Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Marknaðaríeiðari: | der Maier ” | Jonhard Hammer. Blaðstjóri: Blaðfólk: Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, Fíggjarleiðari: i Bertholdsen, internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Tund Kjølbro Niclas Johannesen ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen menn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen fo uppseting og prent: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: | poste sosialurin.fo 5 Havið gevur - havið tekur Oddagrein FAAR tjóðir í heiminum missa so mong av sínum á hverjum ári í sambandi við vanlukkur á sjónum sum Feroyar. u HETTA megu vit ikki minst sanna i år, tå ikki færri enn 12 føroyingar eru sjólatnir. Hetta er ómetaliga høgt tal, tá hugsað verður um, hvussu lítið fólkatalið er. Í morgin er Allahalgunadagur - dagur teirra sjólátnu. Serliga henda dag minn- ast vit oll tey, sum farin eru. Kring landið verða minningarhald. Í rødu síni á Sjómansheiminum í Havn 1. november í fjør tosaði tåverandi løg- maður um virðini, sum sjómaðurin skap- ar - virði, sum koma okkum øllum til góðar. HANN vísti so rætt á, at havið er okkara lívsgrundarlag, og at tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, er og hevur leingi verið ein hevuðsfortreytin fyri menningini av okkara samfelag. Og at virðini, sum sjómaðurin skapar, koma okkum øllum til góðar. Eisini visti hann á, at fáar tjóðir hava goldið havinum so dýrt sum tann foroyska tjóðin. HETTA er einki nýtt heldur. Hvussu hava ikki tær mongu syrgiligu vanlukkur, tá heilar bátsmanningar fórust og bygðir nærum avtoftaðust, fest seg í minni okk- ara! EIN tann hendingin í ár, sum rakti mein- ast, var tá fimm mans sjólótust við Sjó- borgini. Á veg heim eftir strævnar ar- beiðsdagar á sjónum fórst Sjóborgin, og eingin av manningini slapp við lívinum. Hetta rakti ikki bert tey næstu avvarð- andi, tað rakti eina heila bygd, tað rakti eitt heilt samfelag. HAVIÐ gevur og havið tekur. Hetta hava vit føroyingar sannað meira enn nøkur onnur tjóð í heiminum. VIT lýsa frið yvir tey, sum fórust á sjónum í ár. VIT hava samkenslu við teirra avvarð- andi og biðja til, at tey megna at bera sorgina og ikki fella i fått. Sosialurin Viðmerking: Fólkaskúlin og starvsvenjing Í blaðnum 27. okt. 1998 hevur blaðmaður samrødu við Olaus Jespersen, undir- vísingarleiðara í Undirvís- ingar- og Mentamálastýr- inum, um starvsvenjing. Nakrar av viðmerkingunum frá O. J. kunnu ikki fara aftur við borðinum ósvar- aðar Sum nevnt í greinini, so gevur skúlalógin møguleiki fyri, at næmingar kunnu fara út á arbeiðsmarknaðin í starvsvenjing. Hesin møguleiki er bert ein partur av tí samlaða arbeiðs-/ vinnu- og útbúgvingar- kunnleika, sum næmingarn- ir fáa, meðan teir ganga í fólkaskúlanum. Hinvegin er tað ivaleyst tann partur, sum næmingarnir kenna sum tann tydningarmesta, og sum stendur klárast í minni teirra leingi eftir, at teir eru farnir úr skúlanum Starvsvenjingin gevur teimum m.a. høvi til betur at skilja, hvat tað vil siga at virka á einum arbeiðsplássi og fáa innlit í lívskorini hjá ødrum menniskjum. Tað eru ikki so fáir næm- ingar, sum á henda hátt hava funnið sína rók á arbeiðs- marknaðinum. Tað hevur ikki altíð verið líka lætt at gingið ynski næminganna á meti. T.d. førdi kreppan fyrru helvt at nitiårunum við sær, at nær um alt virksemi helt uppat, so nógv arbeiðs- pláss ikki sóu seg før fyri at geva næmingunum eina starvsvenjing við nøktandi innihaldi. Tíbetur er stødan batnað nakað nú, og arbeiðsplássini eru aftur sinnað at taka móti næmingum í starvsvenjing. Hetta er serliga gandandi á tí privata arbeiðsmarknað- inum. Tað hevði verið ynsk- iligt, at tey almennu ar- beiðsplássini í sama mun góvu møguleika fyri starvs- venjing Í Danmark til dømis er tað ikki óvanligt, at bæði almenn og privat arbeiðs- pláss venda sær beinleiðis til skúlarnar og biða næm- ingar koma í starvsvenjing hjá teimum. Tað er, sum sagt, ein vaksandi áhugi á arbeiðs- marknaðinum fyri at taka ímóti næmingum í Starvs- venjing, bæði tí nógv ar- beiðspláss á ein hátt kenna tað sum eina skyldu at gera tað, og tí teir ásanna tann stóra týdning, tað hevur fyri búningina av teimum ungu og tann týdning, tað kann hava fyri teirra yrkisgrein upp á sikt. Arbeiðsplássini undrast tí ikki sørt, tá so nógvir skúlar ringja og biða um pláss samstundis, og