Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A — Nr. 207 — 31. OKTOBER 1998 EMiL L. JACOBSEN Herfyri frættist úr Runavík, at NSÍ hevði tikið avleid- ingarnar av tvørrandi undir- tøkuni fyri hondbóltinum á staðnum og hevði ukid øll liðini, bæði í ungdóms- og vaksnamannadeildini, úr kappingunum. Hetta kom sum ein skelkur fyri mong, tí tað ljóðaði legið, at eitt so stórt pláss sum Runa- víkin ikki kundi fáa eina hondbóltsdeild upp at koyra. Hetta stigið var eisini gjørt fyri at fáa fólk á staðn- um at rakna við, og tað sær út til, at tað hevur hjálpt. Håskvøldid var stovnandi aðalfundur av hondbóltsfel- agnum Tjaldur, og eini 25- 30 fólk møttu upp á fund- inum. Annika Gregersen, sum er ein av stigtakarunufh til nýggja felagið og eisini situr í nevndini, sigur, at tað tyktist, sum um áhugin var til staðar, og at undirtøka er fyri felagnum, sum einki hevur við NSI at gera, men er fullkomiliga sjålvstødugt. — Gongdin seinastu tvey árini hevur víst okkum, at tað var frægast fyri báðar tíðindablaðið SOSTAMNMN Hondbólturin í Runavík hevur tikið loysing... Hondbóltur: Í hesum døgum, har so nógv verður tosað um fullveldi, er tað kanska ikki av leið at siga, at hondbólturin í Runavík nú hevur tikið loysing. Hóskveldið var stovnandi aðalfundur av nýggja hondbóltsfelagnum Tjaldur, sum er heilt leyst av NSÍ, og sum spælir sínar fyrstu dystir longu í dag partar at fara sundur, sigur Annika Gregersen um »hjånaskilnadin«. — Fótbólturin fer avstað við meir og meir, og nú NSÍ er farið at arbeiða við at geva fótbóltsspælarunum sáttmálar og lønir, sóu vit, at hondbólturin í felagnum fór at fáa tað trupult fíggj- arliga, sigur hon. Hon ivast ikki í, at tað at allur hondbólturin hjá NSI herfyri varð niðurlagdur, hevur hjálpt. Tað var sum um fólk tá sóu álvaran í tí, og síðani tá hevur tað víst seg, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri hondbólti í Runa- víkar kommunu, ikki minst millum tey yngru. — Vit hava tvey lið við í dreingir 12 ár, tvey í dreing- ir 14 ár og eitt í dreingir 16 ár. Vit hava ikki meldað nakað lið til landskapping- ina hjá dreingir 10 ár, men ætla okkum at vera við í steypakappingini hjá teim- um, sigur Annika Greger- sen. Enn hevur Tjaldur eingi gentulið, men ætlanin er at arbeiða eina gentudeild upp eisini. Í kvinnudeildini hev- ur NSÍ lagt saman við Gl og hevur lið í 1. deild, 2. deild, 3. deild og kvinnu- unglingum. Lættari at reka figgjarli Tjaldur hevur sum sagt einki við NSI at gera, og Annika Gregersen — sum sjálv spælir við 1. deild hja GI/NSI — roknar við, at tað nú verður hugaligari at ar- beiða við hondbóltinum í Runavík. — Vit kunnu nú skipa fyri tiltókum og vita, at pening- urin fer til hondbóltin. Tá NSÍ skipaði fyri ymsum, fór meginparturin av inntøkun- um til fótbóltin, men nú rokni eg við, at tað verður lættari at reka hondbóltin reint fíggjarliga, sigur Ann- ika. Onkur heldur tad kanska vera óneyðugt at stovna eitt felag bert til hondbóltin, men hetta er í roynd og veru rættiliga vanligt í Føroyum Vit kunnu nevna Kyndil, Neistan, H71, VIF, StIF, Stjørnuna og Søljuna. I løt- uni eru tað bert VB og GV NSÍ í 1. deild hjá monnum 23 og kvinnum, har felagið hevur bæði hondbólt og fót- bólt. So í so máta er einki forgjørt í, at Tjaldur nú er komið upp at standa. Felagið byrjar longu í dag við fleiri dystum í ung dómsdeildunum. Í morgin skal 1. manslið so í eldin Tað verður á heimavelli móti H71. Tað er Jens Mar- tin Knudsen, sum var mill- um okkara frægastu hond- bóltsspælarar fyri nøkrum árum síðani, men sum í seinastuni hevur satsað mest upp á fótbóltin, sum skal taka sær av liðnum Síðani kappingin byrjaði, hevur NSITjaldrið mist tveir dystir móti åvikavist Neistanum á útivelli og Kyndli á heimavglli. Nær hesir dystirnir verða spæld- ir, er ikki avgjørt, men dyst urin í Havn móti Neistanum kann í øllum førum gerast ein trupulleiki, eftirsum ítróttarhellin í Havn er sera nógv upptikin Fyrsti klassikarin í ár verður í morgin Hondbóltur: Í morgin verður ársins fyrsta uppgerð millum gomlu kappingarneytarnar Kyndil og VIF spæld á Hálsi. og Kyndil ætlar at gera okkurt serligt burtur úr hesum EMii L. JACOBSEN Hondbóltskappingin = er longu komin væl