týsdagur 3. november 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 208 — 3. NOVEMBER 1998
Rødan, varalógmaður helt Allahalganndag
Sjógvurin - havið - er lagnan hjá
einum stórum parti av fólki okkara
So er hesin dagur í 1998
upprunnin, tá ið Foroya fólk
víða um kemur saman at
minnast teir, sum í hesum
ári hava latið lív í sínum
dagliga yrki í sjóvinnuni
Allahalgannadagur er
1200 ára gamal. Tað var
tann í Føroyum vælkendi
keisarin Karlamagnus, sum
skipaði fyri hesum degi, og
longu 20 ár eftir Að.
hansara var hann ein av
kirkjunnar størstu halgidøg-
um. Tá ið trúbótin kom i 16
øld vildu teir sleppa av vid
henda dag, sum so mangar
aðrar, og tað eydnaðist vist
í stóran mun, men føroying-
ar hava alla tíðina hildið fast
við hann. Og st hugsi ikki,
at tað er nógvastaðni í heim-
inum, at fólk yvirhevur
evnir dagin við
ni
navni
ga fyrsti no-
1940 til
tu 132 føroyingar lív
g, og tá varð farið at
€
f
i ein minningardag
sjólátnu. Tey fyrstu
varð hann hildin
årsdag, men fólk helt,
var ikki hóski
að varð
gt at
á hálvari stong
Hann varð tí fluttur til eina-
erð í føstun
kon pp tað hug-
KVEIKI nytt in
enn 1000 ara gam
ngardag- Tað eru
Gagur teirra sjólat
hildin Al lahalgannadag
Ymisk hava árini
Eg havi hoyrt, at eitt árið
var eingin sjómaður, sum
læt lív. Størsta vanlukka
hesa hålvu øldina við einum
skipi mundi vera, tá ið
Stella Argus fór í 1957. So-
leiðis kann tað gerast upp í
tólum ár um ár. Men tað ber
í grundini ikki til at tala um
stórar og smáar vanlukkur,
tí tað er altíð ein stór van-
lukka har, hon rakar. Ein
kona, sum missir mannin,
situr einsamøll eftir. Børn,
sum missa pápan, sita eftir
faðirleys. Foreldur, sum
missa sonin, missa ein av
sínum allarkærastu, sum tey
hava sett í verðina. Og
kanska ikki minst tí, at tey
kenna tað øvugta í, at børn-
ini fara hiðani av foldum
undan teimum sjálvum
I ár eru farnir 12 mans
Og skulu vit tala um stórar
vanlukkur, mugu vit siga, at
í ár hendi ein av teimum
stóru, tá Sjóborgin fórst 2
apríl við 5 monnum. Ein
vanlukka, sum rakti Stranda
bygd og familjur so meint,
at tað er ilt at skilja fyri
onnur. Og so hendi tað
løgna i ár, at tveir mans fóru
umborð á sama skipi eftir
bert tímum døgum
Sjógvurin — havið — er
lagnan hjá einum stórum
parti av fólki okkara. Og
telja vit teirra avvarðandi
við — konur og børn og for-
eldur — hjá tí størsta partin-
um. Teir, sum í ár eru farnir,
eru menn í gllum aldri, frá
23 árum upp í 60 ár. Teir
vóru umframt við føroysk-
um skipum við donskum og
norskum. Summir fóru
langt burtur í heimi, aðrir
her við Føroyar
Soleiðis er lívið hjá
mongum sjómonnum. At
erðast um øll høv. Tað
gevur teimum eisini ein víð-
an sjónarring. Tú kemur
ikki á tal við mangar av
teimum, uttan at teir hava
bæði sæð og hoyrt hetta og
hatta, og verið á staðnum.
Og sjálvt hjá teimum, sum
ikki hava ferðast so víða, so
er havið við til at skapa
lyndi á teimum. Teir renna
ikki undan vandum og av-
bjóðingum. Teir taka ikki alt
fyri fult, sum at teimum
rekur. Lívið hevur lært teir
at vera varnar og at hugsa
seg um, tí vandar kunnu
altíð stinga seg upp. Men
tráanin út á havið doyr
ongantíð burtur.
Men hetta kostar, tað
kostar mannalív, og tað
kostar eisini í aðrar mátar.
Tað hevur tað eisini gjørt í
ír, 12 mans, og nógvir av
teimum í ungum árum, sum
skuldu átt nógv ár enn í yrki
sínum. Teir fóru út á havið
og vórðu verandi har úti. Og
tit, sum mistu, sita eftir við
sorgini. Eingin kann taka
sorgina frá tykkum og bera
hana fyri tykkum, men vit
syrgja saman við tykkum og
hava tykkum í huganum í
hesum tungu døgum.
Allahalgannadagur er ein
sorgardagur, har vit syrgja
tey lív, sum eru farin á hav-
inum. Men tað er eisini
dagurin, har vit lata minnini
fáa lív. Har vit gleðast um
tað lív, sum teir farnu hava
lagt eftir seg. Og har vit
takka teimum fyri, at teir
hava gjørt tað møguligt hjå
okkum øllum at liva á
hesum oyggjum mitt í sjó-
num
Vit reisa okkum og minn-
ast í tøgn tey farnu:
Birgir Ryan, Klaksvík, 54
ár. Druknaður við danska
skipinum >Seaboard Sun<
í Kingston Jamaika tann 16.
februar 1998.
Axel Olsen, Hvalba, 39 ár.
Var við >Palla hjá Mari-
Bjarni Bæk, prestur
annu<. Doyði í Mauritius 2
mars 1998.
Gunnar Mørkøre, Klaksvík,
40 ár. Var við >Palla hjá
Mariannu«. Doyði 5. mars
1998.
Farnir við >Sjóborgini< 2
apríl 1998:
Tonny Thomsen, Strendur,
56 ár.
Símun Pauli
mørk, 31 år
å Fridriks-
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, legði krans við
minnisvarðan Allahalg-
annadag
Poul Johannes, vanliga
nevndur Hannus, Thomsen,
Strendur, 23 ár.
Atli Bjartisson
Strendur, 25 ár.
Hilbert Funn, Strendur, 36
ár.
Hansen
Dánjal Miiller Jacobsen,
Klaksvík, 60 ár. Var við
danska skipinum »Malena«.
Doyði í Las Palmas,
Mallorca 3. maí 1998.
Egil Hansen, Norðraggtu,
59 ár. Doyði við >Skúgvi<
tann 22. juni 1998.
Jan Térhallur Gaard, Tvør-
oyri, 41 år. Doydi vid
norska skipinum »Fiske-
nes« tann 8. juli 1998.
Hans Petur Joensen, Hoy-
vik, 39 år. Druknadur i
Hirtshals 6. september
1998. Var vid danska skip-
inum »Strømnes«.
Vegna Føroya løgmann vil
eg fegin lysa hansara og alt
Føroya fólk samkenslu við
tykkum, sum hava verið fyri
so stórum missi. Og eg vil
lýsa frið yvir minni teirra,
sum í ár eru farnir.