tað er einki at siga til. Og hava tey lisið úttalilsini hjá O. J., sum jú er undirvísingarleiðari fyri allan fólkaskúlan, ja so kann eingin siga tey ringan fyri, at tey sita eftir við tí fatan, at starvsvenjingin fyri skúlan ongan týdning hevur og bert er eitt páskot fyri longdari frítíð. Tað er nógv fyri og ógvuliga hugstoytt, at ein persónur í hasum starvinum skal hava so lítla virðing fyri týdninginum av starvsvenjingini og so lítla vitan um, hvat fyriferst í skúlanum undan og meðan, næmingarnir eru í starvs- venjing. Starvsvenjing er undirvísing, og verður, sum øll onnur undirvising, fyri- reikað og eftirmett. Um undirvísingarleiðarin bert metir undirvísing, sum tað, sum hendir í flokshølinum, ja so stendur verri til í Fól- kaskúladeildini í UMMS, enn eg trúði. Mannagongdin er tann, at skúlarnir seta fram ynski um, nær teir kundu hugsað sær at sent næmingar sínar í starvsvenjing. Skúlin fær so at vita, um hetta ynskið er gingið á meti. Tá OJ sig- ur, at skúlin samstundis fær at vita, hvør/hvørjir aðrir skúlar eru úti samstundis, so passar hetta ikki. Okkara skúli ynskti eisini at senda sínar næmingar í 9. flokki eftir heystfrítíðina, men ikki fyrr enn ein heyði tosað við fleiri undrandi virkisleiðar- ar, fekk ein varhugan av, at her ruggaði ikki alt rætt. Ringdi tí til OJ fyri at kanna málið, og kundi hann upp- lýsa, at hann hevði latið 6 aðrar skúlar fara út sam- stundis, harav fleiri stórar skúlar. Hetta er tann før- oyski arbeiðsmarknaðurin ov lítil til. Har var so einki annað hjá okkum at gera, enn at flyta tíðarskeiðið til síðst í november. Fyrr samskipaði UMMS (tá Landsskúlafyrisitingin) starvsvenjingina, so slepp- ast kundi undan slíkum óneyðugum trupulleikum. Ein onnur orsøk var, at so slapst undan, at nakrir skúl- ar altíð skuldu senda sínar næmingar í starvsvenjing á vetrartíð og aðrir altíð um várið ella um heystið. Hetta er ikki uttan týdn- ing fyri teir næmingar, sum ynskja at sleppa til skips. Nær Landsskúlafyrisit- ingin/OJ er sloppin sær und- an tí sjålvsøgdu uppgávu at samskipa starvsvenjingar- ynskini, veit eg ikki. Men bert at blaka frå sær slika uppgåvu og geva starvs- venjingina upp fyri skutil, fyri sidan at geva skålunum skuldina fyri óskilið, tað er ov vánaligt Olaus Jesper- sen, undirvisingarleidari! At so nógvir skúlar ynskja at leggja starvsven)- ingina í samband við heyst- frítíðina kemur av, at hon tá lættast fæst at passa inn í ársætlan skúlans. Hartil er eitt vaksandi tal av næm- ingum, sum ynskja at sleppa til skips í starvsvenjingar- tíðini (hjá okkum í Komm- unuskúlanum ynskt fleiri enn 4. hvør næmingur - bædi gentur og dreingir at sleppa vid einum skipi). Hetta er ivaleyst sama orsøk til, at hinir skúlarnir ynskja hetta tíðarskeiðið. Tá OJ fær tað til, at lærarar og næm- ingar bert royna at leingja sær heystfrítíðina, so sigur hetta meira um Olaus Jesp- ersen enn um veruleikan í skúlunum. Næmingarnir hava ikki frí, meðan teir eru í starvs- venjing. Teir skulu fylgja arbeiðstíðini á arbeiðspláss- inum. Harafturat fáa teir upplivingar og erfaringar, teir fáa gagn av seinri í lív- inum. Lærararnir hava heldur ikki frí. Tá teir ikki eru úti á arbeiðsplássunum og vitja Eyðun Djurhuus, starvs- venjingarleiðari í Tórs- havnar Kommunuskúla næmingarnar, so eru teir skúlanum til taks, t.d. sum vikarar fyri lærarar, sum eru sjúkir ella á skeiði. Fremsta uppgáva hjá ein- um undirvísingarleiðara mátti verið at byggja upp, byggja brúgvar og annars virka fyri góðum samstarvi við skúlarnar og tey, ið har starvast, og virka fyri góð- um samstarvi við teir stovn- ar og virkir, sum skúlin samstarvar við í gerandis- degnum. Eg eri bangin fyri, at úttalilsini hjá OJ virka júst øvugt. Vónandi hava tey ikki skatt tað góða sambandið, sum starvsvenjingarleidarar kring landid hava roynt at bygt upp vid vinnulivid og stovnar, ov nógv. Eyðun Djurhuus Starvsvenjingarleiðari Tøkk Eina hjartans tøkk veita vit tykkum øllum, sum syndu samkenslu og å ymiskan hått veittu hjålp, tå kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir MIKKJAL HAMMER Tvøroyri doyði og varð jarðaður. Tøkk til Petur Martin, prest og Theodor fyri troyst- arrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Eisini takka vit fyri blómur, kransar og uppringingar. Ein serstøk tøkk til tey, sum sendu peningagávu til Frelsunarherin í Vági. Fyri tey avvarðandi Hannufía