áleiðis, og tað er so smátt farið at síggj- ast, hvørji lið fara at stríðast um heiður og skreyt, og hvørji noyðast at stríðast í niðara enda av kappingini. Søgan hetta vikuskiftið er uttan iva tann, at nýggja hondbóltsliðið hjá runavík- ingum, Tjaldur, byrjar kappingina, men tann mest áhugaverdi dysturin í hes- um umfarinum man vera tann í Havn millum Kyndil og VIF. Hetta eru tey so nógv mest vinnandi liðini í mansdeildini, og bæði tykj- ast vera væl fyri í ár. Í fjør vóru vestmenningar væl — betri, men Kyndlaliðið sær sterkari út nú, samstundis sum VÍF kanska er viknað eitt sindur, nú Ingi Olsen ikki er við í ár. Beint áðrenn mansdystin spæla kvinnuliðini hjá somu feløgum, og meðan tað er væntað, at Kyndil liggur millum tey ovastu, er tað eitt sindur meira óvæntað, at VÍF, sum í kvinnuhond- bólti er eitt meira óskrivað blað og ikki hevur vunnið FM síðani 1968, er sera væl fyri í ár og hevur fult stiga- tal higartil í kappingini. Kyndil ætlar at gera eitt sindur burturúr til hesar báðar dystirnar. Í ár hava havnarlidini roynt at havt tónleik og fråsøguf6lk undir dystinum, og tad hevur riggað stak væl. Tað verður aftur í morgin, og harum- framt verður ein partur av framsýningini, sum Kyndil hevði í SMS seinasta viku- skiftið, eisini at síggja í høll- ini á Hálsi sunnudagin, eins og Reyni Service fer at hava eina lítla framsýning. Strævið vikuskiftið VB og Stjørnuni vinnudysturin — millum Kyndil og VIF verður åhug- averdur, og tað verður dyst- urin í dag millum Neistan og Stjórnuna eisini. Neista- kvinnur hava lagt seg á odda i kappingini við trim- um sigrum higartil, medan tad er komin stigur f hjå Stjørnuni eftir frålika sig- urin á Kyndli í fyrsta um- fari. Stjórnan hevur enn ikki spælt á heimavglli, men kravið til tær í dag er ein sigur, um tær skulu fylgja við oddaliðunum. Á Kambsdali verður botndystur millum GINSI og VB. Hvørki av liðunum hevur fingið stig enn, men í øllum fórum annar av pørt- unum sleppur av nullinum i dag. VB-kvinnurnar hava eitt strævið vikuskiftið, ti tær skulu spæla tveir dystir, meðan tær eru norðan- fjørds. Sum nevnt spæla tær í dag á Kambsdali, og síðani gongur leiðin til Klaksvíkar, har Stjørnan tekur ímóti i morgin. Sostatt sleppur Stjørnan eisini at spæla tveir dystir dag um dag, og tað sermerkta við dystinum sunnudagin er, at hóast kappingin er byrjað fyri fleiri víkum síðani, verður hetta fyrsti heimadystur hjá Stjórnuni og fyrsti útidystur hjá VB.. H71 til Runavíkar Í mansdeildini verða tríggir dystir um vikuskiftið, og allir verða spældir í morgin Kyndil og VIF spæla í Havn, og í Runavík kemur nýggja felagið í deildini, Tjaldur, nú upp í kapping- ina. Tjaldursmenn, sum vit velja at doypa teir, fáa ein stóran bita at gloypa, tí gest- irnir eru H71 við Hans Guð mundssyni á odda. Men tað er hugaligt, at 1. deild hjá monnum nú aftur telur sjey lið, so sum hon eigur Triði dysturin hetta viku skiftið verður á Skála, har KIF kemur á sín fy »heimavøll« at spæla mót StIF. Strandingar hava ikki fingið nakra góða byrjan upp á kappingina, men í morgin mugu teir metast sum greiðir favorittar mót KÍF, sum allarhelst fer at kappast við Tjaldrið um at sleppa undan niðasta pláss inum í ár { MYGTANd Hans Guðmundsson, H71 Eddi Joensen, KIF Åki Olsen, VIF Daniel Rapa, VÍF Artur Johansen, SF Alexandur Johansen, SÚF Jacob Jénsson, Kyndil Hannis Wardum, Kyndil Sámal Joensen, VIF Vagnur Johannesen, KIF Hans Lakså, Neistin Páll Nólsoy, Neistin STØDAN: 1. VÍF Ss 2 0 í 77 - 64 4 2. Nelstin 2 2 0.0 48 - 42 4 3. Kyndil 2 2 000 50 - 46 4 4. H71 2 1 0 í 48 - 47 2 5. Tjaldur o 0 0 0 0-0 o 6. StiF 2.50 0 2 44 - 51 o 7. KÍF 30 0 3 60 - 77 o Málskjúttar 27 23 21 14 13 12 11 11 11 10 10 10 7 STØDAN: 1. Neistin 2. Kyndil 3. VÍF 4. Stjørnan 5. StiF 6. GUNSÍ 7. VB DBUONUVØU Lotte Sørensen, Kyndil Heidi Harviken, Neistin Sóley Mikkelsen, StiF Simona Hansen, Stjørnan Paula B. Jacobsen, SF Annika Ljósstein, Stjørnan Ioana Beinta Sørensen, Kyndil Jérun Ludvig, Kyndil Katrin á Neystabø, Neistin Beinta Joensen, GUNSI Ann Hansen, Kyndil Sina Mørk, Neistin Christina Holm, VB 0%=NN OU o0o0000 DBNNO-O o o N Málskjúttar 16 16 14 12 11 11 11 10 DO 00 DO DO NO NO 228883 . . 838288 ONN SO 1 ø o