sær tó ikki út til, at útbygg-
ingin gerst dýrari enn hetta,
tí so hevði verið heilt galið
Td. hevði borið til at út-
vegað somu nøgd av orku við
at bygt einar 7 stórar vind-
myllur (sum hvør hevði verið
tríggjar ferðir sterkari enn
tann, sum nú er), og tað heyði
helst ikki kostað meira enn
einar 40 til 50 mió., atlso
minni enn helvtina av vatn-
orkuútbyggingini.
Fyri nøkrum døgum síðan
stóð í Dimmalætting, at um-
bodsnevndin á ársfundinum
skuldi viðgera vindorkuna.
Hetta undraði meg ikki sért,
tí einki verður grett um hetta
í innkallingini. Umboðs-
nevndin fær sostatt neyvan
møguleika at taka støðu til
nakað stórvegis í hesum máli,
tá ið tað ikki stendur á
skránni. Helst verður tað sum
vanligt. Leiðslan sigur, at hon
hevur hesar ella hasar ætlan-
inar, og so ger hon annars
bara, sum henni lystår, 6-
bundin av umbodsnevndini.
I øllum fórum ber til at stað-
festa, at leiðslan til í dag ikki
hevur havt áhuga fyri vind-
orkuni.
Orkufelagið SEV
Í ársfrágreiðingini sigur stýr-
ið, at „tíðin helst er komin at
taka stóðu til, hvønn leiklut
SEV skal hava í framtíðar
oljuvinnu í Føroyum”, hetta
vísandi til at SEV í veruleik-
anum er eitt orkufelag í víðari
merking. Eg havi áður hildið
hendan spurning verið sera
áhugaverdan. M.a. mælti eg
til, tá ið farið var ígongd við
at útbyggja á Eiði fyri 111
mi6., at peningurin fór betur,
um hann varð nýttur til at
leggja lunnar undir eitt al-
ment føroyskt oljufelag, ið
kundi skjóta pening inn, um
landsins myndugleikar sóu
ein fyrimun í hesum og
kanska settu tað sum eitt krav
til tey útlendsku feløgini. Tó
átti at verið borið so í bandi,
at vandin var sum minst, men
kortini við útliti til, at ágóði
fekst burturúr, varð olja funn-
in.
Kommunurnar eiga jú
SEV, so í síðsta enda erui tað
vit øll, ið eiga SEV og harvið
ein møguligan ágóða. Tó var
- og eri - eg ivandi, tá ið tað
kemur til stýringina av einum
tílíkum felag. Ikki minst tí
royndirnar við SEV-leiðsluni
er so vánaligar, og tí felagið
er so afturalatið Men møgu-
leikin er avgjørt verdur at
umhugsa, hóast SEV íkki
longur hevur tær 111 miíó.,
sum eftir mínum tykki fóru
til eina óneyðuga vatnorku-
útbygging. Sera varliga má
tó farast fram í hesum máli.
Fjarhitin
SEV eigur helvtina av ti
nýggja fjarhitafelagnum,
kortini hoyrist einki um hetta
felag á ársfundi SEV's. Hetta
hóast eg og onnur fleiri ferðir
hava biðið um, at ein lítil frá-
greiðing verður givin á árs-
fundinum. Hvussu gongst við
nýggja felagnum? Eru útlit til
eina útbygging, nú meira
verður brent, og fólk aftur eru
farin at byggja í Hoyvíkshag-
anum? Fáa hesi viðskiftafólk-
ini eins góðar sømdir sum
onnur, nú tey eru tvingað inn
í hesa skipan?
Tá ið fyrra felagið fór á
húsagang, og landið átók sær
Klæmint Olsen, limur í
umboðsráðnum hjá SEV
at gjalda 70 mió. av undir-
skotinum, skeyt eg upp, at gl!
viðurskiftini vórðu kannað,
men slapp uppskotið um eina
kanning ongantíð til atkvød-
ugreidslu å umbodsnevndar-
fundunum. Í dag er stór gøla
i Danmark, tí tað vísir seg at
vera svikað við prísunum á
fjarhitarørunum Endur-
gjaldskrøv eru ikki bara kom-
in úr Danmark, men eisini úr
hinum Norðurlondunum
Meg hevði lyst at vitað, um
eisini føroyingar eru vorðnir
lumpaðir í hesum máli. Rør-
ini komu mær vitandi úr Dan-
mark, og vóru tey ógvuliga
dýr. Attu vit eisini at kravt
endurgjald?
Opnir umboðs-
nevndarfundir
SEV verdur mangan sagt at
vera eitt afturlatid felag. Og
tað er púra rætt. Hóast SEV
må sigast at vera høvudstil-
rættisleggjarin av føroyskum
orkupolitikki - tí landspolit-
iskt er so eidasørt vid orku-
politikki - so verdur almenn-
ingurin útihýstur frå umboðs-
nevndarfundum. Frå fundum,
har landsins orkupolitikkur er
til umrødu og tydandi av-
gerðir verða tiknar, ið við-
víkja hvørjum tí einasta hús-
arhaldi í Føroyum
Er tað rætt? Eg haldi tað
ikki. Tí verður uppskot sett
fram á ársfundinum, um at
umbodsnevndarfundirnir
framyvir verða opnir. Hetta
á sama hátt sum í býráðunum,
har tað sjálvsagt ber til at
hava stongdar fundir, um av-
gerð skal takast í persónlig-
um málum ella stóða skal
takast til eitt nú ein sáttmála
Umstødurnar kunnu tó gera,
at pláss ikki verður fyri øll
um, og tá mugu fjølmiðlarnir
sjálvsagt hava fyrsta rætt
Hóast stýrið hevur mælt frá
at samtykkja uppskotið, so er
tað mín vón, at ein meirluti í
umboðsneyndin tekur undir
við, at fundirnir í umboðs-
nevndini skulu vera opnir, ti
Føroya fólk hevur krav uppá
at fáa at vita, á hverjum
grundarlagi avgerðir verða
tiknar um t.d. at hækka ella
lækka streymprísin, at út-
byggja vind- ella vatnorkuna
0.S.fr.
Klæmint Olsen
SEV-
umbodsnevndarlimur