fríggjadagur 30. oktober 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 206 — 30. OKTOBER 1998
TIN GOLLLLLLOOSS39 tilps08 4 44? sø
tíðindablaðið 5057
Móti og ævintýr í Klubbanum
Mikukvøldid skipaðu handlarnir í miðbýnum fyri
hugna- og m6takvøldi í Havnarklubba.
Nú dagarnir gerast myrkir og kaldir
er tíðin komin til at finna vetrar-
klæðini fram. Og ert tú kedd ella
keddur at ganga í tínum gomlu
klæðum og kanska eru tey ikki nú-
tíðarhóskandi, so eru handlanir
miðbýnum klárir at hjálpa tær. Hetta
vístu teir mikukvøldid, tå ið teir
skipaðu fyri hugna-og mótakveldið
í Havnar Klubba. At móti hevur
stóran áhuga millum fólk (jú tú las
rætt, tað vóru eisini nógv mannfólk
vísti talið av áskoðarum hetta kvøld-
ið. Pláss var fyri 210 fólkum og tað
var útselt.
Ein kann ikki siga at vetrarmótin
er litfagur. Nei, mótin er gråur og
svartur, men er sera stílfullur. Fyrr
hevur tað verið tann brúni liturin,
sum hevur verið vetrarliturin, men
soleiðis verður tað ikki í vetur.
Klæðini ið vóru víst fram vóru ikki
serliga ødrvisi enn tey, sum ein ofta
sær til útlendskar mótasýningar
Hetta vóru klæði, sum tann vanligi
føroyingurin kann brúka. Mótasýn-
ingin var sera væl eydnað og tað
sást týðiliga at fyrireikarnir dugdu
síni ting. Finn Jensen var fråsøgu-
maður og tað kom hann eisini sera
væl frá. Hetta var tann mótasýning-
in, sum vanliga plagar at verða í
november, men av tí at tað altíð
hendir so nógv til jólar valdu handl-
arnir í miðbýnum at gera hana nú
Ævintýr í steðginum
Í steðginum greiddi Ria Tórgarð úr
Grímu frá skemtiligum ævintýrum
og møguleiki var at fáa sær kaffi og
triflu. Lutaseðlar vóru seldir og
Vinningarnir vóru gávukort frá
11
handlunum úr miðbýnum. Tað fóru 16 vælnøgdir vinnarar heim
við einum gávukorti úr miðbýnum
Hetta var eitt væleydnað kveld og ásko“
við tiltakið
ws
3 1 »1? i:
Jarnir voru væl nýgdir
Myndir: Ålvur Haraldsen